leygardagur 7. februar 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 26 - 7. februar 2004
Heimsheilsustovnuri
n WHO heldur, at
fuglakrímið, sum
herjar í Landssynn-
ingsasia, er túsund
ferðir verri enn
lungnasjúkan SARS.
Samstundis halda
amerikanskir og
bretskir granskarar,
at sjúkan líkist
sponsku sjúku, sum
kostaði meiri enn 40
milliónir mannalív
fyri 85 árum síðani
FUGLAKRÍM
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Avstralski vísindamaðurin
John McKenzie samskipaði
fyri einum ári síðani ar-
beiðið hjá heimsheilsu-
stovninum WHO ímóti
lungnasjúkuni SARS. Nú
sigur hann, at fuglakrímið
har eysturi í Asia kann
gerast tann ringasta heims-
umfatandi krímsjúkan.
- SARS var ein ávaring
um, hvat ein umfarssjúka
kann elva til, men fugla-
krímið er ein túsund ferðir
størri hóttan. SARS var
einki samanborið við, hvat
hetta kann enda við, sigur
McKenzie við blaðið The
Australian.
Higartil eru 18 fólk deyð
av fuglakríminum. Sjúkan
hevur gjørt mest um seg í
Vietnam, men er eisini
staðfest í fleiri øðrum lond-
um, og í gjár váttaðu mynd-
ugleikarnir á Taiwan, at
sjúkan eisini er komin
hagar.
Serfrøðingar hjá WHO
ávaraðu í gjár um, at fugla-
krímið kann fara at gera um
seg aðrastaðni, verða um-
fatandi tiltøk ikki sett í verk
alt fyri eitt. Teir stúra ser-
liga fyri, at virusið skal
broyta seg, so sjúkan eisini
kann smitta ímillum fólk.
Líkist sponsku sjúku
Spanska sjúka var tann
herviligasta umfarssóttin,
sum rakti heimin í 20. øld.
Hon herjaði beint eftir fyrra
heimsbardaga og kravdi
meiri enn 40 milliónir
mannalív.
Nú halda amerikanskir
og
bretskir
granskarar,
virusið, sum elvdi til
sponsku sjúku, var ógvu-
liga líkt virusinum, sum nú
hevur elvt til fuglakrímið
har eysturi í Asia. Í einari
grein
í
tíðarritinum
"Science" skriva granskar-
arnir, at tað er serliga
sjálvur smittuhátturin, ið
líkist nógv.
Tað ber til at siga, at vit
hava eina heimsumfatandi
krímsjúku 30. hvørt ár, og
tann seinasta var Hong-
kong-sjúkan, sum gjørdi
um seg í 1968, men enn ber
ikki til at siga, um fugla-
krímið fer at gera so nógv
um seg, sigur ein av bretsku
granskarunum,
Steve
Gamblin.
Virusið, sum elvdi til
sponsku sjúku, varð út-
ruddað saman við sjúkuni,
men í 1997 eydnaðist tað
svenska
granskaranum
Johan Hultin at finna tað í
einari kvinnu í Alaska, sum
var deyð av sjúkuni. Líkið
hevði ligið í teirri køldu
jørðini har í 80 ár, og í
lungunum
fann
Johan
Hultin virusið frá sponsku
sjúku. Síðani hava vísinda-
fólk endurbygt tey flestu
genini í virusinum.
Fuglakrímið
1000 ferðir
verri enn SARS
UTTAN ÚR HEIMI
Fuglakrímið er nógv størri hóttan enn SARS og líkist sponsku sjúku, sum kravdi 40 milliónir
mannalív í 1918
Mynd: Reuters
Nr. 26 • leygardagur • 7. februar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Tónleikurin
er dreymurin
Samrøða við Petsi Tvørfoss, sum verður
við í donsku Grand Prix kappingini
í kvøld
Lesið síðu 4-5
TÓNLEIKUR
Jonhard Hammer
Keypmannahavn: Føroyinga-
húsið í Keypmannahavn er
miðdepil fyri nógv føroysk tiltøk
í danska høvuðsstaðnum, og
soleiðis er eisini hetta kvøldið,
nýggj samgonga er skipað í
Føroyum.
