mánadagur 22. august 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 22. august 2011 · Nr. 96
Sosialurin
Leo Poulsen
Seinastu tíðina hava verið
gitingar
um,
at
Sjúrður
Skaale fór at melda seg inn
í Javnaðarflokkin, og í morg
un vórðu so hesar gintingar
váttaðar.
Javnaðarflokkurin kallaði
inn til tíðindafundar longu
klokkan 8.30 í morgun, og
sum
Portalurin
staðfesti
vórðu tíðindini tey, at Sjúrð
ur Skaale hevði limað seg
inn í tingbólkin hjá Javnað
arflokkinum.
Tað stóð greitt á fundi
num, at tað fyrst og fremst
var ein fólkatingssessur, ið
hevði fingið Sjúrð Skaale at
tikið avgerð um at melda seg
inn í Javnaðarflokkin.
Um
danski
Javnaðar
flokkurin vinnur valið – so
sum at í løtuni bendir á –
er tað av stórum týdningi,
at tað verður eitt umboð
úr
føroyska
Javnaðar
flokkinum, sum fær sæti
á Fólkatingi, løgdu bæði
Sjúrður Skaale og Aksel V.
Johannesen,
formaður
í
Javnaðarflokkinum dent á.
Um orsøkina annars fyri
at fara upp í Javnaðarflokkin
segði Sjúrður Skaale, at hann
í flestu stóru málunum hevði
drigið somu línu sum flokk
urin.
- Serliga innan mentanar
mál og skúlamál havi eg verið
samdur í tí kós, sum Helena
Dam á Neystabø hevur lagt,
bæði tá tað kemur til tey
størru málini, men eisini
í smærru málunum, sigur
Sjúrður Skaale.
Breið semja
Spurdur, um skiftið merkir,
at hann púra hevur slept
sjálvstýrishugsjónini
sigur
Sjúrður Skaale, at tað hevur
hann ikki.
- Men tað er ein sann
roynd, at skulu vit taka stig á
sjálvstýrisleið er neyðugt, at
talan verður um eina breiða
semju. Tí haldi eg ikki tað er
í andsøgn, at eg nú eri limur
í Javnaðarflokkinum, sigur
Sjúrður Skaale.
Á
tíðindafundinum
upplýsti nú fyrrverandi tjóð
veldismaðurin, at hann í dag
fer at melda seg inn í Suður
streymoyar Javnaðarfelag,
og so verður uppstillingin til
fólkatingsvalið tikin harfrá.
- Eg havi tosað nógv,
serliga við Aksel V. Johanne
sen, formann í Javnaðar
flokkinum, og vit eru báðir
samdir um, at tað er óvirði
ligt, at sita á tveimum stól
um. Tað er ósambæriligt,
bæði at siga á Løgtingi og á
Fólkatingi í senn, og tað er
serliga út frá hesum, at vit
báðir eru samdir um, at eg
skal stilla upp til fólkatings
valið, sigur Sjúrður Skaale.
Hann sigur, at tað liggur
ikki í kortunum, at stilla upp
til løgtingsvalið.
- Verður fólkatingsvalið
ikki avgreitt, áðrenn løg
tingsvalið verður útskrivað,
ella verða bæði valstríðini
førd í senn, er heilt vist, at
eg ikki stilli upp til løgtings
valið. Hendir tað, at Fólkat
ingsvalið er av, áðrenn løg
tingsval verður útskrivað, og
eg ikki eri komin á Fólkating,
so er støðan ein onnur, og
so taka vit tað harfrá, sigur
Sjúrður Skaale.
Nær stjórnini
Bæði Sjúrður Skaale og for
maðurin í Javnaðarflokki
num leggja dent á, hvussu
týdningarmikið tað er at
hava eitt føroyskt fólkatings
umboð, sum stendur kom
andi donsku stjórnini nær.
- Tað eru stórmál, ið
standa fyri framman. Fyri
fyrstu
ferð
eru
Føroyar
endaðar á hægsta stigi í ES
í sambandi við makrelmálið,
og tað er álagt fiskivinnu
kommiserinum hjá ES at
fyrireika handilsligar sank
tiónir mótvegis Føroyum, og
tað er eitt mál, sum danska
stjórnini verður álagt at um
sita, sigur Sjúrður Skaale.
Eisini í øðrum málum,
men alt í síni heild er tað
av stórum týdningi, at tað
verður eitt javnaðarumboð,
ið verður valt á Fólkating,
serstakliga tá tað nú eru
ábendingar um, at Helle
Thorning
Smith
verður
komandi danski forsætis
ráðharrin.
Men
væntar
Sjúrður
Skaale, at hann megnar at
fáa sínar veljarar úr Tjóð
veldi við sær yvir í Javnaðar
flokkin?
- Nei, tað vænti eg ikki.
Í hvussu er ikki allar, sigur
nýggi tingmaður Javnað
arfloksins, ið heldur ikki
væntar, at tað fer at ávirka
hansara trúvirði skeivan veg,
at hann nú hevur skift flokk.
Samríkisflokkur
Aksel V. Johannesen er sum
vera man fegin um, at fáa ein
atkvøðuslúkara í hart kroys
ta flokkin.
- Vit hava drigið somu
línu í flestu málum, og tað
skapar eisini grundarlag fyri
samstarvi frameftir, slær for
maðurin fast.
Hinvegin slær hann eisini
fast, at við upptøkuni av
Sjúrði Skaale í tingbólkin,
verður kósin ikki broytt til
sjálvstýrisleið.
- Javnaðarflokkurin er ein
samríkjaflokkur, tað staðfesti
eg á landsfundinum, tá eg
varð valdur formaður, og
teirri kósini víkja vit ikki
frá. Men tá tað er sagt eru
vit opnir fyri, at føroyingar
kunnu yvirtaka fleiri og fleiri
økir at umsita, tað skal bara
gerast fíggjarliga forsvarligt,
men vit ynskja ikki at kvetta
við Danmark, sigur Aksel V.
Johannesen.
Tað tykist tí greitt, at
Sjúrður Skaale má sleppa
allari hugsan um einar sjálv
støðugar Føroyar, bæði nú og
í nærmastu framtíð.
Men so, sum tað ljóðar á
nýggja javnaðarmanninum,
er tað heldur ikki hetta, ið
liggur fremst í huganum.
- Nú taka vit fólkatings
valið fyrst, og so mugu vit
síggja, hvat síðani hendir,
sigur Sjúrður Skaale, javnað
armaður.
Kann gerast ein
»win-win situation«
Tá Sjúrður Skaale í dag kunngjørdi, at hann fer upp í tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum
restina av hesari tingsetuni, er tað fyrst og fremst fyri at hava eina lopfjøl inn á
Fólkating, har danski Javnaðarflokkurin stendur til at vinna valdið
Sjúrður Skaale og Aksel V. Johannesen boðaðu í morgun frá, at Sjúrður Skaale frá í dag er tinglimur
nummar sjey hjá Javnaðarflokkinum tað, ið eftir er av valskeiðinum
Mynd: Jens Kristian Vang