Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. august 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. august 2011 · Nr. 95 12 Sosialurin Snorri Brend Árliga kappsiglingin við 4- og 5-mannaførum, ið Lions Club Eysturoy plagar at skipa fyri, verður á Skálafirði nú sunnudagin 21. august kl. 15. Hvussu siglt verður eftir fjørði­num verður støða tikin til sunnumorgunin, og fáa bát­ar­nir boð um hetta frá sigling­ar­nevndini, tá teir sam­last í Heyggstøð kl 14. Málið verður við høvuðs­ pier­in í Runavík og sum van­ligt hevur verið, so fáa lut­tak­ar­nir ein drekkamunn við pannukøkum í kantinuni hjá United Seafood í Runavík aftaná siglingina og verður tá samstundis steyp latið til 3 teir fremstu bátarnar. Í ár er tað 42 ferðina siglt verð­ur og er tað ein stór broyt­ing farin fram hesi árini. Hugskotið við siglingini hevði til endamáls, at vekja áhug­an hjá monnum aftur at nýta segl á bátum og eisini at høvi kundi vera at taka yngri dreing­ir við í bátin og læra teir at handfara segl í báti í ymisk­um líkindum. Nýggj segl 31. mai 1970 varð siglt á fyrsta sinni og varð tá siglt inn eftir fjørði­num og luttóku tá 20 bátar. Hetta var hildið at vera ein vøkur og sjáldsom sjón, at síggja hesar bátar sigla eftir fjørði­num við fyltum seglum, og minti tað á gamlar dagar. Ymiskt var skapið á seglu­ num at líta á í hesi fyrstu kappingini, men í dag sæst skil­liga, at henda aftur­vend­ andi siglingin hevur álagt teimum luttakandi ábøt­ur á segl og aðra útgerð. So­leið­is eru eisini tey nýggju segl­ini, sum síggjast í dag, nakað broytt frá tí eldra sniði­num, men skilamenn meta ikki hesi roynast verri. Vinn­ari hetta fyrsta árið var “Tern­ an”, ið hoyrdi heima Innan Glyv­ur. Luttakaratalið av bátum hev­u­r verið frá 14 bátum í 1981 og upp til 42 bátar í 1992, og í meðal hava árliga um­ leið 30 luttikið. Tilsamans hava umleið 200 bátar veri við í kappsiglingini gjøgn­ um árini, og hava hesir í høvuðs­heitinum veri av Skála­fjørðinum, Tangafirði og suður til Nólsoyar. Nevnast kann, at sam­ bært løgtingslóg frá 1. oktober 1985 um útgerð fyri opnar bátar, so skulu hesir m. a. hava mastur og segl sum fasta útgerð á báti. snorri@sosialurin.fo 42 ár við kappsigling á Skálafjørðinum SIGLA Vøkur sjón, tá bátarnir fara strúkandi við fullum seglum Norski kavbáturin KNM UTSTEIN kemur á Klaksvík og liggur á Pollinum. Síðan siglir hann inn eftir Vánni og leggur at bryggju á Vestur­síðuni. Verjuskipið ”Vædd­eren” og vaktarskipið ”Brimil” liggja á Vánni og heilsa norska kavbátinum væl­kom­um. Kavbáturin leggur at brygg­ju kl. 15.30. Almenn móttøka fyri kav­báta­mann­ingini KNM UTSTEIN verður á bryggjuni niðan fyri kryvjivirkið hjá Bakka­frost. Klaksvíkar Hornorkestur spæ­l­ir. Borgarstjórin, Gunvá við Keldu, bjóðar vælkomin. Umboð fyri Færøernes Kom­mando Thomas Bo Jeppe­sen, ber fram heilsan. Norski konsulin, Petur Even Djurhuus, ber fram heils­an. Skiparin á Norska kav­ báti­num, Kristian Erik Wul­ sin Weihe, ber fram heilsan. Forkunnug kavbáta­ vitjan í Klaksvík Seinnapartin í dag verður ein heldur øðrvísi móttøka á bryggjuni í Klaksvík, nú Sjómannadagur er