Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. februar 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 7. februar 2004 19 Kvinnufinalan: Spjaddar VB-kvinnur hittast í Havn Hjá Stjørnuni ætla tey at geva Onnu Krist- inu Samsons fyrsta steypasigurin í føð- ingardagsgávu, nú hon fyri fimtu ferð skal royna seg í steypafinaluni UPPTAKT Jákup Mørk Hjá kvinnunum eru tað Stjørnan og VB, sum hittast í finaludystinum, og sambært stigatalvuni eru hetta eisini tey bæði bestu kvinnuliðini í landinum í løtuni. Hóast Stjørnan her er eitt vet hægri, so vilja fleiri helst vera við, at VB í løtuni er betri fyri. Ikki minst eftir avsmurningin, sum tær um vikuskiftið góvu Stjørnuni. Føðingardagsgáva Men hóast hetta tapið nokk tók fast hjá Stjørnuni, so tykjast tær tó á ongan hátt hava mist mótið undan finaludystinum. Heldur ikki hóast Stjørnan ikki hevur nakrar serliga góðar royndir við hesum. – Hjá mær er hetta so fjórða finalan, og eg havi so enn ikki roynt at vinna, sigur Annika Ljósstein, sum í ár er aftur í Stjørnuni, eftir at hon hevur verið í Kyndli í tvey ár. – Eg var ikki við fyrra- árið, men tað var Anna Kristina, og hjá henni verð- ur tað so fimta finalan, og hesa ferð skal tað so verða hjá okkum. Ikki minst tí Anna Kristina tá fyllir 29 ár, so eina betri føðingar- dagsgávu enn tað sama fáa vit neyvan givið henni. Skil á verjuna Tá tosað verður um vánirnar at basa VB, nú so stórur munur var á seinsta sunnu- dag, sigur Annika, at tann dystin mugu tær nú gloyma. – Vit hava allar sæð tann dystin á sjónbandi, og vit skulu so ikki fremja somu mistøkini einaferð afturat. Ikki minst skal verjuspælið upp at koyra, og tað hava vit arbeitt nógv við í vik- uni, men annars gekk snøgt sagt alt galið handan dagin, og eg vil bara vóna, at vit ikki hava forskrekt trúgvu áskoðarar okkara, soleiðis at hesir ikki koma til Havn- ar. Tey plaga annars at vera røsk at stuðla okkum, og tað vóni eg so eisini, at tey eru hesaferð, sigur Annika Ljósstein at enda. Spjaddar kvinnur Hjá VB er støðan í nógvar mátar eitt sindur øðrvísi enn hjá hinum feløgunum. Eitt nú er at kalla vón- leyst at savna hópin til venjingar, tí onkrar av kvinnunum búgva norðan- fjørðs, og eitt nú fáa Rannvá Augustinussen og Laila Jespersen ikki tikið lut í venjingunum á jøvnum føti við hinar. Hetta merkir tó ikki, at tær ikki gleða seg til final- una, men tá vit hóskvøldið prátaðu við Rannvá, við- gekk hon eisini, at stemn- ingurin á liðnum var góður. – Nú eri eg kanska eitt sindur burturfrá, tá eg ikki eri við liðnum dagliga, men vit tosa tó suður av og á, og tað er einki at ivast í, at lag- ið er í topp. Ikki minst eftir sigurin sunnudagin, sum heilt víst eisini fer at hava við sær, at tað koma heilt nógvir áskoðarar til dystin. – Sjálvar hava vit so í øllum førum fingið meira mót upp á uppgávuna, tí sjálvt um tær hjá Stjørnuni nú kanska vera enn meira uppsettar, so prógvaðu vit væl og virðiliga, at tær kunnu takast, og tað mugu vit so halda fast um. Hjá okkum telur tað eisini nógv rætta vegin, at tær báðar, Aukse og Daiva, nú eru komnar heilt fyri seg eftir skaða. Hópurin er ikki tann breiðasti, og tá leikarar av slíkum slag mugu steðga, so merkist tað sjálvandi. Kunnu venja saman VB kvinnurnar hittast ann- ars longu fríggjakvøldið, tá ein venjing í Havn verður á skránni. Eftir hetta verður farið niðan á Hotel Føroyar at slappa av, soleiðis sum liðið eisini gjørdi tað í fjør, og ta ferðina var úrslitið í øllum førum gott. Somikið gott, at VB nú fer á vøllin at verja steypið, sum tær vunnu seinast, og tað er einki at ivast í, at tær undir ongum umstøðum fara at lata hetta frá sær við góðum. Hondbóltur Coca-Cola kappingin - kvinnur Dagf. Kl. Dystur Dómarar 07.02 14.30 Stjørnan-VB Kristian/Sámal Menn 07.02 16.30 StÍF-H71 Hannis/Uni Flogbóltur Meistaradeild - kvinnur 07.02 14.00 KÍF-TB Mjølnir 08.02 14.00 Mjølnir-ÍF TB 08.02 14.00 Dráttur-Fleyr TB Meistaradeild - menn 08.02 16.00 Mjølnir-ÍF Fram 08.02 16.00 SÍ-Fleyr Fram Dystir um vikuskiftið BOCCIA tíðindaskriv