Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. februar 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 7. februar 2004 15 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Í dag, leygardagin 7. februar kl. 10, letur listaframsýningin "Spírandi list" upp í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýnararnir eru næm- ingar í Tórshavnar Kvøld – og Ungdómsskúla, sum ganga til fakið "Tekning og máling" har Randi M. Gunnarsdóttir er lærari. Teir 11 næmingarnir sum sýna fram hava fleiri ym- iskar málningar og akva- rellir Framsýningin er opin til og við hósdagin 12. februar kl. 20.00 Opið er soleiðis: leygar- dagin frá kl. 10 – 18, sunnudagin frá 15 –18, mán-hósd. frá 16-20. Spírandi list í Smiðjuni Aftast frá vinstru: Ólavur Thomsen, Katrina Johansen, Lovisa A. Fjalsbak, Kristin Thomsen, Ian Luid, Randi M. Gunnarsdóttir, lærari. Í miðuni: Døgg Patursson, Ingrid Gregersen. Fremst: Arne J. Arnskov, Vera Bjørgvin, Anna Hansdóttir, Sheila Arnskov. Leggið til merkis at Anna Hansdóttir hevur gjørt ein málning av pápanum, Hans, sum hevði Smiðjuna í Lítluvík, áðrenn hon var bygd um til framsýningarhøli Mynd: Álvur Haraldsen Á Blásiusmessu, týsdagin 3. februar, vóru fimmti ár liðin, síðan Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, varð borin í heim. Marjun er havnarkona, dóttir Miu Trónd, tannlækna, og Hanus Jensen, skipara, og gift við Bjarna Wilhelm úr Havn. Eftir lokið studentsprógv í 1973 fekk hon sær útbúgving sum cand.brom. (matvørufrøðingur) á Den Kongelige Veterinær- og Landbohøjskole í 1978. Hon arbeiddi á Fiskirannsóknarstovuni frá 1978-80 og sum deildarleiðari hjá Faroe Seafood frá 1980-82. Síðan ar- beiddi hon sum deildarleiðari og gjørdist av álvara eitt kent andlit í Føroyum sum stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fram til 1996, tá ið Edmund Joensen, táverandi løgmaður, setti hana í starv sum løgmansstjóri. Í 2002 fekk hon diplom í almennari fyrisiting á Danmarks Forvaltningshøjskole. Vit kenna eisini Marjuna sum eitt sera ágrýtið viðhalds- fólk hjá Neistanum, har ið hon í yngri árum var ein kendur leikari. Tá ið Marjun varð sett í nýstovnaða starvið sum løgmansstjóri, vakti tað ikki minst ans, at ein kvinna varð sett sum fremsta embætisfólk landsins. Tað sigur ikki so lítið um Marjuna. Hon er soleiðis eisini ein góð fyrimynd fyri aðrar før- oyskar kvinnur. Hetta var byrjanin á teim so nógv umrøddu bygnaðarbroyting- unum í miðfyrisitingini. Marjun hevur saman við nógvum góðum fólki staðið á odda og lagt nógva orku í at menna landsins fyrisiting, og hevur hennara stremban borið góðan ávøkst. Tað hoyrist eisini frá nýggju landsstýrismonnunum nú um dagarnar, at teir halda fyrisitingina rigga væl. Tað er eisini væl í tráð við hennara lyndi, at einki eigur at frysta fast í stirvnar vanar, og tí fer ein og hvør skipan at hava tørv á endurskoðan eins og nú politikkarar og onnur tala um. Vit, sum arbeiða saman við Marjuni - tí hóast ein í veruleikanum arbeiðir undir henni kennist tað meira sum at arbeiða saman við henni - kenna hana sum eina opna, kvika og heita persónmensku. Eina, sum dugir at eggja sínum starvs- fólki til og eisini rósa teimum fyri gott avrik. Vit ynskja Marjuni hjartaliga til lukku á hennara fimmti ára degi og vóna, at hon fer at fáa nógv góð ár afturat. Vit vænta, at hennara unga og lívliga lyndi - Blásiusmessubarn, sum hon jú er - saman við nógvum lívsroyndum eisini í kom- andi tíðum fara at koma henni og Løgmansskrivstovuni væl við. Bestu føðingardagsheilsanir frá starvsfólkinum í Løgmansskrivstovuni Marjun Hanusardóttir fimmti 15 14 Nr. 26 - 7. februar 2004 Føðingar 11. januar bleiv eg stóribeiggi. Lítlibeiggi vigaði 4000 gr. og var 53 cm langur. Mamma og babba eita Heidi Joensen og André Heini Petersen, Klaksvík. 