leygardagur 7. februar 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 - 7. februar 2004
29
6
Sosialurin Nr. 26 - 7. februar 2004
Fyrsti partur
Hanus Kamban
ÁLOPIÐ Á TVÍBURATORNINI
FYRI SKJÓTT hálvum triðja ári
síðani, tann 11. september 2001,
tóku sjálvmorðs-flogskiparar
ræði á tveimum amerikonskum
ferðaflogførum og flugu síðani
beint inn í tvíburatornini á World
Trade Center í New York. Hend-
ingin kostaði tilsamans sløkum
4.000 fólkum lívið. Myndin av
teimum raplandi tornunum - ikki
sørt átøk tí apokalyptisku
grafisku listini hjá danska
listamanninum Palle Nielsen - er
í dag mest at líkna við eitt
søguligt ikon, fest um ævir á
mannaættar nethinnu.
Menniskjan hevur ilt við at
síggja søguna sum hon veruliga
er: ein fjølstrongd tilgongd, ein
samantvinnan av orsøkum og
avleiðingum, har mong gerð,
hildin av summum at vera
skynsom og røtt, fær óvæntaðan
og óætlaðan útgang. Í staðin fyri
velur hon mangan at skilja og
greina søguna sum ein einfaldan
bardaga millum ljós og myrkur,
tey óndu og tey góðu. Hon velur,
um vit orða hetta øðrvísi,
mýtuna og ævintýrið fram um
sannleikan.
Einki løgið er í hesum. Merki-
ligari er, at eisini meira seriøsir
bólkar, blaðfólk ella mentaðir
viðmerkjarar, velja søgnina fram
um veruleikan. Soleiðis hava
bæði fjølmiðlar og mong
andsmennir valt at síggja álopið
á World Trade Center sum - at
kalla bara - eina atsókn frá
óndum, arabiskum terroristum,
skúlaðum í Osama bin-Ladens
ónda reiðri.
EIN ØÐRVÍSI SANNLEIKI?
KUNDI TAÐ hugsast, at sann-
leikin var øðrvísi og fløktari?
Kundi tað hugsast, at henda
atsókn ikki bara skal førast aftur
til bin-Laden ella Al-Qaeda, men
at eisini onnur lond, eitt nú Bret-
land og USA sjálvt - óbeinleiðis
sjálvsagt - áttu sín lut í álopinum
á tvíburatornini, og enntá at tann
vælkenda myndin av boome-
rangini - illgerðini, sum kemur
aftur "í gráum kálvsskinni" - er
hóskandi í hesum sambandi?
Í hesi greinarøð - sum verður í
fýra pørtum - er ætlanin at
greiða frá kvettinum, sum í 1953
varð framt móti tí demokratiska
iranska forsætisráðharranum
Mohammad Mossadegh. Greina-
røðin er samstundis ein roynd at
peika á møguligar aðrar grundir
til álopið á World Trade Center
og til ta terrorismu, sum tykist at
mennast dag frá degi, og sum
kanska verður mannaættar koyril
í 21. øld.
Greinarøðin er fest á blað
sambært teirri sannføring, at
uttan trídimensjónala søguliga
baksýnisvitan er ógjørligt at
skilja nútíðar hendingar. Grund-
arlag undir henni er bókin All the
Shah´s Men - An American Coup
and the Roots of Middle East
Terror eftir amerikanska
blaðmannin Stephen Kinzer.
Bókin kom út í fjør og hevur
vakt stóran ans í USA.
OLJAN SPRÍKIR UPP Í IRAN
VIT KUNNU hóskandi lata hesa
søguna byrja ein summarmorgun
í Persia - sum seinni (í 1935)
fekk navnið Iran - í 1908. Um
hetta mundið hevði George
Reynolds, ein sjálvlærdur jarð-
frøðingur, í mong ár leitað eftir
olju í oyðilendinum í Iran. Við
sær hevði hann lækna, arbeiðs-
menn og eina pólska og kanad-
iska borimanning. Tann 26. mai
1908, meðan hann lá og svav í
sínum tjaldi á einum stað í
Vesturiran, sum nevnist Masjid-i-
Suleiman, varð hann brádliga
vaktur av vellandi duni og
gallrópum. Hann sprakk út fyri
dyr og sá tá olju spríkja upp úr tí
grýtuta slættanum. Reynolds var
dottin fram á eina av heimsins
ríkastu oljukeldum.
