Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. august 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 95 · 19. august 2011 5 inn í okkum. Myndirnar tala meira til kenslur­nar enn til vitið, og kenslunum hava vit einki serligt tamarhald á. Bókin FILMGREINING fer víða og lærir okkum um myndaskurð, frásjón, myndbygnað, hjátýdningar, litir og ljós, tíð og rúm, ljóð og frásøguhættir. Myndirnar herma eftir veruleikanum Myndirnar herma eftir veruleikanum. Vit sansa tær beinleiðis, teimum nýtist ikki fyrst at fara gjøgnum okkara vit. Henda umveg mugu orðini fara. Tí duga vit ikki so væl at ivast í tí, vit síggja, ið hvussu er ikki fyrr enn tað gerst okkum greitt, hvussu nógvar møgu­leikar filmar hava at benda og snara hyggjaran ávísa leið. Hóast filmsmiðurin ætlar at leggja tilfarið fram so objektivt sum til ber, um­berst ikki, at hansara sjónarmið gera vart við seg og seta sín dám á frá­søgnina. Tað er veruleikin, sæddur gjøgnum sinnið á einum fólki. Hevur films­miðurin ætlað sær at ávirka, hevur hann góðar møguleikar við tilfarinum, hann brúkar, klippingini, viðmerkingum á ljóð­rásini, og hvussu hann tekur upp. Film­urin kann vera úlvur í roði, einki er at ivast í tí. Upptøkur og moralur – Upptøkuhornið er spurningur um moral-, skal kendi franski films­stjórin Jan‑Luc Godard hava sagt. Film­ smiðurin kann endurgeva tilfarið so partleyst sum til ber og taka upp í vanligari eygnahædd. Men hann kann eisini nýta yvirvinklaða ella undir­ vinklaða upptøku og á tann hátt ráða fyri, hvussu áskoðarin skal uppliva og tulka myndirnar. Alt tílíkt og mangt aftrat koma Marjun og Elin inná í bókini FILMGREINING, sum er fesk á marknaðinum. Í sambandi við FILMGREINING gevur Sprotin skaldsøguna Barba og harra Pál og Dýrmæta lív út í nýggjari útgávu. Við tí í hyggju, at skaldsøgan verður brúkt saman við filminum, eru greinir skoyttar upp í bókina aftast um Jørgen-Frantz Jacobsen, um Beintu og menn hennara, sum Hans Jakku Debes, sáli, skrivaði, og søgnin um Beintu og Peder Arrheboe Neðrafrásjón Neðrafrásjón kann verða brúkt til at draga fram fólk, ið hevur vald. Her koma prestarnir úr kirkjuni við próstinum á odda Sjálvmerkt sjónarhorn Í flestum filmum skiftir frásøgufólkið – sama hvør tað er – ímillum partleyst og sjálvmerkt sjónarhorn. Vit fáa innlit í hugsanirnar hjá harra Páli, t.d. tá ið hann biður til Gud. Slóð Gaprial hyggur inn í Kina til tess at síggja, hvat ið Barba og Andrias havast at. Myndin leggur slóð út til eitthvørt, sum liggur uttan fyri myndakarmin, og áskoðarans skapandi hugflog verður eggjað.  Point of no Return Point of no Return er løtan, tá ið harra Pál sær, at báturin ikki sleppur at aftur fyri uppgangi. Í hesi løtu er greitt, at harra Pál bæði vil sleppa at stýra náttúrukvendinum Barbu og náttúruni sjálvari, men at hann stýrir hvørgari. Reyðir og bláir litir Barba og Súsanna á loftinum og hyggja at klæðum, sum Gaprial sýnir fram. Barba er minni umhugsin enn Súsanna og ætlar sær at royna klæðini beinanavegin og gáar ikki um, um Gaprial er har ella ei. Hetta verður ímyndað við, at Barba er í reyðum, sum sýnir hennara brennandi hug. Súsanna er myndað við bláa kjólanum, sum sýnir, hvussu tamd hon er. Tónleiksins myndamál Í Barbaru-filminum eru ymisk ljóðføri knýtt at persónunum. Sorinskrivarin hevur eina sello knýtta at sær. Her sæst hann senda Andrias av landinum aftur.