leygardagur 7. februar 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 26 - 7. februar 2004
Nr. 26 - 7. februar 2004
3
Ein av yrkjarunum til
Melodi Grand Prix í
ár er Søren Poppe,
sum var við í bólk-
inum Rollo og King,
sum vunnu Melodi
Grand Prix í 2001.
Hann hevur yrkt
sangin "Hvorend du
går"
MELODI GRAND PRIX
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Århus: Kend nøvn eru
millum mótstøðumenninar
og kvinnurnar hjá Petsi
Tvørfoss, tá hon skal á
pallin í Atletion í Århus í
kvøld.
Millum
annað
kunnu nevnast sangskriv-
arin
og
tónasmiðjurin,
Søren Poppe og popp-
duoin, Zididada.
Søren Poppe var við til at
mynda Rollo og King, sum
í 2001 vunnu Melodi Grand
Prix við lagnum "Der står
et billed´ af dig på mit
bord". Til Eurovision end-
aði lagið á einum øðrum
plássi í hølunum á vinnar-
unum. Í ár er tað tó ikki
Søren sjálvur, sum skal
syngja seg inn í hjørtuni á
dønum. Ditlev eitur mað-
urin, ið skal framføra
sangin, "Hvorend du går",
sum Poppe hevur yrkt.
Hesin verður eisini mettur
at vera ein av favorittunum
til kappingina í kvøld.
Zididada. Kanska ikki
ein so kendur bólkur í
Føroyum, men bólkurin
hevur verið til í seks ár.
Jimmy Colding og Danny
Linde manna popp-duoina,
sum skal framføra eitt lag,
sum teir sjálvir hava yrkt.
Teir báðir hava havt fleiri
hitt seinastu árini, men
hetta er fyrsta ferðin teir
royna seg í Melodi Grand
Prix høpi. Lagið, ið teir
skulu framføra eitur "Prin-
sesse".
Millum favorittarnar
Tó kunnu møguleikarnir
hjá Petsi sigast vera bjartir.
Ladbrokes.com, sum er ein
veddingarfyritøka á netin-
um, gevur Grand Prix
áhugaðum eisini møguleika
fyri at vedda. Tey, ið geva
minst aftur, eru Ditlev, sum
gevur fýra ferðir peningin
aftur. Aftaná koma Zidi-
dada og Petsi Tvørfoss við
fimm. Og tí kann ikki
sigast annað, at Petsi telist
millum
favorittarnar
í
kvøld.
Sangurin hjá Petsi, "Mest
når det er regn" er annars
yrktur av Niels Drevsholt.
Hann er gamal í Grand Prix
garðinum, og so í 2002
kappaðist sonur Niels ímóti
Pætur við Keldu í Melodi
Grand Prix. Áður hevur
hann eisini havt onnur løg
við, sum eru endað heilt
uppi í toppinum.
Melodi Grand Prix:
Kappast
ímóti
vinnara
Søren Poppe, sum var við til at vinna danska Grand Prixið í 2001, er millum sangskrivararnar hesaferð
Steinbjørn Jacobsen:
Stormur í einum vatnglasi
– Hetta er stormur í
einum vatnglasi, sigur
borgarstjórin í Klaks-
vík í viðmerking til
málið um, at komm-
unan skal hava sent
út hóttanarbræv til
borgarar, sum hava
fast tilknýti til Klaks-
vík men rinda skatt í
aðrari kommunu
SKATTAPENGAR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Fyrr í vikuni hoyrdust
tíðindi í Dimmalætting og
Útvarpi Føroya um, at
Klaksvíkar kommuna hev-
ur sent út hóttanarbrøv til
borgarar, sum hava fast
tilknýti til Klaksvík men
ikki gjalda skatt í komm-
ununi. Fólk kendu seg
rættuliga illa viðfarin av
kommununi, og spurningur
var settur við, hvørs komm-
unan hevur rætt til at taka
eitt tílíkt stig. Tað er
staðfest, at tað hevur hon
ikki. Men aftan fyri hetta
hóttanarbrævið
liggur,
sambært borgarstjóranum,
ein long søga, sum ikki er
komin fram í øllum hesum.
– Hetta verður gjørt til
nakað nógv størri enn tað í
veruleikanum er, er eitt tað
fyrsta Steinbjørn Jacobsen
sigur, tá Sosialurin fær
fatur á honum á Leirvíks-
kei. Borgarstjórin hevur
verið á skeiði í høvuðs-
staðnum alla vikuna, og tí
hevur nærum ikki borið til
at fáa fatur á honum til eina
viðmerking.
