hósdagur 15. juni 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 112 - 15. juni 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Føroyskt vinnulív
Viðmerking:
Føroyski búskapurin hevur seinasta tíggjuára
skeiðið verið fyri stórum broytingum. Samfel-
agið fór úr djúpari kreppu til eina støðu nú,
har tosað verður um ovurhiting av búskapi-
num, og útlendskur kapitalur byrjar at koma
inn aftur í samfelagið. Hettar hava vit eitt nú
sæð í alivinnuni. Ymiskt er hvussu vinnulívið
hevur hilnast hettar tíðarskeiðið. Nógv feløg
fóru á húsagang, tá kreppan leikaði harðast
á, meðan onnur konsolideraðu seg og standa
kanska sterkari eftir kreppuna.
Í áttatiárunum vóru fleiri útlendsk feløg virkin
í Føroyum, millum annað í byggivinnuni. Tað
er ivaleyst gott, at vinnan fær íblástur og
kapping uttaneftir, men ansast má eftir, at
eigaraviðurskiftini eru greið, soleiðis at tað er
greitt hjá borgarum og myndugleikum, at talan
er um føroysk feløg, um tey rópa seg tað.
Spurningurin er so, hvussu eitt føroyskt felag
verður definerað. Í alivinnuni er norskur kap-
italur innkomin. Vinnumálastýrið hevur verið í
tinginum við uppskoti um at loyva upp til 49%
av útlendskum partapeningi. Skal hettar so
skiljast sum, at um 51% av partapeninginum
er føroyskur, so er talan um eitt føroyskt felag?
Kann man fara so langt sum at siga, at bara
tann dominarandi partaeigarin er føroyskur,
so er talan um eitt føroyskt felag?
Ivasamt er, um tal av føroyskum parteigarum
er eitt gott mát. Ein kann hugsa sær eina
støðu við 1000 føroyskum partaeigarum, ið
eiga eina krónu í part, meðan ein útlendskur
partaeigari eigur eina milliónaupphædd.
Spurningurin er, um eitt slíkt felag hevði kunn-
að verið flokkað sum føroyskt.
Íslendarar hava altíð ansað sera væl eftir, at
íslendska fiskivinnan hevur verið hildin á ís-
lendskum hondum. Føroyingar eiga at gera
upp við seg sjálvan, hvat vit vilja, og hvussu
vit tilrættisleggja føroyskt vinnulív. Tað er iva-
leyst skilagottt at skilja ímillum vinnur. Eitt nú
fiskivinna er eitt tilfeingi, ið føroya fólk eigur,
og tí eigur ivaleyst at vera farið sera varisliga
fram viðvíkjandi útlendskum kapitali, meðan
aðrar vinnur sosum eitt nú tænastuvinnur
kundu kanska fingið gagn av útlendskum
íløgum.
Diskussiónin um hvussu eitt føroyskt felag
skal definerast er relvant fyri allar vinnur, og
ikki minst nú ein oljuvinna stendur fyri durum.
Tosað hevur verið í fiskivinnuni um útlendskar
kreftir, ið keypa fiskiloyvir við føroyskum front-
figurum. Veitaravinnan og oljuvinnan verða
vinnur, har útlendskur kapitalur er neyðugur,
men greitt má vera fyri myndugleikum og
borgarum, hvørji áhugamál standa aftanfyri.
Vónandi fáa vit eitt mennandi kjak um hvussu
føroysk feløg skulu definerast, so at ongar
misskiljingar verða í føroyum og ikki minst
uttanlands. Vónandi fer føroysk fiskivinna,
vinna annars og oljuvinna at vera frí fyri so-
kallaðum strámannavirksemi, har roynt verður
at vinna frammihjárættindi sum føroyingur
uttan at føroysk áhugamál verða umboðaði.
Einki gykl – fólkaatkvøða
verður, tá ið tíðin er búgvin
Orðaskiftið um fólkaat-
kvøðuna hevur tikið eina
løgna vend. Og fólk eru
farin at ivast í, um nøkur
fólkaatkvøða
yvirhøvur
verður um broyting í viður-
skiftunum millum Føroyar
og Danmark.
