fríggjadagur 19. august 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. august 2011 · Nr. 95
16
Sosialurin
Nøvn
Føðingar
17. juli fingu Jóhanna
Akraberg Andreasen
og René Robertsen,
Keypmannahavn,
ein son. Hann var
53 cm langur og
vigaði 3600 gr.
24. juli fingu Christina
Torpsgaard Beck
og Pætur Joensen
búsitandi í Gram eina
dóttur. Hon var 56 cm
og vigaði 4860 gr.
5. aug. fingu Rúna
Midjord Dam og
Johan Erik Dam,
Tórshavn, ein son.
Hann var 55 cm langur
og vigaði 4270 gr.
16. august fingu Sóley
Hansen og John Erik
Hansen, Tórshavn,
eina dóttir. Hon var
51 cm long og vigaði
2410 gr.
31. juli fingu Anna Margretha
Otthamar
og
Tórmund
Hansen, Hoyvík, eina dóttur.
Hon var 50 gr. long og vigaði
2770 gr.
4. aug. fingu Sanna Dalbø
Jacobsen og Áslakur Reinert
Petersen, Norðragøtu, eina
dóttir. Hon var 52 cm long
og vigaði 3360 gr.
10.
aug.
fingu
Eyðbjørt
M. Simonsen og Bjarni F.
Nattestad, Valby, eina dóttur.
Hon var 51 cm long og vigaði
3750 gr.
8. august fingu Durita
Danielsen á Válinum
og
Petur
Kristian
Joensen, Leirvík, eina
dóttur. Hon var 52 cm
long og vigaði 3410 gr.
Tað stendur ein standmynd
av einum manni
á eini útoyggj
við eitt spegilsblankt vatn,
har eygu stara út í tóman
heim,
og kroppur og
andlitsbrøgd eru sálarleys.
Illkynjað spjørr
liggur um kropp,
arm, barm
og byrsumúla,
og hvør kúla
ber sítt navnabretti
við devulssettum
tramansskapi
úr mannsins heljareyga,
sum eltir sótsvart
krútdoyggj
á eini útoyggj
við politiskum,
fasistiskum,
oyðandi boðskapi:
“Slá í hel!”
Óndskapurin
stendur millum kross og
hosu -
millum rivjabein og
vargaeygu:
“Eg skal drepa!
Eg skal drepa,
drepa ungar sálir
ein summardag,
sum elska lívið og frælsið
við ljósum vónum
um opinleika, rættvísi,
brøðralag,
millum allar tjóðir,
fólkasløg og bygdaløg
á Guðs grønu jørð!”
Blóðið rann millum
silkigras
og litríkar útoyggjablómur,
smáar tinnur
og brimbrýnt malargrót
og litaði deytt vatn reytt.
Blóðið reinsar -
í kærleikans -
og bardagaliti.
Vaskar fjøruklett
við sveita reyðum
av ungum sálum deyðum,
ið lótu blóð
til frælsi og brøðralag
ein ljósan dag í juli.
Frits 22. juli 2011
mynd : Heðin Kambsdal
Útøya
22. juli 2011
Ì morgin leygardagin 20. august
verður Beinta Háberg Jacob
sen 70 ár. Beinta er elsta barn
hjá Hjørdis og Petur Háberg í
Havn. Petur doyði í 1984, men
Beinta hevur eina enn bragd
liga mammu, sum verður 95 ár
um nakrar mánaðir.
Systkini hjá Beintu eru
Erna, Jógvan Páll, Elma, Pætur
Hjørtur og Malan, sum øll
búgva í Havn.
Í 1962 giftist Beinta við
Eiler Jacobsen, sum longu tá
var skipari. Tey fingu børnini
Sámal, Hjørdis, Petur og Eiler.
Sum kona Eiler kom Beinta
alt sítt vaksna lív at standa
í fremstu røð í føroyskari
fiskivinnu. Víst var Eiler
óførur, men hann ásannaði
sjálvur, at uttan Beintu hevði
hann neyvan nátt so langt.