Tilfeingið, sum Reynolds
hevði funnið, kundi lættliga havt
gjørt Iran til eitt ríkt land. Og
kanska kundi tað, um væl vildi
til, og væl varð arbeitt, verið
støði undir verkligum framburði
og eini nútíðar demokratiskari
siðmenning í hesum fátæka og
niðurundirkomna umráði.
Trupulleikin var, at Iran - um vit
bera tað saman við europeisk
lond - um hetta mundi at kalla
onga leið var komið eitt nú
samfelagsliga, tøkniliga ella
útbúgvingarliga.
QAJAR-KONGSÆTTIN
TÆR SEINASTU øldirnar
høvdu ættir av feudalum
valdsharrum hildið fólkinum
niðri í fákunnu og máttloysi og
eftir førimuni brúkt ágóða og
tilfeingi til sín egna vinning.
Tiltiknir vóru Qajararnir, ein
turkisk ætt, sum ráddi í Iran frá
stutt fyri 1800 til 1925.
Nasir al-Din shahur (1848-96),
tann fjórðseinasti av hesi ættini,
hevði í sínum haremi 1600
konur, frillur og geldingar. Synir
hansara - fleiri hundrað tilsam-
ans - høvdu fría atgongd til tann
iranska pengakassan. Hansara
glæstriborgir vóru skrýddar við
prangandi gimsteinatyssum.
Hann kravdi at verða róptur ikki
bara Shahanna Shahur, men
eisini t.d. Alheimsins Friðskjól,
Landanna Sigurharri og Guds
Skuggi á foldum. Tey, sum sýttu
fyri at heiðra hann, vórðu
koyrilsflongd, grivin livandi ella
brend á almennum torgum.
Nasir al-Din útpíndi Iran,
skrivaði út harðar skattir, seldi
embætir og fór at enda undir at
avreiða partar av landsins
tilfeingi - rættindini til at reka
ídnað, byggja upp eina banka-
skipan osfr. - til útlendingar,
fyrst og fremst bretar. Í 1891
seldi hann allan tann persiska
tubbaksídnaðin til British
Imperial Tobacco Company fyri
£15.000. Hetta merkti, at fátækir
iranar í túsundatali mistu rættin
til at dyrka, turka, pakka og selja
tubbak.
OLJAN Á BRETSKAR
HENDUR
SONUR NASIR - Muzzaffar al-
Din shahur (1896-1907) - helt
fram við hesum politikki. Í 1901
seldi hann einum pengamanni í
London, William Knox d´Arcy,
rættindini til at leita eftir, menna
og selja jarðgass og ráolju í
iransku undirgrundini tey
komandi 60 árini. Oljufelagið hjá
d´Arcy varð seinni keypt av
einum størri felag - Anglo-
Persian Oil Company. Í 1914
keypti bretska stjórnin 51% av
hesum felag og átti sostatt
felagið.
Hesa fyrstu tíðina var tann
inntøka, sum oljuvinnan hevði
við sær, býtt soleiðis, at Iran
fekk 16% av vinninginum. Við
tað at iranar ikki høvdu atgongd
til felagsins roknskap, var
lagamanni hjá Bretlandi at snýta
upprunalandið.