Sjálvandi verður fólkaat-
kvøða. Men hon hevur ong-
an skund. Tað er ikki alt av-
gerandi, hvussu skjótt tað
gongur, tað sum er alt av-
gerandi er, hvussu væl fólk-
ið er upplýst um, hvussu
støðan verður í Føroyum
við fullveldi og uttan full-
veldi. Og tað hevur sjálv-
andi nógv við búskap at
gera.
Fólkið skal hava at vita,
hvat tað er man tekur støðu
til. Fáa Føroyar fullveldi,
sigur danska stjórnin, at
skiftistíðin verður 4 ár, ja,
kanska upp móti seks árum.
Tað vil siga í hesum tíðar-
skeiði verður blokkstuðulin
minkaður
burtur.
Men
hvussu verður, um einki
hendir viðvíkjandi føroysk-
um sjálvstýri?
Henda spurning hevur
landsstýrið skyldu til at fáa
svar uppá, og danska stjórn-
in skyldu til at svara uppá.
Fremstu ráðgevarar hjá
donsku stjórnini siga, at
blokkurin skal minka kort-
ini, og helst minka burtur,
uttan mun til hvussu viður-
skiftini verða millum lond-
ini bæði. Tí føroyski bú-
skapurin er nóg sterkur til
tess. Tað vil altso siga, at
mest sannlíkt er, at uttan
mun til, um vit fáa sjálv-
stýri ella ikki, so hvørvur
danski blokkstuðulin til
Føroya. Uttan fullveldi fáa
vit kanska nøkur ár afturat,
men vit vita tað ikki.
Hvussu verður so, um ein
nýggj kreppa stingur seg
upp í Føroyum. Eisini her
hevur stjórnin sagt, klokku-
klárt, at tað er eitt føroyskt
problem, og ikki eitt danskt,
sama hvussu viðurskiftini
verða landanna millum.
Hetta eru tey mál, sum
landsstýrið skal arbeiða víð-
ari við, og fáa svar uppá,
uttan mun til, hvat kemur
burtur úr samráðingunum
nú tann 15. juni. Vit skulu
sjálvandi røkka teimum
endamálum, vit hava sett
okkum, nevniliga at Før-
oyar gerast sjálvberandi og
sjálvstøðugar. Nyrup hevur
sett sær fyri, at so skal ikki
vera. Tað vil siga vit standa
í einari støðu sum krevur at
mýkjast.
Fyri Sjálvstýrisflokkin er
tað ikki avgerandi, at ein
fólkaatkvøða skal vera um
hetta júst nú, ella ongantíð.
Tað sum um ræður er at
tíðin er búgvin til fólkaat-
kvøðu, tá ið hon verður.
Øll minnast, at Sjálv-
stýrisflokkurin setti sum
áfrávíkiligt krav, at fólka-
atkvøða skuldi vera um
eina nýggja skipan mill-
um Føroyar og Danmark.
Høvdu vit ikki kravt tað, so
hevði Føroya fólk ikki fing-
ið hesa trygd. Men hetta
krav forpliktar okkum til at
gera tað klokkuklárt og
greitt fyri fólkinum, hvat
man sigur ja til, og hvat man
sigur nei til. Einki skal gykl-
ast fyri fólki, hvørki við-
víkjandi fullveldi ella við-
víkjandi heimastýri.
Fáa vit ikki svar uppá
henda spurning nú, so er tað
sjálvandi uppgáva lands-
stýrisins at fara til verka,
líka til vit hava fingið eitt
greitt og nøktandi svar. Og
hetta arbeiði má taka ta tíð
sum krevst. Nú ræður um
ikki at lata politiskar ósemj-
ur í Føroyum forkoma
møguleikanum at flyta
sjálvsavgerðarrættin og á-
byrgdina til Føroyar á ein
sømiligan og ein rímiligan
hátt fyri allar partar.
