leygardagur 7. februar 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 • leygardagur • 7. februar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Í hálvgum trettandi
tíma vórðu boð send
til FSF-skrivstovuna
um, at Dánjal
Andreasen ikki verð-
ur einasta valevni til
formanssessin
FSF-STRÍÐ
Jákup Mørk
Sum eitt hitt heitasta
nýggja valevnið á løgtings-
valinum herfyri, tóktist
Frithleif Olsen úr Rituvík at
hava sett kósina móti Løg-
tingshúsinum. Sum triði
maðurin á listanum hjá
Sambandsflokkinum
í
Eysturoynni
var
tað
nevnliga hann, sum skuldi
taka við sessinum, um
Alfred Olsen varð kosin til
landsstýrismann í fiski-
málum, soleiðis sum tosið
annars var um.
Hetta hendi tó ikki, og
síðani er kósin hjá Frithleifi
snarað nakað. Hóskvøldið
varð kósin snarað nakað,
soleiðis at leiðin nú gongur
niðan eftir Tinghúsvegnum
og er sett beint móti nýggja
bygninginum hjá Fótbólts-
sambandinum.
Rituvíkingur
Á midnátt hóskvøldið var
nevnliga greitt, at talan ikki
verður um formansval uttan
atkvøðugreiðslu á komandi
FSF-aðalfundinum.
Alt kvøldið gingu tele-
fonirnar millum fleiri feløg
at kalla heitar, og at enda
samdust B71, B68, KÍ og
EB um, hvør teirra kandi-
datur til sessin skal verða.
Tað er greitt, at tá talan er
um eina somikið skjóta
reaktión, sum føroyski fót-
bóltsheimurin við hesum
varð vitni til, so er talan um
stóra misnøgd við tað, sum
er farið fram seinastu dag-
arnar. Ikki minst tykist tað
hava fest eld í málið, at
Christian Andreasen, sum
nú fer úr nevndini, og sum í
fleiri ár hevur verið løg-
frøðiligur ráðgevi hjá Fót-
bóltssambandinum, í gjár
loysti fyri posabandinum.
Tað mundi av álvara seta
gongd á tosið um, at
Gott orð á sær
Frithleif Olsen er annars
hampuliga ókendur innan
føroyska fótbóltsheimin.
Hann hevur annars havt
sína gongd millum teirra,
sum vara av NSÍ, men
annars hevur tað verið á
politiska og vinnuliga pall-
inum, at hann hevur gjørt
mest um seg.
Fleiri setur var hann part-
ur av býráðnum í Runavík,
har hann tó ikki stillaði upp
við seinasta býráðsval, og
sum áður nevnt, so var
hann eisini ein av annars
fáu glottunum hjá Sam-
bandsflokkinum við sein-
asta løgtingsval.
Á vinnuøkinum er hann
einamest kendur gjøgnum
fyritøkuna, FJM, sum hann
var við til at stovna, og har
hann í dag er stjóri. Serliga
seinnu árini hevur fyritøkan
verið í stórum vøkstri, og
tað ber so eisini boð um
eina góða leiðslu.
Hann ber orð fyri at vera
ein siðiligur maður, sum tó
kortini dugir at seta tingini
upp á pláss, tá hetta er
neyðugt, og ikki minst
munnu leiðsluroyndir hans-
ara vera nakað, sum hevur
tiltalað teimum fýra for-
monnunum á Eiði, Sandi,
Toftum og í Klaksvík.
Størri enn politikkur
Enn er tað so ikki greitt,
hvørt Frithleif Olsen verður
næsti formaðurin í FSF,
men tað tykist tó vera
soleiðis, at hann hevur
nakrar av teimum eginleik-
unum, sum formenn kring
landið hava sóknast eftir.
Og verður hann tað, so
tykist tað eisini greitt, at
hann við hesm hevur lopið
bukk upp um fleiri stig á
politiska leikvøllinum, har
hann annars tóktist vera
ávegis.
Eitt nú sleppur hann at
sita við síðuna av løgmanni
á ólavsøku, og tað munnu
tað ikki vera so nógvir ting-
menn, sum sleppa, og sum
onkur kanska vildi tikið til,
so verður hann kanska
máttmiklasti persónurin í
landinum. Í øllum førum
hjá teimum, sum seta fót-
bóltin oman fyri politiska
leikpallin.
Tríggir favorittar
góvu avboð, og so
gjørdist tað heilt
spennandi, tá Tórs-
havn Open varð
hildin um viku-
skiftið
BADMINTON
tiðindaskriv
Tórshavn Open í Bad-
minton varð hildin sein-
asta vikuskifti. Longu
undan kappingini varð
greitt,at hvørki Erland
Poulsen, Bjartur Lam-
hauge ella Aksel Poulsen
fóru at taka lut í kapping-
ini, og so var at kalla púr-
asta opið, hvussu leikur
skuldi fara.
