mikudagur 17. august 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. august 2011 · Nr. 94
16
Sosialurin
Nøvn
Barnaárini
Petur er føddur 17. august 1931
í Búrstovu á Eiði. Mamma
Petur var Margretha Larsen,
sum var ættað frá Gjógv,
dóttir Siggu og Hans J. Jo
hannesen (Hans J. í Gortro).
Pápin var Jacob Larsen,
Jacob í Búrstovu, sonur Elsu
Larsen, ættað av Eiði, og
Petur Andreas Larsen, ættað
ur úr Kunoy. Her vóru trý
hús, sum stóðu á hesi grund.
Tey vóru smá og størst av
hesum húsum vóru tey, sum
Petur var føddur í. Her búði
familjan í nøkur ár og flutti
so niðan á Bøin at búgva,
men tá ið Óli, bróðir Jacob,
hevði fingið sær eitt gerði á
Oyrarbakka, skaffaði hann
Jacob eisini eitt á hesum
stað. Jacob bygdi sær hús við
síðuna av teimum hjá Óla, og
fluttu tey so til Oyrabakka
at búgva. Hetta hevur verið
í 1934-35. Húsini vóru 9 x 11
alin, sum var vanlig stødd tá.
Miðhæddin var innrættað,
men
Tummas
Fagranes,
beiggi Margrethu, helt fyri,
at trappa upp á loftið mátti
gerast. “Kom trappa ikki upp
á loftið, so var seinur dagur at
farið varð upp í hesar hæddir.”
Hann snikkaði so hesar trapp
ur til, og væl varð smíðað.
Harry Fonsdal
Í tríatiárunum var fátæksligt
mangastaðni í Føroyum, og á
Oyrarbakka var somuleiðis
lítið mætari, men vit høvdu
tað gott her, sigur Petur.
Mamma var ófør til hendur
nar. Hon seymaði fyri fólk,
og pápi sigldi. Hann var so
heppin, at hann kom í sam
band við Harry Fonsdal, sum
vit í dag høvdu kallað fyri
Landsverkfrøðing, og bleiv so
arbeiðsformaður hjá honum,
t. d. tá ið lendingin í Funningi
varð gjørd, vegur og lending
til Rituvíkar og bátahylurin
á Toftum. Um lendingina
í Rituvík er at siga, at tá ið
formarnir vóru komnir upp
at standa, og stoypast skuldi,
kom illveður. Brimið tók alt
tað, sum var sett upp. Eingin
peningur var til at endurreisa
hesa uppseting. Ímeðan hetta
arbeiðið stóð uppá, flutti
familjan til Saltangará at
búgva, har tey búðu til leigu.
Petur var um skúlaaldur um
hetta mundi, og kom hann at
ganga í skúla hjá Bjarnadal í
fyrsta flokki á Glyvrum.
Aftur til Oyrar
Familjan flutti norður aftur
til Oyrar at búgva. Tey
høvdu selt húsini á Oyri,
men onkursvegna so endaðu
tey aftur á Oyri og leigaðu
sær eini hús her í bygdini.
Petur hevur altíð verið stak
arbeiðssamur og hevur ikki
ligið sjóvarfallið av sær, tá ið
nøkur oyrur skuldu forvinn
ast. Hetta hevur verið honum
og øðrum til gangs. Her kom
Petur í samband við Pól á
Oyri, sum var góður við Petur,
og sum 12 ára gamal var hann
við til at taka sær av at kóka
lýsi hjá Póli. Lýshúsið stóð
beint sunnan fyri handilin.
Eisini var Petur við til at
frysta sild, sum var løgd á
pannur og sett í frystikassar.
Har var stórt íshús á Oyri.
Kassarnir vóru tvískinnaðir,
har kavi og salt varð blandað
saman á lokinum og latið
niður ímillum. Hetta var nóg
mikið til, at sildin frysti. At
frysta sild á hendan hátt var
væl kent kring landið . Bátar
komu til Oyrar aðrastaðni
frá eftir sild. T.d. minnist
Petur, at Jógvan hjá Biritu
– Jógvan Leiti, og Kristian í
Køk úr Fuglafirði komu við
einum motorbáti hjá Gamla
Sámal Peturi at keypa sild.
