Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. februar 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 26 - 7. februar 2004 Nr. 26 - 7. februar 2004 5 »Aethereus« merkir luftborin, loftkendur. Hetta er eisini heitið á framsýning hjá Vígdis Petersen í Menta- málaráðnum, sum nýggi mentamálaráð- harrin setti hósdagin LISTAFRAMSÝNING Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Ein av fyrstu uppgávunum hjá nýggja mentamálaráð- harranum, Jógvani á Lakj- uni, var at lata upp eina listaframsýning í Menta- málaráðnum við Hoyvíks- vegin í Havn. Tað er 38 ára gamla Vígdis Petersen úr Havn, sum sýnir fram. Hon er útbúgvin keramikarifrá Danmarks Designskole, og fyri at styrkja um undirvís- ingarførleikan í m.ø. kera- mikki og glasi nemur hon sær víðari útbúgving á IT- Universitetet í Keypmanna- havn innan digitala este- tikk, har m.a. 3 dimension- ell modellering og video inngongur. Vígdis hevur eisini tikið lut á nógvum viðkomandi skeiðum og verið námsferðir m.a. í New York, Litava og París. Yvirskriftin fyri hesa fram- sýning er Aethereus, sum merkir loftborin, loft- kendur. Umframt at vera loftborin, útstrálar fram- sýningin eisini einfaldni og frið. Framsýningin heldur fram til 31. mars 2004, og opið er mánadag til hósdag kl 8-16, fríggjadag 8-15. Jógvan setti luftborna framsýning KONSERT Tíðindaskriv Í kvøld, leygarkvøldið, kl. 21.00 verður gospelkonsert í Atlantis. Konsertin er ókeypis, men pláss er bert fyri 103 fólkum, siga fyrireikarar- nir. Men tað er bara at fara í Atlantis at heinta sær eitt atgongumerki í góðari tíð – og um øll atgongumerkini verða heintað, so verður skipað fyri nýggjari kon- sert. Bólkarnir á konsertini verða Credo, Thirst og Uni- fy, og er lagt upp til eina rimmarkonsert, siga fyrireikararnir. Credo Hans Andrias, Alvin og Leivur møttust í bólkinum Chain, ið teir saman við tveimum øðrum tónleikar- um komu at spæla saman við. Alvin og Hans Andrias hava, síðan teir møttust, gjørt sangir saman. Hans Andrias skrivar tekstir, og Alvin ger so lag til, men báðir ávirka hvønn annan eisini. Tónleikurin er fyri tað mesta poppur. Thirst Eru úr Eysturoynni, tey eru trý, sum hava stovnað ein nýggjan bólk, tey syngja øll og Jákup spælir eisini keyboard. Unify Er mannaður við fólki úr samkomuni Getsemane. Tey syngja mest lovsangir klæddir í egnum búna. Øll eru hjartaliga væl- komin, siga fyrireikararnir. Gospelkonsert í Atlantis Samgongan ætlar rættiliga at gera hol í sjógvin á eftirlønar- økinum og tey komandi árini skal pensjónin hækkast munandi EFTIRLØN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Nú skal eftirlønin til tey eldru hækkast munandi. Tað sigur Hans Pauli Strøm, nýggjur landsstýris- maður í almanna- og heilsumálum. Hann sigur, at samgong- an, sum nú er skipað, hevur sett sær fyri at ætkka eftir- lønirnar munandi. Og samgongan hevur eis- ini avtalað, hvussu tað skal gerast. Sostatt hevur hendan nýggja samgongan sett sær fyri at gera rættiligt hol í sjógvin á eftirlønarøkinum. Undanfarna samgongan hevði eisini eina góða eftir- lønarskipan sum eitt av sín- um aðalmálum. Men hóast henni untist seks ár við róðrið á almennu skútuni, eydnaðist tað ikki at semj- ast um nakra eftirlønarskip- an. Men, nú nýggj bátsmann- ing er tørnað til í Tinganesi, er eitt rættiligt frambrot hent í eftirlønarmálinum. Hans Pauli Strøm, nýggj- ur landsstýrismaður, sigur, at nú er í hvussu so er veru- ligt gongd komin á roynd- irnar at fáa eina virðiliga eftirlønarskipan setta í verk. Byggir á tríggjar súlur – Eftir tí, sum samgongan hevur avtalað, byggir