Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. august 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 19. august 2011 · Nr. 95 Sosialurin Hákun Djurhuus stjóri í SEV Spurningarnir omanfyri eru javnan at hoyra alment og privat millum leik og lærd í Føroyum. Tey flestu hava lyndi til at blaka ábyrgdina av hesum á SEV við teirri grundgeving, at felagið er ov konservativt og ov lítið nýhugsandi, tá tað kemur til at útbyggja varandi orku – serliga vindorku. Hetta er als ikki so. Tvørturímóti. Elfelagið kann skjal­prógva, at tað – umframt vind­orku­ útbyggingar sínar í 1992 og 2005 - hevur verið til reiðar at fremja nýggjar útbyggingar á hesum øki í fleiri ár. M.a. kemur hetta bæði týðuliga og greitt til sjóndar í 10-ára útbyggingarætlan felagsins frá 2008. Fleiri ætlanir á borðinum Men longu í 2007 vendi SEV sær m.a. til týsku vind­myllu­ fyritøkuna Enercon við fyri­ spurningi um prís og levering av vindmyllum. Sama árið varð umsókn send Búnaðar­ stovuni um loyvi at gera veg út á Eystnes til tríggj­ar vindmyllur aftrat í Nes­haga, har SEV framm­an­­undan hevur fýra vind­myllur. Harumframt arbeiðir SEV í løtuni við eini fullfíggjaðari vindorkuverkætlan, ið fevnir um 13 vindmyllur í Hoyvíks­ haganum saman við eini battarískipan, ið kann lata 47 GWh av vindorku inn á elnetið um árið. Verkætlanin kann minka um oljunýtsluna hjá SEV við umleið 10.000 tonsum um árið. Hetta svarar til eina sparing upp á útivið 40 mió. kr. um árið við núverandi oljuprísum. Sostatt kann SEV als ikki lastast fyri vantandi nýhugs­ an og vilja í sambandi við útbygging innan vindorku. Vindorka skal bjóðast út Sambært elveitingarlógini, ið kom í gildi í juni 2007, skal Elveitingareftirlitið, ið er stovnur undir Vinnu­ málaráðnum, og sum varð settur á stovn í 2008, taka støðu til framtíðar útbygging av vindorkuni í Føroyum. Á heysti 2010 bjóðaði EVE út arbeiðið at seta upp og reka tríggjar vind­myllur upp á tilsamans sløk 3 MW í Neshaga ella á øðrum hóskandi staði. Framman­ undan vóru seks feløg undan­ góðkend at luttaka í útbjóð­ ingini, teirra millum SEV. Umsóknarfreistin var sett til 11. februar 2011, og inn komu sjey tilboð frá trimum feløgum: Effo/Navia (1), Røkt (4) og SEV (2). Av hesum vísti tað seg, at SEV hevði bæði lægsta og næstlægsta til­boðið, har annað snúði seg um 3 vindmyllur í Nes­ haga og hitt um 3 myllur í Hoyvíkshaga. Góðar tríggjar mánaðir seinni (18. mai) gjørdi Elveit­ ing­ar­eftirlitið av at taka av tilboð­num hjá SEV í Neshaga. Avgerðin kærd Tíverri vóru tó ikki allar súðir syftar enn, tí 15. juni kærdi ein av tilboðsgevarunum av­gerðina hjá EVE til Vinnu­ kærunevndina. Fyri okkum at síggja minnir hetta ikki sørt um ein ónøgdan tapara av einum dysti, sum nú gevur dómar­anum skyldina fyri sín vantandi dugnaskap. Sum skilst kann neyvan roknast við, at nakar úrskurður fyriliggur í kærumálinum fyrrenn í fyrsta lagi um ársskiftið. Fáa ikki skrivað undir Hetta hevur við sær, at eitt hálvt ár ella so gongur aftrat, áðrenn SEV fær gjørt endaligan sáttmála við Enercon um keyp av teimum trimum myllunum. Upprunaliga var ætlanin, at myllurnar skuldu verða settar upp og fara í holt við at gera streym næsta summar, men nú kemur alt hetta í drag. Ei undur í, at fólk standa spyrjandi viðvíkjandi vant­ andi vindorku í Føroyum. Vónandi kann henda stutta lýsingin av gongd­ini í málinum geva almenn­ingi­ num eina greiðari fatan av, hví tað í grundini gongur so seint við at fremja út­ byggingar á hesum øki. Hví hava vit ikki meiri vindorku í Føroyum? Ella: Hví gongur tað so seint við at útbyggja vindorkuna? Nú hevur undirritaðið verið venjari í nøkur ár hjá nøkrum evnaríkum og hugagóðum dreingjum, sum elska at spæla fótbólt. Teir møta upp til allar venjingar óðansæð veður, bæði um summari og veturin. Vit royna at leggja venjingina soleiðis til rættis, at hon er bæði stutlig