leygardagur 7. februar 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 26 - 7. februar 2004
Nr. 26 - 7. februar 2004
33
ÚTBJÓÐING
RØKTARHEIM Í NORÐSTREYMI
Fyri »Kommunufelagsskapin í Sundalagnum« verður arbeiðið viðv.
grovplanering til nýtt røktarheim í Streymnesi boðið út alment.
Arbeiðið fevnir um grovplanering og spreinging.
Roknað er við, at arbeiðið skal verða liðugt til fyrst í apríl 2004 (fyri páskir).
Útbjóðingartilfarið kann verða umbiðið nú og fæst frá mánadegi 9. februar
2004 móti kr. 5.000,00 í veð við krossaðum kekki, við at venda sær til
teknistovuna hjá Albert Isfeld & Gudmund S. Hansen, arkitektar A.F.
Boð skulu saman við útbjóðingartilfarinum latast inn á teknistovuna hjá Albert
Isfeld & Gudmund S. Hansen, arkitektar A.F., Lucas Debesargøta 11, Tórshavn, í
afturlatnum brævbjálva merktur:
RØKTARHEIM Í NORÐSTREYMI
Tilboð og arbeiðstøka
í seinasta lagi mánadagin 16. februar 2004 kl. 16.00.
Boðini verða tá latin upp og kunnu teir bjóðandi vera hjástaddir.
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
ALBERT ISFELD & GUDMUND S. HANSEN, arkitektar
Lucas Debesargøta 11, 100 Tórshavn
LANDSBYGGIFELAGIÐ, ráðgevandi verkfrøðingar
Landavegur 5, 100 Tórshavn
VERI-CON, ráðgevandi verkfrøðingar
Maritugøta 8, 188 Hoyvík
MARTIN E. LEO, ráðgevandi verkfrøðingur
Tórsgøta 24, 100 Tórshavn
Pedagogur
til Frítíðarskúlan í Fuglafirði
Frítíðarskúlin í Fuglafirði søkir eftir 1.pedagogi 30 t.
viku at byrja 1. mars 2004.
Frítíðarskúlin er ætlaður 52 børnum úr 1. og 2.
flokki.
Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag-
ið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Jógvan Philbrow leiðara á tlf. 227385 ella 444355.
Umsóknir saman við avritum av prógvum og við-
mælum skulu vera býráðsskrivstovuni í hendi í sein-
asta lagi 20. februar 2004, kl. 10.00.
Fuglafjarðar býráð
Norður í Gerði 10b
FO-530 Fuglafjørður
Býráðið skilir sær rætt til at velja millum innkomnu
umsóknirnar ella onga at taka.
Fuglafjørður, 20. januar 2004
Fuglafjarðar býráð
Gøtu kommuna søkir eftir einum
Dagrøktara
at byrja skjótast til ber.
Dagrøktarheimið skal vera innrættað barnavinar-
liga, har rúm er til børnini at spæla í og hóskandi,
trygt spæliøki uttanfyri.
Í skipanini eru tríggir dagrøktarar, tveir í Syðru-
gøtu og ein í Norðragøtu. Vit hava skipað eina
spælistovu, har dagrøktarar saman við børnun-
um og leiðaranum koma saman til ymiskt ein
dag um vikuna,fríggjadag frá kl. 7.30 til kl.17.15.
Lønin er sambært sáttmála við Føroya Kommu-
nala arbeiðsgevarafelagið.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Tor-
gerð Hansen, tlf. 442012 lokal 10.
Skrivlig umsókn skal sendast okkum áðrenn hós-
dagin 12. februar 2004.
Bygdarráðið tekur sær rætt til frítt at velja millum
umsóknirnar ella onga at taka.
Dagstovnurin í Gøtu
Boks 32
511 Gøtugjógv
Kunngerð
frá útskiftingarnevndini
í Kunoy
Útskiftingin innangarðs av Kunoyar bygd varð
endað við úrskurði sagdur á fundi í Kunoy 28.jan-
uar 2004. Hesin úrskurður varð latin til ákæru frá
sama degi sbrt. kap. 9 í útskiftingarlógini frá 27.
mars 1939.
Møguligar kærur skulu vera skrivligar og stílast til
Yvirútskiftingarnevndina,
Sorinskrivarin,
C.
