leygardagur 7. februar 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 26 - 7. februar 2004
Nr. 26 - 7. februar 2004
13
Næstformaðurin í
Pedagogfelagnum,
sum stillar upp til
formansvalið á
aðalfundi felagsins
28. februar, ætlar at
leggja stóran dent á
fakfelagsarbeiðið.
Hon heldur uppá, at
ein altíð kann gera
tingini betri
FORMANSVAL
Edvard Joensen
Næstformaðurin í Føroya
Pedagogfelag ætlar sær at
verða formaður komandi
valskeiðið hjá felanum,
sum er tvey ár.
Ann-Elisabeth Joensen er
ættað úr Fulgafirði. Hon er
útbúgvin sosialpedagogur
úr Danmark, har hon eisini
arbeiddi í fleiri ár, áðrenn
hon í 1996 flutti heim aftur
til Føroya. Í Danmark ar-
beiddi hon rættiliga nógv
við innflytarafamiljum.
Heim aftur komin til
Føroya fór hon fyrst í starv
hjá stuðulsskipanini há
Tórshavnar Kommunu og
tók í 1998 við starvi sum
leiðari á frítíðarskúlanum.
Hon er í dag leiðari á frítíð-
arskúlanum í Hornabø, sum
er knýttur at Venjingarskúl-
anum.
Ann-Elisabeth Joensen
hevur í trý ár verið nevnd-
arlimur í Føroya Pedagog-
felag og hevur seinastu tvey
árini verið næstformaður í
felagnum.
Verður hon formaður í
Pedagogfelagnum, fer hon
at biða um farloyvi fyri at
kunna røkja starvið til
fulnar.
– Tað kann í dag verða
ein forðing, at eg eri
stovnsleiðari hjá kommun-
uni, samstundis sum eg
skal røkja fakfelagsarbeið-
ið. Hesi bæði størvini fara
fyrr ella seinni at stríða
móti hvørjum øðrum, vænt-
ar hon.
Ann-Elisabeth Joensen
stillar sjálvonnur upp til
formansvalið í Pedagogfel-
agnum, sum verður tann
28. februar. Mótvalevnið er
ein maður. Tað er Jarvin
Hansen, sum eisini er
stovnsleiðari.
– Tað er gott, at fleiri
stilla upp, sigur Ann-Elisa-
beth Joensen. At annað val-
evnið er mannfólk, ger tað
ikki minni spennandi í eini
konufólkaverð, sum peda-
gogfakið í veruleikanum er,
sigur hon.
Hon ætlar sær at leggja
seg eftir at menna fakið,
sum hon tekur til. Heldur,
at tað hevði verið eina
roynd vert at havt eitt fólk
aftur at formanninum í
starvi hjá felagnum. Tað
kundi so gott verið ein
nevndarlimur, ið kundi tik-
ið sær av teimum reint fak-
ligu spurningunum, sum
stinga seg upp. Soleiðis, at
felagið ikki bara líkist eini
stórari umsiting.
Hon heldur seg hava fyri-
mun av at hava sitið í
nevndini í Pedagogfelagn-
um i trý ár. Og hon gjørdi
beinanveg av at stilla upp til
formansvalið, tá nevndin
heitti á hana, tá tað var
greitt, at fráfarandi formað-
urin, Carita Bjørklund, ikki
stillar uppaftur.
Eisini metir hon tað sum
ein fyrimun, at hon hevur
rættiliga breiðar starvs-
royndir í fakinum. Hon
hevur bæði arbeitt við inn-
flytarum í Danmark, arbeitt
á vøggustovu, barnagarði,
stuðulsskipan.
Mannliga valevnið til
formansvalið í
Pedagogfelagnum
heldur, at fakliga
innihaldið hjá limum
felagsins eigur at
mennast. Hann stillar
ikki uppfyri nakað
ávíst øki men fyri alt
felagið, sigur Jarvin
Hansen
FORMANSVAL
Edvard Joensen
Fakliga støðið hjá teimum,
sum arbeiða á dagstovnum
og búfelagsskapum eigur at
mennast. Tað er ikki nokk,
at hesi støðini bara skulu
vera parkeringspláss til
teirra, sum koma ella búgva
har. Í dag verður kravt
meira enn so av starvsfólk-
inum, sigur Jarvin Hansen,
ið er annar teirra, sum still-
ar upp til formansvalið í
Pedagogfelagnum,
sum
verður tann 28. februar.