og mennandi. Hesir dreingir síggja fram til landskappingina í fótbólti allan veturin, soleiðis at teir kunnu møta øðrum liðum og royna seg sjálvar av og finna útav hvar teir liggja í mun til aðrar javnaldrar. Men tað er ikki tað sum FSF vil. Nej FSF ger nakrar rundir fyri summarferiuna, har 4 lið møtast 4 ferðir móti hvørjum øðrum. Har er ofta stórur munur á liðun­um. Eitt lið kann vinna allar dystir­nar 20 – 0 og eitt annað kann tapa allar sínar dystir 20 – 0. Tey eru tvingað, at møtast 4 ferðir. Tað er hvørki mennandi fyri liði, sum vinnur 20 – 0 ella tað liði, sum tapir 20 – 0 hvønn dyst. Tey sum tapa, møta ikki upp til allar sínar dystir og tey sum vinna so stórt, fáa sum vátan vøtt, tá tey so endiliga møguliga møta einum sterkari liði, sum eru javnsterk sum tey. Vit fáa so at vita frá FSF, at eftir summarsteðgin, verða liðini so umfordeild eftir styrki. Men hvat hendir, vit verða settir at spæla móti okkum sjálv­um. HB lið møti HB liði. Hvat er meiningin við tí. Vit venja saman 4 ferðir um vik­una, skulu vit so eisini spæla móti okkum sjálvum í viku­skifti­num. Tað er ikki eggjandi hjá hesum piltum og heldur ikki uppbyggjandi. Vit vóru á fundi við FSF, tá kappingin hjá piltum endaði í 2010 og greiddu tá FSF frá at byggnaðurin av kapp­ingini ikki var hósk­andi. Okkara hugskot var at feløg­ini sjálv meldaðu síni lið í A, B og C bólkar, sum feløgini styrkis­ mettu síni lið at verða. So møttust bara javnsterk lið og ein slapp undan hesum keðiligu dystunum, har okkurt lið tapir 20 – 0 ella meira, sum ikki er gott fyri hvørki tað vinnadi ella tapandi liðið. FSF var ikki sinnað at lurta eftir okkum, teir vistu betur og høvdu lagt ein leist fyri komandi kappingarár. Vit síggja úrslitið í ár. Kappingin hjá piltum er ein katastrofa. Øll liðini vóru koyrd í ein stóran pott og so løgd saman við 4 liðum í hvørjum bólki. Tað hevur skapt nakrar bólkar, har tað er stórur munur á styrkini hjá teimum ymisku liðinum. Hettar er tann umsitingar­ liga lætasti mátin hjá FSF at skipa fyri kappingini, men tann minst menandi og eggjandi hjá piltunum. FSF hevur eisini innført at piltar spæla ikki um FM ella stig, so onki skal skjalfestast hjá FSF um kappingarnar hjá FSF. So lættari kann tað ikki verða fyri FSF. Eitt er sikkurt, hesin leisturin skapar ikki betri fótbóltsleikarar, sum eg trúði var høvusuppgávan hjá FSF. Nú síggji eg bara fram til, at hettar kappingarárið endar, so vit kunna flyta upp í smádreingjadeildina og har vónandi koma at kappast undir betur fyriskipaðari landskapping. FSF og ungdómsmenning hjá piltum Pætur Niclasen Dávur í Dali Unga Sjálvstýri.fo - og skattafrádrátt til lesandi í Føroyum. Eitt av hjarta­ málum hjá Unga Sjálv­stýri er at bøta um umstøðurnar hjá ungum í Føroyum. Tað er ongin loyna at tað er torført sum lesandi á miðnáms­ skúla ella hægri útbúgving at hava ráð at flyta í egna íbúð, og tað meina vit eigur at verða arbeitt meira við í løgtinginum. Vit hava tvey uppskot um hvussu landið kann bøta um karmar okkara, fyri at gera tað møguligt hjá ungdómi, at bú­ seta seg í Føroyum. Ein tillaging eig­ ur at vera gjørd, bein­ leiðis ætlað at vera til gagns hjá føroy­skum lesandi, sum júst hava lokið út­búgv­ ing uttan­lands. Fyri at eggja teim­um at flyta heim aftur við góð­um treysti, eiga vit um­veg­is ALS at bjóða teimum fíggjar­ lig­an stuðul til livi­ kostn­að og hjálp til at koma á før­oy­­ska arbeiðs­markn­­aðin, í eitt ár eftir at tey eru flutt heim. Harafturat halda vit at Føroysk les­ andi eiga at fáa ein umfatandi skatta­frá­ drátt, líknandi tí les­ andi í Danmark fáa, soleiðis at vit kunnu vinna okkum pengar til íbúðar­kostnað, uttan at tað gongur út yvir lívs­góðskuna og skúla­gongdina. Við hesum ábót­ un­um vildi tað verið bæði stuttligari og lætt­ari at vera ung­ ur í Føroyum. Arbeiðs­ loysis­ hjálp til ung sum flyta til Føroya