Fimm brøv
Steinbjørn Jacobsen greiðir
frá, at Klaksvíkar komm-
una hevur sent út brøv til
fleiri borgarar hesum við-
víkjandi í eitt áramál.
Bert í einum einstøkum
føri hevur kommunan verið
noydd at sent fimm brøv út
til somu fólk, og tað hava øll
verið siðilig og hampulig
brøv, har kommunan heitir á
tey um at seta seg í samband
við umsitingina fyri at
greiða frá teirra støðu ella at
flyta kommunu.
– Hetta dømi, sum nú er
nevnt í fjølmiðlunum er eitt
einstakt dømi, og tí sigi eg,
at tað er blást upp til nakað
størri enn tað í veruleikan-
um er, sigur Steinbjørn
Jacobsen.
Hann heldur fram, at í
hesum einstaka døminum
er talan um sætta brævið,
sum er sent út. Og borgar-
stjórin sigur seg ikki skilja,
at fólk ikki svara aftur
brævi, har myndugleikarnir
heita á fólk um at koma til
umsitingina.
– Millum 30 og 40 brøv
eru send út hesi árini, og
meginparturin hevur svarað
okkum aftur. Tey hava antin
flutt kommunu, ella eru tey
komin við einari so góðari
grundgeving fyri, at tey
hava
skrásettan
bústað
aðrastaðni, at kommunan
hevur góðkent tað. Men
undir øllum umstøðum
hava vit frætt frá teimum,
og viðurskiftini eru fingin
upp á pláss. Eftir at tey
hava verið hjá okkum, hava
tey ikki frætt meira frá okk-
um, greiðir Steinbjørn frá.
Úrskurð
Í hesum einstaka døminum,
sum talan er um, hevur
kommunan sum sagt onki
frætt frá viðkomandi fyrr
enn eftir tað heldur hvass-
orðaða brævið, har ein
freist varð sett. Í brævinum
verður sagt, at um komm-
unan ikki hevur hoyrt aftur
frá teimum innan so og so
stutta tíð, so fer hon víðari
við málinum og møguliga
at krevja endurgjald fyri
skatt aftureftir.
Borgarstjórin sigur, at
hetta er eitt bræv, sum um-
sitingin hevur sent út.
Steinbjørn sjálvur hevði
ikki sæð brævið, áðrenn tað
fór út, og tað viðgongur
hann var óheppið í hesum
førinum. Men samstundis
sigur hann seg ikki duga at
síggja nakað galið í hesum.
– Vit hava sum sagt heitt
fimm ferðir á viðkomandi
um at seta seg í samband
við okkum, og eg skilji
snøgt sagt ikki, hví tað
skuldi koma so langt, áðr-
enn tey gera vart við seg,
sigur Steinbjørn Jacobsen.
Borgarstjórin sigur, at nú
vil kommunan hava greiðu
á hesum endaligt. Og tað
vil siga, at hon koyrir málið
víðari.
– Vit vilja hava ein úr-
skurð í hesum málinum, Tí
óansæð,
um
tey
flyta
kommunu ella ikki, so meti
eg, at vit eiga rættin til
skattakrónurnar. Hetta eru
borgarar, sum nýta gott av
hentleikunum, sum Klaks-
víkar kommuna veitir. Men
tey gjalda ikki fyri teir,
sigur hann.
Hentleikarnir, sum borg-
arstjórin sipar til, eru eitt nú
sóttreinsað vatn, renovati-
ón, kavagrevstur, viðlíka-
hald av vegunum og mangt
annað.
Onki skeivt
Steinbjørn Jacobsen visti
sum sagt ikki av brævinum.
Hann heldur sjálvur, at tað
er ógjørligt hjá honum at
vita um øll brøvini, sum
fara út úr býráðskrivstovuni
hvønn dag, men hann við-
gongur, at hetta er eitt, sum
hann átti at havt sæð
frammanundan. Serliga við
tí, sum er komið í kjalar-
vørrinum av tí.
Men hann sigur seg
standa aftan fyri sína um-
siting, og hann heldur sum
sagt, at alt hetta kundið
verðið undgingið, um bara
viðkomandi fólk høvdu
svarað kommununi aftur
upp á hennara fyrispurning.
