leygardagur 7. februar 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 26 - 7. februar 2004
Við góðum leikarum,
nýggjum vølli og
dyggum stuðuli sær
gott út hjá Vágs Bólt-
felag í ár, bæði í fót-
bólti og í hondbólti. Í
dag skulu hondbólts-
kvinnurnar upp til
eina avgerandi roynd,
tá ið tær tørna saman
við stjørnuni í steypa-
finaluni í Havn
STUÐULSAVTALA
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Vágbingar ætla sær allan
vegin í ár.
At hondbóltsliðið hjá
kvinnunnum í Vági skarar
framúr, vita tey sum fylgja
við.
Men eisini í fótbólti ætlar
VB sær langt í ár.
Men ongin kemur sov-
andi til eitt gott úrslit. So
tað skal arbeiðast hart.
Og tað er heldur ikki
ókeypis. so tað er eisini
brúk fyri góðum, fíggjar-
ligum stuðuli.
Og tað hevur VB.
Aftur í ár verður tað
lokali
peningastovnurin,
Suðuroyar Sparikassi, sum
verður høvuðsstuðul hjá
VB.
Og tað hevur Suðuroyar
Sparikassi verið í so nógv
ár nú, at tá ið Per Jacobsen,
marknaðarleiðari í spari-
kassanum setti undirskrift-
ina á stuðulssáttmálan, helt
hann fyri at Suðuroyar
Sparikassi og VB eru
makkarar. Har tú sært VB,
sært tú eisini Suðuroyar
Sparikassa.
Tað skerst heldur ikki
burtur, at VB hevur verið
einkarbarnið hjá Suðuroyar
Sparikassa, tí nógv tað
mesta av tí, sum peninga-
stovunirin hevur sett av til
slík tiltøk, fer til bóltfelagið
í Vági.
Tað var á eini lítlari sam-
komu í VB húsinum miku-
kvøldið, at VB og Suður-
oyar Sparikassi skrivaðu
undir nýggja stuðulsavtalu.
Og formaðurin í VB,
John Henrik Holm, kundi
ikki annað enn vera samdur
við marknaðarleiðaran í
sparikassanum.
Og hann duldi heldur
ikki fyri, hvussu ómetaliga
stóran týdning hetta sam-
starvið
við
Suðuroyar
Sparikassa hevur fyri Vágs
Bóltfelag, tí kappingin
harðnar fyri hvørt ár, og
fyri at gera seg galdandi,
krevur tað meiri og meiri,
eisini fíggjarliga.
Hava koyrt á
Og galdandi - tað ætlar VB
at gera seg í ár.
Hans Nielsen, sum er
venjari, hevur koyrt á spæl-
ararnar tað mesta av árinum
og hann heldur at spælara-
hópurin er góður.
Allir heimligu spælarar-
nir, sum vóru í fjør, eru
tøkir aftur. Men eisini
gamlir revar, sum Jón Pauli
Olsen hava vant dugliga í
ár.
Men harafturat hevur VB
fingið evnagóða landsliðs-
pælaran, Sìmun Samuelsen
aftur á liðið, eftir at hann
hevur verið í Gøtu ein
steðg.
– Harafturat hava tey
yngri liðini staðið seg
ógvuliga væl og hava verið
føroyameistarar í fleiri ár á
rað og fleiri av teimum
spælaranum eru eisini so
smátt við at vera búnir til 1.
deild.
Somuleiðis hevur VB
eisini onkrar útlendingar
við á liðnum. Milan Kulic
er kendur, men serliga
spentir eru teir uppá tveir
litavar, sum eru komnir til
Vágs at spæla í ár.
Tann 28 ára gamli Dalius
Staleliunas
er
royndur
verjuspælari. Men ikki
minst eru vagbingar spentir
upp á 22 ára gamla áleyp-
aran, Mindaugas Grigale-
vicius, sum eisini er komin
á litaviska landsliðið.
– Hópurin í ár er tann
frægasti í nógv ár, bæði í
tali og í dygd, sigur Hans
Nielsen
Og venjarin sigur, at VB
avgjørt fer eftir meistara-
heitinum í ár, hóast hann
veit, at kappingin er hørð.
– Vit fara altíð eftir
meistaraskapinum.
Men
avgjørda minstakravið er
eitt pláss í Evropa komandi
ár, leggur hann afturat.
Og tað er ein gulrót, sum
VB sær fram ímóti, serliga
nú felagið fyllir 100 ár
komandi ár...
Steypafinala í dag
Fótbóltur er eitt. men í hes-
um døgum er tað eina og
aleina hondbóltur, tað snýr
seg um í Vági.
