leygardagur 7. februar 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 26 - 7. februar 2004
Nr. 26 - 7. februar 2004
11
Tað er fallið mongum fyri bróstið, at teir flokkar,
sum nú mynda landsstýri, hava boðað frá, at teir
ætla at fremja tiltøk, sum skulu bøta um hjá
teimum trongdu pørtunum av vinnulívinum.
Hetta verður lagt út sum, at nú verður vent aftur
til tann mekaniska studningsbúskap, sum vit hava
ringar royndir av frá áttatiárunum.
Teir flokkar, sum endaðu í andstøðu, krevja
treytaleyst, at eingin almenn uppílegging kemur
fyri. Teir vilja altso við øðrum orðum, at markn-
aðurin fullkomuliga skal stýra búskapi og vinnu-
lívi. Hetta er ein erlig støða, og hetta hevur verið
roynt í fleiri londum tey seinastu 120 árini.
Royndirnar við reinum markanðarbúskapi hava
verið einvíst vánaligar.
Hvør 8. floksnæmingur (við allari virðing annars
fyri teimum) kenna John Maynard Keynes. Tá
heimsbúskapurin skramblaði saman í 1929 m. a.
orsakað av reindyrkaðum marknaðarbúskapi í
USA, kom Keynes fram við sínum vælkendu
áskoðanum um blandingsbúskap. Tað, sum
Keynes royndi at fáa politikkarar at skilja, var, at
hóast ein í princippinum er fyri marknað-
arbúskapi, so koma støður og viðurskifti, sum
gera, at statsvaldið noyðist at taka ábyrgd av bú-
skapinum. Tá marknaðarkreftirnar fara í sjálvs-
veiggj ella sýna ótálmað ábyrgarloysi, ella tá
náttúruvanlukkur órógva javnaðvágina í markn-
arbúskapinum, tá má og skal tað almenna inn sum
regulerandi og mennandi táttur.
Alt hetta er hent hjá okkum, og búskapurin, sum
sambært fráfarna fíggjarmálaráðharra var grund-
leggjandi sunnur, er álvarsliga sjúkur. Hetta kann
einhvør vissa seg um við at lýta at arbeiðsloysis-
tølunum. 700 fólk eru nú arbeiðsleys, og tølini
ganga tíverri skjótt tann skeiva vegin. Her má
nakað gerast! At sita hendur í favn, meðan lands-
menn í hundraðtali aftur skulu noyðast frá húsi og
heimi, er ábyrgarleyst. Tað er her ein skilnaðurin
gongur millum landsstýrið og andstøðu. And-
støðan hevur valt tað gomlu liberalistisku upp-
skriftina hjá Reagan og Tatcher at lata alt, sum
ikki kann standa falla, og so rokna tey við, at
restin lekir seg av sær sjálvum ella siga sum mað-
urin á sinni: »Det grejer sig i sjøen!« Men soleiðis
er ikki við nútímans búskapi ella fyri alt tað við
ILA - tað kemur ikki í rættlag av sjær sjálvum.
Tað almenna má taka ábyrgd og leggja karmarnar
soleiðis til rættis, at tær sjúku vinnurnar koma
fyri seg aftur sum skjótast, so vit ikki aftur enda í
arbeiðs- og vinnuloysi. Alt annað er ábyrgarloysi.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ábyrgd fyri búskapinum
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
IRF
Eyðun Ellingsgaard
Nú er væl spart hjá IRF, nú
ruskmenninir í Vágum eru
farnir úr starvi, og fýra
bygdir ikki eru slopnar av
við ruskið í tvær vikur.
Tað vóru fýra IRF-bilar í
senn í Vágum hendan dagin,
og allir fóru næstan tómir
avstað aftur. Koma teir
vestur mánadagin 9. febru-
ar, skulu teir taka umleið
1.650 posar, sum viga frá 15
kg til 35 kg. hvør. Bilurin
lastar 3,7 tons, so hann
verður nakað tungur hendan
dagin. Okkurt hjá politinum
at hugsa um. Tá stjórin í IRF
sigur, at posarnir viga 10 kg
í meðal, man tað vera posin
undir vaskinum, hann hugs-
ar um.
Eg havi spurt hjá komm-
ununum, hví tær ikki hava
mótmælt. Men tær vistu av
ongum, fyrr enn tað stóð í
bløðunum, at økið er um-
lagt. Nevndarlimurin hjá
Felagskommununi í IRF
hevur ikki kunnað tær um
nakað.
