fríggjadagur 19. august 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 95 · 19. august 2011
7
greinar, sum verða skrivaðar á ymsu
føroysku heimasíðunum. Ein óskikkur
er, at fólk niðurgera høvundin og tey,
ið hava aðrar meiningar. Bæði teirra
vit, útsjónd og eginleikar annars verða
nevndir, men hetta hoyrir ongastaðni
heima í einum kjaki. Viðmerk tað, fólk
siga, og einki annað.
Reypa av ólógligum
handlingum
Hevur tú gjørt okkurt, sum ikki er innan
lógarinnar karmar, er tað eitt vánaligt
hugskot at skriva um tað á Facebook,
tí myndugleikarnir kunnu nýta tað
ímóti tær. Løgreglufólk hava eisini
Facebook, og hóast próvbyrðan ikki er
nóg stór at fella teg, so er sannlíkt, at
myndugleikarnir fara at hava eitt vakið
eyga við tær framyvir.
Geva teg út fyri
onkran annan
Tú kanst ikki nýta Facebook fyri seta
onnur í ringt ljós. Í ringasta føri kanst
tú verða ákærdur fyri falsan. Um tú
til stuttleika gert eitt facerape á tínar
vinir, kann tað ganga, men tað er egin
ábyrgd. Um tú leggur upplýsingar út á
teirra síðu, sum tey ikki ynskja, at øll
skulu vita, kanst tú ógvuliga sannlíkt
missa ein vin.
Sletta fólk í vreiði
Tú finnur valla eitt betri netverkanar
amboð enn Facebook. Tí er tað býtt at
brenna tínar brýr. Hóast tú ert komin til
illnar við onkran, kann tað væl vera, at
viðkomandi seinni verður onkur, sum
kann lata onkrar dyr upp. Hóast tú ert
í øðini nú, er ikki vist, at tú verður tað
um eitt ár. Legg lok á í eina tíð, áðrenn
tú tekur eina avgerð.
Leggja persónligar
upplýsingar út
Adressa, telefonnummar og tílíkt er
kanska ikki tað snildasta at leggja út á
netið, tí Facebook eigur rættindini til
alt, tú leggur út. Tey kunnu tí selja tínar
upplýsingar til fólk, ið kunnu hava gleði
av teimum til lýsingar og annað. Fyri at
verja teg sjálvan, er tí best at lata vera
við at leggja slíkt út.
Tosa um persónlig mál
Um tú ikki ynskir fólk skulu vita eitt
hvørt – lat so vera við at leggja tað
á Facebook. Um onkur er vorðin við
barn, um tú ætlar at siga upp, ella um
tú hevur fingið nógvan pening aftur í
skatti, so er Facebook kanska ikki rætta
staðið at tosa um tað. Hevur tú eini boð
til onkran, sum øll ikki nýtast frætta,
nýt so heldur privata postkassan, har
øll verðin ikki fær fylgt við í tykkara
samskifti.
Góðtaka at flyta
fólki pening
Facebook er eitt gott stað at handla. Tað
hava fleiri funnið útav, og tað ber til
at gera eitt gott kubb. Ansa bara eftir
teimum, sum vilja hava teg at flyta
teimum pengar. Summi siga seg hava
skrivað ein kekk á ov nógvar pengar og
biðja teg so flyta restina av pengunum
aftur til sín. Hetta ljóðar kanska sum
nakað, sum er lætt at sleppa undan, men
hetta er ein av mest nýttu háttunum at
snýta pengar frá fólki.
Hitta fólk, tú ikki kennir
Eins og á øðrum sosialum síðum, so
er Facebook eitt gott mið hjá ráns
monnum. Kanska vilja teir hittast,
fyri at stjala ting frá tær. Kanska geva
vaksnir menn seg út fyri at vera børn,
og biðja so tíni børn um at hittast. Lat
altíð vera við at møtast við fólki, um tú
ikki kennir tey. Tað er lætt at falska ein
profil, stjala myndir og geva seg út fyri
at vera onkur heilt annar.
Vraka tína betru helvt
Tað ljóðar kanska løgið, men fólk nýta
Facebook at gera tað liðugt við sína
betru helvt. Hetta eru serliga ungfólk,
men hetta er ein serstakliga mannmink
andi máti at verða vrakaður. Hóast tú
ikki tímir meiri, so er tað ikki vist,
at makin hevur tað á sama hátt. Eitt
minstamark av virðing má vera.
mynd: tilvildarlig