mikudagur 17. august 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 17. august 2011 · Nr. 94
Sosialurin
Sunnumorgunin 20. mars 2011
andaðist mamma, 77 ára gomul.
Hon var dóttir Katrinu og Julius
Clementsen.
Tey
vóru
fýra
systkin, Jógvan, mamma, Martin
og Mikkjal.
Mamma og babba giftust í
1955, og fóru tey til Danmarkar at
fáa sær útbúgving. Mamma tók
útbúgving sum læknaskrivari og
babba læs til verkfrøðing. Eftir
at hava búð í Danmark í nógv ár,
vildu tey heim aftur til Føroyar
at búgva og fluttu tey heim í 1968.
Tey bygdu sær hús á Dalavegnum
í Havn og fluttu vit í húsini
jólaaftansmorgun 1972.
Mamma var heimaarbeiðandi.
Hon var har fyri meg, altíð var hon
klár at hjálpa, hon setti alt annað
til viks, tá eg hevði brúk fyri
henni. Hon gav mær allan tann
kærleika, nærleika og tryggleika,
sum hugsast kann. Tá eg var
hálvvaksin, fór hon út at arbeiða
hálva tíð á psykoatrisku deild
fyrst sum avloysari, men seinni
fekk hon fast starv har.
Maður mín hevur altíð verið
sum ein sonur hjá teimum, og
heldur hann at mítt barnaheim
vera sum sítt egna heim.
Tá vit so nøkur ár seinni fingu
Hjarnar, Svannu, Magnu og Olgu,
var mamma besta omma, sum
hugsast kann. Hon ringdi hvønn
einasta dag fyri at vita, hvussu vit
høvdu tað og ikki minst at hoyra,
hvussu ommubørnini høvdu tað.
Børnini vóru so góð við ommu, hon
var teirra OMMA. Hon gledd ist
altíð um, at tað gekk okkum væl.
Hjarnar er okkara fyrsta barn,
og samstundis fyrsti og einasti
drongurin í familjuni. Mamma og
Hjarnar høvdu eitt serligt forhold.
Tey øll vitjaðu ommu sína næstan
dagliga, eisini síðstu tíðina á
Landssjúkrahúsinum.
Mamma var, alt tað eg kann
minnast, sera góð til hendurnar.
Hon seymaði mær klæðir, bant
nógv ymiskt bæði til mín og
ommubørnini. Tá eyguni hjá
mammu fóru at bila, byrjaði hon
at ganga á vevstovuni á Sjóndepli
num. Har vav hon øllum trimum
ommudøtrunum
fyriklæði
til
føroysk klæði, bæði barna- og
vaksnamannastødd . Eisini vav
hon teimum toy til skjúrt í trimum
litum, sum var eins og tað, sum
mamma sjálv altíð brúkti.
Á heysti 2005 høvdu mamma
og babba gullbrúdleyp, og hildu
tey stóra veitslu, og var hetta ein
sera góð veitsla. Har vóru komnir
gestir langvegis frá, og gledd ust
tey bæði um hetta.
Mamma hevði eina sera góða
grannakonu. Hon hevur altíð verið
mammu ein sera góður stuðul og
hjálp, ikki minst nú, tá mamma
gjørdist sjúk og viknaði.
Mamma gekk í einum bindi
klubba, og komu tær ofta saman.
Seinasta
vetur
vildi
mamma
sjálv sleppa at hava bindiklubb
einaferð afturat, men hon orkaði
ikki at gera nakað, so eg gjørdi tað,
sum gerast skuldi, og allar komu
í bindiklubb. Hetta var eitt sera
hugnaligt kvøld, sum mamma var
so glað fyri.
Sjálv havi eg eina sera góða
vinkonu, og hon hevur verið mær
ein góður stuðul ikki minst í hesi
sváru tíð. Eisini var hon mammu
ein góður vinur, hon vitjaði
mammu og mamma vitjaði hana,
so leingi hon orkaði. Eisini var
mamma í hvørjum føðingardegi
hjá henni og hennara børnum. Eg
haldi, at mamma helt seg næstan
vera omma at børnunum hjá henni
eisini. Eitt dømi um hetta er, at
einaferð keypti mamma sær feriu
í tveir mánaðar, so hon kundi ansa
lítlu dóttrini hjá vinkonu míni.
Mamma ynskti altíð at hjálpa
øllum. Hon var altíð klár óansæð,
hvat tað var. Hon var lítillátin
og lat altíð væl at. Eisini hesa
seinastu tíðina, tá sjúkan ordiliga
tók dik á seg, so gramdi hon seg
ikki. Hon vildi ikki vera til ampa
og stríð fyri nakran. Tann seinasta
tíðin á Landssjúkrahúsinum var
eisini prógv um hetta. Hon bíðaði
sum longst at “forstýra” sjúkra
røktarfrøðingarnar við at biðja
um hjálp.
