mánadagur 22. august 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. august 2011 · Nr. 96
8
Sosialurin
Leo Poulsen
Roknskapurin
fyri
fyrra
hálvár 2011 er serliga merktur
av, at bankin hevur havt
nakar óvanligar útreiðslur
í
virðisjavnan
av
stóru
lánsbrævagoymsluni,
ið
hevur kostað 29 milliónir
fyrra hálvár.
- Hartil koma so útreiðslur
í sambandi við teir bankarnar,
ið fóru av knóranum fyrra
hálvár í ár, Amagerbanken
og
Fjordbank
Mors,
og
hetta
kostaði
okkum
17
milliónir krónur, sigur Janus
Petersen.
Hetta saman við einum
generellum lágkonjunkturi
ávirka úrslitið skeiva vegin.
- Tað merkir so, at eftir
spurningurin eftir lánum
og bankatænastum í heila
tikið er minkandi, og tað
ger, at vit merkja minkandi
inntøkur. Hinvegin hava vit
merkt øktar inntøkur av
øðrum virksemi hjá okkum,
serliga trygging, sigur Janus
Petersen.
Samlað eru inntøkurnar
vaksnar, men bankavirksemið
er viknað, og tí hevur bankin
sett ymisk tiltøk í verk, fyri at
betra um raksturin komandi
árini.
- Eitt nú hava vit niðurlagt
deildir, vit spara nakað upp á
tað stóra gjaldføri, vit hava,
soleiðis at vit eisini komandi
árini kunnu fáa góð úrslit,
sigur Janus Petersen.
Tað sær kortini longu
nú ljósari út fyri lánsbræva
kursirnar, sum fyrra hálvár
hava givið eitt stórt hall.
- Tú kanst siga, at tað
longu nú byrjar at síggja
betri út við tað, at okkara
kurstap eru minkað úr 22
milliónum fyrsta ársfjórðing
niður í sjey milliónir krónur
nú, so tað síggja vit ikki sum
ein stóran trupulleika, sigur
Janus Petersen.
Hinvegin heldur forstjórin
í BankNordik, at útlitini fyri
heimsbúskapin ikki eru so
ógvuliga bjørt.
- Tað er eingin loyna, at
tað er lágkonjunkturur alla
staðni rundan um okkum,
men tað skal ikki verða
nøkur umbering fyri at reka
ábyrgdarfult bankavirksemi.
Tað snýr seg bara um at
tillaga sítt virksemi til tann
veruleika, sum er í einum
lágkonjunkturi, sigur Janus
Petersen.
Og hetta er eisini uppskrift
in hjá BankNordik frameftir.
Skifta KT-net
Eitt annað, sum er nýtt og
spennandi hjá bankanum,
er virksemið í Danmark, ið
øktist munandi við keypinum
at Amagerbanken.
- Tað sær lovandi út við
virkseminum
í
Danmark
við tað, at vit hava uppbygt
eitt virksemi har, sum er
plaserað á røttu støðunum.
Vit hava stórt virksemi í
Keypmannahavnarøkinum,
í Århus, Odense, Esbjerg og
í sonevnda tríkantsøkinum,
sum eru teir størru býirnir í
Miðjútlandi. Tað er har, tað
hendir nakað í dag, og tað
er har, ið roknað verður við
allur vøkstur fer at verða,
sigur Janus Petersen.
Men eisini í Danmark er
lágkonjunkturur, og tí er
eingin vøkstur har heldur,
kanska tvørtur ímóti.
- Vit noyðast sjálvandi
at taka atlit fyri tí og gera
okkara
virksemi
meira
effektivt, men tað er nakað,
vit eru í holt við, og sum vit
væntandi koma at loysa
longu komandi ár, sigur
Janus Petersen.
Sjálv yvirtøkan av Amager
bankanum fer at kosta Bank
Nordik einar 50 milliónir,
nakað, ið fer at ávirka rakst
urin við 30 milliónum.
- Tað er serliga umlegg
ingin av KT-netinum frá tí,
sum er nú, til tað sum vit
brúka her, nevniliga SDC,
og tað kostar tíverri nógvar
pengar. Hinvegin fáa vit tann
stóra fyrimunin aftan á, at
vit koyra á somu skipan, og
fara harvið at spara pening.
Vit vilja tí heldur gera hesa
íløguna nú og vinna hana
inn aftur í effektivari rakstri
seinni, sigur Janus Petersen.
Hann leggur dent á, at
úrslitið, sum tað sær út nú,
er ikki nøktandi.
- Nei, vit eru ikki nøgdir
við úrslitið, sum tað er nú.
Vit hava jú ein málsetning
um, at vit skulu hava eitt
ársúrslit sum liggur nær við
200 milliónir krónur, og tað
fáa vit jú ikki í ár. Hinvegin
hava vit jú brúkt nógvar
pengar til integratión av
Amagerbanken og øðrum
fyritøkum, sum vit skulu
hava at koyra saman við
okkum, so mugu vit taka
hædd fyri, at talan er um eina
skiftistíð, vit eru í. Vit hava tí
góðar vónir um, at vit longu
næsta ár fáa ein vanligan
rakstur, sigur anus Petersen,
forstjóri í BankNordik.
leo@sosialurin.fo
Ikki nøgdir við úrslitið
ROKNSKAPUR Hóast BankNordik kann vísa á eitt avlop á 49 milliónir krónur fyri fyrra
hálvár, er leiðslan ikki nøgd við úrslitið. – Vit skulu liggja um tær 200 milliónirnar í
avlopi um árið, og tað náa vit ikki í ár, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik
Stórar útreiðslur í sambandi við umskipan av KT-skipanini
hjá Amagerbanken og kostnaður fyri skrædlið í hesum
banka saman við Fjordbank Nord gera, at avlopið hjá
BankNordik ikki verður eins stórt í ár, sum tað kundi verið
Mynd: Jens Kristian Vang