fríggjadagur 19. august 2011síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 19. august 2011 · Nr. 95
Sosialurin
Ítróttur
Vodafonedeildin
Tróndur Arge
KÍ og HB hava samanlagt vunnið
38 FM heitið og eru søguríkastu
feløgini í landinum. Sunnudagin
bresta tey saman í Klaksvík. Bæði
KÍ og HB eru tættari upp á niður
flytingarstrikuna enn tey kundu
hugsa sær. KÍ hevur eftir eina góða
byrjan mist stevið og stevnir beint
móti botninum, men mikukvøldið
fingu teir eina lítla uppreins í
Runavík. Hóast KÍ var aftanfyri
tvær ferðir, so komu teir aftur og
fingu javnleik.
HB fekk somuleiðis uppreins
í heimadystinum móti ÍF. Tað er
tí tvey kroyst lið við góðum upp
livingum frá mikukvøldinum, ið
bresta saman í Klaksvík sunnu
dagin.
Vespur í Gundadali
Seinast NSÍ var í Gundadali spældu
teir málleysan javnleik móti HB. Nú
er mótstøðan oddaliðið B36, sum
mikukvøldið tapti fyri fyrstu ferð í
ár í landskappingini. NSÍ megnaði
ikki at vinna á KÍ á heimavølli og
er enn í ongamannalandi á stiga
talvuni.
Í árstalsfelaginum skulu tey
reisa seg eftir tapið í Streymnesi.
B36 hevur í ár vunnið nógvar
tættar dystir og lagið í hópinum er
framúr. Nú skal felagið so prógva,
at tað eisini tolir eitt tap. Fær B36
fult í hesum dystinum og javnleik
í Gøtu umfarið eftir, so sær gott út
hjá B36.
Grannauppgerð í Fuglafirði
Fuglfirðingar hava í alt ár fríggjað
við niðurflytingarstrikuni. Ósigurin
í Gundadali sendi tapandi steypa
finalistarnar undir niðurflytingar
strikuna. ÍF vísti í Gundadali, at teir
eru bara ein áleypara frá at koma í
gongd. Teir høvdu sínar møguleikar,
men inn vildi bólturin ikki. Tapur
ÍF og liðini rundan um fáa stig,
stendur illa til.
Víkingur tók ikki av, tá B36
snávaði. Teir eru framvegis á næst
fremsta plássinum, men nú bara
eitt stig aftanfyri B36. Talan er um
eina grannauppgerð og tá hevur
stigatalvan sjáldan nógv at siga,
men skal Víkingur vinna FM á
fyrsta sinni sum felagslið, so er ein
sigur týdningarmikil á fløtugerði.
B68 kann slíka seg leyst
Á Toftum kemur 07 Vestur á vitjan.
B68 hevur vunnið seinastu tveir
heimadystirnar, umframt at liðið
var bara tveir minuttir frá at fáa
javnleik í Gundadali móti B36.
Heimasigarnir hava skumpað B68
upp á fimta pláss, trý stig frá niður
flytingarstrikuni. Vinnur B68 sam
stundis sum NSÍ tapur í Gundadali,
so kunnu toftamenn so smátt byrja
at hyggja uppeftir.
07 Vestur hevur fleiri ferðir í
ár víst, at teir hava eitt evnaríkt
lið. Seinast móti Víkingi í Sørvági.
Spæla menn sum Badara, Jovan
Panic og Clayton væl, so er ikki
óhugsandi, at okkurt verður við í
viðførinum teir vágamonnum tá
teir seta kósina heim.
B71 skútan steðga?
B71 legði bragliga fyri eftir summar
steðgin og vann tveir dystir á rað.
Mikukvøldið gekk tó ikki longur
og teir taptu 3-1 á Toftum. EB/
Streymur er greiður favorittur at
vinna dystin á Sandi, men koppa
marginalarnir til fyrimuns fyri
B71, so er møguleikin fyri stig til
staðar.
trondur@sosialurin.fo
Risarnir kempa fyri lívinum
Fótbóltur Um vikuskiftið bresta søguligu risarnir í føroyskum fótbólti saman í Klaksvík,
ið einum dysti, sum kann fáa avgerandi týdning fyri hvør flytur niður í ár. Í Gundadali
skal B36 verja oddasessin móti vespunum, meðan grannauppgerð er í Fuglafirði
klassikarin
Stórfeløgini, HB og KÍ, bresta
saman í klassikara í Klaksvík,
men hesuferð liggja bæði feløgini
tungt í niðara endanum, og kempa
tískil fyri lívinum. Í Havn vunnu
teir bláu ein tryggan 4-1 sigur
Mynd: Álvur Haraldsen