Nú eru hesi arbeiðspláss-
ini farin av oynni. Annar av
teimum, sum hava koyrt
rusk í Vágum, er uppsagd-
ur, og hin kundi ikki góð-
taka at taka rusk úr Gása-
dali til Tjørnuvíkar, Oyrar
og Funnings. Teir hildu, at
tað var best, at Vágar var
eitt øki fyri seg, tí teir
høvdu nokk at gera Koyrdu
í fjør 60.000 km. Teir, sum
koyrdu í Eysturoy og
Streymoy, koyrdu umleið
50.000 km.
Vónandi
broytir
IRF
støðu, annars má Felags-
kommunan seta tiltøk í
verk.
P.S.
Kanska koma fimm bilar
vestur mánadagin + trígir
mans í hvørjum bili, fyri at
teir ikki skulu verða ov
tungir. Løgreglan má kanna
bilarnar, áðrenn teir fara
avstað aftur.
Finnbogi Ísakson
Í tíðindunum frættist, at
valið av tveimum limum í
Norðurlandaráðið er útsett í
nakrar dagar, tí Tjóðveldis-
flokkurin vil hava annað
umboðið, hóast samgongan
saman við Sjálvstýrisflokk-
inum er so talsterk, at hon
eigur báðar.
Mær rennur til hugs, at á
valinum í 1974 gjørdist
tingmannatalið 26 tilsam-
ans. Ein samgonga varð
skipað millum Javnaðar-
flokkin, Tjóðveldisflokkin
og Fólkaflokkin við 18
tingmonnum aftan fyri seg.
Samgongan var sostatt
nóg sterk til at fáa bæði
umboðini, tí helvtin av 18
gevur 9 tingmenn, meðan
andstøðan bert hevði 8.
Eg eri fullvísur í - men
havi ikki kannað tað gjølla
-, at samgongan læt and-
støðuna fáa annað umboð-
ið. Tað varð gjørt, tí andin í
allari skipanini við Norður-
landaráðnum er, at tingini í
londunum skula vera so
breitt umboðað sum gjør-
ligt. Tað er nakað at hugsa
um hjá einari breiðari sam-
gongu.
Tað ber ikki til hjá sam-
gonguni at siga, at andstøð-
an fær annað umboðið, tí
Kári P. Højgaard fær sessin.
Tá valt verður, er hann ikki
í andstøðu, men samgongu.
Adressubroyting
Norðurlandaráðið
Niels Kári Nielsen
Eg vil takka Jógvan Jacob-
sen fyri svarið upp á skriv
mítt - um Jógvan dugir at
síggja nakað briksl móti
sær í skrivi mínum, so
hevur hann misskilt meg.
Tað, sum eg vildi, var at
vísa á, at hóast nakrir flokk-
ar, sum arbeiða meira ella
minni fyri størri sjálvstýri,
fáa 54,5% av atkvøðunum á
einum vali, merkir tað ikki,
at 54,5% av fólkinum høvdu
atkvøtt fyri fullveldi á eini
fólkaatkvøðu.
Annars haldi eg, at tað
als ikki kann góðtakast, um
úrslitið av eini fólkaat-
kvøðu bert hevði verið nøk-
ur fá prosentir yvir 50%;
eitt minstakrav vildi verið
75% ella meira til eitt so
týdningarmikið mál sum
framtíð føroyinga.
Eisini vildi eg vísa á, at
fullveldissamgongan hevði
allar møguleikar at fáa
staðfest, um fólkið tók
undir
við
fullveldistil-
gongdini. Men teir valdu, í
evstu løtu, at nokta fólk-
inum møguleikan at siga
sína hugsan. Orsøkin var, at
teir vóru bangnir fyri, at
meiriluti fór at vera ímóti.
Sum eg dugi at síggja, er
Jógvan Jacobsen ikki so
ósamdur í hesum, av tí at
hann eisini harmast um, at
fólkaatkvøðan í 2001 varð
avlýst.
At útsagnir og meiningar
hjá Unga Tjóðveldinum og
Tjóðveldisflokkinum
og
formenn tess als ikki skulu
samanberast á nakran hátt,
má eg viðganga, at eg ikki
visti av.
Annars hevði eg ikki orð-
að skriv mítt, sum eg gjørdi.
