Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. august 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. august 2011 · Nr. 95 14 Sosialurin Kjak Hvalbiar skúli Hesin spurningurin hevur verið uppi og vent í miðlunum fleiri ferðir seinastu tíðina. Í Hvalbiar skúla halda vit, at viðgerðin av hesum máli í nógvum førum hevur verið í so grunn, tí vilja vit geva okkara íkast til kjakið. Í Hvalbiar skúla fara næmingarnir í 6. flokki á seturskúla norðanfyri. Áðrenn hetta hava tey vitjað flestu støð í Suðuroynni, bæði á fjøllunum og niðri í bygdunum, tí allur skúlin er eina útferð eina ferð um árið til okkurt stað í oynni, um­ framt aðrar túrar, sum hvør einstakur lærari skipar fyri. 6. flokkur fer norðureftir til Havnar og har um leiðir at kunna seg um ymiskt, sum er partur av at búgva í Føroyum, okkurt áhugavert, okkurt, sum tey kunnu læra av. Tey vitja á ymiskum stovn­ um, t.d. í Kringvarpinum, í Norðurlandahúsinum, á Forn­minnissavninum, Sjó­ savninum, Søgusavninum, tey vitja eisini okkurt virki, t.d Mjólkavirki Búnaðarmanna, fara kanska til Klaksvíkar á Føroya Bjór, tey vitja kanska onkra áhugaverda kirkju ella samkomuhús norðanfyri. Alt hetta fáa tey kunning um, áðrenn tey fara, og eisini meðan tey eru á ferð. Tá tey so koma heim aftur á skúl­an, verður hetta viðgjørt á ymisk­ an hátt, alt eftir hvat næm­ ingar og lærarar gera av. Seturskúlin varar 3 dag­ar, og skúlin (Hvalbiar kommuna) rindar. Næm­ing­ ar­nir rinda onki oyra. Vit halda, at okkara næmingar læra nógv av hesi ferð, bæði fakliga og sosialt. Í 8. flokki fara næming­ar­ nir vanliga eina longri ferð, helst uttanlands. Tey fara til Danmarkar, Hetlands, Týsk­ lands, Prag onkuntíð nakað longri. Tað kemur ann uppá, hvat næmingar, flokslærari og foreldur gera av. Hugburðurin í Hvalbiar skúla er, at samlað verður inn til námsferðina við tiltøkum, sum næmingarnir við leið­ beining frá flokslærara skipa fyri. Í fyrsta umfari byrja næm­ ingarnir at samla frá 1. flokki. Tey seta kanska 20 ella 50 kr inn á bók um mánaðin. Námsfrøðiliga ráðið í skúlanum hevur gjørt av, at tað er 8. flokkur, sum eigur skúlaárið til ymisk tiltøk, sum geva pengar til eina námsferð. Ein og hvør kann siga sær sjálvum, at tað at fara á námsferð við næmingum í fólkaskúlanum, um tey so eru 12 ára gomul ella 15 ára gomul, er ikki nøkur stuttleikaferð hjá lærarunum. Tað krevur nógva eyka orku og eldhuga. Onkur kann so spyrja: Hví fara tit so á námsferð, tá tað krevur so nógv eyka arbeiði? Og vit kunnu bara svara: Tí vit halda, at tað gevur næmingunum so fantastiska nógv. Bæði áðrenn náms­ ferðina, meðan tey eru burtur, og eftir at tey eru komin heimaftur. Tey læra at finna fram upplýsingar um ferðamálið, og tað gevur nógva inspiratión, tá tey vita, at hetta ikki bert eru lektiur. Tey læra eisini nógv ymiskt, sum tey annars ikki høvdu lært, meðan tey samla pengar saman til námsferðina. Tey læra at vera saman í bólki, at arbeiða saman, at hugsa um hini o.s.fr. Nevnast kunnu nøkur døm­ir um tiltøkini, næming­ arnir í Hvalbiar skúla tey seinastu árini hava arbeitt við. Tey skera kjálkar og lippur, rudda onkra møl, tey greipa fisk og heingja hann upp at ræsa, tey súlta røtur og súltutøj, tey skipa fyri jóla- og páskatiltøkum í skúlanum og bjóða bygdafólkinum við, tey hava framsýningar við t.d. gomlum myndum og gera ymisk heftir við t.d. uppskriftum og áhuga­ verdum søgum, ja, onkur flokkur hevur eisini skrivað eina bók, sum var vælumtókt um alt landið. Tey læra at skipa seg og arbeiða saman fyri at fáa eitt úrslit, tey kunnu brúka. Tey læra, at fyri at fáa nakað, mást tú arbeiða og ikki bara rætta hondina fram til mammu og pabba. Og foreldrini, ommur