leygardagur 7. februar 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
og spælir tónleik, ringir Niels til
hana og sigur, at hann skal á
fund við Danmarks Radio, og
um hon hevur hug at syngja
Mest når det er regn í Melodi
Grand Prix.
- Eg gjørdist rættiliga illa við.
Men eg valdi at taka tað róliga
og fór heim at tosa við foreldrini
um hetta. Eg hevði allatíðina
hug, og tá eg so hevði tosað við
tey, so boðaði eg Niels frá, at eg
tók av møguleikanum, og Dan-
marks Radio helt eisini, at tað
var eitt gott hugskot, sigur Petsi.
Sangurin Mest når det er regn
snýr seg um at sakna ein annan.
Og sum tey flestu hava gitt, so er
saknurin størst, tá tað regnar.
Petsi sigur, at lagið er eitt "upp-
tempo" lag, sum byggir á eitt
flótandi vakurt lag, men sam-
stundis eisini rúmar møguleikan
at røra seg eitt sindur til tónleik-
in. Hon metir sjálv, at sangurin
riggar sera væl til hennara rødd.
Teksturin er eitt sindur melan-
kolskur, sigur Petsi.
Tað varð ikki almannakunn-
gjørt fyrr enn 7. januar, hvørji
skuldi vera við í Melodi Grand
Prix. Frá november til januar,
skuldi tað so haldast loyniligt,
men tað eydnaðist kortini ikki at
halda leysatíðundunum burturi,
men tað leggur Petsi ikki so
nógv í.
- Eg havi nú glett meg í longri
tíð, og eri fyrireikað og til reiðar,
sigur Petsi, sum í sama viðfangi
avdúkar, at tað kortini kitlar í
búkinum, men tað er bara spenn-
andi, heldur hon.
Tað er alstórum týdningi, at
tónleikurin ikki verður at hoyra
alment fyrr enn á fyrsta sinni til
aðalroyndina, sum er nakrar
tímar undan sjálvari kappingini
leygardagin.
Petsi letur ógvuliga væl at
fyrireikingunum.
- Alt er ótrúliga proffessionelt,
og øll eru sera fitt, og eg sleppi
undan at hugsa um nakað annað
enn at syngja, sigur Petsi.
Hvat kanst tú læra frá hesari
tíðini?
- Eg læri nógv um, hvussu eg
skal fyrihalda meg yvirfyri
fjølmiðlum, og hvussu eg sjálv
eri, tá eg práti við fjølmiðlar. Og
so eru tað heldur ikki øll, sum
sleppa at vera við í Melodi
Grand Prix, sigur Petsi.
Hon royndi at sleppa við í
Stjerne for en aften, men slapp
ikki inn um gáttina, men Melodi
Grand Prix er eisini nógv betri,
sigur Petsi skemtandi.
Dentur á røddina
Fyri Petsi hevur tónleikurin
ómetaliga nógv at siga. Hennara
fremsti áhugi er nakað, hon tekur
í størsta álvara.
- Tað týdningarmesta fyri meg
er at sleppa at liva av tónleik-
inum - á ein ella annan hátt.
Hevði eg í sambandi við Grand
Prixið kunna sloppið at givið
okkurt út og kanska kunna liva
av tí eftirfylgjandi, so hevði tað
bara verið perfekt. Men eg søki
eisini inn á konservatorium, tí eg
eri eisini áhuga í at læra. Málið
er ikki konservatorium í sær
sjálvum, men at sleppa at geva út
og liva av tónleikinum. Tað er
kortini bara ikki nakað, tú kanst
satsa upp á hendir beinanvegin.
Hetta er nakað, sum eg arbeiði
fram ímóti, sigur Petsi.
Petsi hevur leingi vita, at hon
vildi gerast sangari burturav.
Àhugin hevur at kalla altíð verið
tilstaðar.
Men hvat leggur Petsi dent á í
tónleikinum í sær?
- Eg vil gjarna hava røddina
fram. Tað er tann mátin, eg
úttrykki meg uppá. Tónleikurin
skal helst vera einfaldur, soleiðis
at øll kunnu fyrihalda seg til
hann. Har nýtist ikki at vera ov
nógv sós á, sigur Petsi.
Sjálv kallar Petsi sín
tónleikastíl fyri popp og kanska
eitt sindur country kent. Hon
strembar eftir einum akustiskum
ljóði í sínum tónleiki.
