Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 17. august 2011 · Nr. 94 Sosialurin Kjak Útlendingaøkið er eitt viðkvæmt málsøki í flestu londum, og tí verður roynt at flyta av­ gerð­ir­nar so langt burtur frá politiska myndug­leik­ anum sum til ber. Men í Føroyum gera vit tað øvugta. Her yvir­taka vit málsøkið. Karmar broyta einki Eitt sum vit ofta hoyra í politiskum orðaskiftum er, at um vit bara broyta karmarnar, so verður alt nógv betri. • Leggja vit nøkur aðal­ stýri saman, so spara vit pengar. • Leggja vit komm­unur saman, so fara tær at virka betur. • Yvirtaka vit málsøki, so verða trupulleikarnir loystir. Einki av hesum er rætt í sær sjálvum. Hetta eru bara karmar, sum kunnu skapa møguleikar, men vit fáa eingi úrslit, fyrr enn vit tora at brúka møguleikarnar. Um tvey aðalstýri verða løgd saman, og øll umsitingin heldur fram sum áður, so er tað bara skiltið á hurð­ini sum verður broytt, og tað sparir ikki eina krónu. Um tvær kommunur verða lagdar saman, og allar dupult­funktión­ irnar halda fram, so verður einki spart. At yvirtaka eitt máls­ øki, loysir ongar trupul­ leikar, um alt heldur fram sum fyrr. Greiða útmeldingin manglar Uppskotið um yvirtøku av útlendingaøkinum vísir bara eina ætlan um at yvirtaka og at síggja úrslit, men eg sakni eina greiða útmelding um, hvat skal gerast øðrvísi. Sjálvandi kunnu dan­ skir myndugleikar hava gjørt feilir, men vit mugu ikki billa okkum inn, at føroyskir myndug­leikar ikki eisini kunnu gera feilir. Tað skal meira til enn so. Krevur meira av fyrisitingini Í 2005, tá nógv varð kjak­ ast um útlendinga­økið, var ofta funnist at við­ gerðartíðini av arbeiðs- og uppi­halds­­­loyv­um. Tá segði Búskapar- og Løg­ frøð­inga­felagið í einum skrivi, at ein orsøk til trupul­leikarnar var, at miðfyrisitingin varð skerd mun­andi, og hetta hevði av­markað arbeiðs­ orkuna í Innlendis­mála­ ráðnum. Um tað er so, at trupul­leikin er ein ov veik føroysk umsiting, so kann loysnin avgjørt ikki vera, at málið verður yvirtikið, tí tað fer bara at krevja uppaftur meira av umsitingini. Eingin loysn Um trupulleikar eru á økinum, so skulu teir sjálvandi loysast. Men at yvirtaka málsøkið, uttan at hava nakra ítøki­ liga ætlan fyri, hvat skal henda aftaná yvirtøk­ una, tað loysir einki. Helgi Abrahamsen At yvirtaka útlendinga­økið loysir ikki trupul­leikarnar Heðin Mortensen borgarstjóri – Búskaparvøkstur krevur fólka­vøkstur, og tí mugu vit vaksa um bústað­ar­ marknaðin. Men hóast at útboðið er stórt, so falla prísirnir ikki, tvørturí­móti, sigur Heðin Mortensen, borg­ ar­­stjóri, sum fer at kanna, um til ber hjá komm­ununi at leiga grundøki ístaðin fyri at selja, og har fígging­ar­­­stovn­ um og vinnu sam­­stundis verður álagt avmarkaðan vinning. Síðan Færø Amts Spare­ kasse var stovnaður, hava føroyingar flestir trúð, at tað var ein deyðssynd at fara í grøvina við skuld. Um­ráð­andi hevur altíð verið at arbeitt alla skuld av sær áðrenn pen­ sjónsaldur, njóta sítt otium og síðan fara av foldum. Fyri nøkrum árum síðan kom nýtt orð inn í málið. Eg haldi, at tað var Suður­oyar Sparikassi, sum introdu­ser­ aði “niðursparing”. Tá bar til at lána pening við trygd í húsu­num, sum langt síðani vóru goldin út. Mong vistu heldur ikki, at tey vóru betongmiljóningar, og at teirra smáu hús í mið­ býnum vóru upp til dupult so nógv verd sum eini nýggj hús úti á býarrondini. Men hetta varnaðust summi, seldu í miðbýnum og fingu fitt av peningi at leypa av í einum umbýti við íbúð í nýggju búsetingunum ymsa­ staðni í býnum. Marknaðurin virkar ikki At prísirnir falla, tess størri útboðið er, er ikki galdandi í Føroyum. Tí í Føroyum er útboðið stórt, og hóast einki verður selt, so falla prísirnir kortini ikki. Vanligar markn­ aðarmekanismur virka sostatt als ikki á føroyska bú­stað­armarknaðinum – og serliga ikki í Havn. Við gjaldsskáum hava fólk ráð at bíða leingi. Ofta eru húsini fíggjað upp undir skor­steinin, og tí hava bank­ arnir heldur ikki áhuga í at lækka prísirnar. Harnæst eiga bankarnir eisini meklara­ virkini, sum skulu vinna pening upp á bæði keyp og sølu. Alternativ bústaðar­bygg­ ing tykist heldur ikki virka í Føroyum, tí bíligu alterna­ tivini enda sum oftast við at verða líka dýr sum tað, tey skuldu vera alternativ til. Hvussu sær so bústað­ar­ marknaðurin út um bara nøkur heilt fá ár? Jú, við teimum