Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. februar 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SORG Hans Jákup Hermansen Fyri stuttum varð bólkur stovn- aður við tí endamáli at stuðla tey, ið hava mist onkran. Hetta er eitt gott og kærkomið tiltak, og eiga tey, ið hava tikið stig til hetta, stóra tøkk og virðing uppiborna. Hóast ikki hevur verið vanligt við tílíkum bólkum, er kortini neyðugt við teimum.Vit vita, at alt ov ofta fara fólk á alt ov ungum aldri, og tey, ið eftir sita, skilja illa tað, sum er hent. Eina løtu fer teirra lív í sor. Tá ið undirritaði roynir at seta nøkur orð saman um hetta evnið, eri eg fullgreiður um, at hetta er eitt eymt og viðkvæmt evni, ið eigur at verða viðgjørt við spekt og virðing. Men vónandi kunnu egnu royndir vera við til at hjálpa øðrum, bæði teimum, sum missa, men eisini teimum, sum eru um og kenna tey, ið hava mist. Sjálvur var eg júst vorðin átta ára gamal, tá ið pápi mín doyði heima, 49 ára gamal, og sat eg hjá, tá ið hann gav upp ond. Tíbetur átti eg eina góða og sterka móður og góð, eldri systkin, og hetta hevur verið mær ein stór hjálp. Ikki var vanligt, at tosað varð nógv við okkum óvitar um tað, sum var hent, kanska tí at tey vóru skelkað, men eisini tí, at tey vóru ikki greið yvir týdningin av tí. Við at tiga um tað, sum var hent, hildu tey kanska, at soleiðis tey vardu barnið best. Eina ferð minnist eg meg gráta, meðan pápi stóð undir børu inni í stovuni hjá okkum. Tað var, tá ið ein maður í bygdini kýndi mær eftir kjálkanum og segði:" Áh, neyðardýrið." Van- liga hekk eg uppi í pápa mínum, hvar hann var í bygdini, so eina løtu skilti eg, at tann tíðin var farin. 8 ára gamal livir tú millum dreym og veruleika. Onkur hevði sagt, at nú fór pápi upp til himmals, og eg minnist, at fram til jarðarferðina stóð eg leingi framman fyri køksvindeyganum og hugdi, um eg mundi fara at síggja hann ella sál hansara fara upp til Jesus pápa. Men nei, har stóð eg og bíðaði til fánýtis. Einki, ið bara kundi minna um hann ella sál hansara, fór upp eftir gjøgnum luftina framman fyri køksvindeyganum. Eg skilti púra einki. Kortini gekk long tíð, áðrenn eg sló meg til tols við, at hann var farin og kom ikki aftur. Saknurin var stórur. Eina ferð, nakrar mánaðir eftir at hann var deyður, komu vit við báti til Havnar. Vit sigldu inn eftir Eystaru Vág og skuldu leggja at við Kongabrúnna. Við endanum í hondini stóð eg frammi á bakk- anum til reiðar at binda, meðan vit nærkaðust. Knappliga var tað, sum var eg runnin í stein: Eg ivaðist ikki í, at tað var pápi mín, sum kom gangandi út eftir Müllers Brúgv: Gongulagið var tað vælkenda, keppin á høvdin- um hevði eg sæð so ofta, og veðurbardur í andlitinum. Hæddin og kroppurin, alt minti meg á pápa mín. Hví gekk hann har? Men tíverri, tá ið ein løta var farin, mátti eg vónbrotin sanna, at sovorðin óvæntað fyribrigdi henda ikki í veruleik- anum. Lívið helt fram, sárið lektist, men arrið sat eftir. Tíbetur eru vit menniskju so háttað, at vit laga okkum til broyttar umstøður, og kanska serliga, meðan vit eru børn. Brá er barna lund. Men vit eru eisini ymisk, og tí loysa vit trupulleikan á ymiskan hátt. Hvat hevur hetta, sum var mær