15. jan. fingu Rebekka og Lukas eina systir. Hon eitur Naomi. Foreldrini eita Laila og Jón, tey búgva í Hinnerup. Hey, eg eiti Sonni. Foreldur míni eita Jón- vør Hansen og Hans Mikkelsen úr Runavík. Tann 30. jan fekk eg ein líttlabeiggja. Hann vigaði 3500 gr og var 54 cm langur. 13. januar fingu Anna Mari Arge Persson og Gunlaugur Persson, Aalborg, áttu eina dóttur (Silja Ivana). Hon var 49 cm long og vigaði 3210 gr. 21. januar fingu Harriet Niclasen og Kim Kamb- skarð, Trongisvági, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 4250 gr. 27. januar fingu Kristina og Jákup Jensen, Herlev, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3380 gr. 27. januar fingu Annika Waag og Theodor Eli Dam Olsen eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4700 gr. 29. januar fingu Jorie og Andreas Jesephsen, Klaks- vík, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3750 gr. 29. januar fingu Jóhanna Magnussen, Tjørnuvík, og Rúni Debes, Oyri, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3790 gr. 29. januar fingu Arngrím S. Thomassen og Sára S. Reinert, Sandavági, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3125 gr. 1. februar fingu Ida Nielsen og Gardar O. Justinus- sen, Gentofte, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3400 gr. 2. februar fingu Turið Müller og Arngrímur Arn- grímsson, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3655 gr. 2. februar fingu Annika Restorff Holm og Jacob Eli Olsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4600 gr. 2. februar fingu Sunnfríð Isaksen og Jónbert Hen- riksen, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4300 gr. 3. februar fingu Guðrun Vang og Jon Højsted, Hoyvík, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3730 gr. 3. februar fingu Sunrid Gleðisheygg og Ólavur Nielsen, Norðragøtu, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3600 gr. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Røddin er tagnað, eg fari ongantíð aftur at kunna tosa við teg. Stólurin er tómur, eg fari ongantíð aftur at møta tínum brosi og tínari góðsku. Eg finni ikki orð, ið til fulnar kunnu lýsa saknin, sorgina og tómrúmið eftir mostur mína. Um man ikki hevur átt nakað, kann man ikki vita, hvussu tað er at missa. Og tað lív er fátækt, sum ongantíð hevur kent góðsku ella sorg. Tað er ræðuligt at missa, tað er slítandi at syrgja, men slíkar eru lívsins treytir. Vit hava fingið lívið til láns frá tí Gudi, sum gav okkum lívið og okkara medmenniskju. Lívið er dýrabært. Sum tíðin líður fara vit at læra at takka fyri tíðina, vit fingu loyvið at vera saman við mostur. Jú lívið gongur víðari, men tað er broytt, tað verður ongantíð tað sama, nú mostur ikki er á lívi. Í sorgini finst bert ein sonn troyst, tað er kristna uppreisnarvónin um, at lívið er sterkari enn deyðin. Góða mostir, tú hevur gingið tína lívsgøtu, títt stilla lyndi, tín ótroyttiligi offurvilji standa eftir teg. Tú gav altíð títt besta, og tað var tín gleði at síggja onnur nøgd. Tú livdi veruliga fyri onnur og setti teg sjálva til