leygardagur 7. februar 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 26 - 7. februar 2004
Nr. 26 - 7. februar 2004
7
Soleiðis greiðir
sandavágingurin,
Jákup Thomassen,
frá. Hann luttekur í
undirvísingini, sum í
januar og februar fer
fram á Ráðnum fyri
Ferðslutrygd. Saman
við løgregluni, ambu-
lansutænastuni og
koyrilærarum, ger
RFF nógv burtur úr at
kunna ungdómin um
ferðslu og ferðslu-
vandar, nú hesi um
eini 2-3 ár sjálvi fáa
koyrikort
FERÐSLUKUNNING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Undirvísingin byrjaði, 19.
januar, tá ið ungdómar úr
Nólsoyar skúla og Eystur-
skúlanum í Havn vitjaðu á
Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
- At 9. flokkur er valdur
sum málbólkur fyri undir-
vísingini, kemst av, at hetta
er seinasta høvið at hitta ein
heilan árgang á máli í senn
í fólkaskúlanum. Longu í
10. flokki byrja næmingar-
nir so smátt at fara í hvør
sína ætt. Haraftrat kemur, at
næmingar í 9. flokki kunnu
taka koyrikortið um eini 2-
3 ár. Tí er er upplýsing um
ferðsluvandar millum ung
sera viðkomandi fyri júst
henda aldursbólk.
Ráðið fyri Ferðslutrygd,
sum ger nógv burtur úr hes-
um tiltaki, sigur, at skeiðini
fevna um allar næmingar,
sum eru føddir í 1988.
At skilja…
– Endamálið við skeiðun-
um er at fáa næmingin at
skilja, hvussu nær vandan-
um hann í veruleikanum er
– og at tað ikki bara eru
"hini", sum kunnu koma
álvarsliga til skaða í ferðsl-
uni.
Við frágreiðingum, film-
um og myndum verður
roynt at lýsa, hvussu gang-
ast kann, tá ið ringast vil til.
– Á skeiðunum royna vit
at seta avleiðingarnar av
ferðsluvanlukkum í brenni-
depilin, nevniliga tað dýra-
bara og óskadda í mun til
tað brotna og syndraða –
ella: Hitt ljósa og vónríka
unga sinnið í mun til tað
døkka og vónbrotna.
Ráðið fyri Ferðslutrygd
sigur, at endamálið er at
geva næmingunum eina
sterka uppliving, sum setir
seg í mergin.
– Á henda hátt vóna vit at
kunna ávirka hugburðin hjá
ungdóminum hin "rætta"
vegin.
Seinastur av skúlaflokk-
unum í røðini at verða
kunnaðir um ferðsluvand-
arnar, eru næmingarnir á
Felagsskúlanum á Oyrar-
bakka, sum møta, 24.
februar.
Undirvísingin fer fram í
hølunum hjá Ráðnum fyri
Ferðslutrygd Yviri
við
Strond í Havn, og RFF
skipar fyri og rindar flutn-
ingin hjá næmingunum,
fram og aftur.
Ein lagna…
Ein vanligur skeiðdagur á
RFF byrjar klokkan 9.30 og
er liðugur góðar 5 tímar
seinni.
Í hesum tíðarbili greiða
eitt nú RFF, koyrilærarar og
ambulansutænastan
frá
ferðslu og ferðsluvandum.
Sandavágingurin, Jákup
Thomassen, sum í 1988
varð raktur av syndarligari
ferðsluvanlukku í Miðvági,
greiðir frá, hvussu hansara
vónir at gerast skipsførarar
brustu.
– Eg var sjómaður, og
ætlaði mær at gerast skips-
førari, men eg gjørdist í
staðin koyristólsførari.
Ein hjartamemandi frá-
greiðing um bjartar vónir
hjá einum 18 ára gomlum,
sum síðan vanlukkuna hev-
ur sitið í koyristóli.
Evnið, sum Jákup tosar
um, er rúsdrekka og ferðsla.
Allir næmingarnir, sum
eru á skeiði hjá RFF, fáa ein
faldara heim við sær við
mynd av flokkinum á for-
síðuni.
9.a í Runavíkar komm-
unuskúla luttók hósdagin,
29. januar, á hesum skeiði
og komu tey glað og ríkari
heimaftur.
Í faldaranum er eisini eitt
spurnarblað, sum fevnir um
10 spurningar til foreldrini.
Eitt nú verður spurt: Heldur
tú, at tú hevur verið ein góð
fyrimynd í ferðsluni fyri
børn tíni. Ein annar áhuga-
verdur spurningur snýr seg
um prutl: Er tað í lagi at
geva teimum ungu skutara
ella prutl, áðrenn tey eru 16
ár?
– Tá ið næmingarnir hava
fingið foreldrini at svara
hesum spurningum, hava
ungdómar og foreldur iva-
leyst verið ígjøgnum eitt
áhugavert prát – og tá er
okkara mál í veruleikanum
rokkið.