Helena Dam á Neystabø
Ein minniluti í uttan-
landsnevndini (Jóannes
Eidesgaard, Edmund
Joensen og Marius Dam)
hava hesar viðmerkingar
til viðgerðina í uttan-
landsnevndini í samband
við komandi samráðing-
arnar millum landsstýrið
og ríkisstjórnina 15. juni
2000:
Samb. grein 54 stk. 2 í løg-
tingslóg um stýrisskipan
Føroya skal landsstýrið ráð-
føra seg við uttanlands-
nevnd løgtingsins í sam-
band við samráðingar við
ríkismyndugleikarnar av
stórum týdningi fyri viður-
skiftini Føroya og Dan-
markar millum.
8. juni 2000 var fundur
millum uttanlandsnevndina
og umboð fyri landsstýrið
við løgmanni á odda, har
dagsskráin var komandi
samráðingarnar
millum
landsstýrið og stjórnina 15.
juni
2000.
Løgmaður
greiddi frá ymiskum í sam-
band við komandi samráð-
ingarnar, t.v.s. her var bert
talan um eina partvísa kunn-
ing. Talan var ongantíð um
ráðføring við nevndina, so-
leiðis sum stýrisskipanina
fyriskrivar, og løgmaður
ætlaði at hesin fundurin
skuldi verða tann einasti og
seinasti áðrenn samráðing-
arnar nú hósdagin. Formað-
urin í nevndini hevði heldur
ikki ætlan um fleiri fundir
um hetta evnið, men eftir
ynski frá minnilutanum var
nýggjur fundur avtalaður.
Ein ráðføring við nevnd-
ina merkir, at nevndin tekur
eina støðu til eitt skrivligt
upplegg, sum landsstýrið
kemur við. Niðurstøðan hjá
nevndini má festast á blað
og sendast landsstýrinum,
soleiðis sum siður eisini
hevur verið, serliga tá sam-
ráðingar vóru um markið
millum Føroyar og Bret-
land.
Á fundinum 8. juni 2000
býtti landsstýrið nøkur notat
út til nevndina viðvíkjandi
ymiskum
viðurskiftum,
sum partarnir á seinasta
samráðingarfundi
vóru
samdir um skuldi gerast.
Men nevndarlimirnir høvdu
ongan møguleika at kunna
seg við hesi notat á sjálvum
fundinum. Tí varð biðið um
nýggjan fund, soleiðis at í
minsta lagi partar av and-
støðuumboðunum fingið
møguleika at geva sína
hugsan til kennar.
Í
vikuskiftinum
eftir
fundin í uttanlandsnevndina
er komið fram í fjølmiðlu-
num, at landsstýrið hevur
slept ynskinum um javn-
bjóðis rættindir hvør hjá
øðrum, eftir at Føroyar eru
vorðnar eitt fullveldi. Hetta
varð als ikki nevnt á fundi-
num í uttanlandsnevndini,
og landsstýrið hevur ongan-
tíð leitað sær ráð frá nevnd-
ini um henda spurning.
Minnilutin kann bert stað-
festa, at her er talan um
mannagongd, sum als ikki
er í tráð við okkara stýris-
skipan. Tað er als eingin
ráðføring farin fram í sam-
band við komandi samráð-
ingar, serliga tá tað nú kem-
ur fyri dagin, at samráðing-
aruppleggið er munandi
broytt.
Minnilutin
mótmælir
harðliga, at landsstýrið letur
av hondum rættindir og
møguleikar, sum føroyingar
í dag eiga í ríkisfelagsskap-
inum.
Viðvíkajndi notatunum,
sum eru býtt út til nevdnina,
so kunnu vit bert staðfesta,
at hvørki meirilutin í nevnd-
ini og enn minni landsstýrið
ætlaði at viðmerkingar
skuldu gerast til hetta tilfar.
Tí vil minnilutin bert vísa
til tað, sum er sagt í álitinum
frá sama minniluta, tá fyrsta
samráðingaruppleggið var
til viðgerðar.
Sum ein heilt nýggj sið-
venja hevur samgongumeir-
ilutin saman við umboði
Miðfloksins í uttanlands-
nevndini gjørt av, at uttan-
landsnevndin skal sita á
Christiansborg, meðan sam-
ráðingarnar fara fram. Sam-
bært notati, sum løgfrøðing-
ur á løgtingsskrivstovuni
hevur gjørt, so verður bein-
leiðis sagt, at uttanlands-
nevndin sbr. lógini ikki
hevur heimild at luttaka í
millumtjóða samráðingum.
