fríggjadagur 19. august 2011síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. august 2011 · Nr. 95
20
Sosialurin
Kjak
Eg skilji á lagnum,
at summi vilja fram
haldandi halda hetta
tjakið gangandi, men
tað verður so ikki við
mær sum luttakara.
Tikin á bólið sum eg
varð, eins og so nógv
onnur, illur, eins og so
nógv onnur, viðmerkti
eg støðuna, uttan at
vita hvat veruliga lág
aftan fyri atsóknina í
Norra. Tað var skeivt.
Eg havi alment biðið
um umbering sum er
tikin til eftirtektar.
Tað er neyðugt at
koma víðari.
Vit hava eitt týdn
ingarmikið løgtings
val fyri framman, og
flokkurin hevur brúk
fyri, at vit standa
saman. Vit hava nógv
mál upp á hjarta sum
flokkur, og valevni
hava mál sum tey
ynskja viðgjørd, í trá
við floksins stevnu
skrá.
Eg havi verið virkin
í Javnaðarflokkinum
yvir 20 ár og havi altíð
vart
stevnuskránna
hjá flokkinum og verið
flokkinum
trúgvur.
Trúvirði hjá flokki
num og hjá mær er
enn sterkari við einari
fyrigeving, um onkur
skuldi ivast í tí. Eg eri
framvegis
valevni,
og eg eri framvegis
partur av samgonguni
í býráðnum.
Tað er av týdn ingi,
at Javnaðarflokkurin
varðveitir sína sterku
støðu, serliga í hesum
krepputíðum, og tí
muga øll, sum vanliga
eru ein borgan fyri
teimum bleytu virð
unum standa saman,
enn meira nú enn
nakrantíð, tí júst í
krepputíðum
eru
tað oftast tey bleytu
virðini,
ið
verða
niðarlaga raðfest, og
tað kunnu vit sum
flokkur og menniskju
ikki góðtaka.
Eg havi sjálvandi
nøkur hjartamál, sum
eg komi at viðgera, og
umrøða, men megin
reglan eigur at verða,
at tey virðir og tann
sosiala
stevnuskrá,
vit umboða, koma til
sín rætt, og sum borga
fyri einum rættvísum
samfelag.
Tað
verður
ikki víð
mær sum
luttakara!
Helena Dam á Neystabø
landsstýriskvinna í mentamálum
Áhaldandi
orðaskifti
um
orðblindni fer heilt vist at
ávirka bæði myndugleikar,
skúlar og arbeiðspláss at
viðurkenna orðblindni, og
ikki minst, at hesi somu
taka á seg ábyrgd at betra
umstøðurnar hjá borgarum,
sum bera hetta brek. Tí
hetta er eitt brek, sum tað
við røttu hjálpini ber til at
bøta um. Tað hevur einki við
vantandi evni ella ágrýtni
hjá tí einstaka at gera.
Samstundis er orðblindni
eitt brek, sum hevur havt ilt
við at vera viðurkent. Søgan
um Menu Martinsdóttir var
eitt talandi dømi um, hvussu
trupult tað er at berjast fyri
egnum
rættindum,
men
eisini ein søga um, at tað eru
mong, sum veruliga royna at
stuðla, og at til ber at fáa eina
útbúgving.
Eg vil í hesum sambandi
eisini nýta høvi at siga frá, at
so miðvísur tíðindaflutningur
kann hava ta avleiðing, at
fólk halda, at vit hava als
ongar skipanir í Føroyum,
sum virka orðblindum at
frama. Og tað er ikki so.
Tíbetur hava vit bæði
serlærarar og lesivegleiðarar,
sum gera eitt stórt arbeiði
fyri at varnast næmingar
við lesitrupulleikum og seta
hóskandi skipanir í verk. Og
vit hava eina serundirvísing
arskipan, Sernámsdepilin og
Sernámsfrøðiligu ráðgeving
ina, sum virkar. Tað eiga vit
ikki at undirmeta.