Í dag skulu VB- kvinnur-
nar royna seg í steypa-
finaluni ímóti Stjørnuni og
vágbingar fara mannsterkir
til Havnar at eggja sínum
spælarum at geva alt tær
eiga og nakað væl afturat.
Steypafinalur eru altíð
nakað serligar, men vág-
bingar hava nakað av hava
góðar vónir í, tí seinasta
sunnudag
hittust
bæði
liðini í landskappingini og
tá lá Stjørnan víðopin eft-
irá.
VB ætlar
sær allan
vegin í ár
Í dag er tað bara hondbóltur tað snýr seg um í Vági. Í dag skal kvinnuliðið í hondbólti royna seg í steypafinaluni ímóti Stjørnuni og Vágbingar fara mannsterkir
til Havnar at koyra á sínar spælarar. Aftara rað frá vinstru eru tær Eyðbritt Mortensen, Eyðdis Kjærbo, Gurið Mortensen, liðskipari, Daiva Toumaite og Ruth
Lisberg og Anna Djurhuus. Fremra rað frá vinstru húka Aivaras Daugas, venjari, Margreth Augustinussen, Asta Armonaviciute, Aukse Visniauskaite og Jakoba
Poulsen.
Gurðun í Lágabø, Rannvá Augustinussen, Leila Jespersen, eru ikki við á myndini
Uttan góðar stuðlar gerst onki. Í meiri enn 30 ár hevur Suðuroyar Sparikassi verið hollur stuðul hjá VB og tað er hann
framvegis. Her skriva Per Jacobsen, marknaðarleiðari í Suðuroyar Sparikassa, høgrumegin og John Henrik Holm, formaður í VB,
undir stuðulssáttmála. Spælararnir, sum hyggja at, eru, frá vinstru, Birni Kjærbech, Margreth Augustinnussen, Jón Gærdbo,
Bjarni Johansen liðskipari á fótbóltsliðnum, Gurið Mortensen, liðskipari á hondbóltsliðnum og Birgir Jørgensen
C
M
Y
K
20
Nr. 26 - 7. februar 2004
21
21
Grýludansurin á
Kambsdali 13 ár
GRÝLUDANSUR
Tíðindaskriv
Fyri 13. ferð skipar dansi-
felagið »Kom og Dansa«
fyri grýludansi á Kambsdali
føstulávintsleygarkvøld.
Og til dansin í ár fara teir
vælumtóktu
»All
That
Rain« at spæla.
Fyrireikarnir siga, at teir
hava roynt at gera tiltakið
meir fjølbroytt enn vanlig
dansitiltøk flest, og hevur
nógv forvitnisligt verið á
skránni hesi árini.
Eisini hevur høllin verið
pyntað við ljósperum og
ballónum hvørt ár.
Øll árini hevur dansurin
verið í ítróttarhøllini á
Kambsdali. Sigast kann at
hetta er vorðin ein verulig
traditión, og hava nógv fólk
verið til dansin hvørt ár.
Mest úr Eysturoynni, men
nógv eru eisini komin
aðrastaðni frá.
Nú er eisini góður møgu-
leiki hjá vágafólki at koma
til tiltaki.
Og mong av teimum sum
koma hava nýtt møguleikan
at lata seg í grýluklæðir.
Ein hevur týðuliga sæð, at
nógv av teimum hava brúkt
nógva tíð at seyma og ann-
ars gera sær eina drakt.
Fyri at gera tað meira
áhugavert og spennandi at
gera góð og orginal grýlu-
klæði, hevur tað á hvørjun
ári verið vinningar til bestu
grýluna, og í ár er ætlanin at
gera nakað serligt burturúr.
Besta grýlan vinnur eina
uttanlandsferð fyri 2.
Nr 2 og 3 fáa eisini vinn-
ing.
Nevnast kann at grýlu-
klæðini skulu vera heima-
gjørd fyri at koma uppí
part, tá dømast skal.
Ikki tí, keypt grýluklæðir
eru eisini meir enn væl-
komin, men tað verður ikki
hildið at verið rætt, at ein
sum fer inn í ein handil og
keypir sær ein drakt, skal
vinna yvir einum, sum hev-
ur sitið og hevur nýtt hend-
ur og hugflog og nógva tíð
til arbeiðið.
Bussar koyra frá Vágum
og Vestmanna og Tórshavn,
eins og bussar koyra av
Strondum og Toftum kl.
23.30 á vegnum verður
koyrt gjøgnum Gøtu og
Leirvík.
Allir bussarnir koyra
heim aftur eftir dansin
Alt hetta stóra tiltakið
verður á Kambsdali leygar-
kvøldið 21. februar.