og abbar og bygdafólkið bakka upp, eisini Hvalbiar kommuna og vinnuvirkini í bygdini bakka upp um 8. flokk, tá hann savnar pengar inn til sína námsferð. So verður tosað um í miðlunum, at tað kostar so nógvar pengar fyri foreldrini, tá teirra børn skulu á námsferð. Tað kenna vit onki til. Øll hesi seinastu árini hava foreldrini ikki goldið eitt oyra til ferðina, kanska lummapengar, men í nógvum førum hava næmingarnir eisini fingið lummapengar av felags innsavningini. Jú, tað kostar tað, at tú bakkar títt barn upp, men erlig talt: Tað halda vit í Hvalbiar skúla er ein sjálvfylgja, at tú gert. Vit fáa eisini afturmeldingar frá eldri fólki í bygdini, at tey gleða seg at koma til okkara tiltøk, tí tað eru tiltøk, sum samla allar aldursbólkar. Flokslærararnir leggja nógv fyri hetta árið, men við tí í huganum, at henda námsferðin partvís er ein læra fyri lívið og ein upp­ living, sum næmingarnir fara at minnast leingi, og at hetta fyri nøkur hálvvaksin er teirra fyrsta ferð uttanlands, so er tað eyka stríðið vert. Tað er eitt strævið ár hjá for­eldr­um. Men allar aftur­­meldingar, vit fáa, eru positivar. Tey flestu foreldur eru takk­som fyri, at skúlin skipar fyri hesum serliga ári, har enda­­bresturin er náms­ ferð­in saman við floks­feløg­­ unum, sum tú hevur fylgst við síðani 1. flokk. Hjá nógv­ um foreldrum er náms­ferðin eitt “wake upp call”, ásann­ andi at nú er tíð “at kappa nalva­strongin”, nú er barnið hálvvaksið og á veg út úr barn­ dóminum, og tá eigur tú sum for­eldur ikki at fylgja við. Heimafturkomin er van­ ligt at hava eitt foreldra­kvøld, har greitt verður frá túrinum, myndir verða vístar o.s.fr. Rík av upplivingum fara tey eftir summarferiuna í 9. flokk, og tá skal orkan leggjast í at arbeiða fram til fráfaringarroyndina. Vit kenna eisini, at næmingarnir leggja stóra orku í arbeiðið í 9.flokki, kanska tí teir eru takksamir fyri, at øll sóknin hevur stuðlað teimum so væl í 8.flokki. Við hesum skrivi vilja vit vísa á, at ein sak hevur altíð fleiri síður. Tað er spell, um tað ringa umdømið, sum námsferðirnar nú fáa, fara at forða fyri okkara ferðum, men tað skal eisini leggjast aftrat, at avgerðin um uttanlandsferðina altíð verður tikin í samráð við heimini. Skulu flokkar í fólkaskúlanum námsferð uttanlands? Jógvan Sundstein Havi lisið eina skemtigrein á Vágaportalinum undir­ skrivað av Føroya Tráðufelag. Nakað av skemtinum broytist tó til tragikomiskt álvvara, tá ein gerst sannførdur um, at greinskrivarin er fráfarandi tingmaðurin, hanameistarin í Runavík, Torbjørn Jacob­sen. Hann stríðist fyri at halda núverandi sambands­løg­ manni við valdi nakrar vikur afturat, so fiskimenn og reið­ arar (teir feudalu) kunnu útruddast skjótast gjørligt. Niðurstøðan í longu grein­ ini og øllum orða­vavstri­num er, at føroyska fiskatilfeingið er um leið 500.000 tons. Hetta kann seljast (til kinesarar ella aðrar útlendingar) fyri nærum 2 milliardir krónur til landskassan. Teir 1.000 fiskimenninir leggja bert 200 mió. í landskassan, so teir kunnu bara gevast. Eftir Tobbasa uppfatan er kortini tað allar besta, at sam­stundis sleppa vit av teir feudalu reiðarnar. Hesar persónar, sum í meira enn hálva aðru øld hava verið partur av burðardygga fólka­ meinginum í landinum. Hugburðurin er sostatt: Sleppi okkum av við fiska­til­ feingið, tað kann bara seljast. Síðani sleppi okkum av fiski­ menninar, sum skuldu fáa okkum tilfeingið til vega og hagreitt. Og so sleppi okkum av við reiðar­nar, sum skuldu útvega rakstrartólini. Hetta vil havnameistarin sleppa at nýta sína 17. og avgerandi atkvøðu til og samstundis draga Johan Dahl og Kaj Leo uppá tráð. Føroya Tráðufelag og teir feudalu