síðis. Tú vart als ikki sjálvsøkin. Milja var yngst av børnunum hjá Súsonnu Katrinu og Hans Michaeli Joensen í Innistovu í Hattarvík. Tey eldru systkini vóru: Jóhanna Katrina, Jógvan, Guttorm, Anna Olivia, Hans, Mikkjal Petur, Hans Andreas, Hans Andreas og Anna Elisabet. Nú er einans Anna Olivia á lívi. Mostur vaks upp í Hattarvík undir teimum korum, ið tá vóru. Hon upplivdi kríggið m.a. um myrkalegging, matarskamtan, minum og tá ið tey fóru inn á Fløtur at vera. Sum ung fór mostur burtur at tæna. Hon var m.a. á Viðareiði, í Svínoy, Í Klaksvík, í Havn og Suðuri í Vági. Hon segði tíðum frá hendingum og upplivingum frá teirri tíðini. Meðan mostur tænti hjá Viggo og Ingrid í Klaksvík, lærdi hon at seyma. Hon tosaði javnan um tey tvey árini, sum hon var hjá Edith Dahl suðuri í Vági. Tey vóru góð við hana, og hon lærdi nógv. Mostur tosaði eisini ofta um tíðina, tá ið hon var hjá Annu og Petur Danielsen í Svínoy, tá ið tey fingu tvillingarnar, Petur og Sámal. Hon hevði bara gott at bera teimum, sum hon hevði tænt hjá. Seinast í 50’unum flutti mostur útaftur til Hattarvíkar at arbeiða heima á garðinum. Hon hjálpti og passaði foreldur síni væl. Hon gjørdi alt arbeiði bæði inni og úti. Hon var nærløgd og fór altíð til verka í einum góðum anda. Eg minnist mostur altíð í ferð við at gera eitthvørt. Eg havi mangan hugsað um hennara ótroyttiliga vilja at gera sítt besta, hvør enn arbeiðsuppgávan var inni ella úti. Hóast hon var stillfør á lyndi, so fylti hon rúmið við sínum positiva og góða anda. Mostir hevur verið í móður stað. Hon eggjaði altíð til at gera sítt besta, hvør enn uppgávan var. Eg minnist aftur á, hvussu hugnaligar, góðar og merktar av halgu høgtíðirnar vóru í Hattarvík. Mostir fyrireikaði, bakaði og fekk ymiskt til vega, so tað skuldi vera nakað serligt, tá ið slíkir dagar vóru. Eg minnist eisini, hvussu hon stákaði til føðingardagarnar. Hon ynskti, at øll, ið komu á gátt í Innistovu, skuldu føla seg væl. Tey vóru sett til borðs, og tað besta var sett á borðið. Mostir hevur í mong árið borið uppá sjúku. Eg minnist meg ikki hava hoyrt hana gramt seg. Hon hevði gott mót og var altíð nøgd við alla hjálp, sum hon fekk. Mostir var góð við sína heim- bygd og alt, sum henni varð givið. Hon misti ongantíð vónina um at koma útaftur til Hattarvíkar, hóast likamið var viknað. Tá ið tornir hava stungið og deyðin hevur lagt sína køldu hond á okkara kæru, syrgdi mostur altíð við okkum, eins og hon eisini gleddist við okkum um lívsins gávur. Hon fegnaðist við okkum um alt tað góða, og hon veruliga sam- gleddist við okkum, tá ið vit fingu Una. Hon gleddist við hvørt fram- stig, hann gjørdi. Øll tey góðu minnini eg havi um hana, fara altíð at fylgja mær. Skaparverkið og lívið er givið, tí eigur tøkkin ikki at verða gloymd. Í sorgarmyrkrinum eru orðini næstan burtur, bønin so veik og tøkkin so lítil. Men fyrijáttanin um, at ljósið skínur í myrkrinum og myrkrið tók ikki við tí, gevur styrkina at liva dagin, ið givin er longur fram á leiðina. Uppreisnar- vónin fer at geva styrki til hvønn dag at takka fyri lívið, allar tær góðu og ríku løtur, ið vit fingu saman við mostur. Mostir hevur nú fingið ta ævigu sæluna, har ongin sjúka, pína, sorg og tíð er. Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um góðu mostur mína. Sólfríð, Magnus og Uni Minningarorð um mostur, Milju Joensen úr Hattarvík fødd 1. juli 1926 – deyð 24. januar 2004 C M Y K 14