útstykkingar­ætlan­ um, sum í løtuni eru í Havn­ ini, um tú telur øll privat grundøki og íbúðarprosjekt saman, verða um eitttúsund sethús, raðhús og íbúðir til taks komandi tíðina. Sumt av hesum er farið í gongd, sumt er undir pro­ sjektering, sumt er liðugt pro­sjekterað og okkurt enn í skitsufasu. Men hóast hesar veruleikar bendir einki á nakra príslækking. Hvør stýrir marknaðinum? Marknaðarmekan­ismurnar virka ikki í Havn, tí hóast stóra útboðið, so falla prísir­ nir ikki. Tvørturímóti tykjast teir bara at hækka. Vit kunnu tí áhaldandi spyrja, hvør orsøkin er og hvør stýrir marknaðinum – og hvør hevur áhuga í, at húsaprísirnir verða hildnir so høgir? Hvønn er tað yvir­ høvur gott fyri? Niðurstøðan verður ógvu­ liga skjótt, at bankarnir stýra fíggingini av allari bygging, sølu og endursølu. Høvuðs­ ábyrgdin liggur tí har. Men øll liðini eru við, líka frá tí, sum teknar, til tann, sum ger grundstykkið búgvið, frá honum, sum selir til­farið til húsini, til tann, sum bygg­ir, og tann sum fíggjar. Við einum meðalprísi oman fyri tvær miljónir krón­ ur, er ótal av familjum, sum ikki longur hava ráð at búgva ella búsetast í Havn. Sum nú er, er gongdin soleiðis, at tað skulu minst tvær góðar inntøkur fyri at klára at gjalda fyri eini hús ella íbúð í Havn, og hetta skapar á ongan hátt gróðarlíkindi fyri tí fólkavøkstri, sum føroyska samfelagið hevur so alstóran tørv á. Sannleikin er jú tann, at fólkatalið stendur í stað og framrokningar vísa, at fólkatalið fer at lækka, sam­ stundis sum skeiv­leik­arnir í aldurssa­manseting og kyns­ býti bara gerast størri og álvarsligari. Húsaprísurin, serliga í Havn, má tí niður. Hetta merkir, at vinningurin, sum ymsu liðini omanfyri taka sær í sín part, má avmarkast og helst lækkast, og at aðrar grundleggjandi fortreytir fyri framtíðar bygging verða skaptar. Men ber tað yvirhøvur til? Hvussu gera onnur? Eitt av brotunum í menningar­ ætlanini hjá sitandi býráð í Reykjavík sigur, at “treytirnar fyri at gjalda fyri grundøki í Reykjavík skulu gerast meira tiltalandi og lokkandi. Tørvurin skal nøktast og dentur leggjast á at útstykkja í og nær verandi økjum, har infrastruktururin longu er nøktandi”. Í slíkari tættari bygging í Reykjavík er vanligt, at kommunan eigur grund­økini og leigar tey til húsakeyp­ ararnar í longri tíðarskeið, eitt nú í 50 ella 75 ár. Men húsakeyparin hevur kortini somu rættindi at disponera yvir grundini, sum var tað vanlig ogn. Hann kann bæði byggja, pantseta og selja fasta ogn uttan trupulleikar. Íslendski húsaláns­grunn­ urin lænir 80% av upp­hædd­ ini til vanlig sethús, eisini til útlendingar. Hvat gera vit? Eg fari at heita á mína um­ siting at kanna, um vit kunnu gera nakað líknandi fyri at fáa húsa­prísirnar niður. Men kommunan ger tað ikki einsa­ møll, tí bankar, inn­flutnings­ vinna og byggi­vinna mugu spæla við, umframt ivaleyst eisini landsstýri. Tí tað nyttar ikki, at grund­ stykkini gjøgnum skipan við leigu verða bíligari at útvega, um prísurin á restini hækkar samsvarandi. Her mugu stýringsmekanismur ásetast. Síggi, at fólkatingslimurin hjá Sambandinum førir fram, at meðan tey í Danmark í avdráttartíðini gjalda hús síni aftur tvær ferðir, so gjalda føroyingar húsini aftur tríggjar ferðir, tí lánimøguleikar og renta her heima eru so vánalig. Hetta mátti á ein ella annan hátt verið forpliktandi fyri okkara bankar, sum eru partar av sama bankakervi. Men nei, síðsta nýggja haðani er hægri bústaðarrenta og hægri avgjøld. Ein annar møguleiki at lata fastlæstu støðuna upp, er eisini, at føroyski Húsa­ láns­grunnurin fær víðkaðar møguleikar at veita serliga lagalig lán til hús og íbúðir undir ávísa stødd eitt nú á leigaðum grundøki. Hetta er eisini loysn, sum kundi givið tann fjøltáttaða bústaðar­ marknaðin, har rúm er fyri øllum samfelagsstættum. Og uppaftur betri er, um slíkar loysnir verða frítiknar fyri mvg av byggiútreiðslunum. Vit eiga at taka lógvatak saman um hetta, tí eitt er vist, at húsaprísirnir verða avgerandi fyri búset­ing­ina og tilflytingina til Føroya, og harvið allari búskapar­ menningini. Kunnu vit saman fáa húsaprísirnar niður? Yvir eitttúsund hús, raðhús og íbúðir verða tøk í Havnini innan stutta tíð. Nógv stendur frammanundan á sølu­lista Á tingfundinum í morgin kemur eitt uppskot til 1. viðgerð um at yvirtaka út­lendingaøki og markna­eftirlit