Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. februar 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 26 - 7. februar 2004 Nr. 26 - 7. februar 2004 9 Undirvísingin skal aftur í fremstu røð Nýggi landsstýris- maðurin við menta- málum, Jógvan á Lakjuni, heldur, at lærarar nýta ov nógva tíð til annað virksemi enn sjálva undirvís- ingina. Hann ynskir, at undirvísingin aftur verður fremsta upp- gávan hjá læraranum. Ársverkið í fólkaskúl- anum skal eisini endurskoðast NÝGGI MENTAMÁLA- RÁÐHARRIN Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Nógv hvukku við, tá tað gjørdist greitt, at Fólka- flokkurin fekk tillutað landsstýrismannin við mentamálum í nýggju ABC-samgonguni. Fólka- flokkurin hevur aldrin dult fyri, at hjartamálini hjá flokkinum hoyra vinnulív- inum til og ikki sonevndu bleytu málsøkjunum sum mentamál og almannamál Samráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Sam- bandsflokkin og Fólka- flokkin háttaðu seg kortini so, at Fólkaflokkurin end- aði við mentamálum. Síðan máløkini vórðu býtt, hava nógvar illgitingar verið um, hvussu Fólkaflokkurin ætl- ar fyrisita mentanarøkið. Tinglimir hjá Fólkaflokk- inum hava seinasta sam- gonguskeið verið framma- liga í kjakinum um før- oyska mentan og føroyskan mentanarstuðul. Bæði Óli Breckmann og Jógvan á Lakjuni hava verið í and- glettinum við hvassorðað- um viðmerkingum um ávíkavist tíðindaflutningin hjá SVF og sjónleikin Ginu-søgur. Nú Jógvan á Lakjuni hevur sett seg í heita stólin á Hoyvíksvegi, eru tað mong, sum bíða spent eftir, hvussu fuglfirðingurin ætl- ar at fyrisita mentamál hetta samgonguskeiðið. Høvuðspersónurin sjálv- ur tekur sær ikki av mongu illgitingunum. Hann held- ur, at serliga fjølmiðlarnir hava gjørt ov nógv burturúr hansara úttalilsum og alt sum verður ført fram er ikki heilt í tráð við veruleikan. Vit hava sett nýggja Mentamáláráðharranum, Jógvani á Lakjuni, stevnu til eitt prát um, hvat ment- anarøkið kann vænta sær undir hansara leiðslu. Skúlin er hjartamálið Jógvan á Lakjuni dylir ikki fyri, at skúlaøkið er hansara hjartamál. Nýggi menta- málráðharrin er sjálvur út- búgvin lærari og hevur und- irvíst síðan 1977. Frá 1977 til 1989 starvaðist hann á Fuglafjarðar skúla og síðan 1989 hevur Jógvan undir- víst á Handilskúlanum á Kambsdali. Jógvan á Lakjuni heldur seg kenna væl føroyska skúlaverkið og hann hevur eisini greiðar áskoðanir, hvussu tað skal bøtast. – Tosar tú við lærarar í dag hoyrir tú nógva mis- nøgd. Í samgonguskjalin- um hava vit sett okkum fyri at kanna trivnaðin hjá bæði næmingum og lærarum og tað er avgjørt nakað, eg ætli at arbeiða við, sigur nýggi Mentamálaráðharrin. Hann vísir til eina kann- ing av trivnaðinum hjá lær- arum í fólkaskúlanum , har úrslitið var, at meira enn helmingurin av føroysku fólkaskúlalærar unum ynsktu at koma í annað starv. – Hetta er for galið og hetta mugu vit gera nakað við, sigur Jógvan á Lakjuni. Dent á undirvísing Jógvan á Lakjuni lýsir seg sum ein lærara av tí gamla slagnum, sum hann málber seg. Hann heldur, at fólka- skúlalærarin í dag, í ov stóran mun, hevur fingið uppgávuna at uppala næm- ingarnar. Nýggi menta- málaráðharrin sigur, at uppgávan hjá læraranum eigur fyrst og fremst at vera at undirvísa, meðan tað er uppgávan hjá foreldrunum at uppala síni børn. Hann ásannar kortini, at sosiala mynstrið er nógv broytt seinastu árini og tí- skil hevur lærarin hevur verið noyddur at átaka sær aðrar