Hetta er ein siðvenja, sum
er púra ókend í londunum
rundan um okkum. Í staðin
fyri, at uttanlandsnevndin
saman við landsstýrinum
ger neyðuga heimaarbeiðið
sambært stýrisskipanarlóg-
ini, verður meirilutin saman
við umboði Miðfloksins
meira ella minni partur av
samráðingunum, tí lands-
stýrið skal ikki bert kunnað
nevndina leypandi, men eis-
ini ráðføra seg við hana.
Hetta vil sjálvsagt eisini á-
byrgda luttakararnar úr utt-
anlandsnevndini fyri tí úrs-
liti, sum kemur burtur úr
samráðingunum.
Tórshavn 13. juni 2000
Jóannes Eidesgaard
Edmund Joensen
Marius Dam
Mótmæla at landsstýrið letur frá sær rættindi
Eyðun Klakstein og
John Johannessen
úr Keypmannahavn
Landsstýrið vildi hava hern-
aðarmálið við í dagsskránna
fyri samráðingarfundin í
Keypmannahavn í dag, men
hesum sýtti danska stjórnin
blankt fyri.
Tí er hernaðarmálið ikki
ein sjálvstøðugur partur av
samráðingunum í dag, so-
leiðis sum landsstýrið ætl-
aði. Men landsstýrið fer ikki
at finna seg í, at danir ikki
hava hug at tosa um hetta
mál.
– Vit vóru noyddir at góð-
taka, at tann kunningin, sum
vit vilja hava um verjumál,
ikki kemur við í dags-
skránna fyri fundin hesa-
ferð, men vit ætla at taka
málið upp á fundinum kort-
ini, sigur Anfinn Kallsberg,
løgmaður.
– Um vit ikki høvdu verið
samd um eina fundarskrá,
hevði ikki borið til at havt
nakran fund, og tí sleptu vit
kravinum um at fáa hern-
aðarmál við sum ein sjálv-
støðugan part av samráðing-
unum hesaferð.
Stjórnin strikaði
hernaðarmál
Brævaskiftið, sum hevur
verið millum Anfinn Kalls-
berg og Poul Nyrup Ras-
mussen undan samráðingu-
num í dag, vísir, at partarnir
eru ósamdir um, hvussu far-
ast skal fram í hernaðarmál-
um.
Danska stjórnin vil hava
eitt ítøkiligt uppskot frá
landsstýrinum, áðrenn tað
fer at viðgera hernaðarmál,
men landsstýrið sigur seg
ikki verða ført fyri at gera
nakað upplegg, fyrr enn
Nokta at kunna
um hernaðarmál
Landsstýrið krevur, at danska stjórnin kunnar um hernaðarliga leiklutin hjá
Føroyum, men hesum sýtir stjórnin fyri. Landsstýrið fer at taka málið upp á
samráðingarfundinum í dag, hóast danir hava noktað at taka tað við í fund-
arskránna
danska stjórnin hevur kunn-
að landsstýrið um leiklutin
hjá Føroyum í hernaðarlig-
um viðurskiftum.
Síðsta dagin í mai sendi
løgmaður danska forsætis-
ráðharranum eitt uppskot
um, hvussu landsstýrið vil
hava
fundarskránna
at
síggja út. Í hesum uppskoti
skal danska stjórnin kunna
landsstýrið um hernaðar-
mál, sum hava við Føroyar
at gera.
Men tá Poul Nyrup Ras-
mussen eina viku seinni
svarar brævinum frá løg-
manni, verða hernaðarmál
strikað av dagsskránni.
– Danska stjórnin hevur
einki at leggja afturat tí not-
ati, sum Verjumálaráðið
hevur gjørt um hernaðar-
støðirnar í Føroyum. Hetta
notat hevur landsstýrið fing-
ið, og eru faktuellir spurn-
ingar til hetta notat, er
stjórnin sinnað at svara hes-
um spurningum, skrivar
Poul Nyrup Rasmussen í
brævinum.
Í notatinum, sum danski
forsætisráðharrin nevnir,
standa bara faktuellir upp-
lýsingar um hernaðarstøð-
irnar í Føroyum, og einki
nýtt er at finna í hesum not-
ati.
