Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. august 2011 · Nr. 94 20 Sosialurin T að er so heppið, at summir av hesum føroyingunum royna eisini at seta føroyska samleikan við hjá børnum teirra. Ein av hesum er Anfinn Mikkel­ sen, sum í summar hevur verið í Føroyum og ferðast. Anfinnur er føddur í 1933. Hann er sonur Katrinu og Petur Mikkelsen úr Leirvík. Tey vóru bæði ættað úr Gøtu, men Petur gjørdist lærari í Leirvík í eitt mannaminni. Tey vóru seks systkin. Hini vóru Óli, Páll, Jónsvein, Marjun og Eyðleyg. Vit hava kenst í fleiri ár. Fyrsta sambandið var, at eg tilvildarliga hitti sonin, Jón, á einum altjóða fiskivinnufundi í Canada í 1994. Síðan hitti eg Anfinn og hansara í Vancouver í 2002, og í 2003 vitjaði eg tey í Kitimat norðuri móti Alaska- markinum, har tey búðu tá. Tað var ein einastandandi og ógloymandi uppliving. Fyri nøkrum árum síðani fluttu tey suður eftir til tann lítla býin Sechelt fyri at vera nærri tey av teirra børnum, sum búgva í Vancouver. Konan, Jytte, var sjúk tá og doyði í 2009. Í fjør varð hildin minningar­ guds­tænasta í gomlu heimbygdini Kolla­firði fyri Jytte. Øll hennara í Canada vóru við. Tey høvdu øskuna av henni við í eini urnu, so ætt og vinir í Føroyum kundu taka avskeð við hana. Síðan fór urnan aftur til Canada, har hon varð jarðað í Sechelt, har Anfinn eina ferð fer at liggja saman við henni. Hetta var ein vøkur minning um Jytte. Anfinn fylgir væl við, hvat ið hendir heima í Føroyum, takkað verið systkjunum, sum eru dúglig at senda bløðini. Tey hava eisini verið dúglig at vitja hóast fjarstøðuna. Fyrst til skips, síðan at lesa Anfinn fór ungur til skips sum kokka­drongur við ”Krossteini”, har Grækaris Hansen úr Norðragøtu, giftur við mostrini Onnu, var skipari. Seinni gjørdist hann dekk­ ari og kyndari. At vera kynd­ari var vorði sum jobb. Ein slíkur trolari brendi 14 tons av koli um samdøgrið, og hvør moli skuldi lempast við spaka. Anfinn fór á preliminer- og studenta­skúla í Havn. Aftaná students­prógv fór hann aftur at sigla við ymiskum leirvíksbátum. Hetta gav jú ein førning, sum seinni er komin til nyttu í lívinum. Seinni fór Anfinn at lesa til kemi­verk­ frøðing í Keypmannahavn. Her hitti hann Jytte, sum var sjúkra­systir, og tey giftust. Hon var ættað úr Kolla­ firði, dóttir Emmu og Carl August Jensen. Tey vóru átta systkin. Jytte og Anfinn fingu trý børn. Elstur er Petur, sum arbeiðir sum leiðari í einum oljufelag á Toronto- leiðini. Hann er giftur við Lindu, sum er av kinesiskari ætt. Tey eiga trý børn. Næstur er Jón. Hann er giftur við Andreu, sum hevur norska mammu. Jón arbeiðir sum lektor við lærda háskúlan í Vancouver. Tey eiga tvey børn. Yngst av børnunum er Katherine, sum er einsamøll. Hon arbeiðir sum tryggingarumboð í Vancouver. Tá hugsað verður um, at Jytte eisini var av svenskari ætt, er tað ein rættilig ”blóðblanding”, sum er farin fram í hesi familju. Fekk í boði at fara til Canada Aftaná at Anfinn var liðugur at lesa, arbeiddi hann í trý ár fyri donsku fyritøkuna Nordisk Kabel- og Tråd­ fabrik, sum seinni varð keypt av canadisku aluminiumsfyritøkuni Alcan. Í 1965 fekk Anfinn í boði at fáa arbeiði í Canada. Hann kundi velja millum at arbeiða eystantil í Canada og ella í Kitimat vestantil. Hann valdi Kitimat, ein lítil býur við um 12.000 íbúgvum, sum liggur einar 700 km norðanfyri Vancouver. Kitimat liggur innast í einum fjørði, sum er umleið 80 fjórðingar langur. Í Kitimat lá væl fyri at hava bát og at fara á flot. Her kundi veiðast laksur, kalvi og ymisk onnur fiskasløg. Í villini náttúruni á landi bar eisini til at veiða. Her fæst millum annað elgur og villgeit. Kitimat minnir um Føroyar Anfinn og Jytte fullu væl til í Kitimat. Sjálvur heldur Anfinn fólkið og viðurskiftini minna nógv um Føroyar. Tey fullu eisini væl til í bygdarlívinum. Tá Anfinn var ungur, var hann stundum organ­ istur í kirkjuni í Leirvík, og nú gjørdist hann organistur í luthersku kirkjuni í Kitimat. Lívsstarvið hjá Anfinni hevur verið sum leiðandi verkfrøðingur á umrøddu aluminiumsverksmiðju. Í sínum starvi hevur Anfinn fingið stóra viðurkenning. Eitt slíkt arbeiði er fyri ein stóran part at loysa avbjóðingar. Her krevjast drúgvar og gjølligar kanningar. Eitt av sínum avrikum hevur Anfinn fingið patent uppá. Hetta var ein uppfinning, sum minkaði um orkunýtsluna og dálkingina í framleiðsluni. Hetta gjørdi Anfinn í 1976, leingi áðrenn umhvørvi gjørdist “mótasak.” Patentið kom hann tó ikki at spinna gull uppá. Tað var selt til fyritøkuna fyri ein dollara. Tó hevur hann seinni fingið meira ítøkiliga viðurkenning. Royndirnar hjá Anfinni á tekniska økinum hevur eisini ført til, at hann hevur skrivað nógvar tekniskar frágreiðingar til fundir, sum hava viðgjørt evni sum dálking, umhvørvi og endurnýtslu. Anfinn legði alment frá sær í 1994, men hann helt fram fleiri ár afturat sum ráðgevi. Tá hann legði alment frá sær, fekk hann frá leiðsluni á verksmiðjuni tað allarbesta við­mæli fyri á vísinda­ ligum grundarlagi at hava verið við at menna framleiðslu­gongdina. Anfinn fekk eisini tað ummælið, at hann virdi sítt arbeiðsfólk á sama hátt hann virdi síni skyldfólk og vinir. Hetta má sigast at vera ein framúr eginleiki, sum kanska serstakliga liggur til føroyingar, har vit kanska meira meta øll sum “líka­ menn” í størri mun enn í londum, har fá kenna hvønn annan. Sjálvur sigur Anfinn, at hann hevur sæð stóra menning í síni tíð. Miðvikan Anfinn Mikkelsen: Góð viðurskifti við indianarar Nógvir føroyingar eru í seinastu øld fluttir til Canada. Herfyri varð í Miðvikuni greitt frá Mariu av Eiði, sum fann canadiskan hermann undir krígnum. Hesa ferð hitta vit Anfinn Mikkelsen, sum hevur búð í Canada nærum hálva øld Indianarabýurin Kitamaat, har Anfinn hevði vinir Alcan har Anfinn arbeiddi var ikki hissini fyritøka við 2.000 arbeiðsfólkum