Leygardagin skipar ÍSB fyri boccia kapping á Eiði. Hetta er fyrstu ferð, boccia kapping verður hildin á Eiði, so øll eru spent uppá, hvussu nýggja høllin á Eiði fer at roynast til hetta slag av kapping. Okkurt um 40 luttakandi verða, og spælt verður í 4 bólkum. Kappingin byrjar kl 10. Borgarstjórin, Tord- ur Niclasen, fer at seta kappingina, og eitt umboð fyri bygdaráðið fer at handa heiðursmerkini, tá kappingarnar eru av. Boccia kapping Stórdystur í flog- bóltskappingini verður í Klaksvík um vikuskiftið, tá ÍF kemur á vitjan FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Einki er at ivast í, hvør stór- dysturin í flogbóltinum er hetta vikuskiftið. Hesin verður nevnliga í Klaksvík, har menninir hjá Mjølni taka ímóti ÍF í einum dysti, sum í nógvar mátar tykist verða avgerandi fyri, hvar FM-heitið skal enda. Mjølnir hevði sínar trupulleikar seinasta viku- skiftið, tá teir tó megnaðu at venda einum hóttandi tapi í dystinum móti SÍ, og spurningurin er so, hvørt tann dysturin hevur reist liðið somikið, at teir nú eisini knógva ÍF. ÍF tóktist annars vera greiðir favorittar at taka meistaraheitið, men sein- astu tíðina er avbjóðingin úr Klaksvík vorðin alt meira ítøkilig, og so er spurningurin, hvørt teir hesaferð megna at staðfesta støðuna í oddinum. Í Sørvági fær SÍ vitjan av Fleyr, og her er einki at iv- ast í, at øll stigini verða verandi eftir hjá heima- liðnum, sum um vikuskiftið var so sera nær við at taka stig frá Mjølni. Hjá kvinnunum eru tríggir dystir á skránni. Leygardagin vitjar TB í Hoyvík, har KÍF tekur ímóti, og her bendir alt a ein greiðan sigur til TB. Eisini hóast tær seinasta vikuskifti vóru fyri einum óvæntaðum tapi fyri Drátti, og hartil eisini mistu liðskiparan á liðnum. Sunnudagin eigur Mjøl- nir avgreiðsluspurning, tá tær taka ímóti ÍF, og tað sama má helst sigast um Drátt, sum samstundis tek- ur ímóti Fleyr. Flogbóltsbrak Stórdystur er á skránni í Klaksvík, tá ÍF kemur á vitjan hjá Mjølnir – Sjálvar hava vit so í øllum førum fingið meira mót upp á uppgávuna, sigur Rannvá eftir stórsigurin á Stjørnuni seinasta sunnudag – Eg vil bara vóna, at vit ikki hava forskrekt trúgvu áskoðarar okkara, soleiðis at hesir ikki koma til Havnar, sigur Annika Ljósstein hálvgum skemtandi 19 18 Nr. 26 - 7. februar 2004 Fjórðu ferð á rað er StÍF partur av mans- finaluni, men hjá hoyvíkingum er støðan væl øðrvísi. Ikki síðani 1998 hava teir verið partur av stórdystinum UPPTAKT Jákup Mørk Tað er ikki gerandiskostur hjá hoyvíkingum, at teir eiga lut í einum stórdysti, sum steypafinalan jú er. Hesa vikuna tykist hetta eisini hava merkt venjing- arnar hjá H71, og eitt nú máttu teir hóskvøldið ásanna nakað so óvanligt, sum at tað vóru áskoðarar komnir niðan at hyggja at venjingunum. Tað er eingin loyna, at tað í Hoyvíkini eru fleiri eldsálir, sum ganga meira enn høgt upp í hondbóltin, og hesi royndu so eisini at geva sítt ískoyti til, hvussu fyrireikingarnar skuldu ganga á besta hátt. Størri enn Tórsvøllur Ein av leikarunum, sum nú fyri fyrstu ferð skal royna seg í steypafinalu í hond- bólti, er Jákup á Borg. Og hóast hann bæði á B36 og á fótbóltslandsliðnum hevur verið partur av nógvum og stórum dystum, so sigur hann uttan at blunka, at ein steypafinala í hondbólti er nakað heilt annað. - Steypakappingin hevur jú nógv hægri prioritet í hondbóltinum enn í fót- bóltinum. Ikki tað, at ein finala á Tórsvølli ikki er nakað serligt, men í hond- bólti er tað størsti dysturin á árinum. Hetta er júst tað, sum allir leikararnir helst vilja gerast partur av, so spenningurin hjá okkum er øgiligur. - Og hartil kemur so sjálvandi tað, at vit í Hoy- vík ikki eru so vanir við hetta. Tað verða vit vón- andi, men enn eru vit ikki nakað stórfelag, og tí er alt á gosi nú. Gera seg væl til Undan dystinum verður alt eisini lagt soleiðis til rættis, at hoyvíkingarnir – sum hava allar leikarar tøkar - skulu kenna, at hesin dag- urin er nakað serligt. Venjingarnar hesa vikuna hava kanska borið meira bráð av taktiska upplegg- inum, enn tær