Ráðið fyri Ferðslutrygd
mælir tó næmingunum til at
senda svarini til stovnin –
og gera teir tað, eru teir
samstundis við í einum
lutakasti um at vinna fimm
gávukort frá SMS, sum
hvørt er vert 1000 krónur.
RFF upplýsir 9. flokkar um ferðsluvandar og ungdóm:
– Ætlaði at gerast skipsførari, men
gjørdist førari á einum koyristóli…
9.a í Runavíkar kommunuskúla er ein av skúlaflokkunum, sum hevur luttikið á skeiði á Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Aftast f.v.: Beinir Danielsen, Bárður H.
Thomsen, Jákup Andreassen, Jan B. Anthoniussen, Brian Jacobsen og Magni S. Davidsen. Næstaftast f.v.: Monika W. Poulsen, Hans Petur Hansen, Jón Hansen,
Kristian í Lon, Joan Simonsen og Jenny á Reynatrøð. Næstfremst v.v.: Jenny Troest, Birita Sørensen, Súsanna Thomassen, Jógvan Juul Olsen, Heri Olsen, Bogi A.
Løkin og Karla Maria Gaardbo. Fremst f.v.: Rebekka O. Berg, Hjørleif Sevdal, Helena Johannesen og Dania Jensen. Myndina hevur Jón Kragesten, dagligur leiðari
á RFF, tikið
Jákup Thomassen varð raktur av syndarligari ferðsluvanlukku í Miðvági 1988 og gjørdist
avlamin. – Eg ætlaði mær at gerast skipsførari, men gjørdist í staðin førari á einum koyristóli
Umstríddu reglarnar
fyri starvsfólkið hjá
Tórshavnar Býráð,
eru settar úr gildið
aftur fyribils, eftir at
11 fakfeløg góvu
býráðnum knívin á
barkan
STARVSFÓLKA-
POLITIKKUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tórshavnar Býráð hevur nú
slakað og starvsfólkið í bý-
ráðnum sleppur nú aftur til
lækna og at fylgja líkið, utt-
an at verða drigin í løn.
Men nú skal støðan
kannast nærri og so venda
tey aftur til málið.
Tað var úrslitið av einum
fundi, sum 11 fakfeløg
høvdu við býráðið seinna-
partin hósdagin.
Fakfeløgini høvdu sett
býráðnum knívin á barkan
eftir at býráðið av sínum
eintingum hevur sett reglar
í gildi fyri privatum ørind-
um hjá starvsfólki í ar-
beiðstíðini.
Tær reglarnar søgdu, at
hereftir skulu starvsfólk
ikki kunna fara til lækna,
ella tannlækna í arbeiðstíð-
ini, uttan at verða drigin í
løn.
Samstundis sleppa tey
bara at fylgja sínum allar-
nærmastu til gravar, uttan
at verða drigin í løn.
Brot á sáttmálan
Hetta fekk ilt í fakfeløgini.
Tey hava einki ímóti, at
greiðar reglar eru fyri
starvsfólkið hjá býráðnum.
Men tey siga, at tað er
brot á sáttmálan og á avtal-
ur at býráðið av sínum ein-
tingum setir reglar í gildi,
uttan at samráðast við
Starvsfólkið.
– Vit viðurkenna tí rættin
hjá Tórshavnar kommunu
innan fyri hesar karmar og
innan fyri vanliga rímilig-
heit at gera regluferð fyri,
hvussu privat ørindi hjá
starvfólkinum skulu av-
greiðast í arbeiðstíðini, siga
fakfeløgini.
Hinvegin vísa tey á, at í
mong ár eru starvsfólkini
ikki drigin í løn, tá tey hava
verið til jarðarferð, hjá
lækna, tannlækna og líkn-
andi ørindi í arbeiðstíðini.
– Hesi viðurskifti eru tí-
skil ein partur av galdandi
sáttmálagrundarlagi, bæði
millum Tórshavnar komm-
unu og tað einstaka starvs-
fólkið og millum kommun-
una og undirritaðu verka-
feløg, sum stilltigandi og
útfyllandi partur av sátt-
málunum.
Og tey 11 feløgini, sum
talan er um, eru: Starvs-
mannafelagið,
Føroya
Pedagogfelag, Havnar Ar-
beiðsmannafelag, Havnar
A r b e i ð s k v i n n u f e l a g ,
Føroya Byggifrøðingafel-
ag,
Felagið
Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar, Før-
oya Verkfrøðingafelag, Bú-
skapar- og Løgfrøðingafel-
ag Føroya, Magistarafelag
Føroya, Havnar Handverk-
arafelag og Føroya Lærara-
felag.
Býráðið slakaði
Fundurin var seinnapartin
hósdagin og úrslitið av tí
fundinum var, at býráðið
mástti taka reglarnar aftur.
Fyri fyrst í hvussu so er.