Tað gjørdist venjarin
hjá Badmintonsamband-
inum, Aritra Nandy, sum
vann kappingina, og tó at
hann í dag er plágaður av
knæskaða, so sýndi hann
týðiliga, hví hann eina-
ferð taldist millum teir
heilt stóru leikararnar í
heiminum. Nummar tvey
gjørdist Hermann Eyst-
uroy úr HBF og Michael
Gram úr MBF endaði á
triðja plássinum.
Hjá kvinnunum fór
Guri Poulsen úr HBF við
sigrinum. Hon er annars í
Danmark í lestrarørind-
um, men tað eydnaðist
henni tó at koma heima
til kappingina. Guðrun
Jacobsen úr HBF gjørdist
her nummar tvey.
Í kappingini hjá mans-
unglingum var tað ikki
óvæntað Niclas Eysturoy
úr HBF, sum vann ein
tryggan sigur. Tað nýggja
í hesum aldursbólkinum
var, at Rógvi Poulsen úr
HBF hesaferð fór fram
um Hilmar Kass Jacob-
sen úr HBF og endaði
næstfremst,
meðan
Hilmar
sostatt
bleiv
nummar trý hesaferð.
Hjá kvinnunum undir
18 ár var Rannvá á
Rógvu úr VÍF ikki við,
og tað gav pláss fyri
einum sigri til Jenny
Nielsen. Ulla í Dáva-
stovu bleiv nummar tvey.
Tær báðar eru eisini úr
VÍF. Nicola Gram, sum
er
dóttir
formannin
Michael Gram, bleiv
nummar trý. Tað mest
undrunarsama í hesum
sambandi er tó, at land-
sins størsta badminton-
felag, HBF úr Havn, ikki
hevur eina einastu gentu í
hesum aldursbólkinum.
Landsliðið hevur ligið
stilt aftan á Oyggjaleikir-
nar, men aftan á páskir
fer liðið til Hetlands at
vera við í einum mini-
OyL í badminton, har
átta landslið eru við. Tað
eru hetlendingar sjálvir,
sum hava bjóðað til hesa
kappingina. Meiningin er
millum annað at fyrireika
seg til fyriskipanina av
sjálvum Oyggjaleikun-
um, sum vera í Hetlandi
næsta ár.
Nýggj nøvn
framat
Nú verður stríðsval
Í seinastu løtu varð Frithleif Olsen úr Rituvík skotin upp sum formansevni til komandi FSF-
aðalfundin
Hermann Eysturoya, vinstrumegin, mátti ásanna, at
Aritra Nandy framvegis dugir at stýra løttu
badmintonbóltunum
17
16
Nr. 26 - 7. februar 2004
Sirkus í Føroyum
Næstu dagarnar vitjar
Cirkus Arena í Før-
oyum við framførsl-
um á bygd og bý
SIRKUS
Eirikur Lindenskov
Í morgin verður sirkus í
Runavík. Tað er Cirkus
Arena, ið vitjar í Føroyum,
og fyrsta framførslan hjá
teimum verðurí Runavík í
dag, leygardagin kl 16. Tey
fara eisini at hava fram-
førslur í Havn sunnudagin,
í Trongisvági mánadagin
og í Klaksvík týsdagin.
– Framførslan í Føroyum
hevur mangt spennandi at
bjóða – og talan er um art-
istarí á hægsta stigi, sigur
Christian Warrer, sum er
pressustjóri
hjá
Cirkus
Arena. – Har verður bæði
»gys og spænding«, men
fyrst av øllum nógv at grína
eftir, sigur hann.
Fyri yngru áskoðararnar
er tað ein stór uppliving at
hitta franska heimsmeist-
aran í BMX freestyl, Steph-
an Curaudeau. Hann er til
reiðar við eini sera spenn-
andi framførslu á lítlum
súkklum.
Samson – alias Luka
Odhiambo – varð føddur í
ein lítlum afrikanskum bý í
West Kenya. Síðani hann
sum 19 ára gamal steig
fyrstu fetini í showbusi-
ness, hevur hann hugtikið
fólk kring allan heimin..
Eitt nú kann nevnast, at
hann í 1996 og 1997 var ein
partur av »The Greatest
Show On Earth« í Ringling
Bros and Barum & Bailey
Circus.
Einki sirkus uttan
klovn
Sjálvsagt
verður
nógv
klovnarí eisini á skránni.