vanliga gera, og leygarmorgunin fer hóp- urin so at savnast á Hotel Føroyum, har teir fyrst fáa sær ein bita, áðrenn enda- liga uppleggið til dystin og hvíld verður á skránni. Og tó at teir enn ikki hava fingið endaligt at vita, hvussu spæliætlanin skal verða, so ivast Jákup ikki í, at stórur dentur skal leggj- ast á verjupartin. Strandingar hava jú eitt sera gott álop, og tí mugu vit steðga. Verjan er sum so eisini okkara besta síða, og fáa vit hana at rigga, so hava vit avgjørt møgu- leikan, sigur Jákup á Borg at enda. Kontra Og skal tosast um upp- leggið til dystin, so eru strandingarnir als ikki ósamdir. - Fyrst og fremst, so mugu vit fáa kontra-spælið at rigga. Tað sigur Alexandur Jo- hansen, sum uttan iva verður ein av lyklaleikar- unum hjá StÍF leygardagin. - Nú Sveinur er úti, so er álopið kanska ikki heilt so sterkt, sum tað annars vildi verið. Tí er avgerandi hjá okkum, at verjan riggar væl, so vit kunnu fáa fleiri kontra-mál, sigur hann. Umframt Svein Justinus- sen – sum tó fær gipsið av arminum fríggjadagin – so noyðist StÍF eisini at vera Marian Cirloganescu fyri- uttan. Hann dregist fram- vegis við skaðan, sum hann fekk í fyrru hálvfinaluni móti VÍF, og tí verður tað helst Rasmus Magnusson, sum verður álitið í málin- um. Afturat sær hevur Magnus so fingið Finn á Svøð, og tó at tað eru átta ár síðani hann seinst leikti dyst við besta liðnum hjá StÍF, so hevur hann uttan iva hópin av góðum ráðum, sum hann kann hjálpa mál- verjanum við. Hava takið Einki er at ivast í, at flestu áskoðararnir bæði vænta og hava vónir um eina spenn- andi mansfinalu, men tað er samstundis vert at leggja til merkis, at júst móti H71 hevur StÍF havt sera gott tak á seinnu árini. Kviki spælistílurin hjá StÍF tykist liggja ógvuliga illa til hoyvíkingarnar, og í landskappingini hevur hetta oftani givið útslag í stórsigrum til StÍF. Alexandur sigur eisini, at hetta uttan iva er við til at styrkja um sjálvsálitið hjá StÍF, men samstundis vísir hann aftur, at hetta kann fáa liðið at taka lættari upp á uppgávuna. - Sjálvandi kann tað verða vandamikið, um vit ikki hava rætta hugburðin til dystin, men hesum stúri eg sum so ikki fyri. Tá vit stíga inn í eina kókandi høll, eftir at kvinnufinalan er liðug, ivist eg ikki í, at allir mans eru uppsettir, sigur Alexandur Johansen at enda. Mansfinalan: Óvandir hoyvíkingar Tá vit stíga inn í eina kókandi høll, eftir at kvinnufinalan er liðug, ivist eg ikki í, at allir mans eru uppsettir, sigur Alexandur Johansen Hetta er júst tað, sum allir leikararnir helst vilja gerast partur av, so spenningurin hjá okkum er øgiligur, sigur Jákup á Borg C M Y K 18 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3718 Navn: Sp/f Farcon Adressa: c/o Mortan Mols Mortensen, 800 Tvøroyri. Kommuna: Froðbiar Kommuna Stovningardato: 01.02.2004 Viðtøkudato: 01.02.2004 Kapitalur: Kr. 100.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 44.122,00 til kurs 100 og kr. 55.878,00 í øðrum virðum til kurs 100. Stovnari: Mortan Mols Mortensen, J. C. Svabosgøta 39, 100 Tórshavn. Stjórn: Mortan Mols Mortensen, J. C. Svabosgøta 39, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum. Grannskoðari: Sp/f ADS- grannskoðan, 826 Trongisvágur. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 01.01.2004 - 31.12.2004 Endamál: Endamál felagsins er at reka handverk, kavaravirksemi, handil og annað yrki í hesum sambandi. Felagið er stovnað við umskipan av virki eftir umskipanarlógini. Skráseting Føroya tann 5. februar 2004 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 3496, P/F O. C. Trol, 450 Oyri. Stjórn: Innkomin sum stjóri: Hans Johannes á Brúgv, Guttormsgøta 4, 188 Hoyvík. Skráseting Føroya tann 5. februar 2004 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 476, P/F O. C. Joensen, 450 Oyri. Stjórn: Innkomin sum stjóri: Hans Johannes á Brúgv, Guttormsgøta 4, 188 Hoyvík. Skráseting Føroya tann 5. februar 2004 Kristin Balle _______________________ Lesið internet Sosialin ! Lýsið við brúktum bilum -tað loysir seg