uppgávur, enn hann áður var vanur við. – Lærarar í dag brúka for nógva tíð til at fundast, meðan minni er sett av til undirvísingina. Eg haldi, at undirvísingin má altíð verða fyrsti prioritetur, sigur Jógvan á Lakjuni. Endurskoða ársverkið ABC-samgongan hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri at endurskoða árs- verkið, sum varð sett í verk við skúlaársbyrjan í ár. Jógvan á Lakjuni hevur ikki undirvíst í fólkaskúlanum síðan 1989 og tí kennir hann av góðum grundum ikki ársverkið til fulnar. Hann sigur kortini hoyra, at lærarar ilskast um skipan- ina og tí ætlar hann at hyggja nærri at skipanina. – Eg haldi at, um árs- verkið tekur ábyrgdina frá lærarunum, so er skipanin ikki nóg góð. Fungerar skipanin sum ein kontrol- ering av lærarunum, so tekur tú virðingina og álitið frá lærarunum. Flestu lær- arar røkja sína skyldu og tí átti at verið óneyðugt at hildið kontrol við teimum. Eg haldi hatta er ein keði- ligur trendur, tí tú vísir, at tú ikki hevur álit á lærar- anum, greiðir Jógvan á Lakjuni frá. Ikki til øll Skúlaverkið hevur seinastu árini lagt stóra áherðslu at skapa ein skúla fyri øll. Við herrópinum "Ein skúli fyri øll" hava skúlaleiðslurnar kring landið arbeitt miðvíst fyri at tryggja næmingum við serligum tørvi innivist í føroyska fólkaskúlanum. Nýggi Mentamálaráðharrin heldur, at herrópið "Ein skúli fyri øll" er ein vøkur hugsan, men hann setur spurnartekin við um før- oyski fólkaskúlin veruliga er fyri øll. – Tað realistiska er kanska, at skúlin ikki ber til at verða fyri øll. Vit hava í dag nógv brekaðir og menningartarnaðir næm- ingar, sum ikki fáa neyðugu tænastuna í fólkaskúlunum. Eg kenni nógv foreldur at hesum børnum, sum dag- liga eru bekymrað um støð- uni. Eg vil gjarna virka fyri, at børn við serligum tørvi fáa nøktandi skipanir, sigur Jógvan á Lakjuni. Ikki stórvegis broytingar Jógvan á Lakjuni legði ikki fingrarnar millum, tá rokið um sjónleikin Ginusøgu var á heysti í 2002. Hann segði bart út, at stuðulin til ment- anina skuldi umhugsast, tí skattapeningurin kundi nýt- ast betur, enn til slíkar leikir sum Ginusøgur hjá Grímu. Jógvan á Lakjuni er kortini blíðkaður nakað og sigur, at hann sjálvandi ikki fer at blandað seg upp í listina. – Tað er ikki mín upp- gáva at stýra listini. Eg havi kortini fullgóðan rætt at hava mína hugsan og siga mína meining um listina, sigur Jógvan á Lakjuni, sum sipar til hansara úttal- ilsir um Ginu-søgurnar Spurdur, um hvørji øki av skapandi listini, hann ætlar at raðfesta fremst í sam- gonguskeiðnum, svarar Jógvan á Lakjuni, at rithøv- undar og tónleikurin fram- haldandi fara framhaldandi at fáa stuðul. Hann sigur, at hann ætlar at fáa eitt gott samskifti við fólkini, sum varða av teimum ymisku økjunum. – Fólk skulu ikki vænta stórvegis broytingar á list- arliga økinum. Eg má eisini hyggja realistiskt upp á tað. Búskaparliga støðan loyvir ikki mær at gera tær stór- vegis broytingarnar, men tað er ringt at siga í núver- andi løtu, sigur Jógvan á Lakjuni. Fólkakirkjan yvirtakast Nýggi landsstýrismaðurin við mentamálum hevur størstan part av lívi sínum verið sera virkin í fríkirkj- uni, Siloa, í Fuglafirði. Nógv halda í skemti, at tað er lagnunnar speisemi, at ein virkin limur í brøðra- samkomuni hevur fingið upp í hendi at yvirtaka Fólkakirkjuna. Jógvan er abbasonur Victor Danielsen, sum var ein av høvuðsmonnum aft- anfyri brøðrasamkomuna og tann týtti Bíbliuna. – Hatta er kanska