fríggjadagur 19. august 2011síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 19. august 2011 · Nr. 95
Sosialurin
Eilif Gaard
Havstovan
Ikki óvæntað, hevur stór
orrusta verið, bæði á Ting
sins røðarapalli og í fjølmiðl
um. Summar viðmerkingar
hava verið meira seriøsar enn
aðrar, og nógv hevur snúð seg
um Havstovuna. Undirritaði
hevur ikki viljað lagt seg í
tjakið, fyrrenn viðgerðin í
Løgtinginum var liðug.
Væl skiljandi er, at nógv
himpraðust við at skerja
virkismøguleikarnar
hjá
teimum einstøku fiskifør
unum og sjófólkunum. Enda
málið við tilmælinum um
skerjingunum er, at tað upp
á sikt fer at geva fiskifør
um og teimum, ið starvast í
hesari vinnu, betri inntøku
møguleikar og betri arbeiðs
umstøður í frammtíðini.
Í
lógini
um
vinnuligan
fiskiskap
verður
dentur
lagdur á
”...at troyta og gagnnýta
tilfeingið
burðardygt
á
skilabesta hátt, lívfrøðiliga
og búskaparliga”.
Í
somu
lóg
er
álagt
Havstovuni at lata lands
stýrismanninum
stovns
metingar og tilmæli fyri
komandi fiskiár,
”..ið
best
tryggjar,
at
fiskastovnarnir verða gagn
nýttir burðardygt”.
Síðani 1980unum hava vit
upplivað fleiri álvarsligar
kreppur
í
fiskiskapinum
eftir botnfiski. Ongantíð í
tey meira enn 100 árini, ið
vit hava hagtøl um fiskiskap
á
Landgrunninum,
hava
verið so ógvislig sveiggj, og
ongantíð hava stovnarnir
verið so smáir, sum í hesum
tíðarskeiðinum.
Við
heilt
fáum undantøkum hevur
fiskiskapurin
eftir
toski
síðani byrjanina av 20. øld
verið millum 20.000 og 40.000
tons og av hýsu ímillum
15.000 og 25.000 tons um árið.
Men í 1980 árunum byrjaði at
ganga galið og hetta hevur
hildið á síðani. Afturvend
andi fiskaloysi, stór sveiggj,
metlágir stovnar og alt ov
smáar og ójavnar inntøkur
til skip og manningar. Sein
astu 5 árini hevur miðal
veiðan av hesum báðum
fiskasløgunum verið umleið
1/3 av langtíðar miðal.
Føroyar
hava
valt
at
stýra
botnfiskiskapinum
við fiskidagaskipan. Henda
skipanin miðar ímóti, at
ein ávísur partur (í tali) av
stovnunum
skal
veiðast
árliga (tað ið nevnt verður
veiðitrýst). Harumframt eru
aðrar avmarkingar, serliga
við stongdum leiðum og
meskavíddum.
Skipanin
hevur
nógvar
fyrimunir
framm um kvotuskipanina,
ið flestu lond nýta. Ein
fyrimunur er, at vit sleppa
undan útblaki av smáum
fiski. Hetta er ofta ein stórur
trupulleiki, har kvotuskipan
er í blandaðum fiskiskapi.
Ein annar fyrimunur er, at
veiðihagtølini
eru
meira
álítandi. Harumframt var
ætlanin frá byrjan, at tað skal
ikki vera neyðugt at broyta
fiskidagarnar
á
hvørjum
ári, men bert stillast av og
á, t. d. vegna broytingar í
effektiviteti,
samanseting
av fiskiflota, ella øðrum
viðurskiftum. Higartil hevur
hetta ikki verið gjørligt,
hóast skipanin hevur 15 ár
á baki. Orsøkin er, at líka
síðan byrjan hevur væl størri
prosentpartur av stovninum
verið veiddur árliga, enn
ráðiligt er. Ov nógvir dagar
hava verið í skipanini til at
hon verðuliga hevur kunnað
avmarkað
royndina
eftir
botnfiski. Tí hevur skipanin
enn ikki fingið møguleika at
vísa sítt sanna virði.
