Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. august 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. august 2011 · Nr. 95 10 Sosialurin Snorri Brend Kirkjubøur: Seinnapartin miku­dagin var Bjarni farin við tí nýggja bussinum vest­ u­r higar. Hetta var ikki fyrstu ferð henda dagin, at Bjarni og leið 5 hava koyrt teinin úr Steinatúni og higar til Kirkju­bøar. Fyrsti túrurin er nevni­liga tíðliga á morgni. - Eg fari av Steinatúni til Kaldbaks longu klokkan 6:48, samstundis sum hin buss­urin fer úr sama staði til Kirkju­bøar. Soleiðis kunnu fólk vera til arbeiðis í Havn áðr­enn klokkan 8, greiðir Bjar­ni frá. Prátið er komið væl í gongd, men hann hugsar alla­tíð­ina um klokkuna, nú tað stundar klokkan til tíðar­bil­ið, tá farast skal næs­ ta túrin, nakrar fáar minuttir sein­ni. Undan einum húsahorni síggj­ast nøkur ferðafólk koma gangandi beina leið móti bussinum. Hetta eru po­lakk­ar, sum eru á ferð við einum seglbáti í Norð­ur­høv­ um, men sum nú hava fingið sær fast undir fótum eina løtu. Tey hava nú gingið tvørt­ ur um Kirkjubøreyn til Kirkju­bøar, og taka síðani buss­in aftur til høvuðsstaðin. Dagin eftir skuldu tey víðari við báti sínum, men vildu fyrst síggja søguligu støðini í bygdini. - Ja, tað vísir seg, at tað eru rættiliga nógv fólk sum gera hetta. Fyri tey telur tað helst nógv, at tað er ókeypis at koyra við Bussleiðini, sigur Bjar­ni við einum brosi. Seks ferðir um dagin Veðrið var avbera gott henda dag­in, og tá ein kortini hevði ein lítlan steðg í vakra um­ hvørvi­num í søguligu bygd­ ini, kundi Bjarni eins væl spáka sær ein túr kring um buss­in. Hann var komin hig­ar klokkan 14:22, og 15 minutt­ ir seinni skal leiðin gan­g­a úr aftur Kirkjubø til Vel­ba­stað­ ar, og síðani aft­ur til Kirkju­ bøar við skúla­børn­um. Og tá klokkan so var vorðin 15.01 kundi Bjarni fara und­ir tann munandi longra túrin, umvegis Velbastað, Steina­tún, Eysturskúlan, Hvíta­nes og at enda til Kald­ baks, har hann var klokkan 16:06. - Vit koyra higar seks ferðir um dagin, og passar tað soleiðis, at fólk sleppa til ar­beiðis og børnini í skúla. Tað er eisini galdandi fyri tey skúlabørnini í Kaldbak og her í Kirkjubø, sum skulu í Eysturskúlan í Havn. - Vit royndu hesar rutur­ nar áðrenn summarferiuna, og síðani eru ávísar til­lag­ ing­ar gjørdar. Nú haldi eg, at fólk flest eru sera væl nøgd við hesa leiðina, vísir Bjarni á. Áður røkti Bygdaleiðir rutu­sam­bandið til Kirkju­bø­ ar, men nú hevur Bussleiðin yvir­tikið hesa. Bygdaleiðir koyr­ir tó til ferjuleguna á Gomlu­rætt. Frambrot Tað eru kanska ikki øll, ið vóru eins fegin um hesa tænastu­na við ókeypis buss­ koyr­ing í øllum støðum í Tórs­havn­ar Kommunu. Fyri íbúgvararnar í Vel­ ba­s­tað, Kirkjubø, Kaldbak og Kollafirði er her talan um eitt stórt frambrot, nú ið tey slep­pa ókeypis til arbeiðis, skúla ella ítriv aðrastaðni í kommun­uni. Eru tað tó nøkur sum eru sera fegin um hetta tilboðið, so eru tað tey fremmandu ferða­fólkini. Eins og við polakkunum omanfyri, vilja nógv sleppa til Kirkjubøar, og her er møguleikin avbera góð­ur. Longu tá tey koma í land á farstøðini í Havn stendur ein kunningardiskur fyri teim­um. Her verður hesin møgu­leikin tikin fram sum eitt gott høvi at njóta ta vøkru føroysku náttúruna gjøgn­um ein bussglugga, og síðani kunna steðga á í nakr­ ar tímar í t.d. Kirkjubø ella Kald­bak. - Í gjár lá eitt stórt ferða­ man­na­skip