Pløyensgøta 1, Tórshavn. Kærufreistin er 3 mán-
aðir frá 28. januar 2004.
Á sama fundi varð metingin av kommunalu ogn-
artøkuni latin til ákæru sbrt.§ 4 í ognartøkulógini
frá 07.05.1881. Kærufreistin er 3 mánaðir frá 28.
januar 2004 at rokna.
Útskiftingarskjølini og metingin liggja frammi hjá
kommununi í Kunoy og á Matrikulstovuni í
Tórshavn, til kærufreistin er úti.
Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Matrikul-
stovuni: www.matrikul.fo
N. v.
Øssur Á. Midjord
útsk. form.
Leikhúsið Gríma
framførir
Føroyingasøgu
Leikur fyri øll
Leikstjórn Ria Tórgarð
á Meiarínum
leygardagin
7. februar kl. 16.00
sunnudagin
8. februar kl. 16.00
Atgongumerki: á kr. 80,-
fáast á Kunningarstovuni ella
við dyrnar 1 tíma undan sýning.
Barnaheimið
søkir eftir
avloysarum
Barnaheimið søkir við hesum eftir avloysarum
fyri starvsfólk, sum fara í farloyvi.
Eitt starv á Familjudeildini frá 1. mars 2004 til 1.
okt. 2004 vegna lestrarfarloyvi. Tann, sum settur
verður í avloysarastarvið, skal starvast í skiftandi
vaktum á Familjuheiminum,har 9 fólk eru í starvi,
øll við viðkomandi útbúgving.
Endamálið við arbeiðinum á Familjudeildini er, at
foreldrini verða styrkt og stuðlað í tí at vera for-
eldur, soleiðis at familjan kann virka betur sum
ein heild.Eisini er endamálið at fáa greiði á,hvørj-
ar styrkir og hvørjar trupulleikar familjan hevur,
og í hesum sambandi meta um, hvat slag av
stuðli er best og mest viðkomandi at veita familj-
uni framyvir. Tann, sum settur verður í avloysara-
starvið, skal byrja 1. mars, ella so skjótt tilber.
Eitt starv á Barna- og ungdómsdeildini frá 1.apríl
2004 vegna barnsburðarfarloyvi. Tann, sum sett-
ur verður í avloysarastarvið, skal starvast í skift-
andi vaktum á Barna- og ungdómsdeildini, har
tað er pláss fyri 6 børnum í aldrinum 12–18 ár.
Harumframt er eitt bráðfeingispláss.
Hevur tú viðkomandi útbúgving og hug at royna
teg í hesum størvum,so send umsókn sum skjót-
ast til Føroya Barnaheim, Pedda við Steingøtu
10, 100 Tórshavn.
Er eitt hvørt tú ynskir at frætta nærri um,so ber til
at ringja í vanligari arbeiðstíð á tlf. 212320 og
spyrja eftir Hallbjørg Lamhauge, deildarleiðara á
Familjudeildini, ella Djóna N. Joensen, deildar-
leiðara á Barna- og Ungdómsdeildini.
Umsóknir við prógv o.ø.skulu vera okkum í hendi
í seinasta lagi 20. februar 2004.
Føroya Barnaheim
Føroya Keypssamtøka í Vágum
Søkt verður eftir avloysara til
skrivstovuna at byrja 1. mars
2004 til 1. jan. 2005
Arbeiðið umfatar vanligt skriv-
stovuarbeiði og telefonsamskifti
millum kundar og handil
Arbeiðstíð: Uml. 20 – 25 tímar
um vikuna
Okkara krøv: Fyrikomandi,
kundavinarlig/ur, røkin og góð
samstarvsevni, umsøkjari við
próvskjølum ella royndum innan
økið, hevur fyrimun.
Løn: Sambært S&K sáttmálanum
Umsóknin skal vera skrivlig og
sendast FK-Vágum saman við
avriti av próvtøkuskjølum,
viðmælum v.m., í seinasta lagi_
16. feb. 2004, mrkt. avloysari.
Aðrar upplýsingar fáast við at
ringja tlf. 332950/221130, Ingi
Joensen
Keypssamtøkan
í Vágum
370 Miðvági
Avloysari til
skrivstovuna
veitst tú ikki tað?
C
M
Y
K
33
32