Tað undrar meg ikki sørt,
at Jógvan Jacobsen so eyð-
sýnt vil markera munin
millum Tjóðveldisflokkin
og Ungmannafelagið.
Vanliga er eitt politiskt
ungmannafelag sprottið úr
flokkinum, mest fyri at fáa
ungfólk áhugaði í politisk-
um arbeiði, og eru ung-
mannafeløgini eisini við at
mynda politikkin hjá flokk-
inum; hví hetta ikki er gald-
andi fyri Tjóðveldi, skal eg
ikki gera meg klókan uppá.
Men eg skal leggja mær í
geyma, at adressurnar er
ymiskar í Tjóðveldisleguni!
Hvat hendi í 1946 hava
nógvir vísir menn roynt at
gera seg klókar uppá, serl-
iga tjóðveldismenn.
Eg vil heldur hyggja
frameftir enn aftureftir -
fortíðin er farin, men
framtíðina kunnu vit vera
við til at skapa.
Helst allir føroyingar
saman, Sambandsmenn og
Tjóðveldismenn.
Hvat nú, Kristin Vestergaard
Nýggj samgonga
Schandorff Vang
Var valið fiasko ella ikki?
Sambandsflokkurin vann
valið við flestu atkvøðum,
men fall við býtinum av
tingmonnum. Hetta hevur
øst mangan veljara kring
landið, og tað skilji eg væl.
Kristin Vestergaard hevur
tann 5. februar grein á port-
alinum hjá Dimmalætting, í
greinini er nógv gott at
finna, men fari eg at gera
nakrar viðmerkingar.
Tú leggur eftir skipanini
av flokkinum og skrivstov-
uni, sum eg havi varað av
síðan beint undan fólka-
tingavalinum 2001. Hvat
skrivstovuni viðvíkur, er
bygt upp eitt gott net og eitt
gott samstarv millum val-
feløgini, valevni og limir
kring landið. Effektivitet-
urin og tænastustøðið er
høgt. Valfeløgini seta størri
krøv í dag, enn tey hava
gjørt áður og eg trúgvi ikki
tú finnur nakað valfelag,
sum kann siga, at tey ikki
hava fingið nøktandi tæn-
astu higani. Tað sama er
galdandi fyri limir og velj-
arar floksins, saman við
øðrum, sum venda sær hig-
ar í einum hvørjum ørindi.
Um Kristin Vestergaard
meinar nakað annað, fari eg
at spyrja hann, hvar hann
hevur hetta frá? Tí hann
hevur ikki eina einastu ferð
ringt, skrivað ella vitjað
skrivstovuna. Hevði hann
sett spurningar ella ynskir
fram á skrivstovuni, hevði
eisini hann fingið somu
góðu tænastu, sum øll
onnur. Skrivstovan er opin
dagliga og hevur annars
umstilling, so til ber at fá
samband so at siga alt
døgnið.
Hvat viðvíkur ávirkan á
politik floksins, er vegurin
at gerast limur í valfelagn-
um har man býr, møta til
limafundirnar, royna at fáa
ávirkan í nevndini, sum
síðan fer á landsnevndar-
fundir og landsfundin fyri
at gera sína ávirkan. Ein og
hvør kann eisini møta á
heystfundi og landsfundi,
og koma við sjónarmiðum.
So míni boð til Kristin
Vestergaard eru (um hann
vil hava ávirkan) - tekna teg
sum lim í flokkinum.
Jákup Sverri Kass
Hvør ið hevur skylduna av
at val varð útskrivað, kunnu
vit keglast um í allar ævir.
Onkur setur ultimatum, og
onkur vildi ikki lata við seg
koma. Men veruleikin er
sera greiður - vit hava
fingið eitt "systemskifti" í
føroyskum politikki. Vit
hava fingið eina samgongu
ímillum tríggjar av teimum
stóru flokkunum, og spenn-
andi verður at síggja,
hvussu tað fer at ganga.
Vónandi er útbrotið hjá
Hans Paula Strøm og
manglandi samskifti í sam-
gonguni bert ein byrjunar-
trupuleiki.
Í prinsippinum vildi eg
gjarna sæð tí gomlu sam-
gonguna hildið áfram, men
hyggur ein at teim mongu
áhaldandi persónligu inn-
anhýsis stríðunum, sum
vóru, so er spurningurin,
um Føroya fólk ikki hevur
brúk fyri eitt sindur av friði
á politiska økinum. Føroya
fólk hevur helst brúk fyri at
gerandispolitikkur
aftur
verður førdur, og at sjálvs-
stýrismálið (sum nú liggur í
einari fastari legu) fær tíð at
búnast.