Mamma ynskti, at ein serlig
tøkk varð veitt starvsfólkunum á
Landssjúkrahúsinum, Ríkissjúkra
húsinum og á Hotel Tórshavn.
Til jarðarferðina hjá mammu
sang
dupultkvartettin
henda
sangin, sum eina tøkk frá mær, og
vil eg við hesum orðum lýsa frið
yvir minnið um mammu mína.
Heitari sló einki móðurhjarta,
kæra móðir, nakrantíð enn títt,
horvin er hon, barndómstíðin bjarta,
aldar tó í minni mínum blítt.
Fyri minni mong eg takki tær av hjarta,
goymi tey sum rama reyðagull,
mínum leiðum á sum sólin bjarta
brosa tey so blítt og loyndarfull.
Kendi bara kærleika og gleði,
sum í stríðum streymum tit mín røkk,
fyri tað eg vil á sorgardegi
bera tær, o, móðir hjartans tøkk.
Góða mamma!
Takk fyri alt. Dóttir tín Katrin
Minningarorð um mammu mína
Malenu Djurhuus
Fødd 5. August 1933 – andaðist 20. Mars 2011
Petur sá beinanvegin, at
skuldi virkið ganga betur, so
skuldi tað umbyggjast. Árið
eftir kom annað lag á. Tvær
nýggjar maskinur komu inn á
virkið – tvær Baader maskin
ur, fleiri eykalutir og nýggjar
greiðir. Teir settu maskinur
nar til og fleiri nýggj trans
portbond. Nú bar betur til,
og gekk framleiðslan væl
– sum ein dreymur. Nú blivu
einkarbørn Peturs – baader
maskinurnar- tiknar undir
hansara veingjabreiði. Hetta
var byrjanini til komandi
virksemi at umboða Baader
her á landi. Petur og hesar
maskinur blivu sum stúkan
og rekkjuváðin, og hevur
hetta legnast væl at fara um
hesar maskinur bæði dag og
nátt. Sælur er tann, sum tað
góða orðið fellur á... eg veit
ikki, um vit kunnu siga hetta
um eitt framleiðslutól, men
maskinurnar hava eitt gott
umdømi, og tann, sum hevur
stýrt hesari gongd, hevur
gott orð á sær sum dugna
ligur handverkari.
Tá ið komið varð út í hálv
an oktobur, fór at frysta, og
teir mistu vatnið. Manskapið
fór heim, men teir, sum høvdu
við maskinurnar at gera, vóru
eftir - riggaðu av og snikkaðu
maskinurnar til næsta ár, so
tær vóru í “burðardyggum”
standi, tá ið tær fóru undir
aftur framleiðsluna næsta
ár. Meðan rudd að varð og
riggað av, vóru eini 10-12 fólk
eftir, og einir tveir mans
vóru allan veturin og høvdu
umsjón við ognunum. Petur
kom okkurt árið aftur tollaks
messudag, og onkran túrin
kom hann yvir til Godt haab
nýggjársaftan. Vanliga fóru
teir fyrstu á Norda far yvir í
hálvum februar og restin um
miðjan mai.
Petur var eitt ár á elverki
num í Føroyingahavnini, sum
hevði tveir stórar Bergendi
eslar og 10 aðrar motorar.
Siðsta árið, eg var har yviri,
kom ein nýggjur 550 hesta
motorur afturat. Hesir motor
ar skuldu røkjast væl, og varð
hetta eisini gjørt. Vit høvdu
ábyrgdina av “íshúsinum”.
Hetta var annað bedatt í mun
til tað hjá Pól á Oyri. Her vóru
tvey frystarí, 6 frystiskáp
og 5 tunnlar. Nordafar tók
eisini ímóti laksi frá 7 born
holmarum, sum royndu eftir
laksi í Grønlandi, og frysti
eisini eini 500-600 reinsdjór,
sum komu úr Godthaab.
Godthaab og Victus
Petur var eisini í Godthaab,
tá ið GFI – Godthaabs Fiske
industri, legði lunnar undir
nýtt flakavirki, har maskin
urnar vóru frá Baader. Her
hevði Petur eina sjaldsama
uppliving, har hann tók sær
av einum inuita úr Qaanaaq,
sum er millum norðastu
búpláss í Grønlandi. Í dag
búgva uml. 600 fólk í hesi
bygd. Bert Siorapaluk er norð
ari. Hesin var heldur døkkur
í holdinum. Hann hevði bara
gingið teimum á verkstaðn
um til handa og hevði einki
lært. Petur tók hann til sín og
gav honum tað leiðbeining
og upplæring, sum skuldi
til fyri at klára seg. T. d. fór
hann um kvøldarnar oman
á virkið at læra hann at fíla.
