fríggjadagur 19. august 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 95 · 19. august 2011
6
Facebook
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Ongar rasistiskar
viðmerkingar
Tað setir teg í eitt sera vánligt ljós, um tú
kemur við rasistiskum viðmerkingum á
Facebook. Eisini hóast tú seinni tekur
tað aftur.
Tað er lætt og skjótt at skriva bom
bastiskar viðmerkingar á netið, serliga
tí vit ikki síggja móttakararnar og tí
ikki skulu fyrihalda okkum til teirra.
Tað kann tykjast, sum vit skriva út í
tóman heim, men hinumegin skíggjan
er ein stórur hópur av móttakarum. Og
teir kunnu lættliga hava eina negativa
áskoðan á tínar braneggjaðu dag
føringar. Sig einki á netinum, sum tú
ikki hevði torað at sagt andlit til andlits
við fólk.
Nýt eitt hampuligt mál
Tað er vorðið vanligt, at arbeiðsgevarar
hyggja á Facebook. Hugsa teg tí um,
so tú ikki gert tær fyri skommum við
ljótum málburði og provokerandi við
merkingum. Hóast tú ikki ert vinur
við arbeiðsgevaran á Facebook, kann
hann lesa viðmerkingarnar, sum tú
gert hjá øðrum. Arbeiðsgevarar ynskja
ábyrgdarfull starvsfólk, og um tú á
netinum skræðir teg, nýtir ljótan mál
burð og grenjar teg um líkt og ólíkt, er
sannlíkt, at arbeiðsgevarin ikki vendir
tummilin upp.
Ósømiligar myndir
Enn einaferð loysir tað seg at hugsa
um, hvør hyggur við. Hóast tú ert ser
stakliga lekkur í tínum nýggja bikini,
og hevur hug at vísa øllum heiminum
tað við at leggja frekar myndir út á
Facebook, so er tað kanska ikki tað
snildasta at gera.
Tú kanst nevniliga, um myndirnar
eru av serliga ósømiligum slagi, verða
bannað av Facebook, og harvið missir tú
ein av okkara mest týðandi samskiftis-
og netverksmiðlum.
Veitslumyndir
Hóast leygarkvøldið var óalmindiliga
stuttligt, man tað so vera vist, at allir
tínir vinir fara at síggja tað stuttliga í
tínum myndum? Ella fara myndirnar at
skapa negativar ringar í sjógvin? Hevur
tú kundar, klientar, familju ella børn
sum vinir, so er skjótt til, at tey missa
virðingina fyri tær, um tú vísir teimum
myndina av sjórænaraveitsluni, har tú
við góðum gearara stendur á høvdinum
upp ímóti øltunnuni við einum knívi
millum tennirnar. Um tú vilt leggja
hana út, ger so ein bólk fyri tey, sum
vóru við á veitsluni – og bara tey!
Tosa ilt um onnur
Hóast tú ikki ert vinur við tey, tú kundi
hugsað tær at spilt út, skalt tú minnast
til, hvussu skjótt slaturin ferðast. Tað
er skjótt til, at tú kennir onkran, sum
kennir viðkomandi, og at copy/paste
tín status ella at taka eitt screenshot
og senda tað til títt offur, er bæði skjótt
og lætt. Í illsinni er skjótt at gloyma
hetta, men fleiri hava mist bæði arbeiði
og annað, orsakað av illa umhugsaðum
statusum. Halt tú øllum aggi uttanfyri
Facebok, og hevur tú tørv á at fáa tínar
frustratiónir út, ger tað so munnliga –
ikki skrivliga.
Skeldast við vinirnar
Tað kann tykjast, sum vit kunnu
siga alt, vit hava hug til, tá vit eru á
netinum. Men smáar ósemjur kunnu
lættliga vaksa seg stórar, tí tað er torført
at halda seg innan sámuliga markið, tá
vit ikki sita andlit til andlits við tann,
vit keglast við. Tá vit hvørki síggja
kropsmál ella andlitsbrøgd, er skjótt at
leggja meiri í tað, sum verður skrivað,
og síðani svara vit aftur í illsinni. Lat
tí vera við at kjakast um evni, sum tú
veist, at tú fert at øsa teg um.
Fara eftir manninum
heldur enn bóltinum
Ofta verða bóltar blakaðir út til kjak,
og kjakini her heima hava snúð seg
um alt frá føroyska málinum til fiski
dagar. Til ber eisini at viðmerkja
Yvir 600 milliónir fólk hava nú fingið sær Facebook. Men tá nú so nógv fólk
savnast á sama staði, er neyðugt at halda nakrar reglur, um tú ikki skalt
koma tær í óføri. Vit hava í seinastuni sæð fleiri fólk – bæði herheima og
aðrastaðni – sum eru komin illa fyri, tí tey ikki hava fylgt Facebook etikettuni
Hvørjar eru
óskrivaðu
reglurnar
á Facebook?