Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 17. august 2011 · Nr. 94 Sosialurin Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Í alt ov mong ár hava før­oy­ ing­ar einans kunnað keypt út­lendsk jarðber. Men næsta ár fer at bera til at keypa før­oysk og sum eru "Made á Sundi". Nú er føroyska Bú­nað­ ar­stovan vorðin partur av eini verkætlan, saman við gransk­ar­um og ráðgevum úr Noregi, Íslandi og Grønlandi. Verkætlanin, ið ber heit­ið "Expended berry pro­duc­tion in the North Atlantic Region" ynskir at kanna møgu­ leikarnar fyri at velta hind­ ber og jarðber í ser­gjørdum plastikk­tunlum. Í hesum londum er ein komin rættiliga væl áleiðis við framleiðsluni. Og í hes­ um døgum eru fólk úr gran­ na­londum okkara á vitjan her, og geva ráðgeving og veg­leiðing um, hvussu hetta so líðandi kann gerast ein løn­andi vinna. Aðrastaðni verður rokn­ að við, at ein fær 1,5 kilo av jarðberum av hvørjum fer­ metri um árið. Og roknar ein sam­stundis við einum prísi uppá kanska 150 krónur fyri kilo, kann ein seta eitt rokni­ stykki upp við svartari botn­ linju í framtíðini. - Tað serstaka við hesum ber­unum er eisini tann fram­úr góði smakkurin, ið er nógv­ar ferðir betri enn tann, ið ein fær í handlunum. - Vit rokna tí við at hetta kann gerast eitt gott íkast hjá bóndanum á Sundi, sigur Rólv­ur Djurhuus. - Hetta skal bara bera til. Nøkta tørvin Tey, ið koyra fram við el­ verki­num á Sundi hava helst var­nast pastikk-tunnilin við ein­um bogaðum hválvi uttan mønu. Húsini verða ikki upp­ hit­aði, so tað eru bert sólin og lívdin, sum verma luftina inni í húsunum. Plastikkið verður spent yvir um várið og tikið av aftur um heystið, sam­stund­ is sum lunnar verða lagdir undir eina veruliga fram­ leiðslu av bæði jarðberum og hind­ber­um. - Um hetta fer at bera til, kun­du vit sett okkum sum mál, at hendan framleiðslan gerst eitt ískoyti til raksturin hjá jarðarbrúkarum, verður sagt. - Vit kundu so eisini sum frálíður kunna nøktað tørv­ in á slíkum vørum til heima­ marknaðin. Júst plaseringin av før­ oys­ku framleiðsluni er eisini gjørd við tí í hyggju at vera tætt við marknaðin í miðstaðarøkinum, sam­ stund­is sum ein er staddur í nánd av Búnaðarstovuni. Øll fíggingin er fingin til vega frá ymiskum grunn­ um, stovnum og fyri­tøk­ um. NORA stendur fyri meginpartinum, men umframt teirra fígg­ing, er lokal fígging út­veg­að í teimum ymisku lut­takara­ londunum. Í Føroyum hava Grans­k­ ing­ar­ráðið og MBM fíggjað verk­æt­lanina. snorri@sosialurin.fo - Tað ber til FRAMLEIÐSLA Næsta ár fara føroyingar at kunna keypa jarðber, ið eru framleidd her á landi. Á Sundi eru fyrstu stigini tikin til tað sum einaferð kann gerast ein nýggj føroysk vinnugrein. - Vit hava góðar vónir um hesa framleiðsluna, og vænta at tað fer at bera til, siga Rólvur Djurhuus frá Búnaðarstovuni og Jákup Bærentsen á Sundi, ið standa fyri hesi verkætlanini á føroyskari jørð Vit rokna tí við at hetta kann gerast eitt gott íkast hjá bóndanum SMAKKUR - Hesi berini smakka munandi betri enn tey tú keypir í handlinum, sigur bóndin á Sundi, Jákup Bærentsen, sum júst hevur bitið í eitt av føroysku jarðberunum