Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. februar 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 7. februar 2004 31 8 Sosialurin Nr. 26 - 7. februar 2004 Melodi Grand Prix. Evnið í hesum teldubræv- inum er Melodi Grand Prix. Hesi lekru rímandi orð. Kappingin, sum nøkur elska, og onnur elska at hata. Sjálvt ikki ein stór sexmessa megnar at vekja eins nógvan ans í Århus í hesum døgum. Århus kommune hevur tveitt hópin av peningi í hattin fyri at fáa tiltakið til býin og fyri at fáa eitt gott reklamuvirði. År- hus vil gjarna gera meira vart við seg sum stórbýur og vísi seg fram. Í nógvar mátar vil Århus líkjast Keypmannahavn, men í eins nógvar mátar riggar hetta ikki serliga væl. Besta dømi er fótbóltsliðið AGF, sum seinnu nógvu árini hevur verið alt annað enn tætt við odda- sessirnar í bestu donsku deild- ini. Hetta merkir so eisini, at felagið, hóast oftani nógvar áskoðarar, ikki er ein serliga sjónligur partur av býarmynd- ini ella ímyndin av einum væl virkandi felagi. Har má vend kom í - og í løtuni gongur eisini rætta vegin. Tískil hevur tað enn størri týdning fyri Århus at skína um vikuskiftið, tá Melodi Grand Prix vitjar býin. Kommununal- politikararnir halda tað vera so upplagt at tveita milliónir eftir tiltakinum. Og Grand Prix fep- urin er eisini komin til Århus, men kortini ikki eins nógv, ið ein kundi rokna við. Bløðini eru farin at skriva um tiltakið, og fólk ymsastaðni práta dúg- liga. Men nógvastaðni hoyrir tú ikki eitt kis. Tað er nevni- liga øgiliga tjekkað hjá nógv- um at hava eina frástøðu til Melodi Grand Prix. Ein annar trupulleiki er, at tað er Dan- marks Radio, sum skipar fyri. Tískil tíma hinar sjónvarps- rásir ikki so væl at gera nakað burturúr. Men fyri bløðini eru hetta góðir dagar. Í dag er hósdagur, og tað er ein ávísur Grand Prix dámur at hóma, og eg rokni so sanniliga við, at leygardagin verður tað Grand Prix, sum fer at fylla býin. Atletion Arena verður karmur um finaluna, sum væntandi fer at savna nógvar sjónvarpshyggjarar. Sjálvt Atletion verður fullsett, men tað er ógvuliga torført at siga nakað um, hvussu nógv fólk fara at vera savna frammanfyri sjónvarpsskíggjunum kring alt kongaríkið. Tað er ikki uttan umhugsi, at danir í ár taka støðu til Melodi Grand Prix. Øll minnast tá Brødrene Olsen vunnu evrope- isku finaluna. Síðani gekk eis- ini framúr væl í Parkini í 2001. Men so kollsigldi hend- an glætaða skútan í 2002, tá Danmark endaði á aftasta plássi í evropeisku finaluni. Ì 2000 var gjørt av at geva Melodi Grand Prix ein síðsta kjans, eftir at áhugin í Dan- mark var at kalla fánaður burtur. Tá var sjálvt showið skumpa eitt ættarlið fram í tíðina, og tað passaði so øgi- liga væl saman við, at Brødr- ene Olsen gjørdu sín besta sang nakrantíð til kappingina hetta árið. Stóra avbjóðingin fyri Dan- marks Radio er nú at syrgja fyri at varðveita stóran áhuga. Àður hevur nostalgi verður dúgliga nýtt fyri at savna fólk, og tað slepst heldur ikki undan hesaferð, men tað verður kort- ini borið fram sum tónlistarlig góðska fyrst og fremst. Støðan er ikki so ring sum undan 2000, men hon er langt frá so góð sum í 2001 ella 2002. Ein fiasko hesuferð fer óivað at kosta nógvar hyggj- arar komandi ár, og við færri hyggjarum er eingin orsøk at gera nakra stóra sending. Havi ikki gloymt, at ein føroyskur luttakari er við í Melodi Grand Prix hesaferð. Men tað var kortini ætlanin við hesum teldubrævi at skriva um, hvussu Århus og danir rigga seg til Melodi Grand Prix. Og sjálvandi vóna vit øll, at hin heldur ókendi songfuglurin úr Gøtu vinnur kappingini, ella í førum endar millum tey fremstu í kappingini. So er tað sagt. Um tær dámar Melodi Grand Prix ella ei, so er tað kanska ein tjóðskaparlig skylda hesuferð at seta seg framman fyri skíggjanum og lýða á. Sangurin, sum Petsi Tvør- foss syngur leygarkvøldið, snýr seg um at sakna. Í sanginum er saknurin størst, tá tað regnar. Og ógvuliga passandi kunnu vit runda av við einari góðari klisje: At vit kanska fara at tíma best at hyggja at Melodi Grand Prix, tá tað regnar. Tiltakið eigur eisini sínar traditiónir í Føroy- um, og eitt kalt kvøld í februar skuldi tað verið møguligt at svølgt stoltleikan ella ein betri bita eina løtu. So lat okkum vóna tað besta og fylkjast frammanfyri skíggjanum í vónini um at uppliva enn ein føroyskan vinnara í einari danskari sangkapping. Mest når det er regn TELDUBRÆVIÐ Frá: Heri á Rógvi, eco20033135@oecon.au.dk Til: post@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Benjamin Petersen Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? – Jepp, babba spælir gittar og syngur. Hann hevur spælt nógv til dans á sínum ungu árum og spælir enn eitt sindur. Mamma hevur eisini altíð sungið nógv. Spælir tú nakað ljóðføri? – Gittara. Syngur tú undir brúsuni? – Ja altíð, tað er har eg fái mína sangvenjing. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? – Tá ið eg var 6-7 ár byrjaði babba at læra meg at spæla gittar, og tað hugtók meg sera nógv, men trupulleikin var, at eg eisini spældi hondbólt, so tíðin var ikki nógv til gittaran. Men sum 10-11 ára gamal tímdi eg ikki at spilla meir tíð uppá hondbólt. Tá setti eg mær fyri at verða rock stjørna. Hehe Hvat hevur tónleikurin at siga fyri teg? – Ótrúliga nógv. Tá ið eg ikki spæli tónleik, so lurti eg eftur tónleiki. So næstan øll tíðin ferð við tí. Hvussu nógvar fløgur/plátur/bond eigur tú? – Tað veit eg ikki rættuliga, 200- 300. Tað undarliga er, at so skjótt sum ein manglar, so leggi eg beinan vegin merki til tað. Hvør er tín yndisfløga? – Tað kann eg ikki siga, tað eru so ótruliga nógvar góðar fløgur sum mær dámar væl. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? – I AM Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? – Allir sangir hava rætt at verða til. Øll hava ymiskar meiningar. Hvat er tann píniligasta fløgan ið tú eigur? – Westlife. Fekk hana í jólagávu sum 10 ára gammal, eg vildi nógv heldur fingið Metallica. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? – »Jeg trodde anglarna fanns« - Ole Ivars Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? – Tað veit eg ikki, tey flestu hugnaligu kvøldini eg havi verið við til, hava eg og onkur annar bara sittið og jammað. Annars kemur tað ann upp á, hvat fyri fólki tú ert saman við. Men sum oftast plaga vit at lurta eftur Rancid, NOFX, Ramones, Blink- 182 og nógv annað í handan stíl. Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? – Shower days - NOFX Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? – Sálmar og týskur humba humba tónleikur. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? – Ongin, eg dansi ikki. Hvør er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? – Rocking all over the world - Status Quo. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? – Mohawk Girl - As Whole Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? – Eg vil hava, at Nick Cave ger ein sang til mína jarðarferð. Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? – Keisers Orkestra á Nibe festivalinum. Í Føroyum má tað verða Zink á vertshúsinum Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? – Joe Strummer. genialasti punkarin nakrantíð. Hann doyði desverri í síðsta ár, men tón- leikirin hjá honum og bólkinum The Clash kemur altíð at liva. Hann var ein ótrúligur sang skrivari og maðurin sum uppfann ska-punk. O,je!! UTTAN ÚR HEIMI Farið ikki til Spania Baskiski loysingarfelagsskapurin ETA hevur sent teimum størstu ferðamannastovunum eina ávaring um, at fremmandafólk, sum koma til Spania at ferðast, kunnu vænta at verða fyri ágangi og harðskapi. Tað er ikki fyrstu ferð, at ETA er komin við slíkum hóttanum, og felagsskapurin hevur fleiri ferðir víst, at tær skulu takast í álvara. Seinasta summar sprongdi ETA fleiri bumbur við ta væl umtóktu Benidorm- strondina, og 13 fólk fingu skaða. Hetta hevur kortini ikki fingið ta ætlaðu ávirkanina, tí saman við Grikka- landi er Spania tað best umtókta frítíðarlandið í Suður- evropa. Tað eru serliga bretar, týskarar og fransmenn, sum njóta frítíðina í Spania. Ferðavinnan hevur alstóran týdning fyri spanska bú- skapin, sum fær umleið tíggju prosent av sínum inn- tøkum frá ferðavinnmuni. Umleið helmingurin av hes- um stavar frá úitlendskum ferðafólki, skrivar Reuters. Aftur inn í hitan Tað hevur vakt stóran ans, at gomlu floksfelagarnir hjá fyrrverandi serbiska forsetanum, Slobodan Milosevic, longu eru á veg aftur á tann politiska pallin í heimland- inum. Tað hendi mikudagin, tá tann konservativi flokkurin hjá Vojislav Kustunica kunngjørdi, at hann hevði gjørt av at samstarva við gamla flokkin hjá Milosevic. Eyg- leiðarar siga hetta vera hugvekjandi, tí fyri trimum