Politikkur er annað enn
áhaldandi kegl um loysing
ella samband. Sjálvsstýri-
spurningurin skal loysast
her á landið, áðrenn øll
onnur skulu blandast uppí.
Sjálvandi skulu vit arbeiða
fram ímóti einum føroysk-
um sjálvstýri, men pláss má
eisini verða fyri øðrum á
politisku dagsskránni.
Spennandi
verður
at
síggja, um andstøðuflokk-
arnir eru búnir at føra ein
konstruktivan og mennandi
andstøðupolitikk, ella um
tað verður tað gamla, at
andstøðan skal atkvøða
ímóti
samgonguni,
við
teirri grundgeving: "Tað
hevur man altíð gjørt". Eg
vóni veruliga, at føroyskur
politikkur er komin longri
enn tað.
Vónandi megna anstøðu-
flokkarnir at skifta plátuna
frá konfrontatiónsleiðini, til
eina nýggja konstruktiva
leið. Eina leið, sum kann
merkja, at samgonga og
anstøða kann semjast um at
standa saman um mál, sum
hava týdning fyri menning-
ina av øllum landinum. Vit
hava brúk fyri langtíðar
ætlanum. Tað ber ikki til, at
vit fjórða hvørt ár skifta
leið, tí at onkur annar kem-
ur til valdið.
Uttanlands kenna vit
langtíðar ætlanir og lang-
tíðar semjur - vónandi letur
bæði andstøða og sam-
gonga við seg koma, so-
leiðis at vit kunnu leggja
eina kós, sum røkkur long-
ur enn fýra ár. Tað skylda
landsins
kosnu
umboð
veljarunum.
Við sjálvstýriskvøðu.
Nýtt landsstýri
Heri Mohr
Verbalisman, sum tey farnu
6 árini hevur eyðkent før-
oyskan politik - eyðkent
kanska
serstakliga
av
broddinum á tí hálvrunna
loysingarfallinum -, hevur
tíðum verið á so lágum
støði, at vanligt vit og skil
ikki funnu stev í tí ovurkáta
og villa dansinum. Rakstrar-
rópini um tey mongu, sum
ikki
eru
(vóru)
rættir
føroyingar, hoyrdust hvøll
út um landamørk, og dans-
urin varð tí ikki troddur so
lættlig við lív og sál sum eitt
nú, tá ið sumbingar kvøða.
Tað, sum mest av øllum
hevur voldað split og kland-
ur millum fólk, eru tær
ósonnu
frágreiðingarnar,
sum ávísir politikkarar og
teirra eltibløðrur áhaldandi
hava potað í okkum før-
oyingar. Summi av hesum
fólkum eru so alvitug og
háfloygd, at í eini kapping
hevði fantasiríki skrøggarin,
barónurin von Münchhau-
sen, verið við undirlutan.
Um vit leita í utopisavnin-
um, har ein Münchhausen
sum sagt lítið hevði formátt
sær, síggja vit, at loysingar-
menn krevja tær árligu 616
milliónirnar, sum lands-
kassin fær úr ríkiskassanum
til rakstur av heilsuverkin-
um og almannaverkinum,
tveittar á bláman á sama
hátt, sum fram varð farið, tá
ið 366 milliónir vórðu burt-
urbeindar tann 1. januar
2002.
Hesir pengarnir, blokkur-
in úr ríkiskassanum, støðið
undir vælferðini í Føroyum
í 30 - 40 ár, var orsøkin til,
at tað maðketna føroyska
samfelagið fór á heysin
tann minniliga heystdagin í
1992, sum syndraði lands-
kassan, peningakervið og
hús og heim, tá ið skriðu-
bakkin leyp.
Siga loysingarfólk. Og tí
skal blokkurin á bláman !
Altso: tað føroyska sam-
felagið fór rabundus fyri 11
árum síðani, takkað verið
teimum ungu, sum vóru í
útbúgving, teimum sjúku,
teimum avlamnu, teimum
gomlu. Hesi lótu seg við
"danskari
olmussu"
og
"tátu" vagga í dreymadjúp-
an Tornurósusvøvn. Men úr
hesari transustøðu skal nú
ein forloysing uppstanda, og
í dreymi skulu rísa 18 fjalla-
tindar við eini brosandi
Atlantis prestinnu í para-
dísiskum vakurleika sum
eitt Shangri-la í Himalaya,
har eingin sjúka, einki elli,
og eingin deyði valdar. "Hitt
lovaða serføroyska Elysion-
ið er uppstaðið, halleluja",
ljóðar recitativið í gleðis-
rúsi, meðan 1. og 2. bassur í
kórinum murra "Ongan
blokk, halleluja".