Foreldur og onnur av-
varðandi seta størri og
størri krøv til teirra, sum
arbeiða á støðum, har børn
og ung verða ansað. Tað er
ikki soleiðis meira, sum
fyrr onkuntíð var, at dag-
ella døgnstovnurin er eitt
parkeringspláss, har barnið
verður latið inn, meðan for-
eldrini eru til arneiðis ella
upptikin av øðrum. Í dag
verður kravt nógv meira
enn so, og nógv er at
hyggja eftir og leggja merki
til. Tí krevur tað eisini
rættiliga nógv av teimum,
sum arbeiða á slíkum støð-
um, sigur Jarvin Hansen.
– Fyrstu tíðina kendist
tað mangan nokk so einsa-
malt at vera maður í hesum
yrkinum, sigur Jarvin Han-
sen, sum ásannar, at peda-
gogyrkið mestsum er ein
konufólkaverð burturav.
Men sum frá er liðið eru
fleiri og fleiri menn komnir
afturat. Serliga tá kreppan
var, vísti tað seg, at fleiri
handverkarar fóru at læra
og arbeiða sum pedagogar.
So í dag er eingin trupul-
leiki at fáa handverkarar til
bú- og dagstovnar, sigur
hann.
Hann metir, at ov lítið av
útbúnum fólki er at taka av,
og vil tí, um hann verður
valdur til formann í Peda-
gogfelagnum, millum ann-
að virka fyri, at útbúgving-
in verður ment.
Eitt annað mál, sum ligg-
ur honum á sinni, er at fáa
eina lagaliga fráfaringar-
skipan fyri fólk í yrkinum,
sum vegna aldur ynskja at
trappa niður, sum hann
tekur til.
Eitt nú fólk, sum nærkast
pensiónsaldri áttu at fingið
høvið til at stytt sær ar-
beiðstíðina uttan at missa
løn av teirri grund. Hetta
sum eina samsýning fyri
strævið arbeiði. Tí strævið
er tað at arbeiða á stovni,
har fólk annaðhvørt verða
ansað, meðan foreldrini eru
til arbeiðis, ella búgva fast.
– Tað er virðiligt at hugsa
meira um tey tilkomnu,
sigur Jarvin Hansen.
Arbeiðstíðin eigur at
verða stytt frá 40 niður í 37
tíma viku, og eingin ivi er
um, at fleiri útbúgvin fólk
eiga at fáast í fakið. Tað eru
alt ov nógv fólk uttan út-
búgving, sum arbeiða á
stovnum í dag, vísir hann á.
– Tosað verður alla tíðina
um at nøkta tørvin á ansing.
Men alt ov lítið verður
hugsað um innihaldið. Her
eigur ein komandi leiðsla í
Pedagogfelagnum at brúka
rættiliga stóra arbeiðsorku,
sigur mannliga valevnið til
formanssessin í Føroya
Pedagogfelag.
Jarvin Hansen er 34 ára
gamal og ættaður úr Klaks-
vík. Hann arbeiðir í dag á
fjórða ári sum leiðari á
Sambýlinum á Bóndaheygi
í Havn.
Hann byrjaði at arbeiða á
Eirargarði í 1990, greiðir
hann frá, og hevur síðan
arbeitt ymsastaðni. Hevur
til dømis verið tvey ár í
Danmark, tvey ár á Barna-
heiminum, eins og hann
eisini hevur arbeitt sum
stuðul. Hann fór á pedagog-
skúla í Havn og fekk prógv
haðani í 1997.
Eisini hevur Jarvin Han-
sen verið í starvsnevndini
hjá Javna í trý ár. Og hesum
hevur hann lært nógv av,
sigur hann.
Um bygnaðin í Pedagog-
felagnum sigur Jarvin Han-
sen, at júst tíðin í Javna
hevur givið íblástur til eina
umskipan av Pedagogfel-
agnum, soleiðis at eitt nú
økisnevndir verða skipaðar,
sum kunnu hava eftirlit við
teimum ymsu stovnunum í
ymsu økjunum kring land-
ið. Tí ymikst er, hvussu
stovnarnir eru fyri fakliga,
og ein einsamallur formað-
ur á eini skrivstovu í Havn
kann eisini koma í ta støðu,
at hann líkasum »missir
sambandið« við hesar lim-
irnar, heldur Jarvin Hansen
Tilhaldið Hugnin í
Sandoy skipar fyri
tiltøkum hvønn
mánadag og miku-
dag. Í næstu viku er
áhugaverd skrá
TILHALD
Edvard Joensen
Sandoyggjafólk fáa høvi
at hugna sær seinnapart-
ar mánadag og mikudag.
Og í næstu viku er serligt
hugnakvøld á skránni.
