mánadagur 22. august 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 22. august 2011 · Nr. 96
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Børn elska at spæla við vatn,
og tað er ikki minni stuttligt,
tá talan er um ”skipað” vatn
kríggj, sum fastur táttur
er á Sjómannadegnum í
Klaksvík.
Eftir fiskikappingina, sum
hildin varð á Kósabrúnni
tíðliga fríggjakvøldið, har
stúgvandi fult var av børn
um, mammum og pápum,
sluppu børnini í bjarging
arvest – og síðan beina leið
umborð á skip og bátar og
út á vánna, har fløskupostar
vórðu kastaðir.
Tá hetta varð fingið frá
hondini, og skip og bátar
vóru komin innaftur, var
rættiligt vatnkríggj á bredd
anum.
Og tá vatnkríggj er á
skránni, kemur rættiligt lív í.
Tá eru tað ikki bara børnini,
sum hugna sær, men eisini
tey vaksnu, sum eru við
børnum umborð á skipum
og bátum.
Manningin á hjálpar-og
vaktarskipinum Brimli var
eisini ófør og var við til at
gera børnunum hesa løtu
ógloymandi. Brimil hevur
stórar og effektivar pumpur
og kundi tí spræna nógv vatn
langt til himmals.
Nógv børn – og vaksin -
fáa karm og gerast rennvát
eina slíka løtu, men sum ein
mamma segði: ”Tað ger einki,
tí tað er jú Sjómannadagur...!”
Onkur, sum var komin
av bygd, helt fyri, at klaks
víkingar eru løgnir. ”Fríggja
kvøldið var turt í Klaksvík
– men Guð hjálpi mær, um
klaksvíkingar ikki júst eina
slíka løtu fóru út á vánna at
sproyta hvønn annan undir í
vatni...”
Men hetta var altso bara
sagt í skemti.
Børn elska
vatnkríggj
Ein fastur táttur á Sjómannadegnum er vatnkrígg, sum gongur fyri seg millum børn umborð á skipum og bátum
úti á vánni. Aftur í ár hevði hetta tiltak stóra undirtøku, og ein hópur av børnum vóru við í vatnkríggi á Klaksvíkini
VATNKRÍGGJ
Brimil var eisini við í vatnkrígnum á vánni í Klaksvík fríggjakvøldið, tá bæði børn og foreldur hugnaðu sær við stórum vatnkríggi
Mynd: Dávur Winther
ELSKA VATN
Børnini elska at spæla við vatn, og nú verður lagt út á vánna til rættiligt vatnkríggj
Mynd: Dávur Winther
Nógv børn –
og vaksin - fáa
karm og gerast
rennvát eina
slíka løtu, men
sum ein mamma
segði: Tað ger
einki, tí tað er jú
Sjómannadagur