á Havnini, og tað vóru rættiliga nógv fólk hagani sum koyrdu við okk­ um til hesi bæði støðini, bæði italienarar, týskarar og onnur. Men so eru tað eisini før­oy­ingar sum ganga hig­ar, og taka síðani bussin heim­ aft­ur. - Jú, eg haldi, at hetta rigg­ ar avbera væl, sigur Bjarni Thomsen. snorri@sosialurin.fo Námsætlan fyri forskúlar og dagstovnar Ætlanin er nú at gera eina námsætlan fyri forskúlan og fyri dagstovnaøkið. - Vit hava orðað námsfrøðilig stevnumið fyri dagstovnaøkið. Tey eru í løtuni til ummælis hjá millum annað dagstovnaráðnum, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna við skúlamálum. Ætlanin er síðani, at dagstovnaráðið og fólkaskúlaráðið samskifta um hetta málið, og spurningin um skúlabyrjan og skiftið frá dagstovni til skúlabyrjan. Fyribils eru námsætlanirnar ætlaðar frá 1. flokki til A-stig. Upprunaliga hevur dagstovnaøkið eisini verið við í námsætlanunum. Í summar var dagstovnaráð sett, og fyrsta uppgávan hjá ráðnum er at gera landsstýriskvinnuni tilmæli um hesi viðurskifti. Tann reyði tráðurin Nesvík: Hósdagin í næstu viku byrjar árliga bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini. Evnið hesaferð er ”Tann reyði tráðurin í Bíbliuni” og verður skeiðið í døgunum 25. til 28. august í Leguhúsinum í Nesvík. Tað verður undirvísingarráðgevin hjá Indre Mission í Danmark, Carsten Korsholm Poulsen, vanliga nevndur Sprint, sum fer at undirvísa á bíbliuskeiðinum. Byrjað verður hóskvøldið 25. august klokkan 20. Annars verða bíbliutímar fríggjadag og leygardag klokkan 10, 16 og 20. Um kvøldið verður hugnaløta. Sunnudagin verður gudstænasta klokkan 11 og eftir døgurða verður fráferð. Enn eru pláss eftir á bíbliuskeiðinum. Seinasta freist at tekna seg er mánadagin 22. august. Skúlagongdin byrjar mánadagin Klaksvík: Eftir umfatandi skaðan í mai mánaði, byrjar skúlagongdin í skúlanum á Ziskatrø aftur nú mánadagin, 22. august. Skúlin varð raktur av brunaskaða fyri trimum mánaðum síðani, men nú er so klárt at byrja aftur. Mánadagin møta lærararnir fyrstir, klokkan 8, meðan 2. til 8. flokkarnir møta kl. 9.30, og 9. og 10. flokkur møta kl. 9.30 í valskúlanum. 1. flokkur møtir kl. 11 í felagshøllini. Ganga yvir - taka bussin heimaftur BUSSLEIÐIN - Hetta er ein sera góð tænasta sum verður veitt borgarunum. Tað er jú ikki á hvørjum staði, ið ein kann koyra ókeypis við bussum í eini kommunu sum okkara, sigur Bjarni Thomsen, ið er ein av bussførarunum hjá Bussleiðini í Havn. - Man kann siga, at kvívíkingar og vestmenningar hava nakað at gleða seg til, um teir altso koma upp í Tórshavnar kommunu, sigur hann við einum brosi 14 bussar Nýggja Bussleiðin kom í gildi 4. juli í ár, tá teir nýggju bussarnir vórðu settir inn á tær ymisku ruturnar í høvuðsstaðnum. Talan er um 14 nýggjar bussar av merkinum SOR. Talan er um rúmsáttar bussar til øll, eisini illgongd, fólk við barnavogni og fólk í koyristóli. Nýggju bussarnir eru lættir, styttri enn vanligt, umhvørvisvinaligir og betri egnaðir til býkoyring. Man kann siga, at kvívíkingar og vestmenningar hava nakað at gleða seg til, um teir altso koma upp í Tórshavnar kommunu FERÐANDI - Nógvir føroyingar og nógv ferðafólk koyra tann ókeypis túrin við Bussleiðini til Kirkjubøar, sigur Bjarni Thomsen, bussførari. Henda túrin vóru nakrir polakkar við. Tey høvdu gingið tvørtur um reynið og tóku so bussin aftur til hús Mynd: Jens Kristian Vang