Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-19, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. august 2011síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. august 2011 · Nr. 95 22 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge »Stig siga meira enn 1000 orð. Men at tapa og enn liggja nr.1 vísur klassa. Go B36.« Soleiðis ljóðaði eitt sms frá einum B36 viðhaldsfólki eftir dystin í Streymnesi mikukvøldið. Í nógvar mátar sigur sms’ið nógv um støðuna hjá oddaliðnum. Mikukvøldið hevði B36 ein av torførastu dystinum í árinum og hóast liðið tapti, so liggja teir framvegis á odda. – Hann er ein revur, soleiðis tók EB/Streyma leikarin, Hans Pauli Samuelsen, til tá hann skuldi lýsa Arnbjørn Hansen, sum avgjørdi dystin 10 minuttir fyri tíð. Hans Pauli sjálvur skoraði eitt frekt brots­spark, tá hann spakuliga lyfti bótin mitt í málið. EB/Streymur hev­ur sjálvsálit og ein mann, ið kann avgera dystirnar. Víkingur tók ikki av Víkingur trýsti og trýsti, men inn vildi bólturin ikki. Tað endaði við, at Clayton og Jovan Panic spældu Dánjal Róa Olsen leysan. Argja­ maðurin tveitti seg fram legði 07 Vestur á odda. Eftir málið helt Víkingur fram at trýsta og sjey minuttir fyri tíð kom útjavn­aði málið. Innskifti Kaj Leo í Bartals­ stovu kom at standa leysur í brots­ teig­inum setti vinstra fót á eitt innlegg úr høgru. Víkingur helt fram at trýsta, men úrslitið var at 07 Vestur fór í mótálop. Tað endaði við, at Nikals Niclassen kendi seg noyddan fella Jovan Panic aftani frá og fekk sítt seinna gula kort. Víkingur tók ikki av og megnaði ikki at vinna sjeynda dystin á rað, og samstundis leggja seg á odda í deildini. 07 Vestur heldur fram at fáa stig og líkist einum liðið, ið hevur allar møguleikar at bjarga sær undan niðurflytingini. Hepni fylgdi HB Dysturin í Gundadali millum HB og ÍF var spennandi í samfullar 90 minuttir. Longu aftaná seks min­ uttir fór Bartal Eliasen umkoll í HB brotsteiginum og so var brotsspark. Bogi Løkin umsetti til mál. Fýra minuttir seinni sendi Andrew av Fløtum Símun Samuelsen avstað í vinstru. Símun Samuelsen rann frá verjuni og prikaði bóltin í kassan. Restina av dystinum var ongin munur á liðnum og bæði liðini kundu havt skorað. Avgerðin kom tá klokkan vísti 89 minuttir og Alexandar Jovevic feldi Símun Samuelsen. Dómarin bríkslaði aftur fyri brotssparki. Í HB húsinum hildu tey ondini, tá Jón Krosslá Poulsen smekkaði til. Jákup Mikkelsen í málinum hjá ÍF bjargaði fyrstu royndini, men Jón Krosslá Poulsen var fyrstur á leysa bóltinum og meddaði til. 2-1 og stór gleði í HB húsinum. Løtu seinni staðfesti sami Jón Krosslá Poulsen sigurin við máli til 3-1. Andrew av Fløtum segði í sam­ røðu við Rás2, at hann sá líka nógv í seinna brotssparkinum, sum hann gjørdi í fyrra, sum var dømt ímóti HB. Annar av venjarunum hjá ÍF, Rúni Nolsøe, helt fyri, at helst mundi dómarin bara vilja rætt­vísgera fyrra brotssparki og tí bríkslaði hann eisini eitt til HB. Fyri at taka saman um, so kann bara staðfestast at hvørgin partur var nøgdur við dømingina, ið gekk teim­um í móti. Við sigrinum liggur HB nú einum deildum sætta plássi. Nummar 5 og botnlið B68 hevur fingið heitið botnlið, hetta tí teir eru bara trý stig frá niðurflytingarstrikuni. Men sann­ leikin er eisini, at teir liggja nummar fimm í Vodafonedeildini og tí er eitt sindur ilt at geva teimum heitið botnlið. B68 hevði á Toftum vitjan av B71 og úrslitið gjørdist ein 3-1 sigur til heimliðið. B68 kom á odda, tá Remi Langgard langaði bóltin í netmeskarnar hand­an Símun Rógva Hansen í B71 mál­inum. Mikkjal Hentze javnaði fyri B71, sum hevur fingið vind í seglini seinastu vikurnar. Men á Toftum var bara mótvindur og við málum, sum Niklas Joensen og Eli Simonsen skutu, vann B68 3-1. KÍ leggur ikki kongin KÍ er fyri nógvum ágangi frá við­ haldsfólkum og miðlum í løtuni. Teir hava ikki fingið tað burtur úr seinastu dystirnar, ið skal til fyri at yvirliva. NSÍ var greiður favorittur undan dystinum við Løkin. Og tað mundi verða fáur, um nakar, ið tordi at trúgva upp á stig til KÍ, tá Heðin á Lakjuni legði NSÍ á odda 2-0. Men KÍ er ikki KÍ fyri einki. Fyrstu javnaðu teir fyri síðani aftur at koma afturúr. Aftur var tað Heðin á Lakjuni, ið skoraði. Men KÍ svar­aði enn eina ferð aftur. Hesa ferð við málið, ið Hjalgrím Elttør skor­aði. Flottasta málið skoraði Christian Høgni Jacobsen, tá hann legði NSÍ á odda við dundurskoti. trondur@sosialurin.fo Bíligt tap hjá B36 Fótbóltur So tapti B36 fyri fyrstu ferð í ár, men Víkingur tók ikki av í Sørvági við tí úrsliti at árstalsfelagið úr høvðusstaðnum framvegis er oddalið í Vodafonedeildini. Stóri vinnarin gjørdist EB/Streymur, meðan eydnan fylgdi HB í botninum Vodafonedeildin nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 17 12 4 1 37 15 22 40 2 Víkingur 17 12 3 2 33 17 16 39 3 EB/Streymur 16 10 2 4 39 20 19 32 4 NSÍ 17 6 8 3 41 25 16 26 5 B68 17 5 4 8 28 26 2 19 6 HB 17 5 3 9 25 31 -6 18 7 07 Vestur 17 5 3 9 18 43 -25 18 8 KÍ 17 5 2 10 28 31 -3 17 9 ÍF 16 4 4 8 21 25 -4 16 10 B71 17 3 1 13 17 54 -37 10 Føroyska Vodafonedeildin Frekt Hans Pauli Samuelsen hevur júst hegnisliga snýtt Meinhard Joensen í B36 málinum, og lobba brotssparkið mitt í málið Mynd: Jens Kristian Vang