– Eg dugi sum sagt ikki
at síggja nakað beinleiðis
skeivt í hesum. Tá ein hev-
ur sent so mong vinarlig
brøv út, sum ikki verða
aftursvarað, so er tað ikki
so løgið, at ein hvessir tón-
an eitt sindur. Tað minsta
man ger, tá man fær tílík
brøv ella áheitanir frá
myndugleikunum, er at
svara,
sigur
Steinbjørn
Jacobsen, borgarstjóri í
Klaksvík, sum altso heldur,
at hetta málið er gjørt størri
enn tað er.
Hann leggur at enda eina
við, at hetta málið somu-
leiðis hevur verið ígjøgnum
tær smærri kommunurnar,
har fleiri av borgarunum
hava valt at skifta komm-
unu frá ársbyrjan í ár.
Klaksvíkar kommuna hev-
ur verið í sambandi við
fleiri av teimum smærru
kommununum í norðoyggj-
um, síðani hetta kom fram,
og
er
samstarvið
við
kommunurnar framvegis
gott, hóast alt hetta hóva-
stákið, sigur borgarstjórin
at enda við atliti til, at rørt
hevur verðið framundir, at
hetta møguliga fer at skaða
samstarvið millum komm-
unurnar í norðoyggjum og
eina framtíðar kommunu-
samanlegging.
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, sigur, at málið
viðvíkjandi hóttanarbrævinum frá kommununi er blást upp
til nakað nógv størri enn tað í veruleikanum er
Mynd: Jens K. Vang
Yvir ein millión sær
Petsi
Tey 4000 atgongu-
merkini til Melodi
Grand Prix í Århus í
kvøld vórðu rivin
vekk eftir hálvum
tíma. Og væntar DR
at yvir ein millión
hyggjarar fara at
fylgja við
MELODI GRAND PRIX
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Århus:
Fyri
knøppum
trimum
mánaðum síðani byrjaði
forsølan til Melodi Grand
Prix, sum verður í kvøld,
tann 7. februar. Men tá
ráddi um at vera skjótur í
vendingini, tí tey 4000
atgongumerkini vóru rivin
vekk eftir einum hálvum
tíma.
Tað er jú í kvøld, at Petsi
Tvørfoss skal í eldin í
Atletion í Århus, har ein
tann størsta fjølmiðlahend-
ingin fer av bakkastokki.
– Vit vænta, at hyggjara-
talið verður yvir eina milli-
ón, sigur Nina Larsen, fjøl-
miðlastjóri hjá DR. Hon
leggur afturat, at í Atletion
eru framúr góðar umstøður,
og seinastu vikuna, hava
tey arbeitt við at broyta
ítróttarmiðdepilin til ein
konsertsal við øllum nú-
tímans útgerð.
Sjálvt
forarbeiðið
til
Melodi Grand Prix byrjaði
fyri fleiri mánaðum síðani,
og hetta vísir seg at vera eitt
av teimum tiltøkunum dan-
ir og danskir fjølmiðlar
hava størstan áhugin fyri.
– Tað hevur ikki verið
vanligt, at tað er vorðið
útselt eftir so stuttari tíð.
Hvat tað er, ið ger tað, veit
eg ikki. Men tey seinastu
árini hevur áhugin verðið
ógvuliga stórur, sigur Nina
Larsen.
Føroyingar sleppa eisini
at fylgja við, tá Petsi fer á
pallin og skal syngja "Mest
når det er regn" í kvøld.
Petsi syngur leygarkvøldið
sum tann triðja í røðini av
luttakarum. Hon vónar at
enda millum fimm tey bestu,
men dreymurin er sjálvandi
fyrst plássið, sum kann fáa
ómetaliga stóran týdning fyri
yrkisleiðina hjá Petsi
Mynd: Nikolai H. Lorenzen
C
M
Y
K
3
2
Runavík
Leygardagin 7. februar
Kl. 16.00
Tórshavn
Sunnudagin 8. februar
Kl. 15.00 & 18.00
Trongisvágur
Mánadagin 9. februar,
Kl. 19.00
Klaksvík
Týsdagin 10. februar,
Kl. 19.00
Forsøla av atgongu-
merkjum í Bónus og
við dyrnar ein tíma
undan sýningunum.
NORDENS STØRSTE CIRKUS