Hvat er so tað, sum drívur
verkið innan tónleikin?
- Tað er tað at upptraðka. At
spæla fyri fólki er ótrúliga
spennandi og siga eina søgu
gjøgnum tónleikin. Nú havi eg
eisini roynt meg eitt sindur í
studio, og tað er eisini ómetaliga
spennandi. Har roynir tú at finna
eina hald í tónleikinum - at fáa
alt at hanga saman, sigur Petsi.
Petsi hevur enn sína fyrstu
sjálvstøðugu útgávu til góðar,
men hon hevur roynt seg sum
kórsangara á onkrari útgávu og
hevur eisini verið í studio í
sambandi við lýsingar. Allir
ársins Melodi Grand Prix sangir
verða givnir út á einari fløgu, og
hendan er liðug innspæld og
verður útgivin stutt eftir
kappingina.
Petsi arbeiðir sjálv við nøkrum
tekstum, men hon sigur sjálv, at
hon enn eigur at útviklað seg
meira sum sangskrivari, áðrenn
nakar av hesum sangunum kann
gevast út.
- Sleppi eg at geva okkurt út í
ár, so verða tað ikki mínir egnu
tekstir, eg fari at syngja. Eg vil
gjarna fyrst og fremst nýta orku
upp á at menna røddina, sigur
Petsi.
Roknar við stuðuli
Alt er ógvuliga loyniligt undan
einari tílíkari Melodi Grand Prix
kapping. Vit mugu svørja dýrt, at
vit ongan tónleik hava hoyrt. Og
vit fáa heldur ikki Petsi at syngja
nakrar strofur úr Mest når det er
regn.
Danskar veddingarfyritøkur
hava gjørt hana til ein av
favorittunum at vinna kapping-
ina, men hetta tekur Petsi ógvu-
liga róliga. Ein av orsøkunum til,
at hon verður mett sum favorittur
er tann væntandi nógvi stuðulin
úr Føroyum.
- Eg eri ótrúliga errin av, at
sleppa at vera við og umboða
Føroyar. Og eg eri ógvuliga
takksom fyri tann stóra stuðul,
eg havi fingið úr Føroyum.
Familjan hjá mær í Føroyum
kann ikki gloppa hurðina, uttan
at fólk vilja práta um meg og
Melodi Grand Prix. Tað er gott at
hoyra, sigur Petsi.
Leygarkvøldið fer hon á pallin
í einum spildurnýggjum kjóla,
sum ungi sniðgevin Morten
Underbjerg úr Aalborg hevur
evnað til endamálið. Mest når
det er regn verður spældur sum
tann triði sangurin í røðini, og
Petsi kennir seg hava góðan
stuðul aftanfyri seg.
- Eg kenni tað sum um, at eg
ikki skal prógva nakað fyri
mínum egnu. Fólk gleða seg at
hoyra meg, og tað ger tað so
nógv lættari, sigur Petsi.
Vónirnar hjá henni eru at enda
millum tey fimm bestu. Tankin
um at vinna kappingina, hevur
hon sjálvandi havt í høvdinum,
men hon roynir at halda hesum
tonkunum burturi. Um so var, at
hon vinnur, so sleppur hon til
Turkalands til í fyrsta umfari
eina semifinalu og kanska eisini
finaluna.
Hóast hon ikki hevur nakrar
stórvegis viðmerkingar til støð-
una sum favorittur, so fáa vit
hana at siga, at hon roknar í
øllum førum nøkrum uppringjum
til Danmarks Radio úr Gøtu.
Sosialurin Nr. 26 - 7. februar 2004
5
4
Sosialurin Nr. 26 - 7. februar 2004
SAMRØÐA
Orð: Heri á Rógvi
Myndir: Nikolai H. Lorenzen
Århus: Hon prátar bæði føroyskt
og danskt ógvuliga væl. Tjúgu
ára gamla Petsi Tvørfoss úr Gøtu
hevur seinastu ellivu árini búð í
Danmark, men føroyingur er hon
framvegis.
Um dagarnar er hennara tilvera
flutt innar í sjónvarps- og tón-
leikaheimin. Og Petsi roynir
heldur ikki at fjala, at hon gleðir
seg til Melodi Grand Prix
leygarkvøldið.