fyri, lært meg ella givið mær? Og hvussu kann tað vónandi vera við til at hjálpa øðrum? Í yrkingini hjá Jógvan Telling Joensen: Eg haldi at eg livi, sigur hann m.a.: "Er byrðan tung at bera og niðanbrekka er-? Ein uggi er, at andróður mentan mannin ger." Í hesum liggur stórur lívsvísdómur, og kann tað skiljast soleiðis, at um vit orka at taka tey tungu tøkini, tá ið á stendur, styrkir tað okkum seinri, og vit kunnu kanska hjálpa og ugga, tá ið onnur koma út fyri líknandi fyribrigdum. Vit, ið hava verið úti fyri tungum upplivingum, kunnu og eiga at hjálpa, um vit hava orku og evni til tess. Hvussu bera vit okkum at, tá ið onkur, vit kenna, missir ein av teirra næstu? Ja, her man vera sera ymiskt, hvat vit gera, og tað er væl skiljandi. Tað kann vera ein tung gongd fyrstu ferð at heilsa upp á ella vitja tey, sum sorgin hevur rakt. Og ofta hava vit lyndi til at ganga ta lættastu leiðina við at útseta vitjanina ella at skýggja tann ella tey, sum syrgja. Hóast hetta er vanlig og eftir øllum at døma lættasta loysnin, er hetta kanska tað seinasta, vit áttu at gjørt. Tað er tungt aftur at taka í hondina á teimum, ið hava mist. Broytingin er stór, og tað liggur so nógv imillum. Deyðin hevur sett stóran kíla í. Tað, sum er hent, hongur í luftini og stýrir øllum: Stýrir tonkum okkara og gerðum okkara. Eina løtu er luftin bara sorg. Men hóast byrðan er tung at bera, tá ið vit fyrstu ferð hitta fólk, ið hava mist, aftur, kennist tað kortini sum ein lætti, tá ið tað er gjørt. Um vit bara fara til teirra og taka í hondina. Vit hava sett ta byrðuna frá okkum. Við at gera tað, hjálpa vit teimum avvarðandi. og taka eina hond í, so at teirra byrða er lættari at bera. Og vit gera tað lættari fyri okkum sjálv. Og ikki er altíð neyðugt at siga so nógv. Danir taka til: Tale er sølv, tavshed er guld. Tigandi samkensla kann vera talandi samkensla. Mótburður kann styrkja, og viðrák er ikki bara av tí góða. Um vit duga at fáa tað besta burtur úr tí ringasta, hava vit vunnið nógv. Í orðatøkum liggur stórur lívsvísdómur, ið prógvar, at tilveran yvirhøvur hevur fylt nógv hjá okkara forfedrum: "Fátt er sum faðir, einki er sum móðir. Tungur er tigandi róður. Tann, ið sigrar á sær sjálvum, hevur vunnið tann størsta sigurin. Maður er mans gaman". Tann, ið hevur styrki og evni, eigur at hjálpa tí treingjandi, tá ið á stendur. Í dag tørvar mær hjálp, í morgin kann tað vera tú. Hesar eru treytirnar hjá okkum, sum hava fingið tey framíhjárætt-indi, sum lívið í veruleikanum er. Deyðin er eins náttúrligur, sum lívið er tað. At enda havi eg hug til at vísa eitt lítið sindur á, hvussu tey gjørdu fyrr, tá ið sorgin rakti. Nøkur ár, áðrenn pápi mín doyði, sjólótust tveir pápabeiggjar mínir, annar var sjálvur triði í húsinum. Boð vórðu send til bygdina, og móðir noyddist at ganga tey tungu spor at greiða aðrari konuni frá, at hon var vorðin einkja. Eg minnist, at eg gekk aftan á henni, tá ið hon skuldi bera boðini. Tá ið vit komu inn í gongina, slapp eg ikki longur. Tær báðar fóru innar í køkin, og har vóru tær í langa tíð. Lítið skilti eg av tí, ið har hendi, ta løtuna, men eg hugsi, at vit eiga at hava stóra virðing fyri teimum, sum soleiðis hjálptu og