Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. august 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. august 2011 · Nr. 96 6 Sosialurin Snorri Brend Tað hevur verið vanligt í gran­na­londum okkara, at for­eld­ur hava havt møgu­ leika at velja, hvørt børn teir­ ra skuldu fara í ein frí­skúla ella ein vanligan fólka­skúla. Hesi seinnu árini hevur hesin møguleikin eisini verið til staðar hjá foreldrum í ávís­um støðum kring landið. Og ikki kann sigast annað, enn at hesir skúlarnir eru væl umtóktir - so at teir trígg­ir eru væl mannaðir við næm­ing­um, ið eru farnir í skúla á fyrsta sinni. Í løtuni eru tríggir slíkir frí­skúl­ar - ein við Hoy­víks­ tjørn í Havn; ein í Havn og sum heldur til á Velbastað; og so tann nýggjasti Frískúlin Keldan, sum byrjaði í fjør og sum heldur til í sam­komu­ bygn­ing­inum hjá Kelduni í Skála­firði. Her ganga ávikavist 14, 10 og 13 næmingar. Íalt 37 næm­ ing­ar. Hetta er ein góður vøkst­ur, tí í fjør fóru einans 26 næmingar í hesar tríggjar skúlar­nar. Nevnast kann, at í frí­ skúla­num í Skálafirði eru nú 8 børn í forskúla, 13 í 1. flokki og 9 næmingar í 2. flokki. Javnt Tá skúlaárið byrjaði í far­nu viku fóru annars 698 næm­ ing­ar í 1. flokk í skúlunum kring landið. Her var talan um eitt sera javnt kynsbýti millum dreing­ir­nar og genturnar. Tað vóru nevniliga 349 dreing­ir og 349 gentur í hes­ um flokkum. Tá talan er um teir kommu­na­lu skúlarnar kring land­ið, fóru 740 næmingar í 1. flokk; í fyrraári 725 næm­ing­ ar; árið fyri 754 næmingar og ár­ið fyri aftur 684. Ikki færri enn 270 næm­ing­ar fara í 1. flokk í skúlunum í Tórshavnar kommu­nu, samanborið við 297 í fjør. Tilsamans 6888 næm­ ing­ar, umframt teir 37 í frískúlunum, ganga í fólka­skúl­a­num skúlaárið 2011/2012. Tað eru 23 fleiri enn í fjør. snorri@sosialurin.fo 8 fólk fleiri Vágur: Fyrstu fimm mánaðirnar í ár vaks fólkatalið í Suðuroynni við 12 fólkum. Sambært Suðuroyarportalinum vóru 4.717 suður­ oy­ing­ar við ársbyrjan, og fimm mánaðir seinni var tal­ið komið uppá 4.729 fólk. Hesar fyrstu fimm mánaðirnar komu 29 suður­oy­ ar­-børn í heimin, meðan 16 fólk doyðu, sum sam­an við eini minni fráflyting gav ein vøkstur í fólka­tali­ num uppá 12. Um hugt verður eftir teimum einstøku kommun­ u­num í oynni, so vaks Vágur (myndin) mest - við átta fólkum. Hinvegin minkaði fólkatalið við 12 á Tvør­ oy­ri. Í øllum hinum kommununum í oynni vaks fólka­ talið, undantikið í Fámjin. sb. Sama skip tvær ferðir Klaksvík: Aðru ferð í summar kom ferða­manna­ skipið Saga Ruby á Norðhavnina í farnu viku. Við vóru 530 ferðafólk, sum hava verið á vitjan kring Ís­l­and. Skipað varð fyri útferðum í Norðoyggjum, eins og tað er regluligt bussamband til og frá Klaksvík til skipið. Veðrið var gott hendan dagin, og hópin av ferða­ fólki var at síggja ymsastaðni í býnum. Saga Ruby fór avstað aftur seinnapartin henda dagin. Hetta er kortini ikki einasta ferðamannaskipið sum hevur vitjað í Klaksvík í summar. Higartil í hava eisi­ni onnur ferðamannaskip vitjað her. sb. Seinasta árið á Krossinum Sumba: Í ár verður helst seinasta árið, at fótbóltur fer at verða leiktur á gamla sandvøllinum á Krossi­ num, omanvert bygdina. Tað var longu í januar mánaði í fjør, at Kapp­ing­ ar­nevndin hjá Fótbóltssambandinum tók avgerð um, at hetta var seinasta árið at loyvt varð at spæla á teim gomlu sandvallunum kring landið. FC Suðuroy fekk tók undantaksloyvi at spæla dyst­ir innan barnafótbóltin her í ár. Men roknast kann neyvan við, at vøllurin verður brúktur til fót­ bólt næsta ár. sb. "Vi ønske præst!", ljóða greiðu boðini frá íbúgvunum. Tey hava nú sett eitt átak á alnetinum í gongd í hesum sam­bandi. Átakið byrjaði í farnu viku, nú presturin Ingunn Rinde, sum hevur verið har í samfull 11 ár, fór í starv á øðr­um staði. Nú skal so ein av­loysari finnast fyri hesa, veit norska blaðið Dagen at siga frá. Á Senja, ið er størsta oygg­ in í Noregi (eftir Svalbard), eru góðar umstøður frá presti, kirkjulív, vøkur nát­ túra og gott kirkjuráð, verður víst á. - Presturin hevur nógv at siga fyri samfelagið her á oyn­ni, og vit ynskja okkum av sonnum ein nýggjan og góð­a­n prest. - Vit eru sannførd um, at onk­ur vil sleppa higar, - um tey bert fáa kunnleika um okk­um og um staðið. Tí hava vit gjørt eina heimasíðu, har vit siga frá ynski okkara, siga kirkju­fólkið á Senja. Heimasíðan kallast www. savne­prest.no - og nú vóna tey at hetta net-átakið fer at geva úrslit. Nógv vilja í frískúla Teir tríggir frískúlarnir kring landið eru væl umtóktir av foreldrum og næmingum. Íalt fóru 37 næmingar í fyrstu flokkarnar í frískúlarnar í farnu viku 1. DAGUR Spentir næmingar og foreldur til fyrsta skúladag í frískúlanum Keldan í Skálafirði. Her eru eisini fleiri børn í forskúla og í 2. flokki Mynd: friskulin-keldan.fo Freista prest við net-átaki NOREG Bygdarfólkið á oynni Senja í Troms fylki ganga nýggjar leiðir at útvega sær prest ÁTAK At tey á oynni Senja ynskja sær nýggjan prest, er eingin ivi um, tá hugt verður eftir hesum bannaranum mynd: dagen.no