Mikukvøldið 11. feb-
ruar skipar Hugni saman
við ungmannafelagnum
Virkinum fyri hugna-
kvøldi, sum byrjar við
borðhaldi klokkan 19.00.
Aftan á veðru farið upp á
gólv. Bæði til føroyskan
dans
og
aftur
við
harmonikuni.
Kostnaðurin fyri hetta
kvøldið er 50,- krónur,
og boðast má frá luttøku
á tlf. 31 19 90 í seinasta
lagimánadagin 9. febru-
ar.
Vanliga skráin mána-
dagin verður, at lisið
verður úr klassikaranum
Lognbrá hjá Heðini Brú,
og ein drekkamunnur er
eisini at fáa.
Sandoyingar hugna sær
Vil menna fakliga innihaldið
Kann altíð gera tingini betri
Jarvin Hansen, leiðari á Sambýlinum á Bóndheygi, stillar upp
til formansvalið í Føroya Pedagogfelag
Mynd: Jens Kristian Vang
Ann-Elisabet Joensen hevur verið nevndarlimur í Føroya
Pedagogfelag í trý ár. Tvey teirra sum næstformaður. Nú ætlar
hon at gerast formaður í felagnum
Mydn: Jens Kristian Vang
Leiðslan í Smyril Line
hevur sett Niels
Kreutzmann, markn-
aðarstjóra í Born-
holms Trafikken, í
nýstovnaða starvið
sum deildarstjóri fyri
øllum ferðafólka-
virkseminum hjá
felagnum
TÍÐINDASKRIV
Niels Kreutzmann er 38 ár,
útbúgvin cand.merc. og
hevur drúgvar royndir inn-
an ferðavinnu. Hann tekur
við nýggja starvinum 1.
mars
Sølu- og marknaðarstjór-
in, ið fer til verka í ný-
stovnaðum starvi í Smyril
Line 1. mars, hevur drúgvar
royndir innan ferðavinnu.
Niels Kreutzmann, sum
er settur í starvið, er 38 ár
og hevur síðani august í
2000 verið marknaðarstjóri
í Bornholms Trafikken.
Hann var marknaðarstjóri í
Grønlandsfly í trý ár, har
hann starvaðist í tilsamans
13 ár, áðrenn hann fór í
starv hjá Bornholms Tra-
fikken. Niels Kreutzmann
hevur sitið í ovasta leiðslu-
bólkinum í báðum feløgum
og hevur tilsamans sjey ára
royndir sum marknaðar-
stjóri innan skipa- og flog-
ferðslu.
Komandi
sølu-
og
marknaðarstjórin í Smyril
Line er útbúgvin cand.
merc. í marknaðarføring,
strategiskari ráðlegging og
ferðavinnubúskapi.
Niels Kreutzmann, sum
er uppvaksin í Nuuk, hevur
føroyska konu og hevur
verið nógv í Føroyum bæði
privat og í ferðavinnuhøpi,
haðani hann eisini hevur
góðan kunnleika um ferða-
vinnuna í Norðuratlants-
havi.
Nevndin í Smyril Line
samtykti í november í fjør
at søkja eftir einum sølu-
og marknaðarstjóra við al-
tjóða royndum og hollari
útbúgving á økinum eftir
tilmælum í eini eftirmeting
av søluni og marknaðar-
føringini hjá felagnum,
sum norðurlendska ráðgev-
andi fyritøkan, Ementor, og
føroyska,
Fjølmiðlaráð-
gevingin, gjørdu.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Andlát
28. januar
Tummas Weihe, ættaður úr Porkeri, búsitandi í
Helsingør, 51 ár
31. januar
Gisli Rasmussen, Tórshavn, 54 ár.
Herborg Christiansen, Kollafjørður, 74 ár.
Olivia Petersen,Vestmanna, 91 ár.
1. februar
Pól Thomsen, ættaður úr Fuglafirði, búsitandi í
Måloy, 72 ár.
2. februar
Petur Jákup Sivertsen, ættaður frá Gjógv, 73 ár.
4. februar
Arnold Winther, Vágur, 87 ár.
85 ár
Mánadagin 9. februar fyllir Jákup E. Joensen, í
Gerðum Klaksvík, 85 ár.
Dagurin verður hildin hjá Leivur og Áslu Kráargøtu
10 frá kl. 18.00.
80 ár
Í morgin, 8. februar, fyllir Símun P. Poulsen, Fugla-
firði, 80 ár.
Dagurin verður hildin saman við børnunum og
abbabørnunum.
