Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. august 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. august 2011 · Nr. 95 6 Sosialurin Uni Holm Johannesen Tróndur S. Olsen og familja hansara eru skelkað. Beiggi hansara, 37 ára gamli Flóvin S. Olsen, var, sambært hon­ um, ein bláoygdur maður, sum ikki visti betri. Tað, sum er komið fram, er ikki tað, sum veruliga er hent, sigur stóri­beiggin. - Sakførarin hevur vissað okk­um um, at vit hava einki at óttast. Løgreglan hevur kann­að hann væl og gjølla. Hansara telda er skralltóm. Har er, og hevur ikki verið, nakar filmur av naknum børn­um ella barnaporno yvir­høv­ur. Tað er einki prógv fyri, at hann hevur nort­ið nakað barn, og als ikki neyð­ t­ikið eina smágentu. Vápn­ ið, hann hevur átt, er ein felli­knívur. Einasta ákæran, sum stend­ur eftir, er, at hann skuldi havt boðað løgregluni frá beinanvegin, sigur Trónd­ ur S. Olsen. Tað skolaði sum ein stór flóð­alda um Holland. Søgan um 27 ára gamla mannin, sum varð handtikin í fjør fyri at hava framt ógvusligar neyð­ tøk­ur av fleiri børnum. Hann var oddamaður í einum bólki fyri pedofilar, meðan hann starvaðist sum pedagogur. Tíðinda­miðlarnir vóru á gosi og loftaðu hendingini við eitt. Gølan var høvuðssøga í sjón­vørp­unum, útvørpunum og bløðunum. Allastaðni. Mitt í rokinum sat 37 ára gamli føroyingurin Flóvin S. Olsen úr Kollafirði, búð­sit­ andi í Amstelveen í Hollandi. Hansara lív varð fullkomiliga kollvelt eftir fáum døgum. Hann varð skuldsettur fyri at hava átt virknan leiklut í ræðuligu neyðtøkunum. Hann var skuldsettur fyri at goldið 50 evrur, áleið 370 krón­ur, fyri at fáa útvegað sær eitt barn at neyðtaka og at hava átt barnaporno á teldu­ni. - Vit vistu væl um skuld­ set­ingarnar, men hansara sak­førari vissaði okkum um, at Flóvin var ikki sekur. Vit søgdu einki víðari, og Flóvin var fegin um, at tað ikki var alment í Føroyum. Hann kundi venda aftur til eitt vanligt lív her. Nú hev­ur sjónvarpið borið skeiv­ar upplýsingar heima í Føroyum. Tað hevur sam­ stund­is við sær, at Flóvin er deyður sum menniskja her. Tað er ræðuligt, sigur Trónd­ ur S. Olsen, sum er stóri­ beiggi Flóvin. Visti ikki av nøkrum Tað eru fýra ár síðani, í 2007, at ambitiøsi Flóvin S. Olsen, útlærdur datanom, pakkaði sær viðføri og flutti til Hollands at arbeiða. Hann fekk starv sum KT-frøðingur hjá EDS International í Amster­dam og segði seg trívast væl. Kollfirðingurin fann sær við eitt fleiri vinir, millum annað eina gentu, sum starvaðist á fyritøkuni. Gentan hevur ein beiggja, sum óvitandi Flóvin S. Olsen leigaði sær eitt kamar frá. Har búði hann einsamallur og grunaði einki ilt. Flóvin prátaði sjálvsagt stundum við beiggjan, sum búði í sama húsi. Kollfirðingurin var ofta boðin við, tá maðurin hevði veitslur og annað um viku­ skiftini. Onkuntíð tók Flóvin av. Annars vóru teir sjáldan saman. Í fjør fekk Flóvin var­ hugan av, at maðurin, hann búði saman við, og vinir hansara eru pedofilar. Hann kom fram á brøv og annað, sum góvu ábendingar um, at sambúgvin hevði barna­ porno. Gitingarnar vóru sann­ar. Flóvin leitaði og sá upp­tøkur av manninum, með­an hann hevði samlegu við smágentum. Hóast tað, valdi Flóvin ikki at boða løgregluni frá. Hann var bangin. Flutti út og goym­di Familjan sigur sína søgu: – BEIGGI MÍN ER IKKI PEDOFIL -Hann hevur ikki játtað seg sekan í nøkrum. Hatta er íspunnið. Einasta ákæran, sum stendur eftir, er, at hann visti um mannin og ikki boðaði frá. Somu ákærurit er reist móti fleiri persónum, bara nøvnini og bústaðurin er broyttur. Tað er ikki bara Flóvin, sum er skuldsettur fyri hetta, sigur Tróndur S. Olsen. Hann er beiggi Flóvin S. Olsen, búðsitandi í Hollandi, sum er skuldsettur fyri at hava neyðtikið eina smágentu undir fýra ár Vit vistu væl um skuldsetingarnar, men hansara sakførari vissaði okkum um, at Flóvin var ikki sekur. Vit søgdu einki víðari, og Flóvin var fegin um, at tað ikki var alment í Føroyum. Hann kundi venda aftur til eitt vanligt lív her. Sambært Bovenop Amsterdam tann 17. juni 2011, hevur Flóvin Olsen, sum verður umrøddur Richard O í hollendskum miðlum, sagt í rættinum, at hann elskar tann 27 ára gamla mannin. Í greinini stendur, at tann 27 ára gamli maðurin hevur hjálpt honum at fáa arbeiði, og Flóvin Olsen – Richard O – vildi ikki forða sínum manni, tí hann bar ótta fyri, at hjúnarlagið fór í upploysn