eitt sindur stuttligt, men tað ikki avgerandi, hvat eg standi fyri, tí eg skal fylgja ætlan- inum í samgonguskjalinum og tað ætli mær sjálvsagt at gera, sigur hann. Segði møguliga ov nógv Undir valstríðnum var Óli Breckmann rættiliga hvass- orðaður ímóti Sjónvarpi Føroya og hótti stjóran Mikkjal Helmsdal við starvinum. Jógvan á Lakjuni hevur eisini fleiri ferðir sagt sína hugsan um SVF. Hann hev- ur millum annað skýrt stovnin fyri at vera ov tjóð- veldisvinarligan. Nú fugl- firðingurin hevur fingið ábyrgdina av SVF, er rætti- liga nærliggjandi at spyrja hann, hvørjar ætlanir hann hevur við stovninum. – Tað er stórur munur at vera parlamentarikkari og landsstýrismaður. Tað er rætt, at eg havi úttalað meg um, hvussu SVF hevur uppført seg í einstøkum málum. Sum politikkari ilskast ein ofta inn á grunnheitina hjá fjøl- miðlunum og tað kann væl vera, at eg havi sagt ov nógv. Nú eri eg so settur sum landsstýrismaður og fremsta uppgávan verður at skapa frið á økinum, sigur Jógvan á Lakjuni. Óheft nevnd Í samgonguskjalinum stendur, at økið fjølmiðla- ábyrgd skal yvirtakast í verandi samgonguskeiði. Hesum ætlar nýggi Menta- málaráðharrin at virka fyri. – Mann hevur tosað leingi um yvirtøkuna og nú skal hon fremjast. Vit hava sanniliga eisini brúk fyri eini føroyskari fjølmiðla- lóg, sigur hann Jógvan á Lakjuni ætlar eisini at arbeiða fyri, at al- mennu fjølmiðlarnir, SVF og ÚF, gerast meira óheftir av politiska valdinum. Tjóðveldistingmaðurin, Tórbjørn Jacobsen royndi fyri nøkrum árum síðan at seta eina óhefta nevnd mill- um stovnarnar og lands- stýrismannin, men henda roynd miseydnaðist. Jógvan á Lakjuni hevur kortini góðar vónir um at hesin leistur letur seg gera og sigur seg vilja virka fyri, at ÚF og SVF verða skild frá politiska valdinum. Navn: Jógvan á Lakjuni Føddur: 1952 í Fuglafirði Giftur: Giftur við Odvør á Lakjuni (fødd: Gunnarsson) Børn: Høgni, Bárður, Rógvi, Herborg og Dánjal Útbúgving: Lærari Starvsroyndir: Lærari á Fuglafjarðar skúla 1977- 1989, Á Handilsskúlanum á Kambsdali 1989-2004 Politisk søga: Valdur í 1998. Sitið javnan sum varamaður síðan 1989. Landsstýrismaður við mentamálum 2004- Fakta Jenny Petersen, dagligur leiðari á Grímu Gríma sigur sína hugsan... Fyrst ynskja vit tær tillukku við starvinum. Starvið sum mentamálaráðharri má verða eitt dreymastarv við so ríkum mentanarlívi sum tí føroyska. Tað verður týdingarmikið, at tú kemur út og upplivir listina og tosar við listarfólk og hoyrir teirra sjónarmið. Við einum góðum samskifti ber til, at skilja hvønnannan betur og sum eg kenni teg, ivist eg ikki í, at tað letur seg gera. Eg vóni tú nýtir Mentanaraálitið sum eina rættningslinju, tí í álitinum vórðu allar partar í listini tiknir upp á ráð. Tú atkvøddi fyri Tjóðpalli Føroya og nú fært tú gylta møguleikan at seta hann í verk. Annars gleða vit okkum til samstarvið við teg. Annita á Fríðriksmørk, fyrrv. mentamálaráharri Undirvísingar- og mentamálaráðið er grundarsteinurin fyri føroyska samfelagnum. Tað er ógvuliga týdningarmikið, at ráðið verður røkt miðvist og at ein setur sær greið mál á økinum. Eg vóni tú fert at taka andstøðuna upp á ráð í teimum lógaruppskotum, sum tú leggur fram. Embætisfólkið á Mentamálaráðnum er framúr og tí vóni eg, at tú gert tær dælt av teimum. Eg vóni, at tú megnar at yvirtaka fólkakirkjuna sum skjót- ast. At enda vil eg ynskja tær góða eydnu við nýggja starvinum. Góð ráð frá Annitu... C M Y K 9 8