Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. august 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 22. august 2011 · Nr. 96 Sosialurin - Eg umhugsi støðuna Kári P. Højgaard var á veg til Íslands, tá Sosial­urin ringdi til hansara fyrrapartin. Tá visti hann ikki um áheitan­ina frá Kára á Rógvi. - Hendan støðan er púra nýggj fyri mær, so eg kann ikki gera ítøki­ligar við­merk­ing­ ar júst nú. Tað er sera umráðandi, at slíkt fer rætt fram. Eg fari at tosa við mítt valfelag, og so fáa vit at síggja, hvat úrslitið verður, sig­ur Kári P. Højgaard. Hann vísir á, at limir­nir í Sjálv­stýris­ flokki­num hava ikki havt møguleikan at valt formann seinastu nógvu árini. Kári P. Høj­gaard var leingi einsamall­ur tingmaður fyri flokkin, og hann var tá sjálvskrivaður sum formaður. Tá Kári á Rógvi bjóð­aði seg fram til for­mansvalið í fjør, valdi Kári P. Højgaard at taka seg aftur. Tá var held­ur einki stríðsval. - Kanska tað er rætta loysnin, at limir­ nir velja for­man­n­in, so tað verður friður kring flokkin í framtíðini, og somuleiðis eingin ivi um, hvørja kós, Sjálv­ stýrisflokkurin skal halda. Eg umhugsi støðu­na, fái ikki sagt stórvegis annað júst nú, sigur Kári P. Høj­ gaard. Uni Holm Johannesen Nú er lagt upp til stríðsval um formanssessin í Sjálv­ stýris­flokkinum. Tað verður æt­landi endabresturin av stríg­gu toganini um fiski­ vinnu­politikkin hjá flokki­ num. - Tað hevur verið hvas­s­ orða stríð í fjølmiðlunum. Eg mæli við hesum til at loysa knút­in á røttum stað. Tað er á árliga landsfundinum, sig­ ur Kári á Rógvi. Formaðurin vil hava Kára P. Højgaard at stilla upp á komandi formansvali. Tá kann flokkurin taka støðu, hvør skal standa við róðrið næsta árið. Mælir til frið Eftir viðtøkunum hjá Sjálv­ stýrisflokkinum stend­ur formaðurin fyri vali á hvørj­ um regluligum aðal­fun­di, sum verður hildin saman við lands­fundinum í oktober á hvørj­um ári. Tað var væntandi, at ein formansuppgerð fór at taka seg upp í Sjálv­stýris­ flokki­num í fjør, eftir stóru útskiftingina av persónum í fremstu røð í flokkinum. Kári á Rógvi tók við sum for­ maður eftir Kára P. Højgaard í september 2010. - Síðani hava álitisfólk flok­sins stríðst fyri at fáa flokk­in aftur á beint sum liberal­an tjóðskaparflokk, lima­feløg­ini eru fingin at virka, ungmannafelagið er endur­stovnað, og valskrá er sam­tykt, sigur Kári á Rógvi. Kári P. Højgaard valdi ikki at stilla upp í fjør, og tí var einki orðaskifti á lands­fundi­ num um linjuna hjá flokki­ num. Tað var ein trupulleiki. - Eg var bara valdur við lógvabrestum. Kári P. Høj­ gaard tykist ikki hava góð­ k­ent valið í fjør, og serliga ikki at kunna góðtaka felags av­gerðir um at føra miðvísan poli­tikk við langtíðarsemjum við aðrar flokkar um at náa mál­um á fram­burðsleið og sjálv­stýris­ leið. Tað harmar meg, tí for­ maður­in skal hava bestu arbeiðs­umstøðurnar, meðan hann er formaður. Hann skal hava frið at arbeiða. Støðan skal eftirmetast og við­gerast á landsfundinum, ikki í fjølmiðlunum, sigur Kári á Rógvi. Hann sigur seg harmast støðuna, sum er íkomin, tí hetta er ikki spennandi fyri tey, sum hava fyri­reikað flokkin til tey bæði komandi valini. Tí heitir verandi for­ mað­ur­in á fyrrverandi for­ manni­num at um stilla upp á aðalfundinum í oktober. - Vit eru bara ósamdir um fiski­vinnupolitikkin, annars hava vit samstarvað væl. Vit kunnu væl vera í sama flokki eftir eitt formansval. Verð­ur hann valdur, stuðli eg sjálvsagt avgerðini, sigur Kári á Rógvi formaður í Sjálv­stýris­flokkinum. Stríðið Tað er opið stríð millum parta­menninar Kára á Rógvi og Kára P. Højgaard. Eyst­ ur­oyar Sjálvstýrisfelag og meiri­lutin av nevndini í Norð­oya Sjálvstýrisfelag he­v­ur átalað framferðini hjá Kára á Rógvi, sum við rádd­um huga atkvøddi fyri eini grein 25-nevnd. Endamálið var at forða Kára P. Højgaard at fáa ávirkan í viðgerðini av fiski­dagaskipanini. - Felagið stendur einmælt aftan fyri fiski­ vinnu­polit­isku áskoða­n­ini hjá Kára P. Højgaard, um at verja húka­flotan, soleiðis sum stevnu­skrá floksins eisini sigur, boð­aði felagið frá. Landsnevndin staðfesti hin­vegin, at Kári á Rógvi førir poli­ tikk­in, sum Sjálv­stýris­ flokk­urin h e v ­u r við­tikið. - Landsnevnd Sjálv­ stýris­floks­ins er kallað til fundar um ta óhepnu støðu, at ivi er sáddur um poli­tikk floksins. Staðfestast kann, at floksformaðurin fult og heilt hevur hild­ið seg til stevnuskrá flok­sins, bæði viðvíkjandi bú­skap­ar­liga burðardyggari fiski­vin­nu og stig fyri stig sjálv­stýris­kósini, segði Jan Asbjørnsson Joen­ sen, lands­nevnd­ar­formaður, í síðstu viku. Kári P. Højgaard vildi ikki siga í síðstu viku, um hann stuðl­ar Kára á Rógvi sum for­manni. Nú skal stríðið enda Nú skal fløkjan greiðast í Sjálvstýrisflokkinum. Kári á Rógvi heitir á Kára P. Højgaard um at stilla upp til formansvalið í oktober. – Verður hann valdur, stuðli eg sjálvsagt avgerðini, sigur Kári á Rógvi Vit eru bara ósamdir um fiskivinnupolitikkin, annars hava vit sam­ starv­að væl. Vit kunnu væl vera í sama flokki eftir eitt formansval Kári á Rógvi Formaðurin skal hava frið at arbeiða. Støðan skal eftirmetast og viðgerast á landsfundinum, ikki í fjølmiðlunum, sigur Kári á Rógvi