Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. august 2011 · Nr. 94 18 Sosialurin Kjak Sjúrður Skaale Av tí at tað stóð á jøvnum 16-16 millum tveir blokkar á tingi, endaði eg, sum leys­ gangari, sum avgerandi at­­kvøð­an í málinum um fiskidagarnar. Hetta hevði verið ein ynski­­støða, um talan var um eitt mál, har eg var púra sann­ førdur um, hvat er rætt og hvat er skeivt. Men so er ikki her - og teir mongu reið­arar og fiski­menn, sum eg havi tosað við farnu vikurnar, eru sjálv­ sagt vón­brotn­ir av, at eg eg trýsti á tann grøna knøttin. Eg skal tí stutt greiða frá orsøkini. Vreiði og frustratión Endamálið við vinnupolitikki má vera at geva vinnuni so greiðar, tryggar og stimbr­ andi karm­ar at virka undir sum gjørligt. Men okkara fiskivinnu­ politikkur hevur gjørt júst tað øvuta. Fyri fjórða árið á rað verða stór inntriv gjørd í fiski­dagarnar. Ein partur er "luft" - men als ikki alt. Nartlað verður burturav møgu­­leik­­unum hjá hvørjum einstøk­­um skipi. Alt verður niður­pínt. Og reiðarí, sum hava gjørt stórar íløgur í fiskidagar, síggja løgtingið - sum eitt annað Kreml - gera teirra íløgur til einkis. Hetta drepur virkishugin, og skapar sjálvandi bæði frustratión og vreiði hjá monnum, sum hava ilt við at klára seg frammanundan. Ræðandi tøl Men tað er ikki bara heima­ flotin, sum er illa fyri. Hag­­tøl­ ini fyri serliga toska­veið­­una er einki minni enn ræð­andi. Ongantíð áður hevur fiski­ skap­urin verið so vána­­ligur so nógv ár upp í slag. Hagtølini, sum vísa hvat slag av fiski verður landaður, er eisini ørkymlandi. Ein sera stórur partur er smáfiskur, sum ong­an­tíð hevur gýtt, og sum gev­ur vána­ligan kiloprís. Tí eru vit helst í teirri støðu, at hóast tað loysir seg best hjá hvørjum einstøkum skipi at fiska so nógv sum gjørligt her og nú, so er hetta ikki tað besta fyri samlaðu vinnuna og landsbúskapin í longdini. Hóast flotin er minkaður nógv farnu árini, kunnu vit helst fáa meir burturúr við at fiska enn minni. Hótt marknaðar­ atgongd Altjóða havgranskingar­ stovnurin ICES hevur hesi køldu tølini. Uttan mun til hvat vit halda um ICES, so hevur teirra tilmæli avger­ andi týdning fyri okkara atgongd til marknaðirnar. Og gera vit einki, er vandi fyri, at ICES næsta ár hevur eitt sera einfalt tilmæli, tá tað snýr seg um føroyska toskastovnin: STOP FISHING! Hendir tað, verður trupult at sleppa av við bæði tosk og aðrar føroyskar vørur, tí tað er ICES, keyparin lurtar eftir - ikki okkum. Og fáa bæði Ísland og Norra nógv betri skoðsmál fyri sína stovnsrøkt enn vit, er ikki trupult at síggja, hvat kann henda við okkara útflutningi. Tað er eftir mínum besta tykki hættisligt at ignorera alt hetta. Og tí trýsti eg á tann grøna mánadagin. Rúmligari hjá teimum bestu Men skal nakað sum helst perspektiv verða í hesi skerjingini, so mugu vit fáa eina skipan, har vit framyvir ikki skera allan flotan yvir ein kamb, og bara pína alt niður. Ein mekanisma má fáast at virka, soleiðis at tann, sum brúkar allar sínar dagar og kanska keypir meira afturat, ikki verður raktur eins hart og tann, sum ikki brúkar allar sínar dagar. Tey skip, sum hava besta raksturin, mugu fáa størri rásarúm. Hetta kann náast við eini brúksskyldu, sum ger, at óbrúktir dagar fella aftur til landið, so fleiri dagar kunnu latast skipum, sum hava tørv á teimum. Fæst ikki ein politiskt bindandi avtala um eina slíka skipan, trýsti eg IKKI aftur á tann grøna, tá tað verður atkvøtt endaliga um fiskidagarnar. Tí