fríggjadagur 19. august 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 19. august 2011 · Nr. 95
Sosialurin
Snorri Brend
Síðani 2003 hava føroyingar
havt møguleika at vera við í
tiltakinum Christmas Child,
sum tekur sær av at fáa allar
hesar eskjurnar til tey, ið
hava tørv á teimum.
Christmas Child er partur
av enska kristna felagsskapi
num Samaritans Purse, sum
ger hjálpararbeiði úti í heimi.
Endamálið
við
felags
skapinum er at skapa gleði
og vón í barnahjørtum, við
at geva teimum eina skógva
eskju fylta við gávum.
Her kunnu tey føroysku
børnini, saman við teimum
vaksnu, sjálvi vera við til at
velja teir lutirnar og gávur
nar sum verða sendar út í
heim - í framtíðini altso til
Kirgisistan, sum er granna
land við Kina.
- Har tað er møguligt,
verður ein bóklingur við
bíbliusøgum latin børnunum
á teirra máli, verður upplýst
frá føroysku deildini hjá
Christmas Child.
Føroyingar hava seinas
tu árini givið 22.746 skógva
eskjur til børn í millum ann
að Rumenia, Kirgisistan og
Ukraina.
- Gávurnar verða givnar
við atliti til tørvin hjá børn
unum og ongar treytir verða
settir um átrúnað og polit
iska áskoðan.
Deyðans tríkantur
Hóast neyðin er stór í teim
um londunum, har føroying
ar hava verið við til at sent
skógvaeskjur, hevur felags
skapurin Samaritans Purse
eisini eyguni vend til onnur
støð.
Felagsskapurin
arbeiðir
saman við staðbundnum
kirkjum og samkomum í
samband við at veita neyð
hjálp. Her verður arbeitt við
at útvega fólki reint drekki
vatn; at fáa í rættlag sanitær
viðurskifti; at fyribyrgja HIV
og at hjálpa HIV-raktum; at
hjálpa børnum við skúla
gongd og at hjálpa í bráð
feingis neyðstøðum.
Men tá vanlukkur raka
ymsa staðni í heiminum,
kemur felagsskapurin eisini
til hjálpar. Hetta sást millum
annað í Japan og Haiti, tá
náttúruvanlukkur
raktu
hesi økir við tsunami og
jarðskjálvta. Arbeitt verður
eisini nógv við at veita hjálp
til sjálvhjálp.
Nú stór hungursneyð er
í Kenya, Somalia og Etiopia,
eisini
kallað
”deyðans
tríkantur”, er Samaritans
Purse í gongd við neyðhjálp
har.
Turkurin, sum hevur ver
ið í 2 ár, er tann ringasti, sum
fólk vita um seinastu 60 árini
ella nakrantíð yvirhøvur.
Her verður arbeitt við at nøk
ta tørvir á vatni, mati, heilsu
røkt, vitaminum og sanitær
um viðurskiftum.
Um tú vilt verða við til at
hjálpa til í hesum neyðstødda
partinum av Afrika, kann
ein stuðla Samaritans Purse,
sum skipar soleiðis fyri, at
tær staðbundu samkomur
nar og kirkjurnar á staðnum
skulu røkka teimum, sum
tørva hjálpina allar mest.
- Her ger øll hjálp stóran
mun, verður sagt.
snorri@sosialurin.fo
22.700
skógvaeskjur
úr Føroyum
Eins og gjørt hevur verið seinastu árini, verður aftur í ár savnaðar
skógvaeskjur til børn í fátækum londum, so sum Rumenia, Kirgisistan
og Ukraina. Framyvir fara føroysku skógvaeskjurnar til Kirgisistan
Fleiri av føroysku skógva
eskjunum eru sendar til
børn í Rumenia, her tær
verða senda til tey ið ring
ast eru fyri.
Alina, ið er samverka
fólk hjá Samaritans Purse
í Rumenia hevur greitt
soleiðis frá, tá ið skógva
eskjurnar komu til heim
land hennara.
“Eg var við at deila
skógvaeskjur út í fátæku
heimbygd míni. Ein dagin
í mars mánaði, tá eg var á
veg heim, komu tveir smá
dreingir rennandi til mín.
Spentir fortaldu teir um
skógvaeskjurnar, sum teir
høvdu fingið í desember
mánaði árið fyri.
Andlit teirra vóru fylt
við spenningi, sum teir
greiddi mær frá hvørjum
einasta luti í teirra eskj
um. Smádreingirnir fylg
du mær heim, og tosaðu
allan vegin um skógva
eskjurnar.
Tríggir mánaðir vóru
gingnir, síðani teir fingu
eskjurnar – men um tú
hevði sæð hvussu gleðin
lýsti av andlitum teirra,
so hevði tú trúð, at teir
høvdu fingið eskjurnar
henda sama dagin.”
(kelda: christmaschild.fo)
Øll, sum hava áhuga í at
verða við í tiltakinum
Christmas
Child
ella
hoyra meira um hetta,
verða nú boðin til kunn
ingarfund í Kollafjarðar
skúla mánakvøldið 29.
august kl. 19.30.
Kvøldið er ætlað at
verða
til
íblástur
og
upplýsing fyri tey, sum
hugsa um at verða við í
tiltakinum í ár. Drama,
dvd, kunning frá túri í
Kirgisistan, hagar eskjur
nar fara framyvir verður
á skránni. Harafturat fæst
tilfar um Christmas Child.
Gleðin
sást
Fundur
um skógva
eskjur
GLEÐI
Undanfarin ár hava føroyingar sent skógvaeskjur til ymisk
lond. Men hereftir verða tær einans sendar til Kirgisistan,
ið er grannaland við Kina. Eitt av børnunum úr hesum
landi fegnast her um at hava fingið eina skógvaeskju
EIGA EINKI
Nógv av børnunum í Rumenia eiga einki,
og fegnast tí um hvørja gávu tey fáa