Hetta merkti í roynd og veru,
at Bretland ognaðist meginpartin
av tí vinningi, sum spurdist
burtur úr oljufundinum hjá
George Reynolds. Meginparturin
av tí lítla, sum leyp av, fór beint í
lumman á Qajar-kongsættini í
KVETTIÐ MÓTI MOSSADEGH
Arvafæið bíliga til fals
Reza Pahlavi, avmyndaður í 1923. Reza varð krýndur shahur í 1926. Á knøunum (vinstru-megin) hevur hann
Mohammad Reza, sum bleiv shahur eftir faðirin. Tvíburasystirin Ashraf (t.h.) var virkin í kvettinum móti
Mossadegh
Iran. Lítið varð gjørt fyri at
menna tað iranska samfelagið og
eitt nú byggja upp t.d. heilsu- og
skúlaverk. Og púra einki varð
gjørt fyri at skúla verkfrøðingar
og teknikarar og soleiðis byggja
upp ein innlendskan iranskan
oljuídnað.
BRETSKT HJÁLAND
IRAN VAR soleiðis, ikki bara í
verki, men lutvís eisini formliga,
til fram ímóti miðjuni á 20. øld,
verandi eitt enskt hjáland.
Umframt at Bretland hevði
ovurstóran búskaparligan vinning
av landinum, hevði Iran eisini
stóran geopolitiskan og strateg-
iskan týdning fyri Bretland.
Landið lá sum ein brúgv millum
øðrumegin Mesopotamia (Irak),
sum eftir fyrra heimskríggj var
bretskt mandat undir Fólka-
samgonguni, og India, eitt annað
gamalt bretskt hjáland. Sam-
stundis lá tað sum ein byrging
sunnan fyri Russland, sum frá
1917 var kommunistiskt og so-
statt møguligur fíggindi hjá
Onglandi.
Vit føringar, sum árini 1940-45
vórðu hersettir av Bretlandi, hava
sum heild góðar royndir av hes-
um fólki. Í viðurskiftunum við
tilafturskomin lond sum Iran
síggja vit - millum politikarar og
fólk í leiðandi størvum - mong
dømir um ein annan breta,
harðrendan, ráan í hugburði
mótvegis "innføddum", eirinda-
leysan og stívrendan.
ENSK VÆLFERÐ OG IRANSK
ARMÓÐ
HÓAST IRAN fleiri ferðir
royndi at bøta um avtaluna við
Anglo-Persian Oil Company,
hildu bretar fast um, at Iran bara
kundi fáa 16% av ágóðanum,
eisini eftir at USA í sínum viður-
skiftum við Saudiarabia var farið
at brúka býtislutfallið 50-50.
Samstundis noktaðu teir, hóast
fleiri áheitanir, iranum at síggja
teirra roknskap. Í 1933 eydnaðist
kortini Reza Pahlavi shahi (sum
vit skulu hoyra meira um), at
bøta nakað um avtaluna við
bretar.
Enski vinningurin av tí iransku
oljuni var so stórur, at hann
gjørdi tað møguligt hjá Bretlandi
at vinna fyrra heimsbardaga.
"Teir sameindu", segði Curzon
lordur, "róku móti sigri á eini
aldu av olju". Og sum frá leið
bleiv henda inntøkukelda ein
týðandi partur av tí enska
gjaldsjavnanum. Ernest Bevin,
uttanríkisráðharri 1945-51, helt
fyri, at uttan olju úr Iran "hava
vit onga vón um at ognast tey
lívskor, sum vit í Stórabretlandi
miða ímóti".
Meðan Bretland soleiðis fíggj-
aði sína vælferð við oljufossum
úr einum fremmandum landi,
sakk Iran niður í vaksandi
armóð.
ABADAN
TIL MIÐDEPIL í oljuvinnuni í
Iran varð vald eini oyðin oyggj í
Persisku Víkini - Abadan. Her
vaks ein oljubýur fram - við
oljutangum, reinsivirkjum,
bryggjum til tangaskipini, skriv-
stovubygningum, húsum, handl-
um, einum ferðslukervi og ann-
ars øllum, ið eitt tílíkt samfelag
krevur. Brátt búðu meira enn
100.000 fólk í Abadan - umframt
bretskar serfrøðingar ein ør-
grynni av iranskum arbeiðarum.
Hetta nýggja samfelagið var
ikki bara eyðkent av ófatiligum
stættamuni, men eisini skipað
eftir strongum apartheid-reglum.