Við støði í einum sam-
gonguskjali gjørdi lands-
stýrismaðurin við fíggjar-
málum av at fastfrysta rest-
blokkin upp á 616 milliónir
frá 1. januar 2002 at rokna.
Fastfrysta blokkin! - Við
hvørjari lógarheimild ella
við hvørjum mandati kundi
landsstýrismaðurin
taka
avgerð, sum gav landskass-
anum millióna tap ríkis-
kassanum til fyrimunar?
Kanska kundu Føroya fólk
fingið svar upp á hendan
spurningin? Í hesum føri
var ikki talan um yvirtøku
av ávísum málsøkjum !
Í Dimmalætting 29. janu-
ar skrivar sami landsstýris-
maður,
emeritus,
m.a.
(…)"Avdráttur av lánum
skulu ikki dragast frá, tá
talan er um úrslit lands-
kassans, gjørdu vit tað, so
skuldu vit eisini ført lánini
til inntøku. Um vit bara
draga avdráttir frá á rakstr-
inum, hvussu hevði so úr-
slitið sæð út í 2003. Tá
guldu vit eyka avdrátt uppá
500 mió. kr."
Av sonnum aforistisk
gullkorn. Kundi eins væl
verið sagt í skemtileikinum
Ebberød Bank fyri 80 árum
síðani.
Nýggja landsstýrið kem-
ur ikki til búgvið borð ella
skorin klæði, men tað eigur
at síggja til at fáa dialogin
millum Føroyar og Dan-
mark í eina fólkaliga og
siðiliga legu, sum sømir
seg mentaðum fólki.
(….)
-Av
stáli
er
rúnakelvi, í angist og kulda
eg skelvi.
Lat tað ikki henda aftur !
Og spurningurin um at
fáa tann fastfrysta blokkin
dagførdan herundir Psykia-
trisku deild á Lands-
sjúkrahúsinum og Ríkis-
sjúkrahúsið, sum eru 100%
ríkiskassaøki,
eigur
at
verða tikin upp, eins og
blokkurin fingin úr djúp-
frystaranum skjótast gjør-
0ligt.
Hetta
er
landsstýrisins
einfalda
skylda fyrst og fremst móti
gomlum,
sjúkum
og
avlamnum í Føroyum.
Fyri
at
sleppa
undan
framhaldandi ruðuleika við
misskiljingum
og
ósannindum er tað neyðugt
at halda skil á, hvat
blokkurin skal brúkast til,
tað
vil
siga,
eina
sundurliðing sum vísir,
hvussu
blokkurin
er
skrúvaður saman. Hetta
eigur skilliga at framganga
av løgtingsins fíggjarlóg.
Hurlivasið
Lag: Gamla Dimma
Her alt landið er á gosi,
hurlivas í tingi er.
Saman høvdu tey mangt nosið,
hvørjir flokkar stýrdu her.
Niðurlag:
Okur eru pensjónistar,
nøkur hava stóra neyð.
Skjóti ikki journalistar,
stóra vitan hava tey.
Fýra flokka meirilutin,
illa saman eintust meir.
Jú, teir vóru eins og karðar:
Hvørja nátt hálsfevndust teir.
Men nú mátti endin bresta,
alt ov nógv stóð honum á,
nú er slonkin pengakassi,
hvar skal krónan koma frá.
Ja, nú skulu tey øll pyntast,
tey í sjónvarp skulu her.
Lova gull og grønar skógir,
journalistur við teimum er.
Nú, tey runt um landið reika,
bygd úr bygd og bý úr bý.
Ógvusliga nógv ið leika,
tey nú vilja tingið í.
Tosa nógv um pensjónistar,
hjálp nú skulu "fá" úr neyð.
Tey gomlu skulu kross teim geva,
fót í reyv so fáa tey.
Men flokkur ein, hann orð man halda,
fyri okkum stríddust væl.
Hægri pensjónir, fer at gjalda
C tí kross mín fáa skal.
T.L.
C
M
Y
K
11
10