Tað er neyvan nakar, sum
hugsar stórvegis um søguliga
dagin í føroyskum politikki, og
tey, sum hava ein feril av
politikki í tonkunum, tá ið tey
fara í Føroyingahúsið, gloyma
tað skjótt í svingandi rútmunum
hjá føroyska poppbólkinum Take
Off.
Væl smurdi bólkurin spælir til
dans, og teir spæla bæði sangir,
sum teir sjálvir hava gjørt, og
sangir hjá øðrum.
Flúgva til framførslu
Take Off er vanliga mannaður
við trimum føroyingum og
tveimum dønum, men hetta
kvøldið er bara ein danskur
tónleikari við í bólkinum.
Gittarspælarin Jønne hevur
eina aðra tónleikaliga uppgávu,
og tí hevur bólkurin sett boð eftir
einum ungum tónleikara úr
Føroyum. Tað er Sveinur Dam,
sum hetta kvøldið slær á teir
seks streingirnar til melodiøsa
popp- og discotónleikin hjá Take
Off, og hann er flogin niður
sama dag.
Tað er ljómborðsspælarin og
blásarin Ólavur Olsen eisini.
Hann var eymur sum key-
boardið hjá sær, og hann ansar
væl eftir, tá ið lastamenninir
skulu fáa ljómborðið hjá honum
upp í flogfarið hjá Atlantic. Og
tá ið flogfarið hevur lent í Keyp-
mannahavn, fær hann ljómborið
borið upp, so hann sjálvur slepp-
ur at draga tað ígjøgnum mót-
tøkuhølini.
Århus er miðdepil
Take Off er í ein útisetabólkur.
Tað vóru føroyingar í Århus,
sum settu gongd á tónleikaliga
samstarvið í bólkinum, og teir
tríggir, Hans Petur í Brekkunum,
Charlie Simonsen og Ólavur
Olsen, spælir framvegis allir í
bólkinum.
Hans Petur og Charlie búgva
framvegis í Århus, og tað gera
teir báðir donsku tónleikararnir í
bólkinum somuleiðis. Fimti
limurin er fluttur heim, men tað
ber væl til at mobilisera allar
kreftirnar til tiltøk í Føroyum og
Danmark.
Í fjør kom Take Off við síni
fyrstu fløguútgávu, sum teir
kallaðu »Blandað bomm fyri
rest«. Tónleikin tóku teir upp í
Århus, og sangirnar skrivaðu teir
sjálvir.
Nakað serligt
Take Off spælir melodiøsan
popptónleik, men teir blandað
nógv discotónleik upp í poppin,
so tað bæði svingar og bankar, tá
ið teir pumpa við øllum
ventilum.
Sangarin Hans Petur í Brekk-
unum og ljómborðsspælarin
Ólavur Olsen hava báðir kon-
servatoriútbúgving, og teir eru
báðir blásarar. Teir brúka hornini
hjá sær í tónleikinum hjá Take
Off, og tað gevur tónleikinum
hjá bólkinum nakað serligt. Teir
ljóða ikki sum nakar annar
føroyskur bólkur, og tá ið teir
tríva í góðar, gamlar disco-
travarar, er tað framúr.
Men sangirnir, sum teir sjálvir
hava skrivað, standa eisini mát til
dansigólvið, og tey góðu løgini
og væl skipaði tónleikurin er ein
fragd fyri oyrað.
Hitta fólk
Eitt slíkt tiltak í Føroyingahús-
inum savnar nógv fólk, og tað
eru ymisk fólk. Fólk í leiðandi
størvum eru komin í húsið, og
nógv ungfólk eru eisini komin á
gátt. Føroyingar, sum eru í
staddir í Keypmannahavn í
ørindum, nýta slíkt gylt høvi til
at hitta útisetar og hugna sær við
góðum tónleiki og selskapi.
Og prátið gongur lívliga – men
kanska ikki so nógv um nýggju
samgonguna heima í Føroyum...
Flúgvandi Take Off
Føroyskur popp- og discotónleikur ljómar í Føroyingahúsinum, tá ið
Take Off stendur á plakatini. Føroyingar nýta høvið til at hittast í
hugnaligum selskapi og fáa góðan tónleik at dansa til
Hans Petur í Brekkunum og hinir í Take Off spæla fyri føroyingum í Danmark, og tað gera teir væl við góðum popp- og discotónleiki
Mynd: Jonhard Hammer
C
M
Y
K
23
22