fríggjadagur 19. august 2011síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 19. august 2011 · Nr. 95
Sosialurin
Tíðargrein
Albert Isfeld
Arkitektur
“Orðatakið sigur at, man skal ikki vísa dára
hálvgjørt verk” – men, men, hvat er tað,
sum nú er við at henda í Gundadali, hesum
neyðar dali, sum er brúktur sum kastibløka
hjá ambitiøsum politikkarum og øðrum
persónum, sum her hava sæð møguleikan
at markera seg, hvør við sínum uppskoti um,
hvussu dalurin skal skipast til ítróttarøki.
Alt gott um hesa entusiasmu, bert spell, at
allar hesar ætlanir renna í hvør sína ætt og
tað tykist, sum at tann eina ætlanin skal als
ikki sampakka við nakra aðra – tað er sum tá
smábørn eru einsamøll heima í heldur langa
tíð, og eru farin inn í køkin at spæla fólk í
húsi.
So er eisini við hesu “sponsku” ætlan, so
sum hon er víst í bløðunum. Tað sær út til,
at alt tað, sum higartil er skipað og bygt, skal
burtur og nakað heilt nýtt skipast – “og sí, tað
gamla er burtur og alt er vorið nýtt.”
Eg ivist onga løtu í, at nakað gott kann
gerast í Gundadali, so at ein fuglur Føniks
einaferð fer at daga undan í fullum skrúð
til frægd fyri hvørt eyga og gleði fyri hvørt
hjarta; men tað krevur at ítrótturin saman
við Tórshavnar Kommunu taka lógvatak
saman og útskriva eina arkitektakapping fyri
øki, og tá vinnarin av hesi kapping er funnin,
so at virða uppskotið og lata arkitektin
fremja verkið til fullnar, uttan dilletantiska
uppílegging frá politikkarum og umsiting.
Tað er helst ongin ivi um, at hasar stóru
mastrarnar - sum við lagnunar speisemi eru
farnar at líkjast dinosaurum, og sum um
skamma stund fara at spýta eld um allan
Gundadal og hvørs glæma fer at síggjast heilt
til Runavíkar ella, og Gud forbjóði tí, heilt til
Klakksvíkar – í sínum veldi hóska serliga illa
her mitt í Havnini.
Hevði tað av illum verið so, at mastrarnar
vóru arkitektonisk listarverk kundi man
sagt “lad gå” – men hesir dinosaurarnir - áh
so óføroyskt.
Eg tími illa at illgita fólki, men eg kann ikki
lata verða við at hugsa – og tað gera kanska
nógv við mær – at her man onkur smartur
mastraseljari hava verið uppá spæl og hava
bjóða føroyingum til eina mastraveitslu og
tá hevur stemningurin verið so góður og
sølumaðurin so væl talandi, at sonn sæla
hevur tikið seg upp millum føroyingarnar,
sum alspentir hava skrivað undir ein
ljóssáttmála til 40.000 áskoðarar til okkara
diminitivu 7.000 áskoðarar.
Tað er at fegnast, um at Oddvør Johansen
ger vart við seg um hesar ivasomu varðar í
vakra Gundadali – takk fyri tað Oddvør.
Tað er onki at taka seg aftur í, at hasar
mastrarnar høvdu helst riggað í London og
París, har fótbóltsvallirnir rúma bæði 40.000
og 50.000 áskoðarum við hartil stórum
tribunum, sum gott kunnu verða bæði 30 og
50 metrar høgar og hvørs umhvørvi eru 5 til
10 hæddaðir bygningar.
Her hjá okkum áttu vit at proportionera
hesar mastrar til okkara vøll og umhvørvi -
hvar eru vit og skil, hvar er býararkitekturin
í hesum høpi?
Viðlagt eru nøkur dømi um stadionljós,
sum kundu rigga hjá okkum – men gakk.......
Dinosaurarnir í Gundadali
Fyri ikki so langari tíð síðan var í bløðunum víst eitt nýtt stadion, sum,
ja halt tykkum fast, spanskir arkitektar høvdu teknað. Uppiyvir hesum
stadion dagaðu eldspýtandi dinosaurar upp móti himmalinum
Noreg, Molde Stadion
Stavanger Stadion
Sveits,St. Jacob Stadion
Týskland, Ecke Stadion