Í mong ár hevur kunngerð
verið galdandi um rættindi
til sernámsfrøðiliga hjálp á
miðnámsskúlunum, og mær
vitandi er ongum sýtt fyri
at fáa neyðuga hjálp. Á sam
skipaða umsóknarblaðnum
til
miðnámsskúlarnar
verður roynt at varnast tey,
sum eru orðblind, so neyðug
hjálp kann verða veitt. Tað,
sum nú hevur týdning, er at
viðurkenna orðblindni og at
skipa tilboðini, so at tað ikki
verður steinur oman á byrðu
at fáa fatur á røttu hjálpini,
sum er til taks.
Serligur undirvísingar
førleiki krevst
Tað krevur serligan fakliga
førleika at veita røttu undir
vísingina. Og staðfestast má,
at samanlagt hava tað verið
ov fá, sum hava havt neyð
ugu fakligu førleikarnar at
staðfesta orðblindni og at
geva røttu undirvísingina.
Tørvur er á fleiri fólkum
við
miðvísum
førleikum.
Og tørvur er á opinleika um
trupulleikan.
Júst tí havi eg sum lands
stýriskvinna í mentamálum
sett í verk eftirútbúgvingar
innan lesing og skriving,
herímillum orðblindni, fyri
fólkaskúlalærarum. Eisini er
skipað fyri orðblindalærara
útbúgving fyri lærarum í
frítíðarundirvísingini
og
fyri lærarum í vinnu – og
miðnámsskúlunum, og skúla
árini 2011/2012 og 2012/13
verður skipað fyri eftir
útbúgving fyri allar fólka
skúlalærarar innan fakliga
lesing og kunningartøkni.
30 serlærarar
útbúnir næsta ár
Næsta ár verða 30 lærarar
lidnir við eina 3-ára útbúgving
sum serlærarar. Og hesa ferð
er serligur dentur lagdur
á, at tey lesandi ogna sær
fakligan førleika at viðgera
lesi- og skrivitrupulleikar
og orðblindni. Fyrra hálvár
í fjør snúði seg um lesi- og
skrivitrupulleikar og seinna
hálvár um orðblindni. Fólka
skúlin skuldi nú verið væl
fyri viðvíkjandi fakligum
førleika at hjálpa orðblindum
næmingum.
Lesivegleiðarar
Í 2010 vóru 30 lesivegleiðarar
útbúnir, sum starvast á
skúlunum kring landið.
Nú skúlaárið 2011/2012
byrjar, eru tímar settir av, so
at lesivegleiðararnir kunnu
fara til verka.
Lesivegleiðararnir skulu
menna lesi- og skriviundir
vísingina í skúlunum, ráð
geva leiðslu og lærarum,
leggja lærarum lag á næm
ingalagaða
undirvísing
í
flokkunum og vísa á, um
næmingar hava lesi- og skrivi
trupulleikar m.a. orðblindni.
Orðblindalærarar
Í fjør tóku eisini 18 orð
blinda lærarar prógv. Hetta
er ein útbúgving fyri tey, ið
undirvísa vaksnum, 14 ár
og eldri, sum eru orðblind.
Luttakarar
vóru
lærarar,
ið undirvísa í frítíðarundir
vísingini, vinnu- og miðnáms
skúlunum og lærarar, ið
undirvísa í elstu flokkum
fólkaskúlans. Lærarar við
hesi útbúgving starvast í
dag m.a. í Teknisku Skúlu
num, Handilsskúlanum, í
fólkaskúlunum og í Sernáms
deplinum.
Frítíðarundirvísing
Umframt at orðblinda und
irvísing og vegleiðing fyri
orðblindum er skipað í nøkr
um vinnu- og miðsnáms
skúlum, hava vit í Menta
málaráðnum
í
samstarvi
við kommunurnar skipað
undirvísing innan frítíðar
undirvísingina fyri orðblind
vaksin, 14 ár og eldri. Undir
vísingin fer fram í 7 kvøld
skúlum kring landið og í
skúlanum Dugna við Áir.