Hann æt Victus, og fekk
hann eina góða útbúgving
- Peturi fyri at takka. Hann
hevði stak góðar hendur.
Myrka holdið bar boð um, at
hann var skyldur við onkran
polarfarara,
sum
kanska
hevði verið við á polarferðum
um hesar leiðir, har forfedrar
hansara
hava
búleikað.
Mathew Henson( 1856-1920),
var nekari og var við á polar
ferðum hjá Robert Edwin
Peary í Arktis og Grønlandi.
Hann var eisini við Peary,
tá ið hesin rakk Norðpólin.
Henson er óivað blivin góður
við inuittkvinnu, sum søgur
eisini ganga frá, og var Victus
í triðja liði úr hesi ættargrein.
Bæði Peary og Henson áttu
synir við inuittkvinnum.
Tað einu ferðina, Victus
hevði verið heima og vitjað,
hevði hann ein hálvan roysn
ingaskølt við sær til Petur,
og var hann klovin soleiðis,
at yvirkjafturin var í einum
við tøkutonnunum. Hetta
var ein gáva frá honum og
foreldr unum sum tøkk fyri
tann stuðul, sum Victus
hevði fingið frá Peturi.
Baader
Petur var 10 ár í Grønlandi,
meginpartin av sekstiárun
um. Komin heim fór hann at
arbeiða upp á Baader flaka
maskinurnar her á landi.
Hetta virksemið var hann
farin undir, meðan hann var
heima um veturin. Hann
plagdi at vera hjá Dáva í Gerði
num, eitt sindur á Kósini og á
flakavirkinum í Seyrvági hjá
Dánjal Niclasen, bæði tá ið
hann kom aftur, og tá ið hann
fór yvir aftur. Tað gekst mis
javnt á við flakamaskinunum,
og Birgir Danielsen vildi fáa
skil á hesum. Fiskasølan vildi
hava Petur at fara út á flaka
virkini, taka sær av maskin
unum og umvæla tær, tá ið illa
vildi til. Sum hugsað so gjørt.
Fiskasølan setti hann at taka
sær av hesi søk. Fiskasølan
var líkasum hansara arbeiðs
gevari, og stóð hetta samtak
eisini fyri tí peningaliga, t. d.
tá ið um at innheinta pening
galt fyri gjørt arbeiði.
Fleiri ferðir hevur Petur
verið á gátt í Baaderverk
smiðjuni í Lübeck, meðan
hann hevur tikið sær av
Baader í Føroyum. Verk
smiðjan Baader varð grundað
í 1919 av Rudolph M.J. Baader,
sum menti hetta virksemi
sum eina alheims verksmiðju.
Ein heilan mánað var Petur á
verksmiðjuni, áðrenn hann
bleiv teirra maður í Føroyum.
Hann kom enn tá inn í kjarn
una á verksmiðjuna, royndar
verkstaðið, har slapp eingin
inn við tað góða. Petur var
væl við leiðaran av hesi deild,
Herbert. Atli, sonurin, var
eitt heilt ár har niðri, og bleiv
hann eisini væl við Herbert,
og hevur hann vitjað hendan
vinin í summar.
Tá ið virksemið byrjaði, var
verkstaðurin í kjallaranum,
og skjótt var hann útbygdur
niðaneftir, men tað gekk
ikki long tíð, so keypti Petur
húsini hjá Sigurd Simonsen,
yngra, í Toftabønum. Hóast
Petur var farin at arbeiða
í Føroyum, so vitjaði hann
aftur til Grønlands at bøta
upp á Baadermaskinurnar
har yviri.
2001 varð bygningur reist
ur á kaiini. Nú vóru umstøð
urnar so góðar sum aldri
áður. Nú kunnu maskinur
nar, sum skulu hava eina
ordans yvirháling, koyrast
inn á virkið.
Í hesi gongd hevur Anna,
kona Petur, skyldkonan, dótt
ir Lutheriu og Jákup Frants
Róin (mamma og J. Frants
vóru trímenningar) verið
honum ein góður stuðul. “Ja”,
sigur Petur. “Tað er hon, sum
skuldi verið stjóri!”
Sum greitt frá, fórst pápin,
Jacob Larsen, við Verdandi.
Margretha bar barn undir
belti, tá ið hesin sorgarleikur
fór fram. Jacoba varð fødd
31. okt. 1944. Jacob í Búrstovu
var einasti úr Fuglafirði, ið
fórt undir krígnum. Hon
varð kallað “Einkjan”. Børnini
bera so hetta heitið. Níggju
vóru børnini, og øll komu
væl undan og fingu hollar
útbúgvingar.
Hjartaliga til lukku við
teimum áttati árunum
Frits