nýggja eftirlønarskipanin á tríggjar súlur: Tvær al- mennar súlur og eina privata súlu. Og Hans Pauli Strøm dylir ikki fyri, at hann er serliga fegin um, at tað eydnaðist at finna semju um eina eftirlønarskipan á tveimum almennum súlum, tí sostatt er talan um eina samhaldsfasta eftirlønar- skipan, har øll, sum arbeiða og allir arbeiðsgevarar betala inn eftir førimuni, men har øll fáa líka nógv úr henni aftur, sama, hvussu nógv, tey hava forvunnið í arbeiðslívinum. Tær báðar almennu súl- urnar, sum eftirlønin byggir á, eru fólkaspensjónin og samhaldsfasti eftirlønar- grunnurin. Privata súlan undir eftir- lønarskipanini, eru tær av- talur, sum hvørt einstakt fakfelag sær ger eftir hvat tað heldur vera rætt. – Við at leggja stóran dent á samhaldsfasta eftir- lønargrunnin, ber til at fáa eina skipan, sum rættiliga skjótt kann veita eina mun- andi hægri eftirløn enn fólk fáa í dag. – Skuldi talan haraftur- ímóti bara verið um eina eftirlønarskipan, har hvør einstakur skuldi spara upp til sína egnu eftirløn, hevði tað tikið eini 40 ár, áðrenn nakar hevði fingið eina munagóða eftirløn, vísa út- rokningar, sum fyrr eru gjørdar. – Eftirlønarspurningurin er so mikið átrokandi, at tað kann ongin bíða eftir, sigur landsstýrismaðurin. Hann leggur afturat, at við tað, at eftirlønin bæði skal byggja á eina sam- haldsfasta skipan og eina privata skipan, skuldi hetta verið ein skipan, sum øll skuldi kunna tikið undir við. Endamálið við hesari eftirlønini er, at tað al- menna skal taka sær teirri grundleggjandi pensjónini, so at øll fáa eina hampiliga eftirløn, eisini hóast tey ongantíð hava verið á ar- beiðsmarknaðinum. Men so kunnu tey, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, byggja sína eftirløn út eftir tørvi við serligum eftirløn- um, sum tey sjálvi betala inn í, saman við arbeiðs- gevarum um. Hækkar upp á 2.500 krónur Hans Pauli Strøm sigur, at í nýggju eftirlønarskipanini hjá samgonguni verður fólkapensjónin varðveitt, sum hon er. – Men framyvir verður tað eisini so, at øll fólka- pensjónin, sum hon er, skal prístalsviðgerast. Tað mer- kir, at fólkapensjónin fer at hækka av sær sjálvum, so hvørt sum prísirnir í sam- felagnum hækka. – Í løtuni verður grund- upphæddin, sum er tann størsti parturin av fólkapen- sjónini, ikki prístalsvið- gjørd. Samstundis skulu bæði løntakarar og arbeiðsgev- arar betala meiri inn í sam- haldsfasta eftirlønargrunn- in. Í løtuni betala løntakarar 0,5% av løinini í samhalds- fasta eftirlønargrunnin og arbeiðsgevarar betala 0,5% í grunnnin av øllum lønun- um, teir betala. Longu 1. januar í 2005 skal hvør partur betala eitt 0,25% meiri til samhalds- fasta, 1. januar í 2006 hækkar gjaldið 0,25% aft- urat. Men 1. januar í 2007, hækkar gjaldið so aftur 0,5%. – Sostatt skulu løntakarar og arbeiðsgevarar betala 1% afturat inn í samhalds- fasta, so at gjaldið tilsam- ans kemur upp á 1,5% frá hvørjum parti. Prosentini, sum arbeiðsgevarar betala eru sjálvandi av teimum út- goldnu lønunum. – Í løtuni er gjaldið úr samhaldsfasta góðar 700 krónur um mánaðin. Men økta inngjaldið førir við sær, at longu um fimm ár, er gjaldið úr grunninum komið komið upp á yvir 2.500 krónur um mánaðin í part. Samstundis verður fólka- pensjónin góðar 7.500 krónur um mánaðin. Saman við fólkapensjón- ini fer hetta sostatt at geva øllum støkum pensjonist- um eina eftirløn upp á yvir 10.000 krónur um mánað- in, sigur Hans Pauli Strøm. Hinvegin fara hjún at fáa næstan 17.000 krónur í eftirløn um mánaðin um fimm ár. Grundstøðið lagt Hans Pauli Strøm sigur, at hetta verður