Sostatt sleppur starvs-
fólkið aftur at fylgja og at
fara til lækna, uttan at
missa løn.
Reglarnar eru tiknar aftur
í eina viku. Og hendan vik-
an skal brúkast til at fáa
staðfest, um talan er um
brot á sáttmálan og um tal-
an er um brot á galdandi
siðvenju, sum býráðið ikki
kann broyta.
Partarnir skulu so hittast
aftur 16. februar.
Carita Bjørklund, for-
kvinna í pedagogfelagnum,
sum er ein fakbólkur við
nógvum fólki í starvi hjá
býráðnum, er væl nøgd við
fundin.
Hon ivast ikki í, at nið-
urstøðan verður, at talan er
um sáttmálabrot og brot á
galdandi siðvenju, sum
Tórshavnar
Býráð
ikki
kann setast í gildið av sín-
um eintingum.
Tí ivast hon heldur ikki í,
at reglarnarverða ikki settar
í gildi aftur. Og hon ivast
heldur ikki í, at verða
nýggjar reglar settar í gildi
fyri starvsfólki, verður tað
ikki gjørt, uttan at tað verð-
ur í samráð við starvsfólk-
ið.
Býráðið mátti bakka
Allir løgtingsnevnd-
irnar vórðu mannað-
ar hósdagin. Sessirnir
í Norðurlanda-
ráðnum eru kortini
ikki mannaðir enn.
Tjóðveldisflokkurin
ynskir at halda fast
við siðvenjuni um, at
samgongan og and-
støðan hava hvør sítt
umboð í Norður-
landaráðnum
TINGNEVNDIR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Á tingfundi hósdagin vórðu
allar tingnevndirnar mann-
aðar uttan føroysku umboð-
ini fyri Norðurlandaráðið.
Tjóðveldisflokkurin
og
Miðflokkurin bóðu for-
mansskapin útseta valið av
umboðum til Norðurlanda-
ráðið.
Sjálvstýrisflokkurin er
blivin partur av tingbólkin-
um hjá samgonguni og tí
kann samgongan við 22
tinglimum ímóti 10 and-
støðutinglimum fáa báðar
sessirnar í Norðurlanda-
ráðnum, um hon ynskir tað
Eftir ætlan skuldu Óli
Breckmann og Kári P. Høj-
gaard fáa sessirnar í Norð-
urlandaráðnum, men eftir
umbøn frá andstøðuni varð
valið útsett.
Siðvenjan hevur verið, at
andstøða
og
samgonga
hava átt hvør sítt umboð í
Norðurlandaráðnum.
Á komandi tingfundi
mikudagin skulu umboðini
fyri
Norðurlandaráðið
endaliga finnast og stóri
spurningurin verður um
tingbólkurin hjá samgong-
uni vil lata andstøðuni ann-
an sessin í Norðurlanda-
ráðnum.
Tingnevndirnar eru mann-
aðar soleiðis:
Fíggjarnevndin
Anfinn Kallsberg,
formaður
Vilhelm Johannesen,
næstformaður
Lisbeth L. Petersen
Kaj Leo Johannesen
Kári P. Højgaard
Páll á Reynatúgvu
Karsten Hansen
Landsstýrismálanevndin
Kári P. Højgaard,
formaður
Kjartan Joensen,
næstformaður
Karsten Hansen
Mentanarnevndin
Andrias Petersen, formaður
Jákup Mikkelsen,
næstformaður
Marjus Dam
John Johannessen
Olav Enomoto
Heidi Petersen
Tórbjørn Jacobsen
Rættarnevndin
Alfred Olsen, formaður
Kristian Magnussen,
næstformaður
Poul Michelsen
Sverre Midjord
Marjus Dam
Finnur Helmsdal
Bill Justinussen
Trivnaðarnevndin
Jørgen Niclasen, formaður
Finnur Helmsdal,
næstformaður
Andrias Petersen
Lisbeth L. Petersen
Jaspur Vang
Annita á Fríðriksmørk
Bill Justinussen
Uttanlandsnevndin
Kaj Leo Johannesen,
formaður
Óli Breckmann,
næstformaður
Anfinn Kallsberg
John Johannessen
Kristian Magnussen
Hergeir Nielsen
Jenis av Rana
Vinnunevndin
Henrik Old, formaður
Alfred Olsen,
næstformaður
Jørgen Niclasen
Heðin Zachariasen
Gerhard Lognberg
Tórbjørn Jacobsen
Heidi Petersen
Útnorður ráðið
Henrik Old, formaður
Alfred Olsen
Poul Michelsen
Kári P. Højgaard
Høgni Hoydal
Jenis av Rana
Tingnevndirnar hava skipað seg
Nú Anfinn Kallsberg ikki slapp í landsstýrið, er hann aftur vanligur tingmaður hjá Fólkaflokkinum. Komandi tingskeið skal hann verða formaður í løgtingsins
fíggjarnevnd
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
7
6