ár- um síðani var Kostunica ein av undangongumonnunum til at fella Milosevic. Sjálvur sigur Kostunica, at sam- starvið ímillum flokkarnar gagnar landinum. Summar keldur vilja vera við, at Milosovic sjálvur skal hava verið ímóti samstarvinum, men at floksfelag- arnir sýta fyri at gera eftir boðum hansara, nú hann sit- ur í fongsli í Haag. Sambært eygleiðarum er tað ikki óhugsandi, at gomlu floksfelagarnir hjá Milosevic eis- ini sleppa upp í ta komandi stjórnina í Serbia. Taka húsini niður Myndugleikarnir í enska býnum Soham hava gjørt av, at húsini, sum Ian Huntley myrdi tær báðar smágentur- nar Jessicu Chapman og Holly Wells í í august í 2002, skulu takast niður. Eini hús, sum drápsmaðurin fjaldi klæðini hjá teimum báðum gentunum í, skulu eisini takast niður. Ian Huntley arbeiddi í skúlanum, sum tær báðar genturnar gingu í. Hann búði saman við unnustu síni Maxime Carr, sum var hjálparlærari í flokkinum hjá teimum báðum gentunum. Í august í 2002 burturflutti hann genturnar, og seinni vórðu tær funnar myrdar. Tann 17. desember í fjør varð Ian Huntley dømdur tvær ferðir lívlangt fongsul fyri morðini. Húsini, sum hann búði í, eru gyrd inni, soleiðis at skúlabørn, sum ganga fram við teimum, skulu ikki síggja tey. Biskuparnir skulu tiga Í Noregi eru útlendingamyndugleikarnir troyttir av biskupunum, sum javnan leggja seg út í mál um útlendingar, sum ikki fáa uppihaldsloyvi í Noregi. Tí hava myndugleikarnir nú biðið biskuparnar tiga, tá tað snýr seg um tílík mál. Í einum brævi siga mynd- ugleikarnir, at biskupurin í Hamar, Rosemarie Krohn, var alt ov kensluborin, tá hon herfyri úttalaði seg um eina somaliska kvinnu og børn hennara, og tveir aðrir biskupar, Odd Bondevik í Møre og Finn Wagle í Trónd- heimi, fáa eisini atfinningar, tí teir hava verið alt ov kenslubornir. Útlendingamyndugleikarnir halda, at orðini hjá biskupunum ofta eru vend beinleiðis ímóti teimum, sum arbeiða við útlendingamálum, og tað vilja myndugleikarnir ikki góðtaka. Biskuparnir hava boðað frá, at teir fara at viðgera brævið frá útlendingamynd- ugleikunum í næstu viku. CIA segði ongantíð, at Saddam Hussein var nøkur hóttan ímóti heimsfriðinum, sigur stjórin, George Tennet IRAK-KRÍGGIÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað var ikki amerikanska fregnartænastan, sum greiddi George W. Bush, forseta og hansara monnum frá, at Saddam Hussein var ein hóttan ímóti heims- friðinum. Tað sigur CIA-stjórin, George Tennet. – Okkara kanningar bendu ikki á, at hann var nøkur hóttan, sjálvt um tað var tann myndin, sum Washington og London góvu heiminum, sigur Tennet. Hann avsannar kortini, at stjórnin legði trýst á fregnartænastuna fyri at fáa hana at gera Irak til eina størri hóttan, enn landið veruliga var. CIA hevur í seinastuni verið fyri hvøssum atfinn- ingum, tí tænastan verður løgd undir at hava givið stjórnini skeivar upplýs- ingar. Um tað sigur George Tennet: – Tá allur sannleikin um Irak er komin á borðið, fer tað at vísa seg, at vit hvørki mistóku okkum ella høvdu heilt rætt. Saddam var eingin hóttan ímóti heimsfriðinum Tað var eftir øllum at døma ein sjálvmorðs- bumba, sum drap umleið 50 fólk í undirgrundarbreytini í Moskva YVIRGANGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Fleiri hundrað Moskva- búgvar vóru á veg til arbeiðis í einum av tokun- um í undirgrundarbreytini gjáramorgunin, tá tann sterka bumban brast. Sam- bært løgregluni hevði sjálv- morðsbumbumaðurin ella - kvinnan umleið tvey kilo av spreingievninum TNT við sær í tokið. Á middegi í gjár vóru umleið 50 fólk funnin deyð, og meiri enn hundrað høvdu fingið skaða. Um- leið 700 sluppu óskalað frá spreingingini. Spreingingin var beint eftir klokkan hálvgum átta lokala tíð, og tí var tokið fult av fólki, sum skuldu til arbeiðis seinasta arbeiðs- dagin í vikuni. Tey, sum sluppu livandi frá atsókn- ini, greiddu frá, at sprein- gingin var ógvuliga hørð. Rútarnir í tokinum vórðu blástir út, eldur kom í, og roykurin var nógvur. Ljósið fór, so fólk noyddust at leita sær út í myrkri. Bumbuatsóknin í Moskva gjáramorgunin var onnur í Russlandi hesa vikuna. Týsdagin doyðu tvey fólk í einari atsókn har suðuri í landinum. Hildið verður, at tað vóru kekenar, sum løgdu ta bumbuna. Blóðug atsókn í Moskva Ein bjarginmgarmaður hjálpir einum manni, sum fekk skaða í andlitið í spreingingini C M Y K 31 30