Seks ára gomul sá Petsi Sissel
Kirkjubø í sjónvarpinum og fann
útav, at tað ber at liva av at
syngja, og líka síðani hevur hon
droymt um at sleppa at liva av at
syngja. At syngja er hennara
fremsta áhugamál og vónandi
lívsbreyð.
- Eg byrjaði at droyma um at
liva av tónleiki tá, og eg droymi
framvegis, sigur Petsi Tvørfoss.
Hendan mikudagin undan
kappingin, tá vit hava fingið
loyvi at vitja hana eina løtu,
hevur hon nógv um at vera, men
hon tekur alt við einum smíli.
Hon gleðir ómetaliga nógv til
hósdagin, tá nógv úr familjuni úr
Føroyum koma á vitjan.
Reina sopran røddin úr Gøtu
skal syngja sangin Mest når det
er regn fyri einum fullum
Atletion og kanska fram ímóti
einari millión sjónvarpshyggj-
arum kring alt kongaríkið.
Í hølunum á okkum er at
filmslið hjá TV2, sum fylgir
Petsi hendan dagin.
Hendan smílandi og sjarmer-
andi gøtugentan í Aalborg tykist
mestsum at sveima runt Atletion
í Århus. Hon vekjur ans millum
hinar luttakararnar, og tað er
heldur ikki so løgið.
Fluttu
Ì summar fekk Petsi students-
prógv, og hon gongur í løtuni á
øðrum ári á MGK, sum stendur
fyri Musikalskt grundkursus. Eitt
skeið, sum vanliga verður mett
sum fyrireikandi til konservator-
ium. Jydsk Musikkonservatorium
hevur eina umsókn liggjandi frá
Petsi um at verða upptikin sum
rútmiskur sangari. Tað verður
seinni í ár avgjørt, um Petsi
sleppur inn á skúlan.
Tá Petsi var níggju ára gomul
flutti familjan til Danmarkar og
Aalborg. Farið varð úr Gøtu til
Danmarkar í sambandi við at
pápi Petsi, Òli Jákup Tvørfoss,
skuldi nema sær útbúgving.
Ætlanin var ikki, at steðgurin
skuldi gerast nógv longur enn
hálvtannað ár, men so byrjaði
kreppan at gera um seg í Føro-
yum, og tá var ikki so líkatil
longur at flyta aftur til Føroya.
Petsi sigur, at tey hava kent seg
væl í Danmark og hava verið
glað fyri hesi seinastu ellivu
árini. Familjan er eisini økt,
meðan familjan hevur búleikast í
Danmark. Petsi eigur eina systir,
Òluva, ið mamman, Heidi Tvør-
foss, setti í verðina fyri átta árum
síðani.
Góða røddin hjá Heidi er eisini
ein av orsøkunum til, at steðg-
urin í Danmark gjørdist so mikið
drúgvur. Tey mettu, at Petsi
hevði betri møguleikar at fáa
góða tónleikaundirvísing í
Danmark enn í Føroyum.
Føroyskt, føroyskt
Hóast hon hevur búð ein størri
part av sínum lívi í Danmark enn
í Føroyum, so kennir hon kortini
sterkari bond til Føroya enn í
Danmark. Familjan Tvørfoss
hevur altíð vitjað nógv í Føroy-
um, síðani tey fyri ellivu árum
síðani fluttu av landinum.
Hvat hava tey føroysku
ættarbondini og tað føroyska at
siga fyri teg?
- Tað hevur alt at siga fyri
meg. Eg havi ongantíð sagt, at eg
eri danskari. Eri eg uttanlands,
so sigi eg, at eg búgvi í Dan-
mark, men eg eri úr Føroyum. Tá
eg eri í Føroyum, so kenni eg
meg heima. Tú kanst hava tað
gott í Danmark, men tað er ikki
tað sama sum í Føroyum, sigur
Petsi.
Og tankin um at flyta aftur til
Føroya er als ikki fremmandur
fyri Petsi.
- Eg kundi gott hugsað mær at
flutt aftur til Føroya. Men skal eg
menna meg innan tónleikin, so
má eg verða verandi í Danmark.
Tað eru ikki teir somu møguleik-
arnir í Føroyum sum í Danmark,
sigur Petsi.
Hon hevur hópin av vinum og
kennir nógv fólk innan tónleika-
vinnuna í Danmark, og hetta
metir hon gevur henni nakrar
møguleikar í Danmark.
