mikudagur 17. august 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. august 2011 · Nr. 94
22
Sosialurin
Ítróttur
Fult umfar í Vodafonedeildini
Tróndur Arge
B36 hevur ikki tapt í ár, men skal
EB/Streymur bjóða av í oddinum , so
skulu teir verða teir fyrstu at koppa
oddaliðnum. Dysturin við Margáir í
kvøld er helst tann mest spennandi
og avgerandi oddadysturin higartil
í ár.
Tað var um reppið, at B68 fekk
stig í Gundadali móti teimum
svørtu og hvítu sunnudagin, men
sum ikki eina ferð, so var Lukasz
Cielsewicz munurin. Tveir minuttir
fyri tíð skoraði hann einsamalla
í dystinum. EB/Streymur var í
Klaksvík og vann 3-1. Sermerkt fyri
dystin var, at EB/Streymur spældi
við 10 monnum í yvir ein tíma. EB/
Streymur hevur eisini ein mann,
ið dugur at avgera. Tað hevur
Arnbjørn Hansen prógvað í ár.
Spurningurin er nú um tað verður
Lukasz ella Arnbjørn, ið avgerð
dystin við Margáir í kvøld.
Lagnudagur fyri HB
Sigfríður Clementsen hevur verið
venjari hjá HB í fýra landskapp
ingardystum. Tað hevur givið eitt
stig í kassan og tí er HB trýst at
vinna í kvøld, tá ÍF kemur á vitjan.
Tað er langtsíðani, um nakrantíð, at
HB hevur ligið undir niðurflytingar
tá kappingini er komin so væl
áleiðis. Hinvegin, so eru bara tvey
stig upp til fimta plássið.
ÍF fekk um vikuskiftið eitt stig
í grannauppgerðini móti NSÍ, men
trupulleikin er framvegis at skjóta
mál. Tað hevur HB eisini, tí er kundi
verið líkt til ein málfátakan dyst í
Gundadali í kvøld.
Víkingur herjar á
Seks sigrar á rað talar sína søk.
Víkingur ætlar sær nakað í ár og
teir trýsta B36 alt teir kunnu. Við
sigrum á EB/Streymi og NSÍ hev
ur Víkingur eisini prógvað, at teir
skulu takast í álvara. 07 Vestur hev
ur spælt fleiri góðar dystir í ár, men
tapið fyri B71 sunnudagin hevur
fingið vágamenn niður á jørðina
aftur. Skal Víkingur vinna FM í ár,
so skulu teir hava trý stig í kvøld.
NSÍ í ongamannalandi
NSÍ er einasta felagið í Voda
fonedeildini, ið ikki er partur av
nøkrum stríðið. Teir hava 25 stig á
fjórða plássi. Fimtan stig eru upp
til oddin og tíggju stig eru til niður
flytingarstrikuna. Tí kann NSÍ
spæla frígjørt í kvøld, tá KÍ kemur
á vitjan.
KÍ er hinvegin í leikligari kreppu
saman við HB. Fyrst tapti KÍ á
Summar Festivalinum móti botn
proppinum B71, og sunnudagin
taptu teir móti EB/Streymi, ið fekk
ein mann útvístan longu aftaná 29
minuttir.
Kann B71 bjarga sær?
B71 hevur vunnið tveir teir seinastu
dystirnar og brádliga tykist tað ikki
ógjørligt, at árstalsfelagið kann
bjarga sær lívinum í Vodafone
deildini. Teir eru í kvøld á vitjan á
Toftum. B68 var bara tveir minuttir
frá at fáa stig móti B36 í Gundadali.
Kann B71 halda fram við góðu
gongdini og bjarga sær?
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur Fimm dystir verða í Vodafonedeildini verða í kvøld. Í Streymnesi er toppuppgerð
millum B36 og EB/Streym. Í Gundadali er lagnudystir fyri HB, tá ÍF kemur á vitjan
Vodafonedeildin
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 B36
16
12
4
0
36
13
23
40
2 Víkingur
16
12
2
2
32
16
16
38
3 EB/Streymur
15
9
2
4
37
19
18
29
4 NSÍ
16
6
7
3
38
22
16
25
5 07 Vestur
16
5
2
9
17
42
-25
17
6 B68
16
4
4
8
25
25
0
16
7 ÍF
15
4
4
7
20
22
-2
16
8 KÍ
16
5
1
10
25
28
-3
16
9 HB
16
4
3
9
22
30
-8
15
10 B71
16
3
1
12
16
51
-35
10
Vodafonedeildin
Fongur
Pólendingurin, Lukasz Cieslewicz, hevur verið ein sannur fongur hjá hvíta árstalsfelagnum. Í kvøld hevur B36 ikki minni
tørv á dygdunum hjá toppskjúttanum, tá steypavinnararnir úr Sundalagnum takað ímóti.
Mynd: Álvur Haraldsen
Vodafonedeildin
í kvøld:
NSÍ - KÍ (kl. 18:00)
HB - ÍF (kl. 18:00)
B68 - B71 (kl. 18:00)
EB/Str. - B36 (kl. 18:30)
07V - Víkingur (kl. 18:30)