Pól á Oyri legði eitt gott orð
inn fyri Kristian um Petur, so
Kristian visti, hvør hann var,
tá ið familjan flutti til Fugla
fjarðar at búgva. Kristian
var
arbeiðsformaður
hjá
Pidda. Hetta kom Peturi væl
við. Sildagørnini vórðu sett
fyri tað mesta frá Oyri og
suðureftir – suður um t. d.
Veðranes. Tað var nógv sild,
sum stóð á firðunum kring
landið, og Sundalagið var
einki undantak. Tá ið Petur
kom til Fuglafjarðar, sá hann,
at umframt at fuglfirðingar
settu sildagørn, heklaðu teir
eftir sild. Hetta varð hann
hugtikin av, tí heklan var
betri fiskireiðskapur enn
loddið, sum teir veiddu við
Í Sundalagnum. Á hekluni
var tann niðasti parturin
úr stáltráði, har fleiri húkar
sótu. Restin var av teyma
snøri. Annars sigur Petur, at
teir lógu við skrubbuloddi
úti í Sundinum, og norði við
Streymin lógu teir fyri berg
gyltum, og kundu tær vera
stórar, sum teir fingu. Toskur
kom ikki á jarnið, men hvít
ingur. “Alt var søtt hjá tí
svanga!” plagdi Hans Pauli
at taka til, sigur Petur.
Flyta til Fuglafjarðar
Petur kom inn í “systemið” á
ymsan hátt í Fuglafirði. Hann
var boðdrongur hjá Pidda,
men kom norður á Stórhús
at vera. Ikki var lønin stór,
men hetta var betri at fáa
enn einki. Familjan flutti til
Fuglafjarðar í august í 1944,
og viðførið varð ført við
áttamannafarinum Mortar
anum hjá pápabeiggjunum.
Tann gamli Mortarin, trist
urin, hjá abbanum, stendur
á Frílandsmuseinum. Hann
varð bygdur 1904. Tey gistu
nakrar
dagar
hjá
Gjáar
Sofusi og Carolinu. Gjáar
Sofus var beiggi Margrethu.
Tey høvdu keypt húsini hjá
Feilbergi og Hildu, men gekk
ein tíð, áðrenn tey sluppu
undir bitarnar í Toftatúni.
Jacob í Búrsstovu var við
Verdandi. Óli, beiggi hansara,
var skipari, og við vóru tveir
synir hansara, Olaf Martin
og Petur Andr. Verdandi fór
til Íslands at keypa fisk og
fór av Siglufirði í oktobur
mánaði 1944 og spurdist ong
antíð aftur. Jacob svav bara
eina nátt í Fuglafirði. Fimtan
mans fórust við Verdandi,
sum hoyrdi heima á Toftum.
Fingrarnir hava altíð sit
ið væl á Peturi, og frá hesi
tíðini er at siga, at tá ið fiskur
varð pakkaður varð hann
sjálvandi merktur. Petur helt,
at stemplið var ikki nóg gott.
Hann fór undir at gera eitt
nýtt stempul heima við hús,
og hevði stemplið bátaform.
Hann fekk rágummi frá
Obert Eliasen, sum arbeiddi
í forrætningini hjá Pidda, og
skar bókstavirnar burtur úr
hesum – Santos, Brasil. Hetta
riggaði stak væl, og glaður
var Eiðis Johannes, tá ið hann
fekk stemplið “royndarkoyrt”.
Piddi kom inn á Stórhús og
sá hesa uppfinning. Hann
helt hetta var so sera gløgt
gjørt og fór eftir Hilmari.
Hilmar varð eisini ovfarin
og ikki sørt bilsin av hesum
snilda tóli. “Also, vit mugu fáa
dreingin í smiðjuna í læru
beinanvegin!” helt Piddi fyri.