Hini í familjuni flyta væntandi
aftur til Føroya nakað skjótt,
men Petsi ætlar at verða verandi
og má klára seg sjálva. Hon
hevur ætlanir um at flyta til
Århus. Ikki minst í sambandi við
hennara útbúgvingarætlanir.
Gerandisdagurin hjá Petsi í
Aalborg minnir um tann hjá flest
øllum øðrum javnaldrum. Hon er
í skúla tveir dagar um vikuna, og
ein rúgva av frítíðini verður
eisini nýtt til at venja røddina.
MGK næmingar hava ikki rætt
til SU, og tískil starvast Petsi
eisini í Bilka.
Hvønn sunnudag syngur Petsi í
kirkjukóri, og hon hevur eisini
sungið í einum gentukóri í fleiri
ár. Hetta kórið hevur verið so
langt sum í Avstralia og í
Suðuramerika og sungið.
Petsi er uppvaksin við at fara í
kirkju hvønn sunnudag.
- Eg havi ongantíð fingið at
vita, at eg skuldi fara í kirkju. Eg
havi tað ikki sum onnur ung, at
hetta er nakað, sum mann
noyðist at gera og ikki kann fara
í býin leygarkvøld. Mær dámar
væl at byrja vikuna við at fara í
kirkju sunnudagar. Tað havi eg
altíð gjørt, sigur Petsi.
Kristna trúgvin og tað andaliga
er nakað, sum Petsi sigur seg
hava at halda seg til.
-Eg gangi í býnum og gera
ting, sum øll onnur gera. Men eg
havi tað andaliga hjá mær, sigur
Petsi.
Umvegis vinmann
Petsi smílir og trekkir kroppin
saman, tá hon skal greiða frá um,
hvussu øll søgan um hennara
luttøka í Melodi Grand Prix
byrjaði. Tú sært á henni, hvat
henni dámar at práta um, og hvat
hevur hennara áhuga.
Hóast hon sum heilt lítil
droymdi um at gerast eins og
Sissel Kirkjubø, so er Petsi ikki
nakar Grand Prix fan, ei heldur
hevur hon í áravís havt ein
dreym um at sleppa at luttaka í
Grand Prixnum.
- Eg plagdi at hyggja, tá eg var
lítil, men tað hevur ongantíð
verið nakað eg bara skuldi
síggja, sigur Petsi.
Hesa seinastu tíðina, síðani
hon trein inn í Melodi Grand
Prix heimin, rópar hon fyri at
hava verið eitt sindur langt úti.
Søgan byrjar á studentaskúl-
anum í Aalborg. Har var Petsi
við í einum bólki saman við
tveimum dreingjum, Jonas og
Lassa. Hesir báðir vóru við í
Melodi Grand Prix í 2002, tá
Pætur við Keldu eisini var við.
Teir róptust seg fyri Luna Park
og gjørdust nummar tvey við
sanginum Sommerregn. Upp-
runaliga sang Petsi kór til hend-
an sangin, men hon var so ikki
við, tá sangurin skuldi framførast
í Melodi Grand Prix.
Pápi Lassa kallast Niels Drevs-
holt. Hesin er víðagitin í Grand
Prix høpi í Danmark, har hansara
sangir fleiri ferðir eru endaðir
millum teir fremstu. Petsi lærir at
kenna Niels, og hon syngur eitt
sindur fyri hann í sambandi við
lýsingar og annað.
Fyri tveimum árum síðani
skrivar Niels Drevsholt sangin
Mest når det er regn. Petsi syng-
ur demo útgávuni. Hon er óvit-
andi um, at Niels sendir sangin
inn til upptøkunevndina fyri
Melodi Grand Prix.
Brádliga ein dag, tá Petsi er úti
Tónleikurin er dreymurin
Kendasti føroyingurin í kongaríkinum
leygarkvøldið verður Petsi Tvørfoss. Størsti
dreymurin hjá tjúgu ára gomlu
gøtugentuni at sleppa at liva av
tónleikinum. Hon kennist seg sum
føroying, og hon ætlar sær millum annað
at umboða Føroyar í Melodi Grand Prix
Petsi vil fegin liva av at syngja. Sangur er hennara áhuga og vónandi yrkisleið í framtíðini. Leygarkvøldið syngur hon Mest når det er regn
Atletion í Århus er karmur um Melodi Grand Prix 2004. Har verður í øllum førum fullsett, og
nógv fólk fylgja eisini við í sjónvarpi
C
M
Y
K
27
26