Bretskir verkfrøðingar, stjórar og
teknikarar búðu í stórum,
vøkrum húsum við grasplenum,
sniðskornum terrassum,
rósubeðum, tennisvøllum,
svimjihylum og klubbum. Teir
iransku arbeiðararnir búðu í
vesælum slum-býlingum. Teir
høvdu ikki atgongd til teir
biografar og handlar, sum bretar
brúktu, og ikki loyva til at koyra
við teirra bussum. Um viður-
skiftini í Abadan so seint sum í
1949 skrivar ein embætismaður:
Lønin var 50 cents um dagin.
Har var eingin frítíðarløn, einki
sum æt sjúkraorlov, einki endur-
gjald fyri skaða. Arbeiðararnir
búðu í einum býi av veggjakroys-
um, sum varð róptur Kaghaza-
bad ella Pappírsbýurin, har var
hvørki vatn ella ravmagn tíans-
heldur slíkt marglæti sum frysti-
boksir ella veiftrur. Á vetri var
vatnflóð, so at býurin bleiv eitt
flatt, dampandi vatn. Evjan í
býnum rakk einum upp til
kníggja ... Tá ið regnið minkaði,
risu skýggj av bítskum, veingja-
smáum flugum upp úr støðu-
vatninum, typtu nasagluggarnar
og savnaðust í svørtum klumpum
fram við tromunum á
kókigrýtunum ...
DEMOKRATISKUR
DEGNINGUR
UM HETTA mundið hevði Iran
gingið síni fyrstu stetlandi fet
fram ímóti einum slag av vestur-
lendskum fólkaræði. Tann fyrsta
tilelvingin til hetta kom í 1891,
tá Muzzaffar al-Din, sum longu
nevnt, avreiddi iranska tubbaks-
ídnaðin fyri spottprís.
Umframt kravgongur og verk-
føll hevði harmurin um hetta við
sær, at Shirazi sjeikur, um hetta
mundi landsins fremsti trúarleið-
ari, við eini fatwu ásetti roykifor-
boð, til avtalan varð afturtikin.
Muzzaffar mátti lúta. Hesin tub-
baksuppreistur hevði við sær, at
Qajar-kongsættin ein mansaldur
seinni mátti lata valdið frá sær.
Ein onnur tilelving kom í de-
sember 1905 og var ein avleiðing
av uppreistrinum í Russlandi
sama ár, sum hevði við sær, at
Nikolai II gekk við til, at Russ-
land fekk sítt fyrsta ting,
dumuna.
TJÓÐARTING
KRAVGONGUR Í Teheran árini
1905-6 endaðu við, at fjøldin
kravdi, at landið fekk eitt ting
við ráðgevandi valdi. Talan var
um ein demokratiskan uppreist-
ur, fólk lærdu seg aðalreglurnar
fyri einum fólkaræðisligum
stýrislag, og iranskir intellektu-
ellir umsettu verk eftir europe-
iskar heimspekingar. At enda
kravdi fólkið eitt Majlis, t.e. eitt
lóggávuting við veruligum valdi.
Endin var, at áðurnevndi Muz-
zaffar al-Din noyddist at geva
eftir, so at Iran fekk sítt fyrsta
ting. Ein enskur diplomatur tók í
einum fjarriti til London soleiðis
til um hesar hendingar:
Eitt merkisvert eyðkenni við hes-
ari kollvelting - tí hon er vissu-
liga verd at verða rópt kollvelt-
ing - er, at prestaskapurin hevur
valt at stuðla framburði og
frælsi. Í heimssøguni, hugsi eg,
er einki annað dømi av slíkum
slag. Um tær ábøtur, sum fjøldin
við prestanna hjálp hevur stríðst
fyri, gerast veruleiki, er alt teirra
vald horvið.
Ein nýggj fólkaræðislig stýris-
skipan varð samtykt tann 30.
desember 1906. Tingið - Majlis -
skuldi hava tað veruliga lóggev-
andi valdið í Iran. Men brátt tóku
stórir trupulleikar seg upp. Tann
størsti vansin var ivaleyst tann, at
teir andligu leiðararnir - mullar-
nir - sum frá leið vóru ójavnir á
máli um fyrimunirnar við fólka-
ræði. Nakrir andøvdu ímóti vest-
urlendskum framburði, og aðrir
førdu fram, at islam og moderni-
tetur als ikki kundu sameinast.