Hetta var í septembur í 1948,
so Petur hevur verið 17 ára
gamal. Ja, hann skuldi byrja í
smiðjuni dagin eftir, og hetta
var ein fríggjadag. Hetta vildi
hann illa til at fara undir
nakað nýtt fríggjadag; men
her var einki at gera, hann
fór í smiðjulæru, og her vóru
teir fyrstu lunnarnir lagdir
undir hansara virksemi sum
jarnsmiður, og var hendan
tilgongd tað rætta fyri hann.
Petur hevði verið hálvt ár
í læru hjá Alexi saman við
Høgna Jøkladal og Nikláa
Jacobsen, áðrenn hann kom
í smiðjuna.
Krosssteinur og Sirra
Meðan Petur var í læru, var
hann tveir túrar sum kyndari
við Krosssteini. Fyrra túrin
fingu teir onga løn. Hetta
var ein bummtúrur, men
tann seinni eydnaðist væl og
gav so mikið sum tveir túrar.
Beint eftir at hann var liðug
ur at læra eftir 4 árum, var
hann við hvalabátinum Sirru.
Niels Holm Jacobsen var
skipari, og Bjarni og Høgni
Jøkladal úr Fuglafirði vóru í
maskinuni. Sirra sigldi einar
16 míl, men var ein blikkkassi
og pláturnar góvu seg, tá ið
hvalur varð sleipaður. Hvala
bátarnir lógu fyri teym inni
á Skálafjørðinum um veturin
og vórðu riggaðir til í mai
mánaði. Petur var eitt ár við
Sirru, og minnist hann væl
hesar dagar, har hann t. d.
var við til at løða kanónina.
Roynt varð eftir hvali til
miðjan septembur. Petur var
eisini við Ólavi Halga í ísfiski
undir Íslandi, við Bjarnoynna
og í Grønlandi. Ólavur Halgi
var ein tann fyrsti føroyski
trolarin (1960), sum á vetrar
degi var á ísfiskaveiðu í
Grønlandi. Meðan hann er
við Ólavi Halga, verður hann
ringdur upp av Alfred Olsen
– Tarsan, sum var arbeiðsfor
maður í Føroyingahavnini,
um at koma yvir til Nordafar
at arbeiða. Hann fekk ikki
farið i fyrru atløgu, ið ringt
varð, men aðru ferð, ið boð
var eftir Peturi, varð farið
av stað. Hetta var á fyrsta
sinni, at Petur royndi hesa
virkisleið. Fór við aftur Ólavi
Halga eina tíð, men avgjørdi
at fara at arbeiða í Føroyinga
havnini hjá Nordafar. Hann
fór yvir við Caribiu. Hetta
var á vári 1962.
Føroyingahavnin
- Nordafar
Petur kom at arbeiðja í smiðj
uni. Kjartan Johansen var
tekniskur leiðari. Hann var
tekniskur leiðari hjá Poul
Hansen og var læntur yvir
í Føroyingahavnina, og Páll
Joensen úr Leirvík var smiðju
meistari. Vit kendust væl og
konfirmeraðust saman. Petur
hevði bestan hugin at sleppa
inn á flakavirkið og var bara
eitt ár í smiðjuni. Greiðirnar í
smiðjuni vóru vánaligar, men
hóast tað, so komu vit undan.
Jørgin Thomsen av Skála
hevði verið maskinmeistari
á flakavirkinum. Petur hevði
verið har úti onkuntíð fyrru
ferð, hann var har yviri. Niels
Mortensen, statiónsleiðari ,
faðir Hans Mortensen í SMS,
hoyrdi um Petur, og setti
hann sum leiðandi mannin
á flakavirkinum. Teir, sum
vóru á flakavirkinum, fóru
yvir fyrr á árinum. Hann og
Dánjal Jacobsen av Skála tóku
sær av flakamaskinunum.
Petur Larsen, Petur hjá einkini, áttati ár 17. august
TØKK