Serlig átøk í
fólkaskúlanum
Tímajáttanin í føroyskum
í byrjanarundirvísingini er
munandi økt seinnu árini,
partvís
tvílæraraskipan
er sett í verk í fyrsta og
øðrum flokki, og t skipað er
útgávurøð av lætt lisnum
bókum
og
arbeiðstilfari
- hetta bara fyri at nevna
nøkur átøk, sum hava til
endamáls
at
tryggja,
at
øll børn læra at lesa og at
skriva so skjótt og so væl
sum til ber, og at skúlarnir
hava bæði tilfar og tímar at
fremja eina mennandi lesi-
og skriviundirvísing..
Áhugafelagið Lesi-
og skriviveik
Áhugafelagið Lesi- og skrivi
veik hevur í fleiri ár veitt
orðblindum
ráðgeving
og undirvísing, og Menta
málaráðið veitir felagnum
árligan stuðul til hetta virk
semi av serligari játtan á
fíggjarlógini. Bæði lesivegleið
arar, orðblindalærarar og
serlærarar
undirvísa
hjá
felagnum.
Samskipan er neyðug
– rektarafundur
er fráboðaður
Tíðindaflutningur,
sum
hevur verið seinastu tíðina
um orblindni, ger vart við,
at ov lítið verður gjørt fyri,
at
orðblindir
næmingar
kunnu luttaka í miðnáms
útbúgvingum og í hægri lestri.
Sum sagt hava næmingar á
miðnámsskúlunum rætt til
hjálp, og vit hava í kunngerð
ásett eina mannagongd um
hjálp og stuðul. Neyðugt er
at samskipa hjálpina, so at
hon er sjónligari og virkar
skjótari.
Til tess at bøta um henda
trupulleika, fari eg í næstum
at skipa fyri einum fundi
við rektarar og leiðarar í
vinnu- og miðnámsskúlum
og hægri útbúgvingum, um
teir møguleikar, sum eru, og
tey rættindi sum tey, ið bera
brek, m.a. orðblind eiga í
sambandi við útbúgving.
Høvuðsendamálið
er
at gera eina mannagongd,
soleiðis at lestrarvegleiðarar
o.o. neyvt vita, hvussu tey
skulu bera seg at, og at tað
ikki verður ein afturvendandi
trupulleiki hjá næminginum,
men at skúlin hevur eina
greiða tilbúgving, sum bara
virkar.
Eisini verða lógarbroyt
ingar gjørdar bæði viðvíkjandi
miðnámsútbúgvingunum
og hægri útbúgvingum, sum
greitt tilskila rættindi teirra,
sum bera brek, og sum ynskja
sær eina útbúgving á jøvnum
føti við onnur.
Eg havi sum landsstýris
kvinna frá fyrsta degi sett
mær fyri at gera nakað
miðvíst fyri at bøta um um
støðurnar hjá teimum, sum
hava lesi – og skrivitrupul
leikar, m.a. orðblind, men
tað krevur fakligar førleikar,
innlit, og ikki minst viður
kenning, og tað tekur tíð.
Minsta kravið hjá næm
ingum og foreldrum má
vera, at fólkaskúlin veitir
næmingum eina lesi- og
skrivitrygd í seinasta lagi
í 2. flokki, og at óneyðugar
forðingar fyri hesum verða
beindar burtur. Eisini at
miðnámsskúlarnir nýta tær
skipanir, sum eru settar í verk,
og at vit sum fólk og serliga
útbúgvingarstovnarnir virða
ST-sáttmálan um rættindi
teirra, sum bera brek, at ogna
sær eina útbúgving.
Eg haldi, at nógv er
gjørt, men vit eru ávegis,
so vónandi fara vit at síggja
nógv góð úrslit, og at tey,
ið eru lesi- og skriviveik
m.a. orðblind, ikki kenna
seg vera við skerdan lut í
útbúgvingarskipanini.
At læra at lesa og at skriva er
ein mannarættur – sjálvandi
Alt summarið hevur Kringvarpið varpað ljós á viðurskiftini hjá orðblindum og
lesiveikum, og tað fegnist eg um. Tað er ein sannroynd, at í nógv ár er ov lítil áherðsla
løgd á at veita orðblindum og lesiveikum ta undirvísing og ta hjálp, sum kann tryggja
orðblindum eitt heilt vanligt lív á jøvnum føti við onnur, sum ikki bera hetta brek
Levi Mørk