uggaðu, tá ið á stóð. Somuleiðis er tað við stórari virðing, eg síggi ta konuna, ið misti mannin, fyri mær, og ofta hugsi eg um, hvussu sterk vit menniskju eru, tá ið á stendur, kanska serliga kvinnurnar, ið við undrunar- verdari styrki hava tikið tung tøk, bæði kropsliga og sálarliga. Við hesum vóni eg, at hetta, ið her er sagt, kann vera við til at lýsa, hvussu summi menniskju, og kanska serliga børnini, hugsa og gera, tá ið sorgin rakar, og eg bæði og vóni og vænti, at tiltakið, sum hesar ungu kvinnur eru farnar undir, fer at hjálpa, har ið á stendur, og tað fer at fáa stóran týðning í framtíðini. 2 Sosialurin Nr. 26 - 7. februar 2004 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 341800, telefax 341801, teldupostur: post@sosialurin.fo Hildu tøgn hjálpa Seinastu tíðina hevur verið tosað nógv um at missa og, hvussu vit kenna og uppliva henda miss og sakn. Greinin niðanfyri stóð í einum blað, sum varð borið í hvørt hús í Suðurstreymoy fyri knøppum ári síðan. Vónandi kann hon vera gevandi íkast til tosið um deyða, miss og sakn Hans Jákup Hermansen sum átta ára gamal. Myndin er tikin stutt eftir, at pápin doyði Foreldrini, Bodil og Herman Hermansen – Hermann hjá Hermans-Jógvan, sum hann varð nevndur. Smádreingirnir eru eldru brøðurni hjá Hans Jákupi, Hermann og Edvard Sosialurin Nr. 26 - 7. februar 2004 3 Eyðun Nolsøe Hvat heldur tú um Norður- bryggjuna? – Norðurbryggjan er í sjálvum sær eitt útmerkað og spennandi tiltak. Tað var eitt frálíkt hugskot sum Vígdis Finnbogadóttir og Mortan Melgaard fingu – móður og faðir at hesum projektinum. Tey dugdu at síggja møguleik- arnar í hesum gamla pakk- húsinum. Tað er í sær sjálvum sera flott. Sum húsið stendur har í dag, sær tað spennandi út – sera spennandi. Vikuskiftið við upp- latingarfagnaðinum prógvaði eisini, at Bryggjan er sera væl- egnað at skipa fyri tiltøkum í, og sigast má, at vikuskiftið var eina- standandi fjølbroytt og áhuga- vert, sigur Martin Fjallstein leiðari í Føroyahúsinum í frynt- ligum práti ein kaldan seinnapart í desember inni í kaffistovuni í húsinum. Føroyahúsið ikki nógv frammi í føroysku miðlunum – Men, sigur Martin, eg haldi at hasi bæði fólkini við hugskot- inum og mong við teimum, ikki góvu sær nóg væl far um at tað vóru trý mentanarhús framman- undan í býnum, sum hvørt á sín hátt hava roynt at víst føroyskt, íslendskt og grønlendskt andlit úteftir. Hetta hevur verið eitt sindur forsmáað. Øðrvísið er við Norðurbryggjuni í so máta. Tey hava fingið lyft tað upp á eitt sovorðið fínkulturelt støði, at tað nú eru fleiri innan mentunar- elituna sum vilja vera uppií og sjónlig har. Tað sást á føroysku umboðanini á Bryggjuni hendan dagin. Vit sóu umboð fyri fleiri bygdarráð, ein hóp av embætis- fólki, løgtings- og landsstýris- limum, journalistum og nógv annað gott fólk við. Synd at siga at sami áhugi hevur verið vístur Føroyahúsinum - uttan t.d. tá ið illa gekst í hond fyri tíggju árum síðani. Tað er mest sum eiðasørt at føroyska pressan vendir sær til okkara, meðan nógv av danska fjølmiðlaheiminum so sum Jyllandsposten, Politiken, Berlingarin, TV Lorry og enntá Rapport- og Big Brother tíðindafólk hava verið her. Samarbeiði heldur enn kapping – Vit