Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. august 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 95 · 19. august 2011 8 Ferðafrásøgn Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Tað er stutt at flúgva úr Keypmannahavn til Prag. Umleið líka leingi sum úr Føroyum til Danmarkar. Hóast av­ stand­urin ikki er stórur, kennist tað sum at lenda í einum øðrum heimi, tá ein kemur til flogvøllin í Prag. Ferðin inn til býin tekur um hálvan tíma og endar á einum av teimum 150 hotellunum við fýra stjørnum í Prag. Størsti kappingarneyti hjá Prag er ein annar flottur býur – Wien – men har hevur Prag fyrimunin at hava dupult so nógv hotell og er tí nógv bíligari at búgva í hjá okkum ferðafólkum. Designhotell Okkara hotell er eitt nýmótans design­ hotell, ið kundi staðið í einum hvørjum evropeiskum stórbýi. Men tað tekur ikki nógvar minuttir at ganga, til vit eru hjá einum av teimum mongu gotisku bygn­ aðunum í býnum – »Powder­tower«, sum hevur fingið navnið eftir at krút var goymt í torninum. At spáka í Prag er sum at ganga runt í evropeisku arkitektonisku søguni. Meðan flestu evropeisku stórbýir eru bumbaðir í kríggjum ella rivnir av ídnum byggjuharrum, hevur Prag fingið frið og er tí sera væl varðveittur. Gamli býarparturin »Staré Mesto« er sjálvsagda møtisplássið hjá okkum ferða­fólkum. Har er víðagitna astro­ nomiska klokktornið, ið savnar hópin av fólki hvønn heilan tíma fyri at síggja lærusveinarnar koma út úr gomlu klokkuni. Uppi á takinum á hotellinum U Prince eru ferðafólkini fá, og vit njóta ein døgverða í bakandi sól við útsyni yvir alt torgið. Tað er stutt at ganga frá torginum yvir til víðagitnu Karsbrúnna, sum er vegurin til eitt av teimum 2.000 slott­ unum í øllum Tjekkia. Jødiski býarparturin Ein av øllum býarpartunum, ið flestu fólk minnast best frá Prag, er tann jødiski. Har hevði Hitler ætlanir um at gera eitt minnismerki yvir eitt fólk, ið hann ætlaði sær at útrudda. Men hon­um eydnaðist – takk havi lov – ikki. Jødiski býarparturin hevur elstu synagoguna í øllum Evropa, ið enn verður nýtt til gudstænastur. Eisini er gamli jødiski kyrkjugarðurin har undir liðuni á áhugaverda jødiska savninum. Í savn­inum eru øll nøvnini á teimum 80.000 tjekkisku jødunum, ið Hitler tók lívið av, skriva á veggirnar. Vakurt og rørandi. Á ovaru hædd í savninum eru tekn­ ingar frá børnum, sum livdu í kon­ sentra­tiónslegunum savnaðar saman við søgum um, hvussu lív teirra var. Flestu børnini doyðu í konsentra­tións­ legunum í 1942. Tárini renna á teimum vitjandi, og tað er við tungum hjarta, at man fer út aftur. Nýggja býarpartin Vit ger av at fara yvir til nýggja býar­ partin »Nove Mesto« fyri at síggja ein annan part av býnum – men verða bilsnar av, at nýtt í Prag merkir, at tað er grundað í 1300-talinum – so har sóu vit ikki tað stóra av nýmótans bygn­ ingum. At keypa og eta í Prag er bíligt. Tjekkia er ikki við í evrusamstarvinum, men hevur enn sína Koruna. Øl og kristall eru »must« í Prag, og vit fara tí beina kós til pubbina U Pinkasu, har vit eru einsamallar millum 20-30 tjekkisk mannfólk. Ølið smakkar sera væl og kostar ikki tað stóra. Fleiri ávaraðu okkum áðrenn túrin um ikki at eta tjekkiska matin, hann skuldi bæði verða vemmiligur og óintressantur. Vit lesa tí væl uppá og velja matstovur, ið hava góð umdømi. Ein av teimum er nýmótans Sasazu, ið ikki bara hevur fantastiskan mat, men eisini bjóðar gestunum hondmýking, tá tey hava verið á wc... Góði maturin, søguligu bygningarnir, heita veðrið og lága príslegan gjørdu okkum túrin fantastiskan. Prag er avgjørt ein av býunum í Evropa, sum er verdur eina vitjan. Søguligt og stuttligt í Prag Tað eru fáir býir, har søgan er so livandi sum í Prag. Upp á ein dag ber til at ferðast millum øldir av søguligum bygningum og minnismerkjum. At sólin skínur og handlarnir eru bíligir ger sjálvandi ikki vitjanina í hesum hugnaliga býi verri mynd: jens k Gamla torgið við sínum gotisku bygnaðum sæst best frá takinum á U Prince Astronomiska klokkan frá 1400-talinum lokkar hópin av ferðafólki