Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-19, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. august 2011síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. august 2011 · Nr. 95 18 Sosialurin Kjak Hin slapp sær burtur um­vegis politiskt “stunt­ numm ar”, sum flokkur hans­ara hevði sett upp, men sum eingin uttan­ fyristandandi skilti. Ivaleyst rýmdu bæði Høgni og Jørgen, tí hvørgin teirra megnaði at vinna Uttanríkisráðnum sjálvsagdan pall, í teirri politiski skipanini, undir verandi ríkisrættarligu støðu. Teir komu í rass­ haft av sínum egna barni og vóru noyddir at fara. Sjálvur mælti eg frá at seta aðalstjóra í Uttan­ ríkisráðnum, tá tað varð gjørt. Ikki minst tí, at ætlanin í rúma tíð hevur verið at lækka talið av aðalráðum úr 9 í 6, fyri at fremja rationaliseringar í almennu fyrisitingini. Nú Uttanríkisráðið aftur er endað í føvningi­ num á løgmanni, aftaná at landsstýrismenninir hava stungið í sekkin, eri eg sannførdur um, at rætta løtan er komin at avtaka ráðið. Uttan­­ríkis­ tænastan eigur síðan at verða skipað sum deild undir Lønar­­skriv­ stovuni, soleiðis sum støðan var áðrenn Javn­ að­ar­flokkurin, Mið­flokk­ urin og Tjóð­veldi (CHE) stovnaðu ráðið í 2008. Brúk er fyri hvørjari krónu nú Landskassin í fleiri ár hevur havt hall. Týðandi vælferðar­ tænastur eru undir hørð­ um trýsti, sam­stundis sum skattir og av­gjøld eru millum heimsins hægstu. Ein samanrenning millum Løgmans­fyri­ sitingina og Uttan­ríkis­ ráðið bjargar neyvan samlaða lands­húsar­ haldi­num. Men tað hevði spart Lands­kassa­ n­um nakrar kær­komnar krónur, uttan at tað yvirhøvur hevði verið neyðugt at niðurraðfest partin av uttanríkis­tæn­ astuni, sum er neyðugur at hava. Løgmaður eigur at bera skjótt at. Hann situr í løtuni við buktini og báðum endunum. Skal at enda undir­ strika, at greinin á ongan hátt er ætlað, sum kritikkur av starvsfólki og leiðslu í ráðnum. Løtan at avtaka Uttan­ ríkisráðið Á Vágaportalinum 12. august 2011 skrivar Zakarias Wang eina grein, sum ikki kann takast fyri annað enn skemt á høgum støði, har hann førir fram, at komm­unurnar stórt sæð bert eru til ampa fyri okkara samfelag, og tí eiga at verða avtiknar, Sum kunnugt er Zakarias Wang ein av okkara fremstu søgumonnum, ið sum oftast kemur við áhugaverdum sjón­ ar­mið­um. Tíverri er megin­ part­urin av hesari grein­­ini dømi um, at sjálvt tey bestu kunnu taka púrasta feil. Ótrúligir pástandir Pástandir hansara eru: *at komm­unustýrislimir hava mest­­­sum einki at siga, *at av­­gerðir­nar verða tiknar av em­bætis­fólki, *at komm unu­ skatt­ur­in fer upp, uttan at meir fæst burtur­úr, og *at heildar­skatt­urin veks­ur, tá fleiri myndug­leikar skulu áleggja hann. Við hesum kemur Zakar­ ias skjótt og elegant til ta niðurstøðu, at “tað er helst best fyri alt samfelag okkara at sleppa av við tað dýrkandi almenna millumliðið, sum komm unurnar eru”. Sjáldan er nakar við so fáum grundgevingum komin so skjótt til eina so koll­velt­ andi niðurstøðu. Hyggja vit so nærri at grund­geving­ unum, verður enn verri, tí tær eru heilt burturvið. Politikarar eru valdir at stýra At pástanda, at komm unu­ stýrislimir mestsum einki hava at siga, og at embætis­ fólkini stýra komm ununum, er rættiliga áhugavert. Fyri ein og hvønn politik­ ara, sum verður valdur inn í eitt komm unustýri, er tað ein avbjóðing at taka ábyrgd fyri sínum heimildum sum fólkavaldur. Tað eru bert veikir politik­ arar, sum skylda uppá, at tað eru embætisfólkini, sum ráða. Tí mugu vit hava politikarar, sum tora at taka ábyrgd og avgerðir. Hinvegin kunnu veikir politikarar als ikki brúkast sum grundarlag fyri at avtaka komm unurnar. Kommunurnar skapa framburð Tey, sum kenna almenna húsar­haldið, vita, at komm ­ unurnar eru munandi dugna­ ligari enn landið til at taka sær av teimum borgaravendu tænastunum og at fáa nógv burtur úr teimum krónum, sum koma inn í skatti. Dømini um hetta eru fleiri. Eitt nú tá ið komm unurnar yvirtóku fulla