Aftrat hesum kom, at shaharnir,
bæði av Qajar og Pahlavi ættini,
royndu at skerja tingsins vald.
REZA PAHLAVI
LÍKASUM Á sinni meroving-
arnir í Fraklandi hímaðist Qajar-
kongsættin, sum hevði valdað í
Iran í stórthundrað ár, spakuliga
burtur. Nú bar so á, at ein maður
ættaður úr Alborz-fjøllum tætt
við markið til Russland - Reza at
navni - blaðungur slapp at tæna í
eini kosakkherdeild, sum var
tann best skipaða í Iran. Hann
var ein kempa, djarvur, ótelgdur
og harðsintur. Hann vaks í tign
og mæti og nærkaðist skjótt
hersins ovastu rókum.
Bretar, sum vildu hava eitt nýtt
og sterkari stýri í Iran, bóðu
Reza hjálpa sær. Hann játtaði og
framdi í 1921 eitt hernaðarkvett,
sum hevði við sær, at Iran fekk
eina nýggja stjórn við Sayed Zia
sum forsætisráðharra. Tann
seinasti shahurin av Qajar-ættini
- Ahmad - rýmdi av landinum.
Reza, sum í nøkur ár hevði
havt tað veruliga valdið í land-
inum, læt seg tann 25. apríl 1926
krýna til shah. Hann fekk sær
ættarnavnið Pahlavi, sum er
heitið á tí máli, sum varð talað í
Persia, áðrenn muslimar løgdu
landið undir seg.
ISTIBDAD
FYRIMYNDIN HJÁ Reza shahi
var turkiski einaræðisharrin og
umbótarmaðurin Kemal Atatürk
(1881-1938). Líkasum Atatürk
fór Reza undir ein framburðar-
politikk, sum m.a. hevði við sær,
at vegir, verksmiðjur, havnir og
sjúkhús vórðu bygd, umframt eitt
nú skúlar til dreingir og gentur.
Somuleiðis vórðu t.d. metur-
skipanin og tann gregorianski
álmanakkin tikin í brúk.
Samstundis fór Reza ómetaliga
harðliga fram ímóti tí iranska
fólkinum og serliga teimum, ið
ikki vildu akta hann. Tjóðar-
tingið - Majlis - var niður-
traðkað, til tað bara var eitt eiti.
Heldur ikki lukkaðist honum at
loysa Iran úr bretskum hafti.
Sum heild var hansara stýri tí eitt
afturstig, ikki minst fyri ta
fólkaræðisligu menningina í
Iran. Einki varð gjørt fyri at
menna tað persónliga driv,
samstarv millum einstaklingar og
borgaraligu ábyrgdarkenslu, sum
er grundarlag undir einum
nútíðar samfelag. Reza Pahlavi
styrkti ta gomlu hevdina í Iran
fyri istibdad - einaveldi.
Í 30-árunum valdi Reza
Pahlavi at halda seg aftrat Italia
og Týsklandi. Tá ið Týskland
tann 22. juni 1941 gjørdi innrás í
USSR, fekk hetta val lagnutung-
ar avleiðingar. Bretland og USSR
gjørdu av at býta Iran sundur í
áhugaøkir, og landið bleiv í
roynd og veru hersett. Tann
gamli Reza Pahlavi, sum hevði
verið hugtikin av Mussolini,
Hitler og Franco, og sostatt hevði
valt skeivt, mátti fara frá í
september 1941. Elsti sonur
hansara, tann 21 ára gamli
Mohammad Reza, gjørdist
nýggjur shahur.
Bretar bygdu sín oljuídnað upp á oynni Abadan í Persisku Víkini. Teir livdu eitt gott lív, meðan iranar livdu í
verstu armóð
C
M
Y
K
29
28