mikudagur 17. august 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 17. august 2011 · Nr. 94
Sosialurin
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Takkað verið bøttum tøkni, liggur
betur fyri at stýra nýtsluna av
tilfari, og merkir hetta at minni av
tilfari fer til spillis.
Sjálvur hevur Anfinn kunnað
ferðast rættiliga fitt í sínum arbeiði,
so hann er komin víða um.
Sum at vera bygdakona
í Kollafirði
Jytte helt ikki munin millum at
vera í Føroyum og Kitimat vera so
serliga stóran. Í báðum støðum eru
viðurskiftini smá, og fólk kendu
hvønn annan. Jytte arbeiddi ikki
úti. Hetta gjørdi tað møguligt hjá
henni at taka sær av øðrum børnum,
eisini eftir at teirra egnu børn vóru
undansloppin. Tey hava passað
tveir dreingir, og her er blivið so
væl ímillum, at hesir kallaðu Jytte
og Anfinn fyri mamma og pápi.
Tey høvdu fleiri góðar vinir í
Kitimat og konurnar høvdu, um ikki
bindiklubb, so lesiklubb! Anfinn
hevur framvegis gott samband við
sínar vinir í Kitimat, og vitjar hann
teir javnan.
Kitimat
Kitimat er ikki grundlagdur fyrr
enn í 1953, tá tann stóra aluminiums
fyritøkan Alcan fekk brúk fyri
einum framleiðslustaði til sína
stóru framleiðslu.
Býurin er lagdur nærindis indian
arabýinum Kitamaat.
Landspartastjórnin
bjóðaði
Alcan hetta plássið til at byggja sína
verksmiðju. Her mátti alt gerast av
nýggjum.
Ein flogvøllur var tó framman
undan, og var hann bygdur undir
krígnum at verja ímóti møguligum
japanskum álopi, sum kortini ikki
gjørdist álvari.
Fyrstu
íbúgvararnir
vóru
bygningsarbeiðarar, tí stórt sæð alt
skuldi gerast av nýggjum. Tað var
ikki bert at byggja eina verksmiðju.
Her skuldi byggjast ein havn og ikki
minst elverk, tí aluminiumsfram
leiðsla krevur nógva orku. Anfinn
metir, at elverkið í Kittimat er
umleið 10 ferðir so stórt sum SEV.
Eitt rættiligt arbeiðspláss
Alcan var eitt ótrúliga stórt arbeiðs
pláss við umleið 2000 arbeiðarum.
Ársframleiðslan hevur verið upp til
270.000 t. Seinni eru aðrar fyritøkur
komnar afturat í býnum. Ein av
hesum er ein pappírsverksmiðja, sum
er ein av teimum størstu í Norðura
merika. Men her er eisini nóg mikið
av rávøru, hon skal bert heintast í
skóginum beint uttanfyri dyrnar.
Hjá arbeiðarum er sera liviligt
her, tí lønarlagið er høgt.
Fólkið í Kitimat eru øll tilflytarar
ella í dag børn hjá tilflytarum. Her
eru fólk av sera ymiskum uppruna.
Í fyrsta umfari var ringt at fáa
canadiarar at flyta higar, tí góðar
tíðir vóru í Canada tá. Í fyrsta
umfari komu nógvir týskarar til
Kitimat. Týskland lá jú í sori, og
týskarar eru jú ikki ræddir fyri at
taka hendurnar úr lummanum, so
fleiri túsund fluttu til Kitimat, har
teir kundu byggja sær eina nýggja
tilveru.
Settu klokkuna
eftir hattinum hjá
týska greivanum
Ein av teimum týskarum, sum
Anfinn kom at kenna, var ein
týskur greivi. Hann hevði tey eyð
kenni, sum týskarar eru kendir
fyri, nevniliga at vera effektivur
og presisur. Anfinn flennir at, at
hann var so presisur, at teir kundu
seta klokkuna eftir, nær hann tók
hattin av knaganum fyri at fara
til døgurða. Sum tíðirnar batnaðu
í Týsklandi, eru nógvir týskarar tó
farnir heim aftur, og canadiarar eru
komnir í staðin.
Eitt annað fólkaslag, sum var
væl umboðað, vóru portugisarar,
serliga av Azorunum, har tað var
fátæksligt tá. Hetta er fremsta
orsøkin til, at tað eru nógvir
katolikkar í býnum. Tí er katólska
kirkjan ein tann størsta. Her er
eisini ein stórur katólskur skúli.
Annars eru 10 ymiskar kirkjur í
Kitimat, og eru hesar allar “vanligar”
protestantiskar kirkjur.