ábyrgd av barna­ansingini, og tá ið tær yvirtóku meginpartin av barnaverndarøkinum. Eisini eru mong dømi um, hvussu tann komm unali myndug­­leikin – í góðum sam­ starvi við vinnuligar aktørar í lokal­samfelagnum – hava skapt og skapa framburð og vinnulig framstig, sum alt okkara samfelag byggir á og nýtir gott av. Tað er tí púra burtur­við at pá­­standa, at vit einki fáa burt­ ur­úr komm unu­skattinum. Uttan kommunur einki land Eg havi fleiri ferðir áður ávarað ímóti at avtaka Føroy­ ar sum land við at taka burtur teir grundarsteinar, sum hava bygt, byggja og mynda landið. Millum hesar grundar­ steinar vóru valdømini, sum sentraliserandi kreftirnar her á landi megnaðu at av­ taka. Hetta var ómetaliga stórur missur fyri samfelag okkara, ið vit longu nú síggja óhepnar fylgjur av. Ein annar týðandi grund­ arsteinur í samfelagsbygnaði okkara eru komm unurnar. Eg fari enn staðiligari at mót­ mæla øllum álopum á komm ­ unurnar, tað kann prógv­ast, at tær eru ein týð­andi partur av merginum í samfelag okkara. Zakarias Wang kann ikki annað enn skemta í hesum lesarabrævi. Latið okkum heldur halda fram at menna komm ­ un­­ur­­nar til at átaka sær tær borg­ara­­­vendu upp­gáv­ur­ nar, sam­stundis sum lands­ myndug­­­­leik­in røk­ir sína upp­­­gávu sum lóg­­gávu­­vald og eftir­lit. Tað er best gongda leiðin. Man Zakarias Wang skemta Gunvá við Keldu Forkvinna í KSF og borgarstjóri í Klaksvík Bjørn Kalsø løgtingsmaður Í rúma tíð hevur ófriður valdað í Uttanríkisráðnum. Tveir landsstýrismenn eru eftir stuttari tíð rýmdir. Tann fyrri smeyg sær út gjøgnum eitt lyklarhol í kjalarvørrinum á einari íspunnari lásagølu Sætti partur Tá ið nú tal lærisveinana vaks, byrjaði knarr millum tey um, at summ ar einkjur fingu minni enn aðrar við ta dagligu útbýtingina. Her síggja vit, at ongin av okkum, er fullkomin, øll gera vit feilir og koma at gera tað so leingi, vit eru her. Tann fyrsta samkoman er einki undantak, eisini tey vóru vanlig menniskju, og hóast at orð Guds virkaði so kraftiga ímillum teirra, sum vit hava sæð, so gjørdu tey feilir. Vit síggja hetta allastaðni. Ábraham, ísakur og Jákup, ættarfedrarnir, gjørdu feilir, Móses, Dávid og aðrir kundu verið nevndir eisini, sum gjørdu mistøk, ja fullu ógvuliga djúpt í synd. Men hesum við útbýtingini fingu teir skil á, nakrir menn vóru settir, sum skuldu fáa skil á hesum. Í samband við hetta er ein lærdómur, sum vit gera gott í at hava í huga. Legg til merkis at ápostlarnir vilja ikki taka hesa uppgávu sjálvir, men siga: “Men vit skulu trúliga halda á í bønini og tænastu orðsins." Eg trúgvi, at hetta skal læra okkum, hvussu týdning­ armikið tað er, at tað eru nakrir, í heilt halga seg til hetta at liva Harranum nær, biðja, granska orðið og so vera førir fyri at læra onnur. Ápostlarnir eru ikki her hjá okkum longur, tí tørvar samkomu Guds slíkar menn. Tað er hetta, Paulus skrivar til Timoteus um í seinna brævi sínum 2,2: Tað, sum tú hevur hoyrt meg talað fyri mongum vitn­ um, fá trúføstum monn­um tað í hendur, sum eru førir fyri aftur at læra onnur! Mátti Harrin vakt upp yngri menn, sum vildu gjørt hetta til sítt høvuðsarbeiði. Legg til merkis, ein má vera trúfastur í samkomuni, fyri at kunna gerast ein slíkur. Eg meini ikki við, at teir ikki skulu arbeiða fyri at fáa dagligt breyð í munnin, men at eftir tað og annars tær vanligu skyldur ein hevur, skuldi verið soleiðis, at man legði allan dent á at gjørt hetta, og ikki lati seg lokkað til alt møguligt annað, sum so fer við allari tíðini. Samkomu Guds tørvar slíkar menn. Ein av monnunum sum vóru valdir til at standa fyri tí dagligu útbýtingini, var Stefanus. Hann var fullur av Heilaga Andanum og gjørdi stór tekin og undur millum fólkið. Hann varð falskt áklaðaður, og eftir at hava hildið verjurøðu, varð hann steinaður, og varð soleiðis fyrsta blóvitnið í samkomuni. Og nú brast hørð forfylging á. Hesum byrjar kap. átta við. Framhald Richard Danielsen Hugleiðingar úr Ápostlasøguni