Martino og Co er heitið á
donsku klovna duoini, sum
eftur hevur funnið fram
skemntið til ársins show.
Ballónaklovnurin Larna er
klárur at seta fulla fer á
flennivøddarnar, og Alex-
ander Arli fer at vísa ein
heilt nýggjan hátt at nýta
stigan. Italski repriseklovn-
urin Jimmy hevur á heilt
serligan hátt megnað at
skapa sær eina karrieru í
teimum stóru evropisku
sirkusunum.
Framførslan býður eisini
upp á ekvilibristiska fótjon-
glering, eitt nummar, sum
ferð eftir ferð tekur áskoð-
arar á bóli. Hulla-hop fyri-
brigdið
Navratil
vísir,
hvussu tú kanst hóreiggja
tær við keyglum í luftini.
Nú mundu vit gloymt
Pjerrot, júmenn Pjerrot er
sjálvandi við í framførsluni
saman við syngjandi sirk-
usstjóranum Benny berd-
ino, ið sum siðvenja er
leiðir áskoðararnar gjøgn-
um framførsluna.
Vilhelm M.
Johannesen sigur, at
hann ikki vil at eitt
mál um hansara
persón skal skaða
Vinnuhúsið og
Føroya Arbeiðs-
gevarafelag. Og tí
hevur hann avgjørt at
siga seg frá sum
formann
FORMANSSKIFTI
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hósdagin boðaði Vilhelm
M. Johannesen nevndini í
Føroya Arbeiðsgevarafelag
frá, at hann hevði avgjørt at
siga seg frá sum formann í
felagnum.
– Eg ynski ikki at ósemj-
an, sum hevur verið í Hand-
verksmeistarafelagnum
skal geva Føroya Arbeiðs-
gevarafelag og Vinnuhúsin-
um trupulleikar, og tí velji
eg at fara, sigur fráfarni
formaðurin.
– Ein feilur er hendur
viðvíkjandi fundarpengum
í øll hesi árini, og honum
taki eg ábyrgd av. Men tá
persónligar ósemjur nú eru
við til at blása eitt avklárað
mál upp, so velji eg at fara.
Eg kann ikki liva við, at
tað, eg havi barst fyri at
byggja upp tekur skaða av
einari ósemju um mín
persón, sigur Vilhelm M.
Johannesen í tíðindaskrivi,
sum vit hava fingið frá
Vinnuhúsinum.
Vilhelm M. Johannesen
kom í nevndina í Føroya
Arbeiðsgevarafelag í 1996,
tá Føroya Handverksmeist-
arafelag valdi at leggja
saman við Arbeiðsgevara-
felagnum. Í 1997 tók hann
við sum formaður eftir at
Jógvan Vágsheyg legði frá
sær, og hann hevur røkt for-
mansstarvið fram til ígjár.
– Eg havi verið við til at
samla vinnufeløgini undir
einum taki, og vit hava bygt
Vinnuhúsið upp til eitt
munadygt málgagn fyri
vinnuna. Og vit hava júst
keypt eini hús, sum kunnu
gerast ein virðiligur karmur
um framhaldandi menning
av Vinnuhúsinum. Eg føli tí
ikki at mín partur liggur
eftir, nú eg velji at fara frá
sum formaður, sigur Vil-
helm M. Johannesen.
Stjórin í Vinnuhúsinum,
Jan Mortensen, váttar, at
umsitingin í 2003 varnaðist
ein feil í uppgerðini av
fundarpengum fyri tey tvey
undanfarnu árini. Hesin
feilur var rættaður fyrst í
desember og tá var slætt
borð.
– Best fyri Vinnuhúsið um eg fari
Í gjár valdi Vilhelm
M. Johannesen at
siga seg frá sum
formaður í Føroya
Arbeiðsgevarafelag.
Nýggjur formaður
er Kristoffur Laksá
FORMANSSKIFTI
Tíðindaskriv
Nevndin í Arbeiðsgev-
arafelagnum hevur tikið
avgerð hansara til eftir-
tektar, og næstformaður
felagsins
Kristoffur
Laksá verður virkandi
formaður fram til kom-
andi aðalfund.
– Nevndin í Arbeiðs-
gevarafelagnum ynskir
samstundis at takka Vil-
helm M. Johannesen fyri
tey sjey árini, hann hevur
verið formaður, og fyri
tey 25 árini har hann
hevur verið virkin sum
nevndarlimur
í
bæði
Havnar-
og
Føroya
Handverksmeistarafelag,
sigur Kristoffur Laksá,
virkandi formaður í Før-
oya Arbeiðsgevarafelag.
Vilhelm M. Johannesen
frá sum formaður í FAG
C
M
Y
K
16