Laksakleking
Laksur er sera týdningarmikil fyri
fólkið her á leiðini, og er tað serliga
fyri indianararnar, sum jú søgu
liga hava livað av tí, sum fæst úr
havinum. Fyri at halda stovnin við
líka hevur tað almenna sett á stovn
eina klekistøð, sum árliga sleppur
fleiri milliónir smolt av teimum
ymisku laksasløgunum á sjógv.
Jón, sonur Anfinn og Jytte,
hevur uppfunnið eitt tól, sokallað
laksahjól, til burðardygga veiði av
laksastovninum, soleiðis at tann
smái laksurin verður sleptur.
Liva saman við indianarum
Anfinn og hansara húski hava
livað tætt uppat indianarum. Bert í
landspartinum British Colombia eru
heilar 54 ymiskar indianaraættir,
og nógvar av teimum tosa hvør sítt
mál. Indianarar hava havt somu
trupulleikar sum nógv onnur upp
runafólk, men tað verður gjørt
nógv fyri at gera tað liviligt hjá teim
um og at kunna varðveita gomlu
indiansku mentanina.
Tað eru einar 10-15 km frá Kiti
mat, beint hinumegin fjørðin, til
indianarabýin Kitamaat við 2-3.000
íbúgvum. Íbúgvarnir her hava serlig
forrættindini, sum at teir sleppa
undan at gjalda skatt. Í Kitamaat
búgva tvær indianarastammur við
tveimum málum, sum eru ymisk sum
føroyskt og danskt. Men knípir tað,
ber altíð til at tosa enskt. Hetta er ein
av trupulleikunum við at varðveita
indianaramentanina. Nevniliga, at
tey ungu ikki tíma so væl at læra seg
málið hjá forfedrunum. Ein annar
trupulleiki er við manglandi skrift
málum, og ger hetta ikki støðuna
betri. Men tað verður arbeitt við at
bøta um hesi viðurskifti.
Indianarar eiga nógvar góðar
listamenn og ein av teimum er
Sammy Robinson, sum býr Kita
maat. Hann kennir Anfinn sera væl,
og vit vóru eisini saman og vitjaðu
Sammy í 2003. Ein annar sum vit
vitjaðu var indianarahøvdingurin
James Robertson, sum dugdi at
samskifta við djór!
Indianarar eru veiði- og fiski
menn, og her hava teir eisini for
rættindi í mun til onnur. Tað eru
stórar avmarkingar fyri fiskiveiði,
men hesar eru ikki so strangar fyri
indianarar.
Kitamaat hevur sítt egna bygda
ráð við 11 limum, harav ein er
borgmeistari.
Indianarar hava
gott orð á sær
Annars arbeiða indianarar eisini á
verksmiðjum í Kittimat, og Anfinn
gevur teimum tað ummæli, at
verður víst teimum álit, so vísa
teir eisini álit afturfyri. Jón, sonur
Anfinn, sigur um indianararnar, at
teir ofta hava serligt hegni at fáast
við teldur.
Hetta økið er áhugavert hjá
ferðafólki, sum koma higar í rætti
liga stórum tali.
Veðrið á leiðini er rættiliga støð
ugt, tó kann gerast kalt, upp til 20
kuldastig, við nógvum kava um
veturin. Miðalhitin er 8 stig, sum
man minna nógv um Føroyar. Tað
eru 240 dagar við sól árliga og 198
við regni.
Men tað áhugaverda er, at eini
føroysk hjún við teirra børnum,
størsta partin av livitíðini hjá
býnum hava átt sítt íkast til, at
býurin er vorðin tað, hann er.
Sum Anfinn hevur sagt í eini
samrøðu við lokala blaðið, at ”sjálvt
um Kittimat er okkara heim nú, so
vilja Føroyar altíð hava eitt serligt
pláss í okkara hjarta”. Hetta hevur
eisini víst seg við, at børnini hava
lært føroyskt, hóast tey ongantíð
hava búð í Føroyum. Serliga Jón
dugir heilt væl at tosa málið hjá
foreldrunum.
Tað er eingin ivi um, at Anfinn
og hansara hava verið góð umboð
fyri Føroyar, har tey hava búleikast
í Canada.
Jytte og Anfinn standandi saman við f.v. dóttrini
Katrinu, verdótrini Andreu, abba- og ommubørnunum
Else Kristine og Finn Ivar, og soninum Jón
Anfinn kennir væl kenda indianska
listamannin Sammy Robertson.
Fólk koma nógva staðni frá at
keypa hansara list. Her sæst hann
saman við síni sermerktu list
Í komandi parti verður
greitt frá Niclas Højgaard í
Rituvík, sum kom at virka
í Grønlandi stóran part av
sínum arbeiðslívi
Anfinn, tá ið hann var heima í summar. Her er hann saman við systir síni Eyðleyg