60 ár
Mánadagin 9. februar verður Brynhild Djurhuus á
Sendistovu Føroya í Keypmannahavn 60 ár.
Prógv
29. januar hevur Svein Eliasen, Tórshavn, lokið
prógvið Professionsbachelor som pædagog við
Viðborg Seminarium.
20. januar fekk Magni Jacobsen, Tórshavn, prógv
sum kokkur á Hotel d’Angleterre, Keypmannahavn.
Dagurin
7. februar. Rikard, deyður umleið ár 720. Enskur
kongur, sum gjørdi pílagrímsferð til Róm og Heilaga
Landið, men doyði longu á útferðini. Summi halda, at
talan er um Rikard Leyvuhjarta, sum doyði í 1199,
men hann varð ongantíð skírdur halgimenni.
Germanskt navn, ið merkir mikil, harður ella
sterkur.
8. februar. Korinta, deyð umleið ár 250. Kristin kona
í Aleksandriu, sum ikki vildi ofra til heidnar gudar og
tí varð tikin av døgum.
9. februar.Appolonia, deyð umleið ár 250. Ein onnur
kona í Aleksandriu, sum fyri trúar sakir varð pínd og
dripin. Halgisøgan sigur, at hon fekk tenninar trektar
út og varð síðan brend á báli. Verndarhalgimenni hjá
tannlæknum.
Navnið er eftir grikska gudinum Apollon, hin
ljómandi. Ein søga er um, at Nólsoyar Páll vildi, at ein
dóttirin skuldi eita Napoleonia eftir Napoleon keisara,
sum hann var so hugtikin av, men prestur vildi ikki
doypa hana við tí navninum. Teir samdust tá um at
kalla hana Appoloniu.
Smyril Line sett sølu- og
marknaðarstjóra
Sandoy hevur fingið nýggj-
an sparikassaleiðara. Tann
1. februar tók Eyðvør Dam
við sum nýggjur deildar-
leiðari fyri oynna. Hon
tekur við eftir Sverra Mohr
Edvinson, ið herfyri tók við
nýggjum avbjóðingum í
Føroya Sparikassa.
Eyðvør Dam er 41 ára
gomul og hevur starvast í
Sparikassanum í knappliga
20 ár. Hon byrjaði í Spari-
kassanum 1. juni 1984.
Frammanundan hevði hon
verið í skrivstovulæru hjá
byggifelagnum Danberg &
Sørensen í Havn. Hon tók
sparikassaútbúgving og er
eisini farin undir Finansiel
Videreuddanelse.
Nýggi deildarleiðarin er
ættað úr Skopun, men hon
býr í Húsavík. Hon er gift
við Eyðfinni Dam.
Eyðvør er eisini virkin
uttan fyri arbeiðið. Hon
hevur drúgvar royndir frá
lokalpolitikki, tí hon var
bygdaráðsforkvinna
í
Húsavík í tvey valskeið í
tíðarskeiðinum 1993-2000.
Eyðvør er eisini við í einum
felagi, ið skipar fyri dansi-
spølum og gamlamanna-
dansi, og so dámar henni
eisini væl at fáast við
handarbeiði.
Í sambandi við starv-
ssetanina verður móttøka á
deild Sparikassans heima á
Sandi
mikudagin
11.
februar kl. 15-17. Mót-
tøkan er almenn, og øll eru
hjartaliga
vælkomin
at
støkka inn á gólvið.
Eyðvør Dam, sparikassaleiðari:
Sparikassin nýggjan deildarleiðara
í Sandoy
Hósdagin 5. februar hevði
Bjarni Hammer í Havn 25
ára starvsdag hjá Føroya
Keypsamtøku í Dr. Ja-
cobsensgøtu í Havn.
Bjarni er 66 ára gamal og
ættaður úr Hovi. Hann
sigldi sum ungur og hevur
eisini arbeitt í byggivinnuni
í Grønlandi.
Seinastu 25 árini hevur
Bjarni arbeitt sum bilførari
hjá FK í miðbýnum, har
hann hevur koyrt vørur út
til mong húsarhald í Havn.
Hann er álítandi og sera
góður at samstarva við,
verður sagt frá FK.
Bjarni er giftur við
Katrin, sum eisini er úr
Hovi, tey eiga tríggjar
døtur, Margrethu, Josefinu
og Elsu.
Bjarni Hammer:
25 ára starvsdag hjá Føroya Keypssamtøku
25 ára starvsdagin fekk Bjarni Hammer t.v. handaða eina kurv við blómum og góðgæti frá
leiðaranum í FK í miðbýnum, Bo Møller
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
13
12