Síðani skipanin kom at
virka, er tillutaða dagatalið
so líðandi minkað. Samanlagt
er dagatalið minkað við
umleið 40% umframt tann
munandi niðurskurðin, ið
júst er samtyktur á Føroya
Løgtingi. Tað er væl skiljandi,
at fólk eru ørkymlað av, at
Havstovan framvegis mælir
til stóran niðurskurð, oman
á teir niðurskurðir, sum
frammanundan eru gjørdir.
Orsøkin er, at hóast nevndu
niðurskurðir ígjøgnum árini,
hevur veiðitrýstið framvegis
verið ov stórt. Fleiri orsøkir
eru til tað:
1. Tá skipanin bleiv gjørd, var
málið, at í miðal skuldi 1/3 av
stovnunum veiðast um árið.
ICES mælir til, at ikki meira
enn umleið 1/4 av toska- og
hýsustovnunum
verður
veiddur um árið.
2. Tá skipanin bleiv sett
í verk, bleiv dagatalið økt í
politisku viðgerðini.
3. Samansetingin á flotan
um og effektiviteturin eru
broytt.
Í veruleikanum hevur daga
talið verið so høgt, at tillut
aða dagatalið bert í heilt
lítlan mun hevur regulerað
fiskiskapin.
Øll eru vit samd um, at
skiftandi náttúruviðurskifti
í alstóran mun stýra tí, sum
fiskigrunnarnir kunnu geva.
Havstovan hevur seinastu
20 árini lagt stóra orku í at
greina hesi viðurskifti, og
hóast nógv er enn at fáa
greiðu á í strembanini at
skilja vistskipanina til fulnar,
tori eg at siga, at vit eru heilt
væl fyri, samanborið við
grannalond okkara. Eisini
taka vit skiftandi náttúru
viðurskiftini við, í væl størri
mun enn vanligt er í granna
londunum, og fleiri ferðir
hava vit spátt um bæði upp
gongd og niðurgongd, við
føðiviðurskiftunum
sum
grundarlagi. Skiftandi nátt
úruviðurskifti fáa vit einki
gjørt við, men við at skilja
náttúrunnar
karmar
og
brúka teir til fulnar, ber til at
leggja fiskiskapin soleiðis til
rættis, at sum mest møguligt
fæst burturúr. Tað arbeiðið
vilja vit halda fram við og
styrkja.
Øll gera vit okkara eygleið
ingar, bæði granskarar og
sjófólk. Sumt síggja gransk
ararir best og sumt síggja
sjófólkini best. Vit mugu
læra okkum nógv betur at
brúka hvønn annan í hesum
felags arbeiði.
Trúligt er, at náttúruviður
skiftini ikki eru eins góð og
jøvn og tey vóru í eldri tíðum.
Men neyvan eru tey broytt
so nógv, at hetta einsamalt
er orsøkin til støðuna í
toska- og hýsustovnunum.
Og
samanumtikið
mugu
vit hóast alt virka innan
fyri karmar, sum náttúran
setur.
Verður
fiskaloysi,
hvørja ferð framleiðslan á
Landgrunninum
minkar,
troyta vit stovnarnar harðari,
enn náttúran loyvir.
Einki er, sum bendir á, at
fiskur rýmir av grunnunum,
tá føðiviðurskiftini versna,
fyri síðani at venda aftur, tá
meira er av føði. Av teimum
13.000 merktu toskunum, ið
Havstovan hevur fingið aftur,
eru bert 14 veiddir uttan fyri
Føroyar. Av størri týdningi
er, at lutfalsliga líka nógvir
merktir fiskar verða veiddir
aftur á Landgrunninum í rak
tíðum sum í góðum tíðum.
Øll hava vit størstu virðing
fyri okkara fiskimonnum. Alt
arbeiðið, ið Havstovan ger,
og øll tilmæli, ið Havstovan
gevur, hava eittans endamál:
At
veita
okkara
vinnu
og myndugleikum ráð, ið
kunnu geva fiskivinnuni og
tí fólki, ið har starvast, teir
inntøkumøguleikar og teir
tryggu arbeiðskarmar, sum
tey hava uppiborðið.
Tey
tiltøk,
ið
Føroya
Løgting nú hevur samtykt,
saman við ætlaðu átøkunum
fyri at verja smáfisk, eru
munandi átøk ímóti at fáa
fiskidagaskipanina at virka
eftir
sínari
upprunaligu
ætlan, soleiðis at botnfiski
skapur á grunnum okkara
aftur kann gerast gevandi og
hugalig vinna at virka í.