sostatt grund- støðið undir framtíðareftir- lønarskipanini. Hann sigur, av av tí, at skattgjaldarar hava ein botnfrádrátt og at pensjon- istar harafturat hava ein serligan pensjonistafrá- drátt, verður tað ógvuliga lítið, sum skal betalast í skatti av pensjónini. Men harafturat situr ein nevnd, sum skal arbeiða fyri at finna eina semju ímillum partarnar á ar- beiðsmarknaðinum um eina privata eftirløn. – Talan verður tó um eitt minstakrav til, hvussu stór- an part av lønini, arbeiðs- gevarar og løntakarar skulu betala inn í eina privata eftirlønarskipan. Men halda tey tað vera rætt, kunnu tey betala meiri enn minsta- kravið ásetir. – Men nú nevndin fær greið boð um, hvørjar tær politiskar ætlanir eru, kann hon verða liðug rættiliga skjótt. Landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum sigur, at við hesi semjuni er eitt stórt stríðsmál í før- oyskum politikki lagt aftur- um. – Samstundis er støðið lagt undir eina eftirløn, sum veruliga munar. Og verður semja um tað seinni, ber altíð til at byggja skipanina út, kanska soleiðis at gjald- ið til samhaldsfasta veksur eitt sindur afturat. – Eg skilji ikki, at javnaðarflokkurin hevur skrivað undir eitt samgonguskjal við einum skattalætta sum hesum, sigur forkvinnan í Havnar Arbeiðsmannafelag SKATTALÆTTI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta er beinleiðis frekt. Vígdis Johannesen, for- kvinna í Havnar Arbeiðs- kvinnufelag, hevur eisini eina greiða meining um skattalættan, sum hendan samgongan hevur lovað. – Hesin skattalættin er tað reina makkverk og hann er so ósosialur, sum hann kann vera, sigur hon í stutt- ari viðmerking. Hon sigur, at ætlanin hjá smgonguni ber í sær, at tey, sum hava lítla inntøku, fáa eisini lítið og onki í skatta- lætta, men tey, sum hava høgar inntøkur, fáa eisini høgan skattalætta. – Eg skilji væl at sam- bandsflokkurin ikki tordi at kunngera, hvat skatta- lættin gekk út uppá í val- stríðnum. Men tað, sum hon hin- vegin als ikki skilir, er, at javnaðarflokkurin hevur skrivað undir eitt sam- gonguskjal við einum skattalætta, sum hesum. – Hann kallar seg arbeið- araflokk, so tað undrar meg stórliga. Men er tað ikki rætt at broyta marginalskattin, so at skatturin av teimum ein- ast forvunnu krónum, ikki verður so stórur. – Vilja teir broyta skatta- stigan, skulu teir gera tað frá tí rætta endanum, so at tey, sum forvinna lítið, fáa ein lætta. men, sum er, verður byrjað í hinum end- anum, so at tey, sum hava góða løn frammanundan, nú skulu fáa meiri, sigur Vígdis Johannesen. – Undan valinum varð tosað um skattalætta til tey lágløntu, men tað er bein- leiðis frekt at koma við hes- um. Undir ongum umstøðum Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur altíð verið ímóti at taka samráðingar upp um at halda aftur við lønarkrøv- unum afturfyri at fáa skattalætta. –Tað fara vit undir ong- um umstøðum at vera við í, tí okkara uppgáva er at fáa limum okkara so góð kor sum gjørligt. Og nú sam- gongan kemur við hesum makkverkinum, kemur tað als ikki uppá tal, sigur Vígdis Johannesen. Nú hækkar pensjónin upp í 10.000 krónur um mánaðin Beinleiðis frekt at koma við einum skattalætta sum hesum Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, sigur, at nú er eitt langt og hart stríðsmál í føroyskum politikki lagt afturum og hann er ógvuliga fegin um, at eftirlønin nú verður munandi hækkað – Skattalætt- in hjá fakfel- øgunum er eitt makkverk og hann er so ósosialur, sum hann kann vera, sigur Vìgdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðs- kvinnufelag C M Y K 5 4