trý húsini hava alla tíðina sagt, meðan verkætlanin fyri Bryggjuna hevur verið frammi, at vit vilja samstarva. Bryggjan er okkara flaggskip, eitt felags- hús fyri øll trý húsini - og so er hon ikki tað sama sum vit. Hon er øðrvísi og er ætlað at vera eitt meiri representativt stað, við føroyska og grønlenska heima- stýrinum, umframt íslendsku sendistovuni í miðdeplinum. – Kapping millum Bryggjuna og okkum kann standast av, at tey hava sett yngri fólk at arbeiða í húsinum, ið eru von og spent uppá at skipa fyri mentunarligum tiltøkum, sum kunnu koma at liggja í kjalar- vørrinum á okkum, eftirsum teirra uppskot til tiltøk minna nógv um okkara virksemi. Tað hava vit gjørt vart við. Mín vón er tann, at tey heldur fara at skapa og rúma nýggjum tiltøkum av einum slíkum slag, sum vit ikki orka at lyfta. Tað kunnu t.d. vera tónlistafólk á altjóða støði, har ið karmarnir í Føroyahúsin- um eru vorðnir ov smáir. Ella ein konsert við symfoniorkestri sum annað dømið. Tiltøk, sum ikki hvíla í sær sjálvum, men hava stuðul fyri neyðini. Tá er Bryggj- an sera góð og kann á hendan hátt vera eitt flott alternativ til hini trý mentunarhúsini. – Vandin við kappingini er, at tey smærri húsini vera við sviðið soð. Eftir upprunaligu ætlanini, skal Bryggjan hvíla í sær sjálv- um við inntøkum frá húsaleig- unum, og sostatt ikki vera ein árlig byrða á fíggjarætlanini hjá teimum trimum londunum. Men nú havi eg hoyrt sagt, at man hugsar sær at fáa eina hálva millión úr Føroyum á hvørjum ári í stuðulspeningi til tiltøk á Bryggjuni. Tá tað bara er ein kassi at taka úr, er tað sjálvsagt, at jú fleiri sum koma framat honum, jú minni verður í part. Kann Bryggjan so ikki bera seg, er spurningurin beinanvegin heima í Føroyum, hví vit skulu hava tvey mentunarhús í Keyp- mannahavn - tað nýtist ikki... – Annars haldi eg samstarvið hevur verið frálíkt við Bryggjuna higartil. Vit hava latið nógvan pinnamat og føroyskt bjór til tiltøkini hjá teimum, og eisini lýst fyri tey á okkara heimasíðu, faldarum og á annan hátt. Vit hava roynt at víst eitt jaligt andlit mótvegis teimum í góðum sam- starvsanda. Sum gáva til teirra nú tey lótu upp, lótu tey trý húsini úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi føroyskan dans við Fóta- traðk, íslendskan glima og grøn- lenskan polka við Mikkórinum. Í havnini útfyri Norðurbryggjuna róðu tíggjumannafarið Tvørá- báturin og grønlendskar kajakkir. Vit heilsaðu teimum við orðun- um: "Tykkum vilja vit dansa við, tykkum vilja vit glimast við og tykkum vilja vit rógva saman við!" Spurningurin verður so, um tey eisini hava áhuga at gera tað sama mótvegis okkum. Tað rokni eg við og har átti einki at verið at ivast í. Heldur tú sjálvur, at neyðugt er við báðum húsunum? – Ja! Sum Føroyahúsið hevur verið rikið við øllum tí virksemi ið her er millum ár og dag, so meini eg at húsið hevur havt eina rættiliga fitta uppgávu at røkja. Vit hava í mong ár havt kaffi- stovu við føroyskum viðskera, føroyskum bløðum og bókum, havt týsdagsdøgurða við før- oyskum mati, ótaldar veitslur, fyrilestrar, framsýningarnar, sjónleikir, enskan og føroyskan dans, talvkappingar, møti, jóla- tiltøk, nærvarp osfr. Her dettur fólk inn á gátt