Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. august 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 95 · 19. august 2011 4 Filmur Jonhard Mikkelsen post@sosialurin.fo Tú ert púra hjálparleysur. Filmurin floymir beint inn í sálina. Tú setur teg inn í myrku biografhøllina. Natúr­ liga sjónarvíddin, sum er 90 stig, verður smalkað niður til lýsandi flata, sum fevnir ikki um meir enn 15 stig. Hugurin verður hildin fastur í ávís­ um deplum, og so líðandi fylgja vit tonkunum hjá filmsstjóranum. Ikki før fyri at koma okkum undan fylgja vit bergtikin við, flenna at tí sama og lipp­ast samstundis. Filmur er tølari, og tað sermerkir film, at hann ávirkar og stýrir og fær áskoðaran hagar, hann vil hava hann. Hann kann bart út ikki lata vera, tí hann hevur so nógvar snildir at taka til. Tilvitskan og filmurin Bókin FILMGREINING lærir okkum tað mál, sum livandi myndir nýta, og sum vit noyðast at læra betur og betur, tí myndamiðlarnir eru allastaðni. Tilvitska um film og snildirnar ger okkum vandin og gevur okkum kunn­ leika, vit fáa nógv gagn av. Gleðin at hyggja at filmi hvørvur ikki fyri tað, men vit fáa eitt vist tamarhald á tí, ið fer fram. Vit verða sjálvandi tøld, men tí vit lata okkum tøla. Ein slík tilvitskumenning um film­ málið eigur at vera í allari undirvísing, tí filmurin kann verða borin saman við teir tekstir, vit vanliga fáast við í skúlanum. Tann kunnleiki, vit ogna okkum við at kanna tær tølandi frá­ søgu­snildirnar, kann so aftur byggja brúgv inn í bókmentirnar. Týdningurin, sum myndborna málið hevur, fer bara at vaksa. Tann, ið hevur okkurt upp á hjarta og vil røkka nógvum fólkum við boðskapi sínum, má leggja vegin ígjøgnum myndmiðlarnar, tí »tað er hondin, ið heldur á myndatólinum, sum stýrir heiminum.« Ein viðurkendur sannleiki millum filmfólk. Øll fata myndir Øll fata myndir. Fortreytin er, at tú venur teg við miðilin – eingin rættilig upplæring krevst. Áskoðarin nýtir hug­ flogið til at fata eina filmsøgu, annars krevst einki serligt av honum. Men myndirnar eru sjáldan partleysar og uttanveltaðar, tær bera í sær metingar og hugburð. Til tess at sleppa undan, at myndirnar reka okkum og broyta okkum, er neyðugt at læra at lesa mynda­málið vandaligari. At læra at lesa skrivaðar tekstir vandaliga hevur leingi verið stórt evni í skúlanum. Tað hevur kanska uppaftur størri týdning at duga at lesa livandi myndir vandaliga, bæði tí at tær eru so »óendaliga nógvar«, og tí at tær glíða so ógáaðar At myndin hevur so stórt trúvirði og liggur so nær upp at veruleikanum ger hana til ein miðil, sum lættiliga ávirkar okkum og bendir hugsanirnar. Umframt tað dugir myndin at skotra seg djúpt inn í kenslurnar. Nú er bók komin, sum greiðir frá, hvussu allar hesar snildir virka, og hvussu tær verða brúktar at ávirka okkum. Tað verður gjørt við dømum úr filminum Barbaru, sum Nils Malmros leikstjórnaði Tølarans snildir Marjun Niclasen og Elin Hentze, sum báðar hava lisið filmvísindi, hava skrivað grundbókina um filmgreining, hvussu filmur verður lisin sum tekstur, og hvussu filmur verður greinaður. Málsliga verður eisini brotið upp úr nýggjum, tí hetta er øki, har føroyskt ikki hevur verið áður. Myndirnar hevur still-fotografurin hjá Nils Malmros – Torben Strøyer – latið bókini.