Fáa einki gjørt
uttan kunning
Fríggjadagin sendi løgmað-
ur nýtt bræv til Poul Nyrup
Rasmussen, har hann sigur,
at landsstýrið ikki skilir, at
stjórnin ikki vil kunna
landsstýrið um hernaðar-
mál.
– Landsstýrið hevur fing-
ið notatið frá Verjumálaráð-
num, og umframt at danska
stjórnin kann svara spurn-
ingum um hetta notat, eigur
stjórnin eisini at koma við
eini kunning av strategiska
týdninginum hjá Føroyum,
heldur Anfinn Kallsberg.
Av tí, at skeiv lýsing hjá Smyril Line er komin í blaðið mikudagin endurprenta vit tí røttu lýsingina í dag. Sí niðanfyristandandi lýsing
Anfinn Kallsberg sigur, at
landsstýrið er ikki ført fyri
at gera nakran verju-
politikk, fyrr enn danska
stjórnin hevur kunnað
føroyingar um hernaðar-
ligu viðurskifti
Poul Nyrup Rasmussen
noktar fyri at viðgera
hernaðarligu støðuna hjá
Føroyum, um landsstýrið
ikki kemur við einum ítøki-
ligum uppleggi um verju-
politikk
Landsstýrið ynskir tí at
fáa hetta mál sum ein sjálv-
støðugan part av samráðing-
unum, og landsstýrið vil
hava donsku stjórnina at
greiða bæði frá teimum søg-
uligu viðurskiftunum og
framtíðarstøðuni.
Týsdagin var aftur bræv-
askifti millum løgmann og
forsætisráðharran. Poul Ny-
rup Rasmussen vísti før-
oyska kravinum um at verða
kunnað um hernaðarmál frá
sær. Hann sigur, at samráð-
ingarnar byggja á, at før-
oyingar skulu gera upplegg
og so verður tosað út frá tí.
Skal hernaðarmálið viðger-
ast, mugu føroyingar koma
við einum ítøkilium upp-
leggi til hetta.
Anfinn Kallsberg svarar
danska forstætisráðharra-
num, at føroyingar kunnu
ikki koma við nøkrum upp-
leggi um verjupolitikk í
framtíðini, tí føroyingar
kenna einki til týdningin hjá
Føroyum í hesum saman-
hangi. Landsstýrið veit ikki
hvønn leiklut Føroyar hava
í hernaðarligum saman-
hangi, men landsstýrið
heldur, at nógv bendir á, at
hesin leiklutir ikki hevur
verið lítil.
– Landsstýrið heldur seg
eisini seinastu mánaðirnar
hava fingið innlit í, at Dan-
mark hevur fingið fíggjar-
ligan ágóða av, at Danmark
hevur nýtt føroyskt og grøn-
lendskt landaøki í hernað-
arligum
viðurskiftum,
skrivar løgmaður í brævi-
num til forsætisráðharran.
Kunning seinni
Landsstýrið endar tó brævið
við at siga, at tað má taka
til eftirtektar, at danska
stjórnin ikki ynskir at hava
hernaðarmál við í fundar-
skránni.
– Vit ætla at taka málið
upp á fundinum, og danska
stjórnin hevur lovað at
koma við eini kunning
seinni, sigur Anfinn Kalls-
berg, løgmaður.
– Vit hava ongan møgu-
leika at gera nakað upplegg
um verjupolitikk í framtíð-
ini, um vit ikki kenna søg-
una og tann leiklut, sum
Føroyar hava havt og hava í
hesum samanhangi.
Landsstýrið hevur nevnt,
at tað umhugsar at søkja um
limaskap í felagsskapinum
Partnership for Peace, sum
er ein felagsskapur við til-
knýti til NATO. Men nakran
neyvan verjupolitikk ella
upplegg um hetta, sigur
landsstýrið seg ikki vera ført
fyri at gera, uttan at tað fær
ein kunning frá donsku
stjórnini.
Landsstýrið krevur at fáa upplýsingar um hernaðarliga leiklutin hjá Føroyum fyrr og
nú, men hesum sýtir danska stjórnin fyri