gerandisdagar at lesa bløðini, gera avtalur við aðrar føroyingar og merkja roykin av føroyskum mati, sum eisini er til keyps. Heimlands- prátið er ikki at gloyma. Okkara plasering mitt í býnum tætt við høvuðsjarnbreytastøðina er eisini ein stórur fyrimunur. Túsundtals fólk ganga um dyrnar á hvørjum árið. Kemur tú inn ein seinnapart mikudag ella hósdag, eru kanska ikki fleiri fólk enn teljast kann á báðum hondum, men týskvøld, fríggjadag og tá ið ymiskt verður fyriskipað, møta úr 50 til 250 fólk upp. Bryggjan er hinvegin uttarlaga og tað skal venjing til at ferðast út hagar. Sostatt hevur føroyska húsið eftir mínum tykki nógvar fyrimunir og framvegis eina missión, ætlað føroyskum útisetum. Hvussu hevur so hilnast hjá tær hesi átta árini sum leiðari? – Tað fara onnur at meta um. Fái mong góð orð frá fólki. Men eg fái neyvan alt at vita, sum fólk sínámillum tosa um. Húsið er broytt hetta tíðarskeiðið, eg havi staðið við róðrið. Eisini er mangt broytt í tíðini. Fleiri av feløgunum eru t.d. viknað ella sovnað. Tað er eins og tað veld- uga boomið við feløgum í sjeyti- og áttiárunum er av. Summi leggja frá sær. Spell at so er. Feløgini hava sett sín dám á húsið. Roynt verður at skipa fyri tiltøkum saman við feløgunum, so bæði tey, men sanniliga eisini húsið, ikki skal standa so einsamalt. – Tá ið eg tók við í januar 1996, var fíggjarliga orkan í húsinum út av lagi vánalig, ikki minst orsakað av niðurskurðum. Tað er eydnast okkum saman við vælvild frá Mentamálaráðnum, landsstýri og løgtingi at fáa eitt rímuligt fíggjarligt grundarlag, tó at tað er sera tepurt og viðbrekið enn. Við mongum tiltøkum og útleigum skoyta vit sjálvi eitt sindur uppí - í fjør við umleið eini hálvari milljón. Bæði í ár og komandi ár stendur játtanin í stað. Tað merkir at vit fara um- leið 100.000 kr. eftir hæli, tí húsaleiga og annað hækkar fyri tað. Strævið - men eisini fjálgandi arbeiði – Tað hevur verið sera hugaligt at merkt, at so mong eru góð við Føroyahúsið. Sera mong fólk hava millum ár og dag rætt eina hjálpandi hond til alskyns tiltøk, og tað er nakað sum fløvir! Men strævin hevur mangur vetur verið! Tað tekst ikki burtur. Tað krevur hugskot og verkætlanir, fyrireiking, innkeyp, lýsingar- arbeiði, praktiskt arbeiði, tilboð og avrokning, upprudding, langar dagar - ja stundum má arbeiðast alt samdøgnið til tess at røkka øllum. Tað verður tó skeivt av mær at gremja meg um hetta. Havi eg sagt ja, so er bert at standa við endan til liðugt er. Eingin noyðir meg at vera her. Sanniliga hava eisini verið fjøld av frálíkum tiltøkum og hugna- ligum løtum, ein hópur av góð- um og fjálgandi fólki. Tað skal havast í huga, tá ið á stendur. Tað er góður heilivágur. Eg var settur sum leiðari í fyrsta umfari eitt fimm ára skeið, síðani var longt við tveimum árum afturat og í summar er so avtalan aftur longd við trimum árum. So eftir ætlan kann eg standa fyri hesum húsi trý ár afturat. Lat okkum nú síggja hvussu leikur ferð, sigur leiðarin í Føroyahúsinum at enda. Ikki so fínmentað sum Bryggjan - Vit hava tó framvegis eina stóra uppgávu at røkja sum mentunarhús í Keypmannahavn, sigur Martin Fjallstein leiðari í Føroyahúsinum í samrøðu við Sosialin C M Y K 25 24