so eru eingi framtíðarútlit í nøkrum. Ein slík skipan skuldi sum frá leið havt við sær eina tillaging, soleiðis at vit fáa færri skip við góðum korum - heldur enn sum nú: nógv skip við trongum korum. Henda skipan verður ikki til gagns fyri øll. Onkur fer at fáa - aðrir fara í longdini at missa. Men yvirskipaða enda­mál­ ið kann ikki vera at halda so nógv skip í vinn­uni sum gjør­ ligt. Tað má vera at tryggja, at tey, sum eru, bæði veiða burðar­ dygt og fáa so góðar møgu­leik­ ar, at yvir­skot­ið kann for­renta nýggjar íløgur. Ein vinna, sum ikki gevur yvirskot til nýggjar íløgur, hevur onga framtíð. Og heima­ flotin, sum til fyri fáum ár­um síðani í veruleikanum fiskaði frítt, gevur ikki yvir­skot. Sum støðan er hjá botn­fiska­ stovnunum eru ikki útlit fyri broytingum í so máta. Politiskt mugu vit taka atlit til bæði flota og fiska­ stovnar. Vit kunnu ikki gera tað rúmligari hjá øllum - men við røttu skipanini kann tað gerast rúmligari hjá teimum bestu. Góð framtíðarútlit - ella bara niðurpíning Fiskidagar: Tað kann ikki gerast rúmligari hjá øllum - men tað kann gerast rúmligari hjá teimum bestu Den danske regering står om få uger med en svær sag, hvor den skal vælge side mellem EU, som vi er en del af, og Færøerne, som er del af kongeriget Danmark, men står udenfor EU. Sagen drejer sig om, at Færøerne sidste år gav sig selv en kvote til fiskeri af makrel i eget farvand, uden at man, som sædvanlig, havde indgået en aftale med naboerne i Norge og EU. Den færøske sologang har medført, at der er blevet fisket mere makrel end det biologisk forsvarlige. I år gik Færøerne alligevel længere, og gav sig selv en endnu større kvote. Det har ført til kritik fra Norge og EU, som beskylder Færøerne for at true hele makrelbestanden i Nordsøen.  Sagen kulminerede på et EU-ministermøde i juni, hvor man besluttede at lave forslag til handelssanktioner mod Færøerne. Danmark, som til januar overtager formandskabet for EU, skal altså stå for at sanktionere en del af rigsfællesskabet. Fiskeriminister Henrik Høegh læner sig allerede op ad et ja til sanktionerne. Det er forståeligt set ud fra et bæredygtighedssynspunkt. Men inden Høegh blindt følger EU’s anbefalinger, bør han sætte sig ind i den færøske version af sagen.  Deroppe er det nemlig sådan, at Nordatlantens makrel­bestand er vokset og har søgt mod koldere vande, så den nu befinder sig ved Færøerne en stor del af året. Der er tale om helt enorme mængder, og det påvirker hele økosystemet ved Færøerne, da makrellen fortærer den føde, andre fiskearter ellers lever af. Trods dette har Norge og EU fastholdt, at Fær­øerne må fiske blot 4- 5% af den samlede makrelkvote. Dette har hele det politiske spekt­ rum på Færøerne fundet så himmelråbende uret­færdigt, at man er gået solo og har tildelt sig selv op mod 20% at den samlede kvote.  Situationen er uholdbar. Men før regeringen sanktion­ erer Færøerne, har den pligt til at overveje, om det er Færøerne, der er slynglen i sagen, eller om det snarere er Norges og EU’s grådighed, der har fremprovokeret den færøske reaktion. Det tyder på det sidste. Annika Smith færøsk-dansk folketingskandidat for SF i København, medlem af SF’s Landsledelse EU eller kongeriget? Danmark må vælge EU presser Danmark til at sanktionere Færøerne for overfiskeri af makrel. Men før regeringen går med på at straffe Færøerne, som er uden for EU, men en del af rigsfællesskabet, må den sætte sig ind i den færøske virkelighed