Beinta gekk við lív og sál
uppí virksemið hjá Eiler, og tað
gjørdi forrestin øll familjan
hjá henni. Pápi hennara, Petur,
gjørdist reiðari hjá Eiler, og tá
ið hann fall frá, tók Hjørdis
við.
At hava ein slíkan heima
front var sanniliga av størsta
týdningini. Sjálvsagt var tað
mest avgerandi at kunna fiska
nógv, men tað var vissuliga
eisini av stórum týdningi, at
alt riggaði, sum tað skuldi,
uppi á landi.
Her hevur Beinta eisini
sínar
eginleikar.
Hon
er
skilagóð, og dugur eisini væl at
føra seg fram, tá ið hetta hevur
verið neyðugt.
Tí er Beinta nógv vird.
Hon brennir fyri mongum.
Men hon hevur eisini havt
møguleikar at fáa egin hugskot
set í verk. Beinta er havnarfólk
um ein háls, og hon gjørdi tað
kvett at fáa gamla vertshúsið,
núverandi Áarstovu, til heiður
og æru við aftur at gera hetta
hús til tann miðdepil í Havn,
sum tað eina ferð var.
Beint er eisini musikalsk
og hevur medvirkað í sangkóri
num í Ebenezer og trippeltrio
ina til gleði fyri mong. Hon er
eisini framúr at spæla klaver.
Men
fremst
av
øllum
hevur Beinta víst, at hon
hevur hjarta fyri fólki, sum er
í ringari støðu. Hvør minnist
til dømis ikki Evu í Ukraina,
sum hevði doyð, um hon ikki
fekk eitt nýtt hjarta! Her fekk
Beinta savnað pening, so hetta
kundi gerast. Seinast Eiler og
Beinta sóu Evu var hon ein
yndislig ung genta við mót
uppá lívið. Hetta var gjørt í
samband við Skandinavisk
Børnemission, sum eigur ein
góðan stuðul í Beintu. Eisini
er hon við í ABC-barnahjálpini,
har uppgávurnar eisini eru
óavmarkaðar.
Tað ber illa til at skilja
Beintu og Eiler sundur. Tað
mest ítøkiliga í dag er Depilin
í Skálavík, har Beinta hugtók
øll við tí hon segði, tá ið depilin
opnaði fyrr í summar. Hesin
depil kemur at standa sum ein
varði yvir tey bæði til gleði og
gagn fyri mong.
Eisini var tað hugtakandi at
síggja, hvussu Beinta stuðlaði
Eiler nú hann gjørdist veikari
og veikari hansara seinasta
ár. Eiler kundi fara alla staðni,
tí hann við sær hevði Beintu,
og eisini onnur, sum vóru góð
við hann. Sjálvi minnast vit av
fleiri grundum við gleði ferðina
vit vóru saman við teimum í
Ísrael fyri fimm árum síðani.
Ísrael er eisini nakað Beinta
brennir fyri, og tað hevur hon
ikki frá fremmandum. Pápin
var av fremstu Ísraelsvinum.
Vit bæði eru systkinabørn,
eru nakað javngomul og hava
altíð kenst. Tað var altíð
stuttligt at koma til Havnar at
ferðast sum barn. Hjá teimum
kundu nógv upplivast, sum
ikki bar til heima á bygd.
Sigast kann eisini, at Beinta
og hennara eru sera ættar
kær. Tað er stuttligt at síggja
hvussu tey øll eru um mamm
una á ellisheiminum, har hon
býr. Hesa ættarkenslu hava vit
onnur eisini roynt av henni.
Føðingardagin
heldur
Beinta saman við sínum egnu.
Men hiðani skal ynskjast
henni og hennara hjartaliga
tillukku!
óli
Beinta hjá Eiler 70 ár