mánadagur 22. august 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. august 2011 · Nr. 96
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tá
kavbáturin
legði
til
bryggju í Klaksvík seinna
partin
fríggjadagin,
varð
skipað fyri stórari móttøku.
Tiltakið byrjaði við, at
Niclas Heri Joensen, sum er
ein av nevndarlimunum í
Føroya Sjómannadegi, greid
di frá skránni fyri tiltakið og
beyð vælkomin. Klaksvíkar
Hornorkestur setti eisini sín
dám á hesa løtu.
Borgarstjórin, Gunvá við
Keldu, hevði eina serliga
røðu á norskum, har eisini
hon beyð norsku gestunum
vælkomnum. Hon vísti á
aldargomlu røtur okkara til
Noregs og tað samstarv, sum
eitt nú hevur verið á sjónum
millum Noreg og Føroyar.
Gunvá við Keldu ynsk
ti gestunum nakrar hend
inga- og minnirsríkar dagar
í Klaksvík á Føroya Sjóman
nadegi.
Umboð fyri Færøernes
Kommando,
Thomas
Bo
Jeppesen, bar fram heilsan,
har hann takkaði fyri gott
samstarv, sum hevur verið
millum Noreg og Danmark
– og í hesum høpi eisini Før
oyar.
Norski konsulin, Petur
Even Djurhuus, ynskti gestu
num vælkomnum og vissaði
teir um, at í Klaksvík býr
rakst, fitt og fyrikomandi
fólk. Petur Even segði seg
gleða seg til tær kappingar,
sum stóðu fyri framman, har
noregsmenn sluppu at royna
seg móti klaksvíkingum og
ynskti somuleiðis góðar dag
ar í Klaksvík.
Fleiri vildu við
Seinastur, sum hevði orðið,
var skiparin á norska kav
bátinum,
Kristian
Erik
Wulsin Weihe. Hann takkaði
fyri stórfingnu móttøkuna.
Onkur hevði fortalt honum,
áðrenn hann fór til Føroya,
at fyri mongum árum síð
an flutti ein norðmaður til
Klaksvíkar, og enn eru ættar
fólk hansara her. Tað eru tey,
sum hava eftirnavnið Bran
dal.
Kristian
Erik
Wulsin
Weihe segði eisini, at tá
manningin, sum øll telir
fleiri enn 50, fekk at vita, at
teir skuldu til Føroya, mundi
verið uppreistur, tí allir vildu
við. Tá bert 22 mans sluppu
við, varð skipað fyri lutakas
ti. So, teir, sum sluppu við,
vóru teir heppnu, ið vunnu
hetta lutakast.
Skiparin segði, at tó varð
tann semja gjørd, at seks av
manningini skuldu skiftast
út á ferðini í Føroyum, og tí
flúgva seks aðrir til Føroya -
og aðrir seks til Noregs. Hesir
seks, sum komu heim til Før
oya við flogfari, verða so við
til at sigla kavbátin heim aft
ur til Noreg.
vilmund@sosialurin.fo
Tey, sum skipa fyri Føroya Sjómannadagi, royna á hvørjum ári at hava okkurt serstakt og forvitnisligt,
sum dregur fólk til dagin. Í ár var tað norski kavbáturin, sum var gestur á Klaksvíkini
Stórt forvitni um kavbát
Myndir: Dávur Winther
Kaváturin farin
avstað aftur
Klokkan 9 í morgun stundisliga legði norski kav
báturin Utsein frá landi í Klaksvík. Løtan var,
sum tá teir størstu trolararnir fóru á langfaratúr
í gomlum døgum. Nógv fólk vóru á bryggjuni og
veittraðu farvæl, og bilar floytaðu á bryggjuni
Vilmund Jacobsen
Úr Klaksvík verður sagt,
at kavbáturin royndi at
floyta
afturímóti,
men
floytan hjá honum var eitt
sindur forkølað, kanska tí,
at hon hevur verið so langt
niðri móti havsins botni.
Kavbáturin legði leiðina
til Havnar, har teir skuldu
heilsa
uppá
Færøernes
Komando og gera ymisk
pappírsarbeiði,
áðrenn
kósin seinni í dag verður
sett móti Noregi.
Manningin, sum flest
øll er í 20-unum, var sera
væl nøgd við vitjanina í
Klaksvík. Teir kendu seg
væl, og øll heilsaðu teimum
vælkomnum. Manningin
var takksom fyri hjartaligu
móttøkuna, sum teir hava
fingið frá øllum í Klaksvík.
Utstein er 60 metrar
langur, máldur til 1.150
tons. Kavbáturin hevur
14 torpedoir og kann fara
niður á góðar 200 metrar.
Ferðin liggur um 22 míl.
- Utstein hevur heilt víst
sett ein heilt serligan dám
á Føroya Sjómannadag, eru
klaksvíkingar samdir um.
vilmund@sosialurin.fo