Harumframt
er
skøtil
settur á at orða ein veiðisetn
ing, ið skal skapa vinnuni
fastari karmar at arbeiða
undir.
Fiskidagarnir
Tað, sum er farið fram
seinastu tíðina við hand
faringini, herundir uppboðs
søluni, av makrelkvotuni,
hevur reist nógvar ivaspurn
ingar, harav eg sum borgar
stjóri í Klaksvíkar Komm
unu má seta orð á nøkur
viðurskifti.
Uppboðssølan av makreli
num herfyri er nú lýst sum
ein sólskinssøga. Við fyrsta
eygnakast kann tað tykjast
so, men verður hugt nærri,
so sæst, at einki er so einfalt,
sum tað sýnist.
Avreiða á opnum
havi til útlendingar
Okkara svangi landskassi
fær peningin fyri kvoturnar
beinanvegin,
men
hvat
hendir víðari. Svarið er:
millum lítið og onki. Hetta
er tíverri niðurstøðan, sum
eg eri komin til.
Kvoturnar eru seldar
til fyritøkur, stýrdar av
útlendskum áhugamálum.
Prísurin á kvotunum er
hægri, enn tær føroysku
fyritøkurnar klára at gjalda.
Makrelurin verður fiskaður
til útlendsk móðurskip, við
útlendskari manning og
skapa harvið onki arbeiði og
virðisøking á landi og helst
minimala inntøku til føroysk
reiðarí og manningar.
Her sakni eg ein loyalitet
frá landsins síðu ímóti
okkara egnu vinnulívsfólki
og -fyritøkum.
Landskassin vinnur
og kommunur
fyri vanbýti
Á henda hátt fær lands
kassin sítt, men føroyska
vinnan kemur at minka
munandi í vavi, og teir
ringvirkningar, sum skuldu
verið úti um í samfelagnum,
verða munandi minni.
Eftir
við
svartaper
sita tær kommunur kring
landið, sum eru heftar at
fiskiskapinum á ein ella
annan hátt. Tað kann vera,
at skip ella virkir eru í
kommununi, at manningar
við skipunum og arbeiðis
fólkið, sum landar og hag
reiðir makrelin, flutnings
fyritøkurnar
(lastbilar
og skipafeløg), eru heima
hoyrandi í kommununi.
Fleiri av hesum komm
unum hava gjørt stórar
íløgur í havnaløg og umstøð
ur, sum hava skapt karmar
og grundarlag fyri vinnu
ligari menning í samfelag
okkara.
Latið okkara egnu
vinnu og arbeiðs
megi makrelin
Eg eri bangin fyri at tann
størsti taparin í síðsta enda
verður landið. Hetta sigi
eg út frá tí samanhangi, at
jú minni avleitt virksemi
vit fáa við makrelinum, jú
minni verður skatturin,
eisini til landskassan.
So kunnu vit spyrja, um
hetta samsvarar við eitt
nú
løgmansrøðuna,
har
sagt verður, at vit skulu
flyta okkum frá at vera
rávøruframleiðari
til
at
vera matvøruframleiðari.
Sum støðan er beint í
løtuni, gongur tað skeivan
veg. Vit eru at sammeta við
tey mest tilafturskomnu
londini, ið selja sína rávøru
til onnur at brúka.
Hvat er vorðið av øllum
visjónunum
um
virðis
øking, gransking og víðari
menning av vinnuni? Um
øll fiskirættindi í framtíðini
skulu seljast til hægstbjóð
andi, kann avleiðingin í
ringasta føri verða, at ongin
tíðarhóskandi
føroyskur
floti verður um nøkur fá ár.
Hetta vónar sjálvandi
eingin av okkum, og tí er so
umráðandi at landið ikki
hugsar í løtuvinningi til
egnan, svangan kassa, men
letur okkara egnu vinnu og
okkara egna arbeiðsfólk
fáa okkara tilfeingi til
virkingar og virðisøking – tí
í longdini eru tað vit, sum
her búgva, ið fara at gjalda
landskassanum tann skatt,
sum honum tilkemur.
Gunvá við Keldu
Borgarstjóri
Makrelurin ein
sólskinssøga?
– fyri hvønn?
Mikudagin 16. august samtykti Føroya Løgting við teprum meiriluta
eina mundandi skerjing í fiskidøgunum fyri komandi fiskiár