Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. august 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 19. august 2011 · Nr. 95 Sosialurin seg fyri manninum. Sanni­ liga ein avgerð, hann angrar í dag. Løgreglan fekk frænir av manninum, sum varð hand­tikin í desember 2010. Tá málið varð kannað nærri, vóru grovar skuld­set­ ing­ar reistar móti gott og væl 180 fólkum, sum kendu mann­in. Løgreglan fann mill­um annað fram á navnið Flóvin S. Olsen, sum ikki skilti nakað sum helst. - Flóvin boðaði okkum frá beinan­vegin, og øll vóru illa við. Løgreglan himpraðist ikki og setti stórt trýst á hesi fólkini. Politiið hevur lagt stóran sálarliga ágang á Flóvin. Teir hava millum annað noytt hann at sita nak­in í einum rúmi til hann játt­aði seg sekan. Løgreglan hev­u­r ikki fingið væntaða úrs­lit­ið. Hann vísir øllum aft­ur. Ákærurnar vóru ógvus­ligar, og fjølmiðlarnir spældu við. Tað vóru lítil sann­ind­ini í tíðindunum, sum miðlarnir bóru fram. Tað vóru mest sum bara upp­lýsingar, sum eingin visti um. Sakføri hansara hev­ur einki sagt alment um mál­ ið fyri ikki at órógva kann­ ing­ar­arbeiðið. Tað vísir seg, at meira løgreglan kann­ar, betri er støðan hjá Flóvin, sigur Tróndur S. Olsen. Beiggi hansara hevur verið varðhaldsfonglaður seinas­ tu mánaðirnar, meðan stóra málið er kannað. Flóvin Ol­ sen og nógv onnur eru fram­ vegis undir varðhaldi. Ein av teimum skuldsettu hev­ ur gjørt av við seg, meðan ein maður er deyður av ókend­um orsøkum, upplýsir Tróndur. Sosialurin hevur millum annað lisið á hollendskum tíðinda­portalum, at Flóvin S. Olsen og 27 ára gamli mað­ urin eru giftir og búðu saman í íbúðini. Onkur miðil sigur seg vita, at Flóvin hevur sagt undir einum rættarfundi, at hann elskaði sín mann og hjálp­ti honum, tí hann bar ótta fyri, at maðurin fór frá hon­um annars. – Einki av hasum passar. Flóvin er heldur ikki sam­ kynd­ur, sigur Tróndur S. Olsen. Týsdagin bar Kringvarp Føroya tíðindini um ein 37 ára gamal føroying, sum varð hand­tikin tann 8. mars í ár fyri at hava framt ógvusliga neyð­tøku av einum barni undir fýra ár, at breiða út barna­porno og at eiga ein gass­revolvara. Føroyingurin, Flóvin S. Olsen, hevði játtað seg sekan í ákærunum, segði Kring­varpið. Ákæruritið, sum Kring­ varp Føroya hevði fingið fat­ ur á, er gamalt. Frá tíðini, tá løgreglan reisti ákærur móti 100 fólkum, sum vóru undir ill­gruna. Løgreglan hevur nú kann­að málið nærri, og tað vísir seg, at Flóvin S. Olsen, og fleiri við honum, eru ikki sek, sambært beiggjanum. - Hann hevur ikki játtað seg sekan í nøkrum. Hatta er íspunnið. Einasta ákæran, sum stendur eftir, er, at hann visti um mannin og ikki boðaði frá. Somu ákærurit er reist móti fleiri persónum, bara nøvnini og bústaðurin er broyttur. Tað er ikki bara Flóvin, sum er skuldsettur fyri hetta, sigur Tróndur S. Olsen. Skelkað familja Atfinningarnar hava hegl­að oman yvir Flóvin S. Ol­sen seinastu dagarnar. Á­gang­ urin á føroyskum tíð­inda­ portalum hevur verið øgi­ lig­ur. Summi hava ført fram, at deyðarevsing er einasta rætta revsingin. Hansara familja fylgir við og harmast stórliga við­merk­ ingarnar um beiggjan, sum er hongdur út sum pedofil. Fremst av øllum, tí tíðindini, sam­bært teimum, eru ikki røtt. Hann rópar tað eina van­lukku, at tíðindini, sum sjón­varpið bar, eru framvegis ikki rættað. - Flóvin er ikki so illa fyri, sum tíðindini vilja vera við. Eg prátaði við hann fyri fýra vik­um síðani, og tá lat hann væl at. Vit bíða bara eftir, at hvør revsingin verður fyri, at hann fjaldi mannin fyri politinum. Tað er ikki lætt at búgva í Føroyum, tá slíkt verð­ur sagt og skrivað um teg. Hann er longu dømdur í Føroyum. Skommin er fullkomin, bæði fyri hann og okkum. Nú royna vit at siga sannleikan, greið­ir Tróndur S. Olsen frá. Kanningararbeiðið verður æt­landi liðugt í desember í ár. Tá fæst at vita, um Flóvin S. Olsen er sekur ella ikki. uni@sos.fo Tað er ikki lætt at búgva í Føroyum, tá slíkt verður sagt og skrivað um teg. Skommin er fullkomin, bæði fyri hann og okkum. Nú royna vit at siga sannleikan - Flóvin S. Olsen (myndin) hevur ongantíð játtað seg sekan. Hatta er beinleiðis lygn. Málið hevur ikki verið fyri í rættinum enn, sigur Tróndur S. Olsen Mynd: Jens Kristian Vang Hendan greinin vil vera við, at tað var umvegis eina kjaksíðu fyri pedofilar á alnetinum, sum hollendskir miðlar rópa tað, at føroyingurin og 27 ára gamli maðurin, sum verður umrøddur Robert M., ættaður úr Letlandi, hittust. Tað var í 2001. Teir avgjørdu at samstarva. - Eg bað hann flyta til Hollands, so vit kundu stuttleika okkum, hevur tann 27 ára gamli maðurin sagt í rættinum. Hann sipaði til at vitja spælipláss, svimjihallir og barnagarðar FLÓVIN S. OLSEN Hann er 38 ára gamal, føddur í 1974, og uppvaksin í Kollafirði. Hann er útlærdur datanom. Flóvin byrjaði í starvi hjá Sjónvarpi Føroya í 1994, har hann arbeiddi nøkur ár. Hann hevur síðani arbeitt við kunningartøkni, miðlatøkni og samskiftistøkni. Hann hevur verið ráðgevi innan KT hjá Farodane og stovnaði virki at veita fyrstu flatrate breiðband- og ip- telefonitænasturnar í Føroyum. Flóvin S. Olsen fór í starv hjá EDS International í Amsterdam í 2007. Har hevur hann arbeitt síðani.